Silja Strøm
Beint nú er hásesong hjá skipaða letinum í hesum tíðarskeiði, sum vit nevna summarfrítíð. Men meðan eg og tú durva í liggi- og lenistólum, arbeiðir listin støðugt og miðvíst fram móti teimum mongu komandi listaframsýningunum. Yrkislistafólkini lata upp ta sættu Heystframsýningin í september, traditiónsríka Ólavsøkuframsýningin verður at síggja hvørja løtu og 13.august hava tey ungu INNRÁS í Müllers, har m.a. Silja Strøm fer at sýna fram sínar nýggjastu myndir.
Silja Strøm (f.1987) hevur á fleiri framsýningum víst seg sum eina av okkara klárastu ungu listarøddum. Í løtuni er hon á Kypros í summarskúla, ið er knýttur afturat Cypros' Academie of Art. Tey arbeiða frá klokkan 7 - 11 á morgni, síðan er siesta frá 11 til 19 tá tey aftur fara til verka, so væntandi kemur væl burturúr tí nógva arbeiðnum. Fyrr í ár fekk Silja gávugóðsið úr grunni Thorvalds Poulsens av Steinum, sum verður latið einum ungum listafólki, ið hevur víst hegni og hug at útbúgva seg og hetta kunnu vit longu staðfesta, at Silja veruliga livir upp til.
Silja Strøm hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har áskoðarin veruliga hómaði umhvarvið av einum komandi listafólki. Í 2007 byrjaði Silja hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien. Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á
høgum støði og hevði serframsýningina ”we will sink and settle on the waves” í Mentamálaráðnum í 2009. Í úrvalsframsýningini ”Myndaódnin” á Steinprenti á jólum hingu tvey áhugaverd steinprent hjá henni ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen. Silja er ung og undir útbúgving, men tað sæst longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan eisini torir at vera øðrvísi í sínum lýsingum.
høgum støði og hevði serframsýningina ”we will sink and settle on the waves” í Mentamálaráðnum í 2009. Í úrvalsframsýningini ”Myndaódnin” á Steinprenti á jólum hingu tvey áhugaverd steinprent hjá henni ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen. Silja er ung og undir útbúgving, men tað sæst longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan eisini torir at vera øðrvísi í sínum lýsingum.
Glasgow School of Art er kendur fyri at vera ein dygdargóður og progressivur listaskúli, sum eigur sín stóra ut í nøkrum av teimum fremstu skotsku og ensku samtíðarlistafólkunum sum t.d. David Shrigley, ið m.a. gjørdi gjørdi henda filmin http://www.youtube.com/watch?v=ACBSR1Hvrps. Skúlin er eisini kendur fyri, at heili 30 % av teimum nomineraðu til høgt virdu Turner heiðurslønina (síðan 2005) hava tikið útbúgving haðani. Vinnararnir av Turner Prize í 2005 Simon Starling http://www.massmoca.org/event_details.php?id=404 og í 2009 Richard Wright http://www.tate.org.uk/britain/turnerprize/turnerprize2009/artists/wright.shtm hava báðir gingið á sama skúla. Silja Strøm er serstakliga nøgd við skúlan og sambært henni er eitt tað besta við G.S.A., "at skúlin er djúpt involveraður í eini spennandi og dynamiskari listaverð í Glasgow býi." Og víðari sigur hon: "Professionel, praktiserandi listafolk úr Bretlandi og útlondum undirvísa øll fyra árini, útbugvingin tekur, og eg havi haraftrat havt nógvar møguleikar at royna meg innan listina eisini uttan um skúlans karmar". Eitt nú hevur Silja luttikið á Glasgow International Festival of Visual Arts umframt á bólkaframsýningum og hetta arbeiði metir hon sjálv sum ein tann mest umráðandi partin av tí at vera undir listautbugving. Vit gleða okkum til framsýningina INNRÁS og vísa eitt úrval av nýggju myndunum hjá Silju Strøm.