Monday, July 19, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar

Listin er í Suðuroy og ætlar m.a. at vitja framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í: Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt mini-tema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Vit byrja við broti úr ummæli í Fregnum av framsýning, sum Arnold Vegghamar hevði í Galerie Focus í Grím Kambansgøtu í Havn í februar í 2004. Harumframt kunnu vit gleða okkum til eina nýggjari lýsing av listamanninum úr bókini Livandi List og myndafrásøgn frá framsýningini í Suðuroy.

Fepursjónir




Fyrsta uppliving av myndaheiminum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937) var so sterk, at hon situr fryst føst onkrastaðni í minninum. Tað var tá vit fyri nøkrum árum síðani vóru í gongd við at velja út til Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum. Verkini hjá Arnoldi vóru júst útpakkað og tó at tey stóðu forslongd hvørt um annað á gólvinum, gjørdi tann óeleganta plaseringin teimum ongan mun. Hesi verkini bar tað barasta ikki til at ignorera. Hóast myndevnini vóru vanlig føroysk myndevni við lýsingum av t.d. haga, bygd og lending, var úttrykkið í hesum glitrandi fepurheitu litunum nakað heilt fyri seg. Tær bestu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar eru helst tær við einføldum myndevni. Á sama hátt sum Steffan Danielsen í eini mynd av nøkrum hegnspelum, kundi úttrykkja eina heila verð, eru tær einføldu myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar á tremur við innihaldi. Stílurin í myndunum er onkrastaðni í millum ekspressionismu og naivismu, samstundis sum hann er ógviliga egin við somu styrki, sum vit kenna frá Outsider Art. Á sama hátt sum hjá impressionistunum hómast ikki nógv av svørtum í myndunum hjá Arnoldi, sum fyri tað mesta brúkar sera ljóssterkar litir sum t.d. gult, blátt, reytt, grønt og violett. Men listamaðurin á Viðareiði vil annað og meira enn at skráseta ljós og litir og her líkist hann meira Vincent Van Gogh, ið tó at honum dámdi teir sterku litirnar hjá impressionistunum als ikki skilti teirra vísundaligu stevnuskrá.




Hóast landslagið í nógvum av myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so bjartlitt, at grótið í støðum minnir um bomm, er talan ikki um reinar sælumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í menniskjatómu landsløgunum ofta dapurt. Guli himmalin og turkisbláa fjallið skríggja í móti hvørjum øðrum í litmettaðum, klaustrofobiskum myndum, sum einamest minna um fepursjónir. Hetta kemst ikki bert av teimum lýsandi, ónaturalistisku litunum, men eisini av tí ógvisliga máliháttinum har dentur verður lagdur á eina ullinta umhvarvsstriku á sama hátt sum hjá Edvardi Munch og Van Gogh. Í myndini Skrik minna tær bylgjandi konturstrikurnar um ljóðbylgjur, sum um skríggið hjá teirri einsamøllu veruni á brúnni fer í gjøgnum alt landslagið. Í myndunum hjá Vegghamar hevur strikan umframt tað ekspressiva, eisini eitt ljómandi dekorativt árin umframt at hansara pastosi máliháttur eisini undirstrikar tað tilfarsliga í myndunum, harav tær bestu eru merktar av eini upprunakendari megi.