Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur
1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
At vit hava fingið fleiri útbúgvin listafólk. At játtanirnar, hóast politiska mótstøðu, eru hækkaðar.
2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
Korini høvdu verið betri, um vit settu Listaráð á stovn og gjørdu eina menningarætlan, ið hevði til endamáls at fáa listafólk í samband við ein listaáhugagan skara í útlondum og øvugt, at vit stuðlaðu soleiðis, at listafólk komu í samband við bestu útlendsku listina í Føroyum á føroyskum.
3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?
At eg fekk trý ára starvsløn, tí at innan bókmentir er marknaðurin enn meira skerdur enn innan onnur listasløg.
Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list.
Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.
Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.
(IS)