Friday, July 2, 2010

Meðan vit bíða eftir INNRÁS





Summar er og alt stendur í stað uttan kappróðrarbátar, politiskir rossahandlar og barometrið, ið spakuliga arbeiðir seg niður í botn. Og meðan bíðað verður eftir, at okkurt skal henda – at ein summarstormur fer at bresta á, um ikki annað - kunnu vit eins væl gleða okkum til eina øðrvísi framsýning, ið letur upp í Müllers Pakkhúsi 13.august. Framsýningin hevur fýrisliga heitið INNRÁS og fevnir yvir verk hjá sjey føroyskum listafólkum, ið øll eru undir 30 ár: Halldis Olsen, Erla Marita Askham, Heiðrik á Heygum, Jóannes Lamhauge, Silja Strøm og Jens Dam Ziska. Heiðrik stendur fast uppá, at eingir landslagsmálningar vera á hesi framsýning og hevur loyvt okkum at endurgeva eina av myndum hansara, sum verður við á framsýningini og hevur heitið “Skýggj”.