Tuesday, May 31, 2011

Ólavsøkuframsýningin 2011

Bræv frá fyrireikarunum:

Góðu listafólk!


Nú er skjótt summar og harvið nærkast eisini árliga Ólavsøkuframsýningin, sum Listafelag Føroya skipar fyri á Listasavni Føroya.

Listafelagið hevur í ár heitt á okkum bæði, um at skipa framsýningina; hetta gera vit við gleði.

Einasti mátin at vit kunnu skipa eina góða framsýning er, um undirtøkan er stór og góð. Vit vilja tí hervið heita á tykkum øll um at fyljkast um fagnaðin av listini og senda verk inn til framsýningina!

Sjálvandi tilskila vit okkum rætt til, sum vanligt er, at velja millum innsendu verkini, við tí fyri eygað at fáa best møguligu framsýningina burtur úr.

Vónandin býður hetta høvi okkum at savna nakað av tí nýggjasta, løgna, vitleysa ella bara tí besta, sum verður at síggja í ár.

Øll tøkni hava áhuga!

Um tit hava spurningar, so eru tit vælkomin til at senda okkum ein mail: olavsoka2011@gmail.com

ella lesa meira á heimasíðu listafelagsins: http://www.listafelag.fo/

Vinarliga

Jóhan Martin Christiansen og Annika á Lofti

Tá tað góða er fíggindin hjá tí besta

Salvador Dalí, "El busto invisible de Voltaire". (1940)


Tað er altíð eitt sindur løgið at eygleiða skapanina av nýggjum mantraum. Ja, nýggj eru tey jú sjálvdan. Tað eru sum oftast gamlir sannleikar, sum verða fingin til lívs aftur, endurtikin óendaliga og samtykt sum loysn uppá allar trupulleikar.


Herfyri las eg eina grein um Saltsiloina hjá Helga Eidesgaard og Hans Mols Mortensen, har teir siteraðu Voltaire, sum ávaraði ímóti at gera tað besta til fíggindan hjá tí góða. Fáir dagar eftir hevði Sjúrður Skaale eitt innlegg um stjórnarskipanina við yvirskriftini ”Tá tað besta forðar tí góða”, ið tók støði í júst hesum sama: ”stundum er tað besta tann størsti fíggindin hjá tí góða”. Eitt mantra var borið í heim, sum eg síðani havi hoyrt endurtikið í heilt ómetaliga nógvum ymiskum høpum og betri closing argument skal man eisini leita leingi eftir.

Voltaire er sum kunnugt ikki føddur í gjár og hann hevði sjálvandi so æviga rætt. Professionelt, persónliga, politiskt, ja á øllum lívsins økjum er tað eyðvitað, at tað ikki nyttar nakað, at vit bíða eftir tí stóra vinninginum. Góðir lutir fara framvið, um ikki vit eru nøgd við tað, sum vit hava og fáa eyguni upp fyri gleðini við tær meira gerandisligu loysnirnar. Við hesum í huga verður lívið eitt spæl. Politikkur verður rímiligur, hjúnafelagin fyrikemur áhugaverdur, starvið uppfyllir allar ambitiónir og best av øllum, so ber til at hyggja eftir stórt sæð øllum í sjónvarpinum, uttan at vera við at doyggja av irriterilsi.

Tílíkt kann gott ræða meg eitt lítið sindur og tí er tað eitt befríilsi, at eg arbeiði við list, sum helst er tað eina øki, har hetta sera effektiva mantraið ikki riggar. Vit hoyra ongantíð listafólk siga, at man ikki skal stremba eftir tí besta ella at man má royna at halda tað heila niðri á einum støði, sum er til at fáast við. Listin fær ikki verið til niðri á tí javna og tað hevði Voltaire, sum setti listina hægri enn veruleikan, helst verið tann fyrsti til at verið samdur við mær í. Fyri listina er tað góða fíggindin hjá tí besta. Og tí er tað spell, at tað verða brúktar fleiri resursur uppá ta góðu listina enn uppá ta bestu listina, at tann góða listin fær eitt betri og meira framstandandi pláss á framsýningum, listasøvnum og í listabókum enn tann besta listin og at almennir pengar í størri mun fara til ta góðu listina heldur enn ta bestu listina. Góða listin er góð og vit vilja fegin hava meira av henni, men tað má ikki vera teirri bestu listini at bága. Vit skulu gloyma alt um tíðarinnar mantra og fagna tí besta - tað kann væl vera, at lívið ikki gerst eitt spæl, men tað verður nógv meira áhugavert.

(IS)

Monday, May 30, 2011

Listfatan í støðugari broyting




Í Information stendur ein áhugaverd grein at lesa, sum snýr seg um eina nýggja uppheinging í Statens Museum for Kunst av teirra eldru samling av danskari list frá 1750-1900, sum er 3500 verk til støddar harav tey bert hava pláss til 500. Tað er serliga áhugavert hvussu fatanin av ymiskum listafólkum støðugt broytist, so at list, ið hevur verið fatað sum vulger ella vánalig, brádliga sleppur upp í fínu stovu at hanga.

Her heima eru vit í somu støðu, at Listasavn Føroya eigur fleiri verk, enn savnið megnar at sýna fram. Núverandi verkplasering hevur Mikael Wivel framt. Tað er altíð spennandi at síggja eina nýggja uppheinging av fasta savninum, tí saman við innkeypspolitikkinum avdúkar ein tílík umplasering rættiliga nógv um listahugburðin hjá avvarðandi, sum standa fyri. Vit hava jú fingið nýggjan stjóra á Listasavninum, ið helst fer at seta sítt fingramerki eisini á ta permanentu og tað eru øll listaáhugað sjálvandi spent uppá. Umrødda grein er her: http://www.information.dk/268961

(KP)

Sunday, May 29, 2011

Frumframførsla: Knud Odde við Tórgerð


Í sambandi við Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum ”Kosmisk Sömngångare”, sum Knud Odde hevur saman við svenska listamanninum Jan Håfström og sum letur upp 26.juni, gevur hann í juni út eina EP við trimum skeringum. ÉP útgávan verður rættiliga eksklusiv og kemur bert út í 50 eintøkum, sum m.a. er myndað av eini gamlari føroyskari fólkavísu og eini bass-cello og gittara útgávu av bass-solo verkinum "Tórgerð", sum Øssur Johannesen gjørdi í 1996. Originalútgávan hjá Øssuri er brúkt sum støði í útgávuni. Perman á plátuni verður prentað í Steinprenti við einum linoliumsskurði í trimum litum, sum sostatt er eitt upprunaprent. Nógv meira verður at hoyra um Knud Odde, tónleikin og framsýningina seinni. Nú eru vit errin av at kunna presentera "Tórgerð" og vit vóna, at hon gerst ein landaplága.

trýst her

http://dl.dropbox.com/u/9183344/TORGERD.mp3


(IS)

Saturday, May 28, 2011

Frumframførsla: Knud Odde við Sommernat i Tórshavn.


Í sambandi við Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum ”Kosmisk Sömngångare”, sum Knud Odde hevur saman við svenska listamanninum Jan Håfström gevur hann í juni út eina EP við trimum skeringum. ÉP útgávan verður rættiliga eksklusiv og kemur bert út í 50 eintøkum, sum m.a. er myndað av eini gamlari føroyskari fólkavísu og eini bass, cello og flamingogittara útgávu av bass-solo verkinum "Tórgerð", sum Øssur Johannesen gjørdi í 1996. Originalútgávan hjá Øssuri er brúkt sum støði í útgávuni. Perman á plátuni verður prentað í Steinprenti við einum linoliumsskurði í trimum litum, sum sostatt verður eitt upprunaprent.

Nógv meira verður at hoyra um Knud Odde, tónleikin og framsýningina seinni. Nú eru vit errin av at kunna presentera: Sommernat i Tórshavn og vit vóna, at hon gerst ein landaplága. Í morgin er aftur frumframførsla her á Listablogginum, tá vit koma við eini aðrari av nýggju skeringunum hjá Knud Odde.

Trýst her:
 http://dl.dropbox.com/u/9183344/SOMMERNAT%20I%20TORSHAVN%20-%20Kopi.mp3

(IS)

Friday, May 27, 2011

Videolistin 4 - Eva Koch

Videolistin hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd. Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla tøkniliga í sær sjálvum sum kundu tey ikki verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/installatións/videolistaframsýningar t.d. við verkunum hjá donsku listakvinnuni og tey hava vit eisini upplivað. Eva Koch og hon hevur verið fleiri ferðir í Føroyum bæði sum barn og seinni í listarligum ørindum. Hon er útbúgvin myndhøggari, men arbeiðir tøkniliga sera breitt við landart, ljóðinstallatiónum og videolist. Seinnu árini hevur hon verið rættiliga kend listakvinna, sum eitt nú luttók á Biennaluni í Venedig í 2005.

Í verkinum "Calais" tekur listakvinnan støði í stóru standmyndini hjá Auguste Rodin "Borgararnir í Calais", sum stendur á Ny Carlsberg Glyptotek í Keypmannahavn, har Eva Koch inntil februar í ár hevði framsýning av staðnágreiniligum verkum. Tvs. verk, sum á ein ella annan hátt taka støði í ella fyrihalda seg til verk og rúm á Glyptotekinum. Rodin hevur gjørt sína standmynd sum ein monumentala og rættiliga kensluborna tulking av søgnini um teir seks borgararnar úr Calais, sum í 14. øld ofraðu seg fyri at bjarga teirra býi undir ensku kringsetingini. Fyri meg hevur henda søgan aftan ´fyri myndevnið ongantíð verið av stórum týdningi. Standmyndin hjá Rodin er hugtakandi, tí hon er so tung, stór og likamlig í rúminum, har hon stendur sum eitt óvikandi monument yvir menniskjaliga líðing. Tá Eva Koch við ljóði og ljósi, við myndum úr nútíðar býnum Calais - sum m.a. er sentralur fyri tey friðleysu medmenniskju okkara, ið eru illegal flóttafólk - er tað fyrst og fremst hugtakandi orsakað av muninum á tøknunum. Tunga, ítøkiliga bronsan hjá Rodin og lætta óítøkiliga ljósið og ljóðið hjá Koch. Mótsetningurin millum gangin og tað yðjandi lívi í Calais í dag og so pinnastilla standmyndaringin seta eisini tankar í gongd um tað, sum farandi er og ta ævigu listina. Verkið hjá Evu Koch er sera áhugavert og tað er skiljandi og uppiborið, at listakvinnan fekk heiðursløn frá Statens Kunstfond fyri "Calais".




Eva Koch Glyptoteket from ek on Vimeo.





http://vimeo.com/20465480

Thursday, May 26, 2011

SEKEL fer ongan veg...

Í áhugaverdu greinini í týsdagsdimmuni "Vøkstur og vald í 100 ár", sum er eitt ummæli av nýggju listasøguni "SEKEL - Færøsk kunst i hundrede år", staðfestir Gunnar Hoydal, at høvundurin, listsøgufrøðingurin Mikael Wivel fer skeivur, tá hann ber portrettmyndirnar hjá Torbirni Olsen saman við tær hjá Kurt Ard m.a. Gunnar Hoydal skrivar: "Tíðin vil vísa, at her fer hann skeivur, og tað sama verður við fleiri øðrum skjótum og hissini viðmerkingum, sum kanska kunnu lyfta flogið í tekstinum, men neyvan eru hóskandi í verki, sum skal vera úrslit av álvarsamari og samvitskufullari gransking...". Gunnar Hoydal metir altso, at óhóskandi viðmerkingar standa í bókini og at gølukenda brotið um Grafiska Verkstaðið og listastríðið, sum undirritaða eisini legði dent á í greinini "Ikke meget at grine ad", og sum somuleiðis Lisbeth Bonde fíltist at í sínum ummæli, fer at standa eftir sum "ódámligur blettur í hansara (t.e. Mikael Wivel´sa) verki".

Móti endanum av ummælinum setir Gunnar Hoydal fram nakrar relevantar spurningar, sum hava verið frammi áður, men ongantíð hava fingið nakað svar. Í hesum partinum av greinini, er Gunnar Hoydal serstakliga hvassorðaður, men eisini beinrakin, tá hann skrivar: "Men hvør var tað, sum hevði veruligt vald hesi árini síðani tá? Savnið og tann virkni savnsleiðarin, sum umsat almennu játtanirnar hjá landinum og seinni eisini var limur í listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, ella hesin lítli bólkurin av listafólki, sum einaferð á hvørjum ári fyri egna rokning skipaði fyri heystframsýningini úti á skipasmiðjuni? Var nakað vald hjá teimum, so var tað bara í samanberingini av dygd í hesi árligu framsýningini við várframsýningina á listasavninum. Og so kanska í einum almennum orðaskifti, sum hin parturin sum mest slapp sær undan at taka lut í og heldur arbeiddi "på de indre linjer". Ella skal henda viðmerkingin í nýggju listasøguni skiljast sum svarið hjá stovninum, lurtað í oyrað á gesti, sum ikki hevur havt samband við hin partin í málinum?".

Vit vita tað ikki, tí enn er ongin reaktión komin frá teimum, sum hava ábyrgdina av SEKEL. Vit hava hvørki hoyrt orð ella eið frá stýrinum fyri Listasavnið ella frá mentamálaráðnum, sum í síðsta enda varar av Listasavninum og útgávum tess. Men spurningarnir verða standandi og har eri eg í grundini ikki samd við Gunnari Hoydal, tá hann at enda í greinini heldur, at okkurt gott kom burtur úr listastríðnum og at vit nú skulu lata tað farna fara: "So lat hetta fara, og latið okkum vóna, at tað við tí nýggja stjóranum ber til at fáa eitt stimbrandi samstarv í lag millum føroysk myndlistafólk og tann týðandi stovnin, sum Listasavnið er í okkara felags mentan..". Jú, sjálvandi eigur framtíðin at vera merkt av samstarvi og góðum vilja innan føroyska listaumhvørvið. Men tað verður neyvan við støði í SEKEL, sum Mikael Wivel í margháttligu heiðursrøðu síni fyri fráfarandi savnssstjóra kallaði eina sáttargerð, ella "en forsonende gestus". Tær tríggjar greinirnar, ið higartil eru skrivaðar um bókina SEKEL benda allar á, at bókin er alt annað enn sáttlig, og tí er ikki lætt at lata hetta fara framvið, sum Gunnar Hoydal mælir til. Tunga bókin fyri 600.000 føroyskar listakrónur fer jú ongan veg. Vit kunna sjálvandi vóna, at ikki fleiri pengar verða spiltir uppá t.d. eina føroyska týðing, men hetta kann í grundini gera tað sama, tí komandi mongu árini fer danska/enska bókin at hava status sum statsautoriseraða listasøgan í okkara landi og so er spurningurin um listafólkini, mentamálaráðið og vit øll hava hug at lata standa til. Skal tøgnin framhaldandi ráða, ella vilja vit heldur samskifta og finna útav hvussu hetta kundi henda, so at vit kunnu bøta uppá støðuna og helst forða fyri, at tað nakrantíð hendir aftur?

(KP)

Wednesday, May 25, 2011

Í mínum hondum

Frumsýning í Spaniastovu 31. mai 2011. Leikurin tekur um 2 tímar við steðgi (20. min.)


Leikari og høvundur: Eyð Matras
Leikstjóri og leikgerð: Sigrún Valbergsdóttir
Búni: Marjun Jóannesardóttir
Myndir/sniðgeving: Edward Fuglø
Ljós: Árni Baldvinsson
Lagsmíð og venjing: Karl Martin Samuelsen: “Tann vænasta perlan”.
Hjálparfólk: Sára Skarðenni
Smyrsl: Margee Dam
Foto: Bárður Lydersen
Rættlestur og týðing: Sveinur Ísheim Tummasson

Við hesum manni lærdi eg, at heimurin er størri og vakrari, enn eg nakrantíð fari at uppliva.


Um leikin:
Anna er søgufrøðingur og býr í Danmørk, men er nú heima í Føroyum og ansar mammu síni, sum er illa sjúk. Hon fær avloysarastarv á fróðskaparsetrinum og fer at skriva ein fyrilestur um sambandið millum Asia og Føroya í 18. øld.

Anna hevur altíð kent seg øðrvísi, og tá ið mamman doyr, finnur hon eitt bræv og eitt armband við grønari perlu, sum fanga hana. Anna fer at kanna, hvat hetta hevur at týða, og loynidómar úr fortíðini verða avdúkaðir.

Hon granskar á bókasavninum og lesur um Katrinu Joensdatter, konu Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við Niclasi Normann, einum ungum manni av hollendska skipinum Westerbeek, sum fór á land í Suðuroy í 1742.

Sum leikur fer, verða vit drigin millum fortíð og nútíð, og so líðandi verða træðrirnir greiddir um upprunan hjá Onnu.

Leikurin lýsir eitt tíðarskeið í Føroya søgu, tá ið mong vóru fátæk, undirbrotlig og innitokin. Gjøgnum Onnu uppliva vit lívið hjá eini kvinnu fyri tríhundrað árum síðani, hennara stríð ímóti órættvísi og tráanina eftir kærleika og nærleika. Lívið hjá Onnu verður sett í perspektiv, tá ið hon sjálv skal taka týdningarmiklar avgerðir um sítt lív.

Leikurin er íspunnin søga, men byggir á veruligar hendingar og sagnir. Vit hoyra um seyðatjóvin Árant Úti á Bø í Svínoy, um manningina á hollendska skipinum Westerbeek, sum gisti í Føroyum veturin 1743/44 og um skalvalopini í Gerðum 1745 og 1765.

Stuðlað leikinum fíggjarliga hava: Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Búmerki , Leiklistaráðið, Ljósritagrunnurin, Klaksvíkar kommuna, Bank Nordik.

Signað ver tú sæla stund

Blómumynd: Fríða Matras Brekku



Við várkonsertini "Signað ver tú sæla stund", fer kórið Tarira at fagna góðu, ljósu tíðini, tá náttúran aftur spennir seg út í øllum sínum lívsjáttandi vakurleika. Framførslurnar í ávikavíst Müllers Pakkhúsi í Havn og Gøtu Kirkju fevna um bæði verðsligan og sakralan tónleik, kendar sum ókendar tónar. Konsertheitið er ein sera kend regla frá yrkingini hjá Símuni av Skarði "Vár við lýggjum vindi", sum Waagstein setti lag til og sum Sunleif Rasmussen nú hevur lagt til rættis av nýggjum. Sunleif stjórnar kórinum eins og hann hevur gjørt, síðan kórið Tarira varð stovnað fyri níggju árum síðani. Og tað verður meira av náttúruromantikki á skránni, bæði í eydnuríkum og góðvarnum líki við orðum hjá m.a. Christiani Matras og T.N.Djurhuus og tónum hjá eitt nú Knúti Olsen og Edvardi Grieg og í heldur ófrættakendari líki hjá danska yrkjaranum Johannes Jørgensen við sorgblíðu tónunum hjá Carl Nielsen afturvið. Høvið verður at hoyra huglagsmettaðu kompositiónirnar "Morning Star" og "The Deers Cry" hjá estiska tónaskaldinum Aarvo Pärt, sum kórið vandi burturav til framførslur fyrr í ár. Hjartanemandi vakra, heldur dapra verkið "Exhortation and Kohima" (2003) hjá John Tavener er skrivað til minnis um tey, sum eru deyð av krígsáðum. Exhortation merkir áminning og Kohima er ein býur í India, har harðir stríðstilburðir vóru í sambandi við annan veraldarbardaga. Verkið er minnir í huglagi eitt sindur um verkini hjá Aarvo Pärt. Huglagið er somuleiðis eitt sindur mystiskt í verkinum "Island Music" hjá Stephen Wilkinson, sum kórið fer at frumframføra. Á konsertini verða fleiri kvartettir umframt solosangur at hoyra saman við kórinum og saman við gittarafylgispæli hjá Ólavi Jacobsen. Hóast tað kensluborna er afturvendandi á hesi konsertini, verða okkara áhoyrarar helst bilsnir av, at síggja gamla írska sangin Danny Boy á skránni. Konsertirnar verða ávikavíst í Müllers pakkhúsi leygardagin 28. mai kl.19.00 og Gøtu kirkju sunnudagin 29. mai kl.16.00.

Tuesday, May 24, 2011

Listin viðmælir: Dimmalætting



Vit vilja fegnar viðmæla lesarum okkara at lesa dagsins Dimmalætting. Orsøkin er ummælið hjá Gunnari Hoydal av nógv umrøddu bókini hjá Mikael Wivel, Sekel, sum Listasavn Føroya gav út fyri kortum. Greinin hjá Gunnari Hoydal eitur Vøkstur og vald í 100 ár og inniheldur eina klóka og gjølliga viðgerð av bókini. Vit hava eitt lítið, ikki heilt tilvildarliga valt úrval her, men viðmæla sjálvandi at lesa greinina í síni heild.


“Men hvør var tað, sum hevði veruligt vald hesi árini síðani tá? Savnið og tann virkni savnsleiðarin, sum umsat almennu játtanirnar hjá landinum og seinni eisini var limur í Listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, ella hesin lítli bólkurin av listafólki, sum einaferð á hvørjum ári fyri egna rokning skipaði fyri heystframsýningini úti á skipasmiðjuni? Var nakað vald hjá teimum, so var tað bara í sammanberingini av dygd í hesi árligu framsýningini við várframsýningina á listasavninum. Og so kanska í einum almennum orðaskifti, sum hin parturin sum mest slapp sær undan at taka lut í og heldur arbeiddi “på de indre linjer”. Ella skal henda viðmerkingin í nýggju listasøguni skiljast sum svarið hjá stovninum, lurtað í oyra á gesti, sum ikki hevur havt samband við hin partin í málinum?”





Góða nýggheitin og tann ringa

Tingið er farið í summarfrí og tað er Mentanarnevnd Løgtingsins eisini. Tann góða nýggjheitin er at uppmøtingin er blivin betri. Tað er enn ikki eydnast at samla alla Mentanarnevndina, men har fráveruprosentið sá soleiðis út áðrenn jólaferiuna:

Magni Laksáfoss, formaður: 0%
Jógvan á Lakjuni, næstformaður: 37,5 %
Limur fyri fólkaflokkurin: Óli Breckmann/Rodmundur Nielsen/Annika Olsen: 50 %
Eyðgunn Samuelsen: 12,5 %
Marjus Dam: 62,5 %
Sjúrður Skaale: 25 %
Kari á Rógvi: 37,5%

Sær fráveruprosentið fyri alt tingárið soleiðis út:

Magni Laksáfoss, formaður: 6%
Jógvan á Lakjuni, næstformaður: 18 %
Limur fyri fólkaflokkurin: Óli Breckmann/Rodmundur Nielsen/Annika Olsen: 41 %
Eyðgunn Samuelsen: 12 %
Marjus Dam: 47 %
Sjúrður Skaale: 18 %
Kari á Rógvi: 24%


Frávera í sambandi við farloyvi og frávera har varalimur hevur verið til staðar er ikki tald uppí.

Men hvat hava tey fingið burturúr mentanarliga á teimum 17 fundunum, tey hava havt. Ja hetta er tann ringa nýggjheitin. Vit skulu heilt fram til fund nummmar 14 áðrenn vit koma til tað fyrsta og tað einasta málið á dagsskránni, sum hevur við mentan at gera, nemliga Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk.

Uppskotið var fra Tórbirni Jacobsen og ljóðar: “Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroyum”. Sjálvandi! Tórbjørn Jacobsen hevði harumframt fleiri fínar viðmerkingar, sum eru at lesa her: http://listinblog.blogspot.com/2011/03/samsyningar-til-rithvundar-og-listafolk.html

Mentanarnevnd Løgtingsins kom eftir at hava viðgjørt uppskotið og innkallað ein persón, Helenu Dam á Neystabø, fram til hetta áliti, har tey býttu seg upp í ein meiriluta og ein minniluta.


”Meirilutin (Magni Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni, Eyðgunn Samuelsen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin vísir á, at nevndin viðgjørdi einsljóðandi mál í løgtingsmáli nr. 123/2008, tá nevndin mælti Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, av tí at landsstýrið arbeiddi við málinum. Í sambandi við viðgerðina av hesum málinum hevur landsstýriskvinnan greitt frá, at hon arbeiðir við innan stutta tíð at leggja eitt aðalorðaskifti fyri Løgtingið um málið. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og fer at mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Ein minniluti (Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi og Annika Olsen) tekur undir við uppskotinum. Neyðugt er, at føroyskir høvundar og listafólk fáa viðurlag fyri sítt stríð, tá ið verk teirra í dygd og rúgvu eru vorðin týðandi. Minnilutin heldur, at vantandi játtan og ikki minst vantandi lógarkarmar gera, at færri týðandi verk og færri týðandi listafólk megna at menna samleika, mál og mentan okkara. Mong royna veingir sínar, men tey mugu sessast aftur, áðrenn tey rættiliga fáa flogið, og tey náa ikki at øllum sínum listarliga tilfeingi, tí lønararbeiði av handahógvi verður lagnan heldur enn áhaldandi skapan og nýbrot. Vit mugu menna og tryggja høvundar, so væl nýskrivandi sum týðandi, vit mugu tryggja listafólk í ymsum greinum, so tey, tá ið tey hava fingið flogið, áhaldandi kunnu søkja móti hæddum og dýpdum og vinna máli og mentan nýggjar leiðir, hevdir og fatanir. Minnilutin heldur, at partur av hesum tiltøkum, umframt tey í uppskotinum nevndu, eiga at vera yvirtøka av málsøkinum ídnaðarhugverksrætti (nr. 8 í yvirtøkulógini), hvørs lóggáva ikki veitir listafólki okkara nóg góðar sømdir, men má yvirtakast, dagførast, tillagast og skipast at náa málunum um samsýningarrætt ikki bert frá tí almenna, men frá teimum, ið hava vinning av listarverkum.”

Tað var so tað. Uppskotið fall 5. mai uttan orðaskifti. Hergeir Nielsen, Sjúrður Skaale, Bergtóra H. Joensen, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Annika Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Poul Michelsen atkvøddu fyri. Magni Laksáfoss, Edmund Joensen, Helgi Abrahamsen, Bjørn Kalsø, Alfred Olsen, Edva Jacobsen, Bjarni Djurholm, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni, Jørgin Niclasen, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Eyðgunn Samuelsen, Hans Pauli Strøm, Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen atkvøddu ímóti og hví gjørdu tey tað?

Fyri summi var orsøkin helst av vanligari smáligheit yvir fyri listini. Fyri nógv var tað ein partur av einum politiskum spæli, men fyri onnur hevur tað helst okkurt at gera við tað, sum meirilutin í Mentanarnevndini skrivau í teirra áliti. Tað, at tey longu eina ferð, í 2008, hava avvíst eitt líknandi uppskot, tí tað verður arbeitt uppá eina loysn í mentamálaráðnum og at landstýriskvinnan nú hevur vissað tey um, at tey skjótt hava arbeitt seg fram til okkurt.

Mín spurningur til tey, sum atkvøddu nei av hesi orsøk má vera: Hvar fáa til álitið frá? Tit hava avvíst uppskotið í 2008, tí MMR lovaði at finna eina loysn og nú atkvøða tit nei, tí MMR lovar at finna eina loysn.

Vit hava eina Mentanarnevnd, sum uppá eitt heilt ár hevur viðgjørt eitt eittans uppskot, sum kundi komið listini og mentanini til góðar og hetta uppskotið lata tey falla við 2.viðgerð. Uttan orðaskifti. Harumframt tykist teirra áhugi fyri mentanarøkinum ikki stórur fyri nú at siga tað pent, um metast skal eftir teirra uppmøting til fundirnar. Vit hava eitt Mentamálaráð, sum ikki kemur fram til loysnir fyri okkara listafólk og okkara mentanarlív, sum ikki lurtar eftir fakkunnleikanum og sum, um møguligt, sýnir enn minni áhuga fyri listini enn mentanarnevndin.

Umberingarnar eru nógvar, vit kenna tær so væl. Men hetta er heilt einfalt ikki nóg gott. Serliga ikki nú, fíggjarnevndin hevur megnað at fingið verkætlanina SALT í gjøgnum og vit síggja, at tað ber til at fáa politiska undirtøku til stórar og dýrar mentanaríløgur - bara ikki gjøgnum Mentamálaráðið ella Mentanarnevndina.

Kanska áttu vit at umhugsa at flutt mentanin úr Mentamálaráðnum og Mentanarnevndini, tí tey hava nóg mikið at gera við øllum skúlaspurningunum. Um ikki okkurt hendir, so vikna vit - ikki bara mentanliga og listaliga - men eisini intellektuelt, sosialt og fíggjarliga.

(IS)

Monday, May 23, 2011

Desperate Housewifes útsettar fyri norðurlendskum ørskapi og skandinaviskum tungsinni í spidermanklæðum


Svenski/finski/norski/íslendski leikbólkurin SUBFRAU vitjaði í síðstu viku á Tjóðpalli Føroya við leikinum "Subtales", sum er stuttligur, ørligur, vakur, sterkur, løgin og musikalskur. Leikurin er feministiskur, bygdur upp um fýra monologar um kvinnulív. Ein fyri hvønn av teimum fýra leikarunum; Anna Andersson, Ida Løkken, Lotten Roos og Maria Pálsdóttir.

Monologarnir vóru stuttligir og óvæntað skrúvaðir saman og sera væl spældir. Men kanska vóru tað steðgirnir millum monologarnar, sum vóru mest spennandi. Tí har vóru ikki tær sjóru feministisku ásannaninar í hesum fyri meg og leikurin fer ikki at broyta nakað í fatanini av mær sjálvari sum kvinnu í hesum heimi. Men hvør sigur, at tað skal tað. Tað var annað enn júst tematiseringin av modernaðu kvinnuni, ið vóru hugvekjandi við monologunum. Tað var hugvekjandi at síggja hvussu hesar fýra kvinnurnar tulkaðu leiklistina, teirra ymsu spælihættir, teirra brúk av sminku, búum, ljóði ljósi og mangt annað. Men steðgirnir og tey rúmini, sum stóðust upp í millum monologarnar rørdu meg í nógv størri mun enn umrøðan um kynsleiklutir. Sjónleikararnir skapaðu ein heilt fantastiskan heim av øsing og frustratión, tá tær dansaðu og sungu, lótu av sær one liners, flirtaðu við áskoðarunum og ikki minst, tá tær í mannfólkalíki framførdu stripp fyri okkum. Har slapp ørskapurin út og tað var feitt.

Stóra tøkk til Tjóðpall Føroya fyri at tey onkuntíð sýna fram útlendskir leikir. Sjálvt um talan greidliga ikki er um áskoðarasucces, hevur tað alstóran týdning at síggja eitt sindur frá útheiminum.





(IS)

Sunday, May 22, 2011

Myndafrásøgn frá ZH 75 ára føðingardagsframsýningini

Hósdagin 19.mai var fernisering í Steinprenti í sambandi við upplating av akvarelframsýning hjá Zachariasi Heinesen. Ferniseringin var væl eydnað. Har kom sera nógv fólk og vit hava fingið hendur á nøkrum myndum, sum Jan Andersson hevur tikið henda dagin í Steinprenti. Framsýningin er stuðlað av Okkara og heldur á til 2.juli. Her eru eisini myndir av nøkrum av verkunum: http://listinblog.blogspot.com/2011/05/zacharias-heinesen-fingardagsframsyning.html

Framsýningarútsýni uttan gestir

Framsýningin hongur vakurt

Inger heldur røðu


Kim Kristensen spælir klaver


Tróndur Patursson náddi inn á gólvið, áðrenn hann fór við Norrønu ávegis Holland


Framsýningargestir

Tveir Havnamenn á framsýning


Anna Berta og Høgni Mohr práta við Kjartan Kristiansen

Nýggi stjórin í Listasavninum, Niels Ohrt og Malan Marnersdóttir práta við Marius Olsen, sum arbeiðir í Steinprenti í løtuni.

Eyðun av Reyni, Jákup Simonsen og Hanus Johansen


Erla í Brekkustovu og mong onnur fólk á framsýning

John Dalsgarð og Steinbjørn B.Jacobsen

Familjuprát (Restorff)
(KP)


Saturday, May 21, 2011

Sekel er bílagt partsinnlegg í listastríðnum, sum vit hildu var av...

NÝGGJAR ÚTGÁVUR
1) Tað glitrar og skínur
2) Tiðarbaðikarið hjá proktori doktara
3) Eg síggi meg sjálva í einum stolnum spegli
4) Mumi við klaffum
5) Mumi
6) Hin stóra bókin um familjur
7) Veiða vind
8) Nígari
9) Sekel
10) Edward Fuglø

Á heimasíðuni hjá Rit &Rák bókhandlinum eru fleiri topp tíggju listar yvir føroyskar bøkur, danskar bøkur, krimibókmentir o.a. Ein av hesum listum hevur yvirskriftina "Nýggjar útgávur" og har stendur stóra bókin Sekel hjá Mikael Wivel á níggjundaplássinum. Eg eri veruliga bilsin, um hetta er ein topp tíggju keypslisti, tí so er listabókin heilt óvanliga populer og sama má sigast um bókina um Edward Fuglø, sum liggur á 10.plássinum. Listabøkur verða vanliga bólkaðar sum lutfalsliga smalar bókmentir, men ein føroysk listasøga fevnir hinvegin breiðari og fleiri fara helst at lesa hesa bók.

Hósdagin kom Weekendavisen við einum ummæli av bókini. Ummælarin, Lisbeth Bonde rósar myndunum og fleiri av verklýsingunum í bókini. Men um viðgerðina av Hans Paula Olsen skriver hon og eg kundi ikki verið meira samd, at Wivel hevur: " forbehold over for førstnævnte, der beskrives som en »lokal Rodin«, der »kan få noget fra hånden« og er »leveringsdygtig, og det gælder såvel når der indløber bestillinger på portrætbuster fra dronning Margrethe og hendes familie...« Her ligger en kvantitativ kritik af denne succesrige, og meget begavede kunstner, og der er da også vel mange skulpturer af ham rundt om på Færøerne, indrømmet, men er det ikke mere bestillernes manglende fantasi, man skal klandre end kunstnerens accept af en spændende, bunden opgave?....

Um skriviháttin hjá Mikael Wivel verður sagt: "Ofte er han vurderende og ytrer sig mere som kritikeren end som kunsthistorikeren, der beskriver sit objekt nøgternt, hvilket kan have noget med bogens tilblivelse at gøre: Den er et bestillingsarbejde i anledning af, at direktøren for Færøernes Kunstmuseum, Listasavn Føroya, som det hedder på landets tungemål, Helgi Fossádal, netop er gået på pension. Han overtog embedet i 2004, og har siden da været genstand for kritik i den færøske kunstoffentlighed, og det i en sådan grad, at den, kunstoffentligheden, har været delt i to lejre, og han er samtidig bogens redaktør...".

Og um listastríðið skrivar Lisbeth Bonde "…i stedet for at udfolde problematikken sobert og nuanceret, så vi læsere kunne blive klogere på denne udefra set ret interne billedstrid, hvilket ikke kan gøres på mindre end 3-4 sider, leverer Wivel s.326 på nogle få linjer en entydig forklaring, hvor en person med navns nævnelse hænges ud som den, der bærer hele skylden "for at have taget parti for en lille, magtfuld klike af færsøke kunstnere, som siden 2004 har isoleret sig i en splendid fornærmelse, uden at dette dog har hindret dem i at arbejde støt og nedbrydende på de indre linjer for at skade dem, de opfatter som deres modpart". Denne udokumenterede påstand burde Wivel have set sig for god til at lancere midt i sin kunsthistoriske fremstilling, der derfor mere fremstår som et partsindlæg , end som et objektivt og fordomsfrit studie i den frodige, færøske kunst. Redaktøren roses også af bogens forfatter: "Museet har ikke alene haft en sjældent begavet direktør i Helgi Fossadal, men også en helt uovertruffen ambassadør for den færøske kunst," skriver skribenten om sin arbejdsgiver. Det er ikke noget godt udgangspunkt for en bog, der gerne skulle være skrevet alene på uhildet, faglig nysgerrighed…"

Tó at bókin er flott og at viðgerðin summum av listafólkunum sum t.d. Ruth Smith, Ingálvi av Reyni o.t. er góð og seriøs, kann mann ikki siga tað sama um viðgerðina av fleiri av núlivandi listafólkunum, ið tykist merkiliga partísk. Eg havi tosað við nógv listafólk, ið eru ómetaliga hørm av at vera við og einoygda mátanum, sum samtíðarlistafólk verða viðgjørd í bókini. Jú meira eg hugsi um tað, jú meira neyðugt haldi eg tað fer at gerast hjá Mentamálaráðnum at taka frástøðu til stóru og dýru bókina, sum kostaði 600.000 at framleiða. Og tað skal ikki vera orsakað av hvat ein danskur ella føroyskur ummælari hevur sagt. Tí tú skalt ikki lesa leingi, áðrenn tú sært, at bókin ikki er skrivað á objektivan hátt og at listastríðið verður nevnt og at støða verður tikin til stríðið. Hetta er fullkomiliga óhóskandi fyri eina nýggja føroyska listasøgu og eg fati ikki, at eingin hevur gjørt vart við hetta, so at tað bleiv tikið burtur áðrenn bókin varð prentað. Mentamálaráðið mátti havt betri stýr uppá sínar stovnar.

(KP)

Friday, May 20, 2011

Góði Zacharias



Í gjár læt føðingardagsframsýning upp í Steinprenti við vatnlitamyndum hjá Zachariasi Heinesen, sum fyllti 75 ár. Ein rúgva av fólki møtti til ferniseringina, sum av tí sama gjørdist hugnalig og góð. Jan Andersson beyð vælkomin og síðani helt Inger eina áhugaverda røðu fyri Zachariasi, sum vit seta inn her á bloggin. Myndirnar frá ferniseringini koma seinni.


Kære Zacharias.


Jeg tror det er, som den store digter T.S. Eliot sagde. At nutiden og fortiden begge er til stede i fremtiden og at fremtiden rummes i fortiden. Dine værker har altid peget frem, fundet nye veje og vist os fremtiden. Men de har også vist os nutiden og fortiden. De har lært os at være til stede nu og samtidig at forstå det, som var engang. De har skabt et rum, hvor fortiden, nutiden og fremtiden mødes. Du maler som en ung mand, med den samme friskhed og evne til at se tingene som for første gang, men du maler også, som den erfarne, der bærer historien og mange års tanker om kunsten og mange års slid med materialet med ind i fremtiden. Hos dig er al tid altid til stede.


Måske er det også sådan, som digteren videre siger. At det som kunne have været er en abstraktion og forbliver en evig mulighed. De døre der ikke blev åbnet og de veje der ikke blev fulgt, møder vi også i din kunst. Vi ser maleriets muligheder og opdager, igennem dig, det som kunne have været. Vi ser de valg der ikke blev truffet, men som stadig ligger der som muligheder og vi oplever de motiver som ikke fandt vej, men som alligevel bor i formen og måske engang vil blive. Alt er åbent, intet er lukket og vi aner det som ikke kan ses, fornemmer det som ikke siges og forstår abstraktionen. Hos dig er fortiden, nutiden og fremtiden altid til stede i et flimrende nærvær med det der kunne have været og det der måske vil blive.


”Sløret lys, ikke dagslys” skriver digteren. ”Indhyller formen i lysende stilhed, forvandler skygge til flygtig skønhed og antyder langsomt bestandighed”. I din kunst findes både det flygtige og det bestandige. Både øjeblikket og evigheden. Kunsten både bevæger sig og står stille, den indeholder både spænding og ro og den befinder sig på et sted, i en skælvende verden, der både er virkelig og uvirkelig og i en tid der indeholder al tid og samtidig er tidsløs. Din kunst er her nu og den er her evigt. For i den forenes ikke bare fortid, nutid og fremtid i et stærkt koncentrat, men også det som kunne have været og det der måske vil blive og ikke mindst det som forbliver og det som forsvinder, det som er bestandigt og det som er flygtigt, det som er og det som ikke er.


Kære Zacharias, tid er noget indviklet noget, men hjerteligt tillykke med de 75 år og tak for det du igennem din kunst har givet til ånden og sanserne, tanken og følelsen. Tak for din generøsitet som kunstner og som menneske. Tak for at du lader os andre tage del i alt det du er og kan. Tak for din omhu, din omsorgfuldhed og værdighed, for din viden, indlevelse, eftertænksomhed og humor. Tiden løber fra os og vi får ikke altid vist vores taknemmelighed og vores respekt, men det gør du. Du lader andre komme til og har gjort et stort, smukt og uselvisk arbejde for dine yngre kolleger, som betyder uendelig meget for dem og for kunsten. Du har ikke bare givet dem plads, du har også givet dem din kunst. Og for de der forstår at tage imod din kunst og gøre den til deres egen er det en fantastisk gave – til os alle sammen. Du planter og deler høsten, ikke af falsk beskedenhed eller misforstået ydmyghed, tror jeg. Nærmere ud fra en dyb forståelse for livet, verden, kunsten, dig selv og andre. Jeg ved det ikke, det gør sikkert de der står der nærmest, din familie, som jeg også gerne vil både takke og ønske tillykke i dag. Men jeg ved at vi alle føler det som en stor berigelse at kende dig og din kunst.


Kære Zacharias. Fortiden, nutiden og fremtiden er din. Tillykke og tak.




Thursday, May 19, 2011

Til lukku Bagge


Í dag fyllir listamaðurin Zacharias Heinesen, av næstingum hansara Bagge nevndur, 75 ár og føðingardagsheilsanir úr nær og fjar, eisini í útlendskum fjølmiðlum eru dømi um hvussu væl dámdur hesin listamaðurin er bæði persónliga og listarliga. Síðan hann debuteraði á Ólavsøkuframsýningini í 1951 fyri trýss árum síðani, hevur hann fingist við at mála okkara landslag, sum hann betur enn nakar annar hevur megnað at lýst í impressivu, koloristisku myndunum, ið neyvt raka føroyska veðurlagið í sirmi og sól. Tó at Zacharis Heinesen væl dugir tað dekorativa er tað skeivt ella ov avmarkandi at flokka hann sum dekorativan málara, tí hansara myndir eru meir enn dekorativar. Umframt holla vitan um myndabygnað, javnvág, litir og teirra samspæl, eru tær eisini merktar av eini takksamari, næstan panteistiskari náttúrukenslu. Í dag ber til at uppliva takksomu náttúrukensluna á akvarelframsýningini í Steinprenti, sum letur upp í dag. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, Bagge. Vit vóna, at hann verður ljósur og góður og at nógv fara at fagna tær í dag.





(KP)

Wednesday, May 18, 2011

Ein ringlandi tíðarlummi


At tíðin ongantíð stendur still og ei heldur bíðar eftir nøkrum plagar at vera ein nokkso haldgóð sannroynd. Men nú kunnu vit fyri ætt vinum og listabloggalesarum kunngera, at jú, hon bíðar faktist... eftir Summarfestivalinum. Í øllum førum hevur festivalurin í Klaksvík lyndið til minna um "The land that time forgot", tá tað nú við fagnaðarrópi verður kunngjørt, at countrylegendan vitjar heim á klettarnar, sjálvur Hann, ið sang tiltiknu orðini "I wanna go home", hin 76 ára gamli Bobby Bare, sum sambært greinastubbanum á portalinum er væl fyri, hóast hann er komin upp í árini.

–Skeeter Davies og Bobby Bare. Bert nøvnini í sær sjálvum fungera sum ein djúpur mentalur tíðarlummi. Eg verði sogin aftur í onkran døguratíma í sjeytiárunum, tá allur heimurin luktaði av garnatálg, meðan eg eina stokkuta, men glæsiliga stund kundi njóta friðin heima, áðrenn farið var oman til gerandissadismuna og -terrorin í barnaskúlanum á Frúutrøð. Hesa løtuna í lítla, bláa køkinum á Lützenstrøð sungu tey bæði, Skeeter Davies og Bobby Bare teirra ønskriliga sang om henda ólukku John, sum tað var so synd í, tí at hon, altso sangarindan við margháttliga navninum, altso Skeeter fór at gifta seg við onkrum øðrum enn honum og altso ikki John, sum tessvegna sjálvandi mundi vera grúviliga keddur, tá hann fekk sítt Dear John bræv.

Eg var ikki serliga gomul, tá sangurin fyrikom mær óúthaldiliga klichékendur. Sentimentalt grenj, framført við drynjutari patos. Men eg skilti eisini skjótt, at tey í útvarpinum ikki vóru samd við mær í , tí har niðri á Bryggjubakka lá plátan við Skeeter Davies og Bobby Bare á plátuspælaranum í nógv, nógv harrans ár. Nú hevur verið friður av teimum eina tíð og eg sakni tey ikki. Tí verði eg neyvan við í tí útvalda flokki, sum leitar sær á Summarfestivalin í summar. Eg eri heilt einfalt av teirri sannføring, at nútíðin er túsund ferð betri enn fortíðin og eg havi tessvegna ongan tørv at halda fast í tí, sum farið er. Frúutrøðskúlin er í dag eitt betri stað, umbroyttur sum hann er til musikkskúla og so vítt eg veit verða børnini væl viðfarin við vanligari humanari virðing og tað er gott. Útvarpið ella kringvarpið er eisini nógv frægari í dag og til ber harumframt umvegis internet at hoyra øll møgulig onnur útvørp kring heimin, sum viðgera og varpa út nútíðarmentan hvønn tann einasta dag. Sum heild er alt betri í dag enn tað var fyrr. Tað haldi eg, men eg eri samstundis fullgreið yvir, at tey eru mong, ið als einki hava í móti at kava niður í tann tíðarlumman, sum Summarfestivalurin bjóðar hesa løtuna, tá Bobby Bare fer at syngja. Sambært heimasíðuni hjá Summarfestivalinum var Norðoya Kunningarstova kimað niður av fólki í dag, sum eftir at hava hoyrt um Bobby Bare, ynsktu at keypa atgongumerki til festivalin. Og so kann tað gera fullkomiliga tað sama hvat undirritaða heldur um Bobby Bare og afturlítandi lyndið á Summarfestivalinum. Teirra smíl á veg í bankan er ivaleyst breiðari enn mítt.

http://planet.portal.fo/?lg=82453

(KP)

Tuesday, May 17, 2011

Naknir menn á Tjóðpalli Føroya – skundið tykkum!





Enn er ein møguleiki at uppliva leikin ”Subtales” hjá sjónleikarabólkinum Subfraus á Tjóðpalli Føroya. Tað skuldu tit gjørt. Leikurin er stuttligur, eitt sindur svakligur, vakur eina løtu, meginfullur, dragandi, løgin og femininur. Ja, kanska Desperate Housewifes í norðurlendskum ørskapi ella kanska skandinaviskt tunglindi sett inn í Spiderman heim. Í hvussu so er – klokkan 19.30 mikukvøldið. Upp úr stólinum og avstað!

(IS)

Zacharias Heinesen føðingardagsframsýning



Zacharias Heinesen
Vatnlitamyndir 1994-2011

Eingin hevur sum Zacharias Heinesen megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingum sínum av bygd, havi og fjalli. Á framsýning, sum letur upp í Steinprenti á 75 ára føðingardegi listamansins, hósdagin 19.mai, sýnir hann fram eitt úrval av vatnlitamyndum, sum hann hevur málað seinastu fimtan árini. Vatnlitamáling hevur Zacharias altíð fingist við til skitsubrúk, men hann er seinnu árini farin at dyrka hesa listagreinina í alsamt størri mun sum eina sjálvstøðuga listagrein, sum hann hevur fingið størstu viðurkenning fyri bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru sum kunnugt hansara vatnlitamyndir, ið prýða okkara pengaseðlar og eisini eru hansara vatnlitamyndir umboðaðar í høgt virda pappírslistasavninum hjá Statens Museum for Kunst (Kobberstiksamlingen).

Samanborið við oljumáling eru vatnlitir betri egnaðir til spontanar, lættar og ljósar myndir og eftir framsýningarmyndunum at døma, eru vatnlitir eisini sum skaptir til listarligu ætlanir Zachariasar, tá hann við fáum ella mongum strokum fangar eitt fúlt æl í Havn, várligt sirm á Velbastað ella glitrandi ljósbrigdi í Mikinesi. Ofta eru spektrallitirnir umboðaðir í myndunum, har skyggjandi gulir og reyðir litblettir festa í grønt, violett og blátt. Føroyska landslagið, vátt í vátt við leskiligastu litum – tað ljóðar næstan sum kundi tað verið ov nógv av tí góða, men so er ikki. Hetta er Zacharias Heinesen, ein ektaður listamaður, ið sýnir fram sínar sevjumiklu, neyvu vatnlitamyndir, sum brima av listarligum yvirskoti. Øll eru vælkomin til upplatingina klokkan 16-18 hósdagin 19.mai í Steinprenti á Skálatrøð. Framsýningin er stuðlað av Okkara og verður at síggja í Steinprenti hetta til 2.juli.











(KP)

Monday, May 16, 2011

Subfrau "Subtales" - Trailer

SUBTALES – ariir úr miðalstættini


Svenskt/Finskt/Norskt/Íslendski leikbólkurin SUBFRAU kemur nú aftur á vitjan í Føroyum.


Leikbólkurin SUBFRAU hevur síðan bólkurin varð stovnaður bjóða tí norðulendsku uppfatanini av kynsrollum av. Og eftir tíggju ár er tíðin komin til eitt realitycheck! Hvussu er, í roynd og veru, støðan hjá javnstøðuni?

Tað norðurlendska vælferðarsamfelagið sigst vera fyrimyndarligt. Her siga kvinnur seg hava tað best. Men hvussu ber tað til at vit blíva útbrendar, tá vit búgva í einum samfelag sum tekur sær bæði av børnunum og foreldrunum hjá okkum? Er tað frælsi og ríkidømi sum gera okkum sundurstrongdar av krøvunum um 13/4 pen børn, 1 penan mann, krøvunum um at vera kreativ á arbeiðsplássinum og sexut heima, at hava milda rødd, mammu á ellisheimi, vermammu til umlætting, arbeiðstelduna á køksborðinum, bollar í ovninum, fasta flyting til Amnesty og Spa í vikuskiftinum.

Vit leggja okkum sjálvar undir lupp, okkara sjálvræði og serliga feminismuna, sum vit allar eru so góðar við – okkara norðurlendska flaggskip. Hvør er partur av javnstøðuni? Vit hava varhugan av at tað eru ikki øll. Hvørjar eru feministar? Og hví fáast vit við sovorðið? Skulu vit knúsa alt sundur, saman? Hvør vil byrja? Og hvør verður so eftir?

Vit skilja ruskið. Vit vóna at eisini smátingini kunnu skapa broyting. Vit hugsa um deyðan. Vit leggja familjuhugnakvøld við lørdags-pizza afturum okkum. Vit rýma av skútuni. Vit heiðra Mou Martinsson og Spiderman.

Vit syngja. Vit skríggja. Vit berjast. Vit flúgva. Vit dansa. Tvætla býtt og øsa okkum upp. Vit kempa. Og spekulera uppá um Gud er mannfólk – ella hvør er tað sum skapar alla mótstøðu?

Vit gera okkara besta og eitt sindur afturat. Á svenskum. Á finskum. Á norskum. Á íslendskum. Niður og norður við øllum skipanum!

SUBFRAU vóru seinast á Tjóðpallinum í 2007 við leikinum “Pretty Subfrau” . Tey, sum sóu tann leikin vita hvat tey hava í væntu: Stuttligt og provokerandi, fúlt og fitt, álvarsamt og svakt – alt í senn.

Sýningar verða á Tjóðpallinum týsdagin 17. mai og mikudagin 18. mai kl. 19.30



” en sprakande show utan en död minut” Malin Krutmeijer, Aftonbladet 22/1-11

” I allt detta berör Subfrau förstås, på sitt alldeles egna, frigjorda och förvirrande sätt, några av tillvarons mest frustrerande aspekter”  Rikard Loman, DN 24/1-11

”..en roligt provokativ, köns- och jämställdhetsparodisk föreställning”  Elisabeth Nordgren, Hufvudstadsbladet, 21/02-11

"Subfrau har en enorm energi som inte väjer för något" Lars Ring, Svenska Dagbladet 03/04 -11

"Forestillinga er en salig blanding av revy, cabaret, teater, barneleker og opera, med en detaljrikdom i spillestil og formspråk som gjør den til noe av det mest interessante jeg har sett på Tromsøscenen på lang tid." Elin Danielsen, scenekunst.no 02/05 – 11

”Dyktige skuespillere med stor spilleglede gir oss en time hvor vi lar oss underholde stort mens vi overøses av viktige problemstillinger i vår nordiske Ikea-idyll” Helge Matland, i Tromsø 27/04 – 11

Sunday, May 15, 2011

Til lukku SALT


Í samfullar tríggjar tímar gekk kjakið um verkætlanina SALT í tinginum náttina til leygardag áðrenn uppskotið varð samtykt. Í tríggjar tímar vóru innleggini skiftivís skilagóð, sarkastisk, romantisk, aggressiv, forvirrað, sentimental, møsnut og besnissað. Í tríggjar tímar koyrdi kjakið í ring.

Í seks ár hevur verkætlanarleiðslan arbeitt fyri at gera SALT til veruleika. Í seks ár hava tey tingast og havt samráðingar við grunnar og politikarar, lagt ráð saman við arkitektum og verkfrøðingum, eins og tey hava spurt seg fyri hjá listafólkum og mentanarfólkum. Seks ár tók tað teimum at fáa til vega 58 milliónir krónur.

Eftir seks ár og tríggjar tímar er ein umráðandi partur av arbeiðnum tó enn ikki byrjaður. Verkætlanin SALT hevur veitt mentanini eina sera stóra upphædd og tingið hevur samtykt at seta gongd á verkætlanina. Men uppá seks ár hava vit ikki sett á sjálvt innihaldskjakið og kjakið um hvat vit í grundini vilja við okkara mentanarlívi.

Hetta kjakið skal setast í gongd nú og kjakið nýtist ikki líkjast tí kjakinum, sum higartil hevur verið stýrt av hvørt man er fyri ella ímóti SALT. Vit skulu jú ikki eins og politikararnir atkvøða antin ja ella nei, so vit hava møguleikan at vera meira nuanserað.

Hvussu sær yvirorðnaða mentanin út. Skulu vit satsa altjóða ella lokalt? Skulu vit geva upp listina til marknaðarkreftirnar? Skulu vit royna okkum við størri, listafólkastýrdum verkætlanum? Skulu vit hava greið stevnumið fyri mentanina ella skulu vit bíða og vita hvat hendir? Skulu vit brúka mentanina til at menna ferðafólkaøkið? Skal armslongdarreglan gerast galdandi? Skulu vit yrkisgera mentanarlívið? Skulu vit satsa uppá ávís listasløg? Skulu vit innføra etiskar leiðreglur og lógir fyri mentanarstovnar? Skulu vit raðfesta at fáa skil á viðurskiftini hjá listafólkunum? Hvussu skal lutfallið millum tað elitera og tað fólksliga vera? Hvat skulu vit krevja av okkara mentanarhúsum? Skulu vit granska í mentan og list? Skulu vit berjast fyri einum líkindaligum mentanarpolitikki? Hvørja list tørvar okkum at síggja, høra, lesa og uppliva? Hvønn leiklut skal listin spæla í samfelagnum? Hvussu trívist listin? Hvussu tryggja vit at flest møguligt fáa innlit í og gleði av listini?

Kunnu tær 20 milliónirnar, sum løgtingið hevur samtykt at veita Saltsilogrunninum, brúkast til eitt gott mentanarkjak, so verður hetta okkum ein góð íløga.

(IS)

Saturday, May 14, 2011

Saltsiloin sigraði

Í dag man Ólavur Rasmussen vera ein glaður maður, sum fegnast saman við suðuroyingum, tí í nátt avgjørdi eitt greitt fleirtal í tinginum (19 fyri og 13 ímóti) endaligt at stuðla saltsiloverkætlanini. Hervið er staðfest, at Saltsilogrunnurin fer at fáa 20 milliónir krónur frá landinum til at byggja eitt nýtt konserthús á Drelnesi. Summi halda ætlanina vera øra, meðan onnur síggja ein fantastiskan dreym verða til veruleika. Og kanska er ætlanin ørlig, men vit á listablogginum fegnast allíkavæl, tí tað er so sjáldan, at list og mentan stendur sum móttakari, tá tær ørligu veitingarnar verða gjørdar. Avgerðin er tikin og ynskja vit verkætlanini bestu eydnu. Nú skuldi eingin grund verið hjá suðringum at missa mótið, sum Pipar og Salt sungu í fjolluta Ólavsøkusanginum....





(KP)

Mimirsbloggur

Hetta er av sonnum eitt herligt land, ikki minst hesa árstíðina. -Men skuldi tú eina løtu troyttast av strálandi ljósinum, sum hesa tíðina gerst meir ella minni støðugt og stendur hugurin til eitt skýmligt vertshús av tí góða, gamla slagnum, ið er meinlíkt einum vanligum sethúsum uttan, ja so kunnu vit av hjarta viðmæla vertshúsið Mimir í Havn. Mimir er ein av gomlu ølklubbunum í Havn, ið varð stovnaður í 1967. Vit eru at kalla javngomul, eg og Mimir, sum var besta jólafeststaðið yvirhøvur í 70´unum. Tað vóru vit børn samd um. Har kundu bæði Ebenezer og Frelsunarherurin pakka saman. Mimir hevur framt eina nýuppheinging av listaverkum og tí ber í løtuni at fara í Mimir at skoða list. Eitt framúrskarandi landslag hjá Zachariasi Heinesen og eitt fínt portrett hjá Hans Jacob Glerfoss hanga við síðuna av einari av væl kendu kvinnulýsingunum hjá Jógvan Asbjørn Skaale og teirri naivistiska perluni av eini Mimirsmynd, sum Brynjálvur hevur málað. Tit mugu orsaka, at myndirnar eru so myrkar, men tað er líkasum hugskotið við einum skýmligum vertshúsi, ikki sannheit?






(KP)