Ummæli: Anna Kathrina Højgaard. "Blandað bomm" í Smiðjuni í Lítluvík.
Mikukvøldið (14.juli-2010) endaði framsýningin hjá Onnu Kathrinu Højgaard í Smiðjuni í Lítluvík og Listin náddi akkurát inn á gólvið, áðrenn liðugt var. Framsýningin gav eina sera blandaða uppliving, bæði viðvíkjandi tøkni og dygd og sigast kann beinanvegin, at tað vóru nakrar av fotomyndunum, ið skaraðu framúr. Meðan málningarnir meira mintu um huga- og evnagott ítriv og fotomyndirnar av kirkjum tóktust lutfalsliga neutralar, fekst tú varhugan av eini listarligari hugsan í summum av fotomyndunum, ið hingu sum smáar perlur í eini óruddiligari heild, sum var merkt av ov nógvum týdningarleysum myndum. Trappumyndirnar og tær báðar myndirnar frá bátahyljunum, ið hingu innast í horninum í framsýningarhølunum vístu hvussu einfalt tað kann gerast, tá listarliga eygað sær vakrar, abstraktar kompositiónir í tí mest gerandisliga og tað dugir Anna Kathrina Højgaard. Hetta hava vit mangan sæð próvað t.d. á myndum hennara á Ólavsøku- og Várframsýningum. Eitt árið var myndevnið seyðarhøvd í grýtu, sum hevja upp ein vanligan døgurða til at snúgva seg um lív og deyð í myndum, ið eru eins vakrar og um somu tíð óhugnaligar sum memento mori myndir úr barokktíðini.
Anna Kathrina Højgaard er útbúgvin fotografur, ið hevur fingist við list í mong ár og hon man sjálv vera púra greið yvir, at framsýningin í sínum ymiskleika kann tykjast óruddilig, skilja vit á heldur umberandi framsýningarheitinum "Blandað bomm". Bestu myndirnar á framsýningini vóru tær løgnastu, sum í fyrstani bert fáa teg at undrast á hvat í allari víðu verð tað man vera, sum fotografurin hevur sæð og hugsað, tá hon tók myndirnar av t.d. neystunum og oljutangunum og av hotelterassuni, ið minnir um onkran gamlan Agatha Christie film har belgiski uppdagarin Poirot saman við ensku yvirstættini dusar sær við einum góðum themunni millum teir innføddu tænararnar í Egyptalandi ella India. Hetta eru tvær myndir, sum eru rættiliga líkar uttan tað, at sjónarhornini eru ymisk, eins og eitt kvinnuskap hómast sum ein spegling í teirri einu myndini. Mystiska árinið er áhugavert innihaldsliga sæð, tí tað fær teg at hugsa og skapa eina hendingagongd í høvdinum, men mest av øllum er tað tann totali tómleikin, ið saman við kompleksu speglingunum veruliga hugtekur og gevur áskoðaranum ógvuslig herðindi av agorafobi og lívsangist. Hetta eru listaverk av hægri karat enn hvat annars rúmast í einum sera blandaðum bommpakka.
(KP)