Sambært nútíðar túnatosi á fjasibókini kann alt tað sonevnda listastríðið kókast niður til setningin: “summi halda seg vera betri enn onnur”. Og undirritaða hugsar við sær sjálvum, at summi listafólk heilt einfalt duga betri enn onnur og at tað, sum nógv av teimum, ið kalla seg listafólk framleiða, ikki hevur nakað sum helst við list at gera. Ítriv og dekoratión er eins og hugurin at skapa grundleggjandi av tí góða, men vit skulu ikki ræðast at taka støðu til listarliga góðsku sum í løtuni, nú hugburðurin til myndlist tykist at kalla kommunistiskur: Øll eru líka gávað og duga eins væl og tey, sum siga nakað annað, halda seg vera betri enn øll hini. Heldur skulu vit hugna okkum saman hesa okkara stuttu stund á foldum og lata tíðina um at døma um listarligt haldføri. Ella skulu vit nú tað? Kjakið koyrir nógvastaðni og á ymiskan hátt í føroyska samfelagnum á alnótini á facebook, kjak.org og í úvarpssendingini Eygsjón kjakaðust Dávur Winther og Bárður Jákupsson herfyri (í sendingini 2.juni) hvørt serfrøðingar skulu vera við til at avgera um listarligar prýðingsuppgávur, ella um embætisfólk skulu taka sær av hesum. Í øllum hesum málum ekkóa rindalskar hugsjónir, ið sampakka so sera væl við teimum flegmatisku hugsjónum, sum ráða alment og sum mentamálaráðharrin gjørdi seg til talsmann fyri í føðingardagsrøðu til Listasavnið og sum eg havi greitt frá í flaggdagshugnarøðuni her á listablogginum. Rindalisma var jú upprunaliga ein fólkslig rørsla í 1960´unum í móti statsstuðuli til listafólk, serliga til modernaða abstrakta list. Rørslan var uppkallað eftir Peturi Rindal, sum í danska kjakinum hetta tíðarskeiðið var oddamaður teirra, ið vóru í móti listastuðulinum.
Í dag verður hugtakið rindalisma nýtt í breiðari merking sum mótstøða í móti serliga modernaðari, ella avantgardistiskari list, eins og tað eisini kann fevna um mótvilja móti serfrøðingaveldi, har tað verður nevnt “vitansrindalisma”. Kjakið er á ongan hátt nýtt, tað einasta serstaka við støðuni í Føroyum er, at gamaldags hugsjónir í so stóran mun enn hava ræði á okkara hugsunarhátti í 2010 sum tær tykjast hava nú t.d. býráð her á landi nokta at taka myndlistarligar serfrøðingar inn í listanevndir, sum í grundini hava ovurhonds stóra reella makt innan listina av tí, at tær avgera hvør skal prýða bygningar, ella gera standmyndir her og har. Grundin til at vit finna okkum í eini tílíkari rindalistiskari serfrøðingaangist er óviss, men hongur kanska saman við, at okkara listasøgu er so mikið stutt, at vit enn ikki heilt hava fatað myndlistagreinina sum eina frøði.
Á veg oman úr Listasavninum gekk eg framvið sýnisglugganum hjá Bibi, har hon hevur sínar náttúru- og fólkalýsingar og har varð eg varug við eitt pappírsark, sum hon hevur klistrað upp á rútin. Myndirnar hjá Bibi eru um nakað dømi um stóra gloppið í millum tað fólksliga og tað etableraða, tí hóast Bibi man selja fitt av myndum til ferðafólk og kanska serliga til eldri føroyingar, verður hon neyvan boðin við á eina viðurkenda listaframsýning, tí her verður hennara list mett sum kitsch, tó at mangir føroyingar elska hennara myndir og hava tær hangandi í fínustovu. Á áðurnevnda pappírsarki í vindeyganum hjá Bibi stendur ein yrking at lesa, ið snýr seg um henda sama spurning. Hetta er ein kvøða til Sigmund Petersen, ið er skrivað fyri júst 49 árum síðani, tá fólk ilskaðust inn á William Heinesen og teir nettupp fyri teirra lyndi til at greina í millum góða og vánaliga list. Yrkingin er skrivað av Pól F. Joensen, ið sum kunnugt var ein framúr góður yrkjari, sum t.d. gav okkum ta herligu satirisku jarðarferðina og eina perlu sum Á, kundu á tíðarhavi:
Áh, kundu á tíðarhavi
vit akker kastað ein dag,
tá vit hava eydnuna vunnið,
so hon ikki rýmdi av stað.
Tíðin, legg tínar veingir
saman bert hesa stund,
meðan eg sælur kyssi
mítt sólfagra ástarsprund.
Og løtan hin signaða, ríka,
á kvirru, ástheitu nátt, -
áh, lat meg í kossinum doyggja,
tá hvíli eg æviga gott
Beint øvut av omanfyristandandi alvfevnandi klóku yrking, er kvøðan til Sigmund Petersen nationalsjavinistisk, politiskt ókorrekt, rasistisk, rindalistisk, modernofob, homofob og yvirhøvur toppasmøl og hatsk. Hon er eisini rættiliga skemtilig í øllum sínum ókorrektleika, har hon ger gjøldur burtur úr m.a. úrmælinginum Picasso og hansara abstraktión. Men umframt at vera dømi um, at listastríð ikki er eitt nýtt fyribrigdi er henda yrking lýsandi dømi um menniskjaligan veikleika, sum trívist allastaðni; vit eru bara menniskju og at øll kunnu mistaka seg. Serfrøðingar kunnu eisini mistaka seg, men hava sjálvandi óansæð tann besta førleikan til at meta um og skilja í millum tað, sum hevur týdning og tað, sum ikki hevur týdning innan føroyska list.
Dagblaðið 14/7-1961
Kvøða
Til Sigmund Petersen
Mansevni og listarmann
Sum drangur í brimi, tú frægi enn,
mót útlendskum ágangi stendur,
nú aldurnar frá eini ørvitistíð
skola um Føroya strendur.
Sum sinnisjúk, blámenn og smábørn nú,
øll evnaleys málningar skapa,
íð heila hava sum músabróður
og handalag sum ein apa;
har alt er ein vavgreytur, ongum líkt,
tí smyrjarin fótfestið misti,
myndir sum skaptar til veggjaprýði
í eini dárakistu.
Teir mála horn á ein grindalokk,
og siga; “tað er ein kúgv”,
og finnst tú at beinum og veingjum, teir
siga:
eyguni lúgva, bert trúgv.
Eg fati ei, at tey avvarandi lata
slík rangeygu mannleys fara,
sum síggja ein bil í sniglalíki,
og illan tarv sum ein stara.
Tí hann, ið eitt ber, sum cirkul sær,
og sum grøna fløtu eitt hav,
hann kann sum eitt skot á blámanum vera
ella ganga bums útav.
Eg hoyri at Karsten, L.S. og William
flenna at mær upp á háð,
sum ei veit: abstraktur heimurin er
og bert innara eyga kann sjá.
Eri eg so býttur, tú spyrji eg tykkum
tit fremstu av vísdómsalvum:
abstrakta eyga, hvar situr tað,
er tað ólíkligt ella nalvin?
So beinrakin eygu havi eg fingið,
og gonguvit Harrin mær gav,
meg skal eingin halaleys mótapa
blinda og villa útav.
Listavitloysi oftani fyrr
í mommu sína er farið,
tað meiggjað var tá, nú stendur sum
idiotanna minnisvarði.
Sigmundur, tú hevur hegni og vit,
tú vinnur og teir skulu tapa,
títt listarverk meiri er vert enn alt,
sum mótakventlarnir skapa.
Tá apufjasið í gloymsku er farið,
-myndir sum hin av Beinisvørði
eru tín minnisvarði.
Pól F.
(KP)