Friday, June 20, 2014

Listin takkar fyri seg


Í fýra ár hava vit hvønn dag havt innlegg um list og mentan. Tað er liðugt frá í morgin. Vit hava avgjørt at brúka summarið til at umhugsa listabloggin, og hetta er sostatt síðsta innlegg fyri hesa ferð. Møguliga venda vit aftur onkursvegna, alt stendur opið.

2337 innlegg og ein hálv millión av vitjandi bleiv tað til hesi fýra árini. Tað hevur verið ómetaliga stuttligt og avbjóðandi og vit eru ófatiliga stoltar av tí, sum vit hava fingið frá hondini. Vit føla, at vit hava víst, at tað kann lata seg gera at framleiða týdningarmikið mentanartilfar at kalla uttan pengar. Vit føla, at vit hava havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum.

Tá vit fyri fýra árum síðani avgjørdu at gera bloggin, varð hetta avgjørt í einari stuttari telefonsamrøðu. Tað tók heldur ikki meira enn 10 minuttir í telefon at avgera, at vit skulu lata bloggin í sínum núverandi skapi vera fortíð. Tí endurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær - vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu.

Vit eru spentar uppá hvat teinkipausan fer at føra við sær og hvat vit fara at finna uppá. Vit byrja hana við at fáa okkum ein bita og skála fyri blogginum, okkum sjálvum, listafólkunum og okkara kæra útgevara, John Dalsgarð, umframt tykkum kæru lesarum, sjálvandi.

Túsund takk, góðu tit øll fyri hesa fýra árini.

Blíðar heilsanir

Kinna og Inger


Thursday, June 19, 2014

Yrkjarasalong í Føroyahúsinum


Felagið Assununu og Føroyahúsið skipa fyri yrkjarasalong í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í kvøld frá 20 -22.

Skrá:

Muniam Alfaker leggur fyri
Møtið yrkjarum
Eva Botofte, Gordon Walmsley, Abdul Kader Albasri, Sasa Markovic, Aleksandar Sajin, Sissal Kampmann og Isidora Cale.
Tónleikur verður eisini at hoyra.
Konferencier: Birgir Thor Møller
Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.







Havsins gerandisgudinnur


Í prentinum frá 1985 kundi tað sæð út sum um, at listamaðurin Janus Kamban er eitt sindur framman fyri sína tíð. Tað er ikki fyrr enn seinastu árini, at havsvimjingin ordiliga hevur tikið dik á seg og konur í vaksandi tali eru farnar at leypa á sjógv. Myndin verður við á Ólavsøkuframsýningini í ár.





(KP)

Wednesday, June 18, 2014

Kunstkritikerprisen 2013



Claus Carstensen og Christian Vind fáa donsku ummælaraheiðurslønina fyri teirra djørvu og visuelt áhugaverdu kuratering av framsýningini café Dolly á J.P.Willumsens savninum, sum markeraði 150 árið fyri føðing Willumsens. Heiðurslønin verður latin 30.juni klokkan 16 av mentamálaráðharranum Marianne Jelved í stóra fundarsalinum í mentamálaráðnum, Nybrogade 2, og øll áhugað eru vælkomin. Tað er aica (Association Nationale des Critiques d'Art) sum letur heiðurslønina, Lisbeth Bonde er forkvinna. Vit ynskja teimum báðum, Claus Carstensen og Christian Vind hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.

Monday, June 16, 2014

Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup...

Eftir at hava tugt meg í gjøgnum tær 25 síðurnar í stevningini, sum Christian F.Andreasen advokatur hevur stykkjað saman um tollmálið, siti eg og hugsi um Jacob Brønnum Scavenius Estrup, sum var danskur ríkisráðharri í eitt rekorddrúgt tíðarskeið seint í 19.øld. Hann sat á maktini í nítjan ár og stríddist sum úlvur á skóg við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera. - Ja eg veit. Jørgen er eingin Estrup, Dia er eingin Hørup og støðan er sjálvsagt ein heilt heilt onnur í 2014. Allíkavæl kenni eg meg heldur ørkymlaða av varhuganum av enn einaferð at vera stødd á glatanarkós í einum týdningarmiklum samfelagsmáli. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum í Kringvarpinum, at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Advokaturin er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit frænir av eini sera aktivari tíðindadeild, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. - Her á listablogginum plaga vit ikki at blanda okkum uppí samfelagsviðurskifti sum so, men eg haldi, at talu- og skrivifrælsið er so mikið grundleggjandi og so týdningarmikil partur av okkara mentan, at tá varhugin av, at tað hetta sama talufrælsið verður hótt, bara anir eitt lítið sindur, so má mann loyva sær at skriva nakrar reglur um tað (og samstundis kryssa fingrar fyri, at mann ikki sjálv verður stevnd - uha). Talufrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at verða ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnug sjálvt fundamentið undir frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og tjubang prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki. Men, sum vit øll vita av, so varð hann ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Spurningurin er bara um hann hevur tað og hvussu er við talufrælsinum. Eg eri væl greið yvir, at talufrælsið ikki er tað sama sum rætturin til frítt at fremja injuriir ella at forfylgja ávísum persónum, men heilt erligt, so mugu ávísir persónar skikka sær ordiligt um teir ætla sær í ein landsstýrissess og detta gamlar beinagrindir úr skápinum, tá pressan fer at kanna, ja so skuldi mann trúð, at tíðin er komin at leggja frá sær.


(KP)

Lysets skrift og mørkets tale


Hetta ummælið stóð at lesa í Kristeligt Dagblad í vikuskiftinum. Skrivað hevur Mai Misfeldt, sum hevur lovað listablogginum at læna greinina.

Det færøske grafiske værksted Steinprent præsenterer fornemme bøger af Claus Carstensen og Søren Ulrik Thomsen.

Ved den maleriske havn i Tórshavn, på Færøerne, har det det grafiske værksted Steinprent til huse. En lille perle, som mange færørejsende vil have bemærket, når de har ladet vejen gå forbi de altid åbne døre, enten for at se en af de skiftende udstillingerne i underetagen, eller for at snuse værkstedsluft og købe tryk på 1. sal. Værkstedet ejes af litograf Jan Andersson og grafiker Fríða Matras Brekku. Omkring 100 kunstnere har gennem tiden arbejdet på værkstedet, primært danske og færøske og heriblandt maleren Claus Carstensen.

Adspurgt om, hvad det har betydet for ham, at arbejde på Steinprent, svarer Claus Carstensen: ”Jeg var første gang på Færøerne for at arbejde på Steinprent i 2002 og har så siden arbejdet på værkstedet en eller to gange om året. I 2002 var jeg lige stoppet som professor på kunstakademiet og skulle egentlig blot have lavet et enkelt tryk, men lavede så i et sandt arbejdsraseri 27 tryk på 10 dage (serien ”Klaksvikaffærer” red.). Det hang nok sammen med en form for overtryk, som havde dæmmet sig op under de ni års undervisning på akademiet, og som nu skulle ud. Men det handlede også om, at Færøerne var et helt nyt terræn for mig. Selv om jeg ikke er landskabsmaler, så reagerer jeg meget umiddelbart på de steder eller landskaber, jeg bevæger mig i. (…) Jeg har altid haft en enorm respekt for ikke at spilde andre folks tid. Litografiet er et omstændeligt medie og det er lidt pinligt, hvis ikke trykket sidder der første gang. Men på Steinprent følte jeg, at jeg havde en frihed i forhold til denne pinlighed. Jan Andersson har altid været åben over for modaliteterne i situationen, åben over for, hvad der kan lade sig gøre rent trykketeknisk i modsætning til, hvad man "kan eller plejer at gøre".

Den aktuelle grund til at skrive om, hvad man kan på Steinprent – og på det lokale trykkeri, Føroyaprent – er, at de netop har udgivet to meget smukke og i enhver bibliofil forstand lækre bøger. En sort og en hvid begge med tekst af Søren Ulrik Thomsen og med grafiske arbejder af Claus Carstensen. Omslaget er originalgrafisk, der er trykt på tykt, blødt bøttepapir, hvis fibre er optimale til det grafiske tryk, og Claus Carstensen har selv stået for det skarpe layout med rød skrift på hhv. sort og hvid baggrund. 

Den sorte bog hedder ”Lille dæmonologi” og indeholder to essays af Søren Ulrik Thomsen. ”Der er kun én” er en skarp analyse og medrivende indføring i W. Friedkins grænseoverskridende gyser ”Eksorcisten” fra 1973. ”Derfor tror jeg på djævelen” er Søren Ulrik Thomsens refleksioner over den umotiverede ondskab, hvis tilsynekomst og kraft for ham er bevis for, at djævelen i en eller anden forstand findes. Den hvide bog; ”Dét hvorom man hverken kan tale eller tie”, er mindre og på alle måder en mere fredsommelig tekst om kunstens betydning. Ligesom de to essays i ”Lille dæmonologi” har dette essay også været trykt før. Man kan synes, der er lidt ærgerligt, i og med at man altid gerne vil læse nyt fra Thomsen, og i og med at det havde været interessant at se ham gå rigtigt i dialog med Claus Carstensen. Når det er sagt, er der kommet to meget vellykkede bogværker ud af det. Med Carstensens ord passede ”de mørke og dystre motiver jo perfekt ind i den tekstlige sammenhæng- de kredser omkring den kendsgerning, at vi fødes nøgne og dør transparente. Alt herimellem er social, magtmæssig og eksistentiel opstigning og fald.” De grafiske værker er heliografier (oversat til dansk solskrift). De er blevet til ved, at Carstensen har arbejdet med blyant og tusch på transparente folier, som derefter er blevet overført til lysfølsomme offsetplader og udsat for kraftigt UV lys. Der er trykt to gange oven på hinanden (hvilket kræver uhyre præcision), med forskelligt belyste plader, sådan at der er fremkommet en let blåsort bund grafik og der over et lag af en næsten mættet sort. 


Grunden til, at Jan Andersson og Claus Carstensen valgte at arbejde med heliografi i stedet for stenen, litografiet, som er Anderssons speciale, var det store oplag, der skulle trykkes i. Men, som Claus Carstensen forklarer, så gav det også god mening: ” Teknikken er jo meget oplagt, når nu Søren Ulriks tekster handler om lysets kamp med mørket - men den passede mig rigtigt godt, da alle folierne er lavet på et arbejdsophold på refugiet San Cataldo ved Amalfi i foråret 2012. Teknikken giver nemlig også mulighed for at lægge flere lag af folier oven på hinanden som en slags collage. Og så er det en ret hurtig og uhøjtidelig teknik, idet man blot smider de kiksede tegninger ud - uden at man som i den litografiske proces skal til at slibe stenen ned endnu engang. ”


Som Suzanne Brøgger engang har sagt om Søren Ulrik Thomsen, så er han ”from og fræk, i den nutidige, utidige betydning”. Claus Carstensens værker illustrerer ikke Thomsens tekster, men fremstår derimod som et parallelt værk, som alligevel ved sin pågåenhed, sin fremogtilbagebølgende byggen og op riven ned, sin forening af noget meget kraftfuldt med noget sine steder næsten meditativt, går i dialog med teksten. At fordybe sig i dem kan minde om at ligge og kigge på en trævæg, hvorpå der hele tiden åbner sig nye mønstre eller sprækker. Her dukker et ansigt op, men så lukker det sig, et overstreget skæg, er det Hitler? Her er figurer som et skyggespil, og her lukker billedet af for dit syn med visuel pigtråd. Som det også siges, kan djævlen ligge i detaljen.

Hvis man vil se mere fra Steinprent kan man fra den 8. maj besøge udstillingen ”Billedord-Ordbilled” på Nordatlantens Brygge i Kbh, hvor der ud over arbejder af ovennævnte, bl.a. bydes på grafik og ord af Knud Odde, Vibeke Mencke Nielsen, Bjarne Werner Sørensen og Tóroddur Poulsen. ”Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie” og ”Lille dæmonologi” sælges samlet for en introduktionspris på 900, kr. pr. sæt. Bøgerne kan bestilles pr. telefon eller mail hos http://www.steinprent.com 










(KP)

Sunday, June 15, 2014

Svenskur kórsangur

Sum eitt øvugt sólsetur uttan sól





Tað er eitt lív eftir føðingina
og í gjárkvøldið ein himmal sum eg ikki minnist meg hava sæð leingi
við skýggjum tungum av regni og eini tigandi skýming
undir eini blendandi eg-nokti-at-doyggja strípu í sjónarringinum
sum eitt øvugt sólsetur uttan sól





Yrking: Claus Carstensen s.24 í digte (samling) d.t. 1999. Týðing:KP
Mynd: Hansina Iversen uttan heiti frá 2013









(KP)

Saturday, June 14, 2014

Nýhugsandi Bjørk


MoMA boðaði frá í vikuni, at tey hava tikið Biophilia appina hjá íslendsku sangarinnuni og listakvinnuni Bjørk upp í savnið, hetta er eftir øllum at døma fyrsta app, ið verður partur av MoMA savninum. Appin er eitt uppískoyti og eitt miðlingaramboð, sum er ítøkiligt dømi um eina radikala broyting av listamiðlingini, sum kanska er neyðug í einum heimi, sum ikki í serliga stóran mun satsar uppá mentanarjournalistikk. Við at útgeva eina app í sambandi við eina tónleikaútgávu, hava avvarðandi listafólk hópin av møguleikum fyri sjálvi at seta fingramerki á hvussu teirra tónleikur t.d. skal miðlast til áhoyraran. Bjørk hevur ongantíð verið bangin fyri at hugsa nýtt, fyri hana er tað at eksperimentera grundleggjandi i listini. Hon syngur við á øllum átta løgum á nýggju útgávuni hjá amerikanska bólkinum, Death Grips, Niggas on the moon. Tónleikastílurin fevnir um rapptónleik, hip hop og sonevnt industrial við eini rúgvu av endurtøkum - tónastrofurnar eru brotnar av á ein hátt, sum leggur dent á, at hetta er digitalt. Tað er  eitt sindur møðsamt við endaleysu uppafturtøkunum av digitalum óljóði, men tað er eisini áhugavert, minnir í støðum um jazz & poetry og Frank Zappa, tónleikurin er ógvuliga inspirerandi at lurta eftir og tað er ókeypis, lurtið her:  

http://thirdworlds.net/

http://www.theguardian.com/music/musicblog/2011/jul/20/bjork-biophilia-app

http://www.spin.com/articles/bjork-biophilia-app-moma-museum/?utm_source=spinfacebook&utm_medium=social&utm_campaign=spinfacebook

http://www.dv.is/menning/2014/6/9/bjork-syngur-niggas-moon/












(KP)



Friday, June 13, 2014

Mentan í juni


Í Mentan hesuferð er áhugaverd samrøða við Dennis Agerblad, sum hevur gjørt um seg á øllum møguligum pallum.Føroyingar elska country - siga mong. Birgir Kruse skrivar um country-oyggjarnar. Vár í Ólavsstovu skrivar um, hví bókmentir hava týdning, sum lærugrein í skúlunum. Bókavørðar viðmæla, hvørjar bøkur kunnu lesast í summar, og úr Klaksvík er eitt ummæli av hallarkabarettini Luktur í smakkinum. Nýggi formaðurin í Rithøvundafelag Føroya svarar spurningum um støðuna hjá føroyskum bókmentum og um hansara framtíðarvisjónir. Katrin Petersen skrivar um, at mentan kanska ikki er nakað at flyta eftir og Kinna Poulsen um markleyslist í markleysum heimi. Á barnamentanarsíðunum verða tvær feskar barnabøkur viðgjørdar. Plakatina hesuferð hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur gjørt.

Thursday, June 12, 2014

Ólavsøkuframsýningin 2014


Ólavsøkuaftan klokkan 15 letur tann ordiliga Ólavsøkuframsýningin, tann í Listasavninum upp og tað er um at halda seg framat, tí upplatingin verður festlig. Seinastu árini hava vit ásannað, at føroyska undirgrundin kanska ikki er so full av olju, sum hildið varð einaferð, men hon er ikki tóm fyri tað. Møguliga livir listarliga undirgrundin betri í Føroyum í løtuni enn hon hevur gjørt leingi. Hon nørist eftir øllum at døma av kjakinum og av áhaldandi ónøgdini millum fólk, antin tað snýr seg um ymsar politiskar avgerðir ella um arbeiðið hjá fjølmiðlunum. Sigast má, at samfelagskjakið er í  hæddini og fáar tjóðir eru so óførar á facebook sum okkara. Vónandi fara verk á Ólavsøkuframsýningini eisini at elva til kjak, m.a. verkini, sum eru inspirerað av sangheitum hjá bólkinum 200 á fløguni Vendetta. Aftur í ár er talan um eina um somu tíð kurateraða og sensureraða framsýning, sum fevnir breitt um fleiri ymisk listasløg og crossover verkætlanir. Pláss er tó eisini til meira siðbundin innsløg t.d. eitt úrval av undurvøkrum grafiskum prentum hjá vegaranum, Janusi Kamban sála, sum testamenteraði hús síni í Havn til at vera virkandi listafólkabústaður. Hetta arbeiðið er loksins at enda komið, og møguligar inntøkur fyri áðurnevndu prentmyndir og skitsur fara til endaligu umvælingarnar av húsinum og tað merkir jú, at samtíðarlistafólk fara at njóta væl av hesum. Tað er enn sum áður Listafelag Føroya, ið skipar fyri Ólavsøkuframsýningini, og aftur í ár er Kinna Poulsen kurator. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda inn fotomyndir av verkuppskotum til Ólavsøkuframsýningina 2014 saman við heitum, tøkni, stødd og evt. prísi. Framsýningin tekur evnisligt støði í sjálvari ólavsøkuni, sum fyri summi er meira ball enn tjóðarhátíð, meðan onnur ganga serstakliga høgt uppí tjóðskaparligt correctness, um eitt nú tjóðarbúnin verður viðfarin á rættan  hátt. Millum luttakararnar á Ólavsøkuframsýningini verða Bárður Jákupsson, Sámal Blak, Randi Samsonsen, Tóroddur Poulsen, 200, Sakaris Stórá, Hanni Bjartalíð, Fríða Matras Brekku, Bárður Oskarsson, Sissal Kampmann, Claus Carstensen, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen og Janus Kamban umframt mong onnurÓlavsøkuframsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan, 28.juli klokkan 15.00.



(KP)

Wednesday, June 11, 2014

Glas í Norðurlandahúsinum




Á summarframsýningini 2014 er  glas sum tilfar í listini í miðdeplinum. Framsýningin gevur okkum høvi at uppliva møguleikarnar sum liggja í glasinum, tá tað hevur verið í hondunum á  Tróndi Patursson (FO), Brynhildur Thorgeirsdóttir (IS), Pipaluk Lake (DK), Kristiina Uslar (EE), Outi Turpeinen (FI), Onnu Viktoriu Norberg (SE) og Brandi Patursson (FO). Sjey listafólk úr Norðurlondum og Baltalondum, sum hava glasið til felags. Sjey listafólk sum arbeiða við og móti teimum eginleikum, sum glasið hevur, og sum brúka hetta einastandani tilfar á hvør sín hátt.

Framsýningin er opin til sunnudagin 24. august.





Tuesday, June 10, 2014

Ummæli av framsýningini BILLEDORD ORDBILLED í Norðurbryggjuni



Jane Lytthans hevur ummælt framsýningina hjá Steinprenti í lokalblaðnum Christianshavneren:

http://www.christianshavneren.dk/9068/

Nordatlantens Brygge (NB) kan det der med udstillinger. Denne gang udfordrer de os til at multi-taske, bruge flere af vores sanser på én gang. Udstillingen Billedord – Ordbilled indeholder, som man kan forestille sig, både tekst og billeder og begge dele i samme flade. Billederne er baseret på billeder lavet i det store, kendte grafiske værksted, Steinprent, i Thorshavn. Det er 4. gang, at NB finder materiale til en udstilling blandt de kunstnere, som har arbejdet på Steinprent, og det synes, som om værkstedet hjælper til at puste en særlig sjæl i den kunst, som bliver skabt dér.

Billedord – Ordbilled er en udstilling, som består af værker fra 9 forskellige færøske og danske kunstnere, som alle bruger billedet til at fortælle om teksten og ordene til at fortælle om billedet, og visning af et særligt værk lavet af Søren Ulrik Thomsens essays og Claus Carstensens trykte billeder. Det særlige værk af Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen består af 2 bøger med 3 essays, som henholdsvis kredser om kunstens betydninger og væsen og om det ondes tilstedeværelse i tilværelsen. Titlerne er ”Lille Dæmonologi” og ” Det, hvorom man hverken kan tale eller tie”. Vi ser en ophængning med aftryk af Claus Carstensens 30 litografier, som med hans ekspressive udtryk i rå, sorthvide maskeagtige figurer bringer os ind i en spændende turbulent fortælling – i overensstemmelse med de tre essays. Bøgerne er trykt på Bøttepapir.

De 9 kunstnere er: Peter Laugesen, Knud Odde, Toni Larsen, Svend-Allan Sørensen, Tóroddur Poulsen, Bjarne Werner Sørensen, Vibeke Mencke Nielsen og Zven Balslev.
Men på værklisten vil man se, at mange af kunstnerne har lavet værkerne sammen på kryds og tværs, og man fornemmer, på energien, at det har været godt ar arbejde sammen. Man må forestille sig det meget kropslige arbejde det er at lave litografier. Den store kalksten, som vejer 150 kg skal renses og slibes og gøres klar hver gang et nyt billede skal trykkes. Det er et hårdt fysisk arbejde, som bliver lavet i et fællesskab … og som man kan se af udstillingen med stor inspiration til hinanden.

Udstillingen påvirkede avisens udsendte til en herlig dialog med billederne. Det dobbelte, sammenflettede udtryk af ord og bogstaver og billedelementer fik lysten til at se udover billedkanten og ud i rummet med alle de andre udtryk – og det blev muligt at høre en ihærdig mumlen og nogen gange en kakafoni af fortællinger fra alle de udstillede værker.
Den spændende færøske kunstner, Tóroddur Poulsen, viser en samling sort-hvide værker, hvor han udfordrede talemåder på en meget enkel og stærk måde. på færøsk og nogle også på dansk.. Som ”Nu går jeg mig en spejlvendt tur”, ”Nú fari eg ein speglvendt tur”. En tekst, som får beskueren til at undres, til at prøve at forstå hans eventuelle dilemma, og til at opleve og more sig med ham i hans øvrige udsagn. Han bor i Danmark, men er en markant kommentator på den færøske kunst og kultur. 

Det er svært i øvrigt at fremhæve den ene kunstner fra den anden, for hver har sit særlige forhold til billed- og tekstelementerne i deres billeder, og vi vil opdage noget nyt hver gang vi går en ny runde rundt i udstillingen. .. Knud Oddes og Toni Larsens fine kvinde med den røde hat fascinerede mig med den store styrke og samtidig den fine poesi. Svend-Allan Sørensens to filosofiske fugle gav god humor og hans stærke billeder af ”Turgenjev, af Boganis og af Thoreau, hvor deres øjne  så intenst ud i verden … Det er humor, poesi og fortælleglæde- og styrke, som præger de udstillede billeder.

Udstillingen er på Nordatlantens Brygge for enden af Strandgade, og den varer indtil 10. august.



(KP)

Hin góða spannin og hinar


"Hin góða spannin og hinar" er heitið á einum stórum prenti hjá Tóroddi Poulsen, sum er partur av framsýningini Myrkamyndir í Steinprenti. Trý avbrigdi eru av prentinum, eitt blátt, eitt reytt og eitt svart og hetta, at myndirnar hanga tríggjar saman økir um hátíðarliga huglagið, eins og tilipingarnar í heitinum til tann góða hirðan hava eitthvørt átrúnaðarligt yvir sær. Samstundis kenna vit spannina sum eitt praktiskt og ógvuliga vanligt gerandisamboð. Myndirnar hjá Tóroddi Poulsen tykjast um somu tíð mystiskar og ómetaliga einfaldar og óhátíðarligar. Akkumuleringin er eisini áhugaverd, kenslan av, at spannirnar fylkjast úr neðra og upp og úteftir eins og tær gerast alsamt fleiri og sum eru tær á tremur við onkrum, sum fer at koppa út móti áskoðaranum. 









(KP)

ORKA við nýggjari orku





Føroyski tónleikabólkurin ORKA er nú til reiðar við síni 4. fløguútgávu LEIPZIGið verður givin út gjøgnum Tutl í Føroyum fríggjadagin 13.juni.

Fløgan er skipað sum eitt samlað verk har løgini virka bæði støk og sum ein eind. Løgini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum. Helvtin av upptøkurnum eru gjørdar í eini gamlari kykmyndahøll, UT Connewitz, eitt høli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga, mitt í Leipzig í Týsklandi. Eisini er tikið upp í París, New York, eini lítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og á eini tokstøð í Bombay. Upptøkurnar blivu lagdar til rættis í upptøkuhøli í London, meðan ljóðblandað varð í Støkumørk, Innan Glyvur.

Á LEIPZIG verða eyðkendu ORKA ljóðførini og døkka ljóðmyndin blandað saman við UK Bass og LA Beat, og omaná verða lagdar ísandi Norðuratlants røddir. Hesa samanrenning kallar ORKA fyri Club Gaze. Samanborið við annan tónleik ljóðar hetta sum J DILLA´s DONUTS, um tað varð framleitt av BURIAL, við norðurlendska melodiska viðkvæminum hjá SIGUR RÓS, og framborið av FAUST.
 
 


Tá ið ORKA varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðførini bygd á einum bóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur ORKA havt konsertir og spælt á festivalum um allan heim og samstarvað við kend nøvn so sum YANN TIERSEN, LV [HYPERDUB], OKTOPUS [DÄLEK], GRETA SVABO BECH, EIVØR og TEITUR.
 

LEIPZIG kemur út 13. juni 2014 gjøgnum Tutl, og eru føroyingar so hepnir at verða tey fyrstu, ið kunnu ogna sær útgávuna - hon verður í fyrstu atløgu bert til keyps í Føroyum. Ein altjóða útgávudagur kemur seinni í 2014. LEIPZIG kann pre-ordrast á www.tutl.com

Monday, June 9, 2014

Hansina Iversen gjørt listprýði til Hoyvíkar kirkju



Eitt nýtt listaprýði hjá Hansinu Iversen er komið upp í Hoyvíkar kirkju, aftanfyri prædikustólin. Tá ljósið er bjart úti, hevur kirkjufólkið verið órógvað av, at tey ikki hava sæð prestin nóg týðiliga á prædikastólinum. Tí varð gjørt av, at seta eitt listaprýði upp við vindeygað aftanfyri prædikastólin.
Í einari frágreiðing, áðrenn hon gjørdi hetta listaprýðið, segði Hansina Iversen í einum skrivi til kirkjuráðið í Hoyvík, at listaprýðið bleiv lagt við blaðgulli og silvuri á framsíðuni. Á baksíðuni, sum vendir út móti vindaeyganum, skuldi verða lakkað við blágrøna litinum, sum orglið í kirkjuni hevur.

- Listaprýðið er hugsað til kirkjuna, og skapað við virðing fyri kirkjurúminum og tignini, ið eitt kirkjurúm hevur. Íblásturin til verkið er frá dymbildagavikuni. Ovari parturin ímyndar tornakrúnuna, ið Kristus bar á høvdinum tá hann varð krossfestur. Loddrætta blaðið ímyndar eitt pálmablað. Tað kann eisini ímynda ein vong. Heildarmyndin gevur hugasamband til lívsins træ. Kirkjuprýði frá gotisku- og barokktíðini, í ymsum kirkjum í Evropa, hava eisini givið íblástur. Her er ein sjónvarpsupptøka hjá Kringvarpinum frá gudstænastuni í Hoyvíkar kirkju í gjár:

http://kvf.fo/netvarp/sv/2014/06/08/gustnasta-r-hoyvkar-kirkju





(KP)



Dimma nýtti gamlan strutsasið


Á heimasíðu Sprotans er mangt ymiskt at lesa, m.a. ein samrøða, sum Tórður Jóansson hevði við Pól F. Joensen í sambandi við, at Pól F. fyllti sjeyti. Fíni yrkjarin er ikki bangin fyri at siga hvat hann meinar um parnassið og er sum heild undirhaldandi ónøgdur við viðferðina av sær sjálvum milllum bókmentafólk, sum hann ikki helt nógv um, og als ikki teir lærdu, ei heldur sambandsfólk, tí Pól F. Joensen var eftir øllum at døma ein politiskur og frælsislyntur maður. Tá bókin »Millum heims og heljar« kom í 1942, sigur hann m.a., at Dimma nýtti gamlan strutsasið, stakk høvdið undir í fávitskudýpið og tagdi. - Dimma ljóðar av sonnum til at hava verið nokk so skørp, kunnu vit trúgva bert helminginum av uppáhaldunum hjá Pól F.Joensen:


"Í 1947 kom onnur økta »Millum heims og heljar« út. Dimma heilsaði henni við teimum orðum, at tað var synd í pappírinum, sum slíkt tvætl var prentað á, ungur asfaltmaður úr Hoyvík skeljaði mítt skalda­verk í spønir í Dagblaðnum, sum einkisvert, tá ið nøkur smáørindir vóru undantikin. Verði tað honum fyrigivið, tí blaðungur sum hann var, var hann ikki búgvin at taka nakað úr sínum egna brósti, tað var eitur, teir høvdu spýð niður í hann á flatlondum, sum hann her sprændi á meg. »Lívsins kvæði« kom so út 1957 og fekk somu móttøku av okkara andskryplingum við Dimmu á odda. Hon fann einans stríðið á Húna­landi vert at nevna og sýndi sítt margháttliga skaldaskyn við at seta eitt hitt veikasta ørindi í kvæðinum fram sum dømi um góðan skaldskap. Einki fullfíggjað yvirlit, hvaðna minni metan av mínum skaldskapi, hevur enn sæð dagsins ljós; sjálvt Rikard Longs frálíka útvarpsrøða á 60 ára føðingardegi mínum, fevndi ikki um hálvan mannin; tað sum aðrir hava sagt av góðum um meg, hevur verið heldur vatndeyvt og skilliga skrivað í ótta fyri ikki at samríma við akademiskar mótaskaparar; eg skal bert taka magistara Óla Jacobsens ummæli av skaldunum, sum standa í Poul P. M. Pedersens anthologi, umsetingar eftir føroyskum yrkjarum nevnd »Mellem bjerg og brænding«, sum dømi. Janus og Hans Andrias eru umrøddir hvør á sínum tveimum síðum, William, sum skrivar á donskum og er donskum lesarum alkunnugur gjøgnum bøkur og mong ummæli, hann fær heilar tríggjar og Chr. Matras tvær, og um Pól F. er ein sløk síða, hann er »en talentfuld« t. e. nevniverdur skemtari og spottari sipandi til Gravarferðina í tí gamla, annað tykist maðurin ikki at kenna ella halda vera vert at taka í munn av mínum skaldskapi og virki fyri mál og mentan og frælsi. Av yrkingum í somu bók eigur Janus 17, og tað er honum uppiborið, Hans Andrias 18, William 12, Christian Matras 13 og Pól F. 5, hin vanliga mannminkanin, bert eitt einasta lag er sett til sang av mær. 


Eg bað einaferð Waagstein gera okkurt lag til mín, og hann játtaði og bað senda sær sangin; eg so gjørdi, og eg fekk ikki orð ella eið aftur nakrantíð frá honum. Janus og eg hava, uttan ávirkan hvør av øðrum, føroyskað ella umyrkt »Udrust dig helt fra Golgatha« og »Brede sejl over Nordsjö går«, hóast mín sálmatýðing ivaleyst stendur mát við Janusar, er hon fjónað av øllum, og hansara sett í hásætið, ikki tí at hann var meiri gudrøkin enn eg, tann vegin kundi tað verið hipp sum happ við Pól. Og »Brede sejl over Nordsjö går« hjá Janusi hevur Waagstein við í skúlasangbók síni, hóast mín umyrking uttan nakað ivamál er so nógv betri enn Janusar. 

Útvarpið hevur fleiri ferðir havt sendingar av øllum eldri føroyskum yrkjarum, smærri sum størri og enntá onkrum, sum ikki er yrkjari, uttan kappanum útlagna Pól F., hann hevur tað ikki við. Thomas Nygaard hevði minnissending um Robert Burns; eg havi eisini umyrkt nógvar yrkingar eftir Burns í »Millum heims og heljar« og aðrastaðni, so ikki slapst undan at nevna meg við navni, men einki las hann upp av mínum yrkingum, men einar átta av Christiani Matras, og tað var ikki nóg mikið at tær vóru lisnar upp fyrst, men teir høvdu eitt heilt sangkór at syngja somu sangir umaftur; er slíkt ikki akademisk snobbing, so veit eg ikki, hvussu tað skal nevnast. Havnar sangfelag ella musikkfelag hava ongantíð, mær vitandi, hvørkin her heima ella á uttanlandsferðum havt ein einasta sang av mær. Hví  ? Eg haldi tað er snobbing. Soleiðis hevur verið alla mína tíð, teir kunnu ikki umbera seg við, at eingi løg eru til mínar sangir, tí eg havi við nógvar sangir viðmerkt, hvørji løg teir kunnu syngjast til, so atvoldin til hesa undirmetan av mær sum skald tykist eisini vera snobb. 

Hvussu eiðasørir enntá skald kunnu vera fyri skili í hábærsligari málbering og skaldskapi sæst eina best av, at Jens Pauli Heinesen, í Dagblaðnum, har hann ummælir útvarpið ofta, – ikki hevur tikið Bjargingar-bragdið hjá mær upp á tunguna, men beint aftaná við himmal­­vendum eygum er hann fallin á knæ fyri einum dekni, ið hevur lisið ein lestur sera væl í útvarpinum; slíkir eru orðførararnir fyri nýføroyskari mentan, og tó havi eg frá mongum monnum fingið takkarbrøv, og eisini manga munnliga tøkk fyri nevndu frásagnir í Seggjasøgum, ið stórt sæð siga tað sama, sum kendur skaldskaparkønur maður, sum eg hitti á Havnarferð í summar, segði við meg, at ongantíð hevði hann lisið ella hoyrt slíkan skaldskaparligan stórleik ella slíkt mergjað føroyskt mál. Eg kundi nevnt mong onnur dømir um mannminkan, men lat fara. 

Um nakar heldur meg bera harm og trega av lívslangari mótstøðu og undirmetan av mær sum skaldi, so fer hann skeivur, tí tað hevur ikki rinið við mítt sjálvsálit, góða lag og lætta lyndi, heldur enn at sletta vatn á fitjufugl. Eg kann hava kent harm í løtuni, men eg havi altíð kunnað tveitt tað til viks, og havi heldur sligið dygt aftur, tí eg haldi, sum teir fornu tóku til: Tak tær ikki mannminkan av minni manni at tær.

At vera bundin við lærarastarv, tað mest andsoyðandi virki, sum hugsast kann við sínum upp í saman tugdu vevjingum um bábylonskar steinaldarsøgur og jødiskar molbúarasagnir og annað putl í lívslanga tíð, tað beyð mínum íborna iva og granskandi viti og villa lyndi so hart ímóti, at eg kvetti av sum tann boheme, eg á botninum eri, og vildi heldur missa eyð enn mítt frælsi...."


Lesið alla samrøðuna her: http://sprotin.fo/show_news.php?NewsId=163




(KP)

Sunday, June 8, 2014

Stórur áhugi fyri kommuskúlanum sum mentanarhús


 


Um nakar skuldi ivast í áhuganum fyri listarligum arbeiði í Føroyum, kunnu tey kekka langa listan av viðmerkingum til framtakið hjá Sóley Danielsen, sum roynir at gera Kommunuskúlan til eina alternativa mentanarfabrikk. Nógv listafólk fegnast, men eisini listaáhugað eru spent. Higartil hava 204 skrivað undir uppá, at tey ynskja kommunuskúlan sum mentanarhús. Leinki til undirskriftir er niðast á blogginum. 

Reasons for signing

Súsanna Tórgarð TóRSHAVN, FAROE ISLANDS, FAROE ISLANDS about 8 hours ago   Liked 3
Tað hevði verið einastandandi og fantastiskt at fingið eitt slíkt stað - har allar listargreinar kundu arbeitt undir sama taki, dyrkað, fordjúpa seg og ment sinar egnu listargreinar - samstarvað um verkætlanir og framførslur av ymiskum slag. Tað verður uttan iva ein klekingarmaskina til øll møgulig spennandi tiltøk, ein kraftdepil har listarfólk fáa møguleikan bæði at arbeiða við egnari list, og tvørturum listargreinarnar. Sum listarfólk kann eg siga, at eg í nógv ár havi droymt og longst eftir einum slíkum stað, har eg fekk brúkt míni skapandi evni og hug, saman við øðrum...bæði listarfólki úr Føroyum og uttanífrá. Eg vóni at hetta fer at bera til.

Greta Bech LIVERPOOL, UNITED KINGDOM about 22 hours ago   Liked 2
Eg havi uppliva okkurt líknandi í Liverpool, har tað vóru privat rúm og so eina "communal" stovu til tónleikarar, sjónleikarar, rithøvundar, og generelt listarlig fólk, og tað var ordiliga gott at hava einslags "community" og eisini yvirhøvur eitt stað at arbeiða. Hetta hevði veri super at haft í miðbýinum í Havn.

Petur Pólson SANDAVáGUR, FAROE ISLANDS  1 day ago   Liked 2
Hetta er eitt framúr hugskot, og er mentanini lív lagað, framburður og víðskygni tryggjað við slíkum átaki

Hans Tórgarð about 5 hours ago   Liked 1
Eitt genialt hugskot!!!

Maria Winther Olsen about 7 hours ago   Liked 1
Hetta hevði fingið meg at umhugsað at komi heim aftur!!!

Heidrikur Hejnesen THORSHAVN, FæRøERNE, FAROE ISLANDSabout 8 hours ago   Liked 1
Tí hettar hevði veri framúr gott fyri alla Føroyska list ið vit vita hevur so nógv at tíða fyri okkum :)

Marsanna Petersen TORSHAMN, FAROE ISLANDSabout 8 hours ago   Liked 1
Meira list í býnum!

andrias olsen TóRSHAVN, FAROE ISLANDSabout 8 hours ago   Liked 1
tónleikahøli/konsert salir

Hans Arni Saltá TOFTIR, FAROE ISLANDSabout 9 hours ago   Liked 1
Haldi at tað manglar! :)

Ellis Katrine Mortensen about 9 hours ago   Liked 1
En mulighed for mange mennesker til at være kreative i et kunstnerisk inspirerende miljø uden de store økonomiske udgifter og for andre at komme og opleve et sådant hus. Spøgelseshuset kunne give liv til midtbyen. Det ville være rart, hvis løsningen var sikret i en bestemt årrække.

Theodor Kapnas FAROE ISLANDSabout 10 hours ago   Liked 1
Frálíkt hugskot!

Rebekka Eliasen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS about 11 hours ago   Liked 1
Hettar manglar í føroyska samfelagnum. Ung sum gomul eru púra sjúk eftir hesum, og trøllvaksnir spælimenn mugu halda til í garasjum.

Ása Wraae Olsen KEYPMANNAHAVN, DENMARK about 12 hours ago   Liked 1
Havnin manglar lív. Hetta er ein góð roynd upp á at tendra ein neista.

Alda Mohr THORSHAVN, FAROE ISLANDS about 16 hours ago   Liked 1
tí hetta er umráðandi.

Gudmund Helmsdal Nielsen DARLINGHURST, AUSTRALIA about 17 hours ago   Liked 1
Wauw! Eitt ómetaliga frálíkt hugskot! Hetta kann gerast tað týdningarmesta átakið fyri Føroyska list yvirhøvur!

Unn Kragesteen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS, DENMARK about 19 hours ago   Liked 1
Livandi høvuðsstaður, livandi Føroyar.

Rógvi á Rógvu TóRSHAVN, FAROE ISLANDSabout 21 hours ago   Liked 1
Mennandi, gevandi, lærandi, berandi, livandi, stuðlandi, kunnandi, kveikjandi, lekjandi, ræðandi, leikandi, stiðjandi, kolandi, borandi, tigandi, strálandi!! :)

Harriet Poulsen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS about 21 hours ago   Liked 1
Mentanarhús er eitt sera gott alternativ til tann skúla, ið Kommunuskúlin ikki sleppur at vera meir. Við einum Mentanarhúsi fer aftur at vera lív og glaðir dagar í Kommunuskulanum, har fólk koma saman og skapa. Um tiltakið verður skipað, so at øll, ið vilja, sleppa framat ( rokeringsskipan av onkrum slag ) so trúgvi eg, at tað verður sera gott :-)

Allan Tausen STRENDUR, FAROE ISLANDSabout 21 hours ago   Liked 1
Nuværende omstændigheder lever ikke op til efterspørgslen. Dette kan være en genial løsning. :-)

Mikkjal Gaard Hansen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS, FAROE ISLANDSabout 22 hours ago   Liked 1
Tí at tørvur er á hasum. Eri sjálvur tónleikari. Deiligt hugskot. Lív aftur í miðbýin :)

Uni Árting TóRSHAVN, FAROE ISLANDS about 23 hours ago   Liked 1
Hjartað, lungu, aðrar og onnur lívsneyðug gøgn eru minsta treyt fyri at fáa ein miðbýð at blóma :-) hetta er fræðið ið kann fáa allar listagreinar at miðsavnast og grógvað til eitt óverðuligt droymandi sentrum fyri ta skapandi listina í Tórshavnar Kommunu og gerðast eina kreativa pulsaðr!

Marjun Reginsdóttir TóRSHAVN, UNITED STATES about 23 hours ago   Liked 1
Tí at tað kundi verið spennandi!

+ eg eri sjálv listafólk

Dánjal Dam á Neystabø about 24 hours ago   Liked 1
Super! Eitt arbeiðspláss, ja takk :)

Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen KLAKSVíK, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Sera umráðandi !!!

Marta Karadottir THORSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Umradandi

BUI EGASON DAM 1 day ago   Liked 1
Listleysur maður er litleysur maður

Elsa Vest 1 day ago   Liked 1
lívsjáttandi

Kirstin Helgadóttir VESTMANNA, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Hetta er essentielt!

Ria Tórgarð TóRSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Eitt stað at arbeiða, mennast, skapa, útinna, framføra, venja, frodjúpa seg, leita, spyrja, samstarva, geva og fáa íblastur - júst tað vit hava brúk fyri - eitt umhvørvi til listafólk.

Karin Maria Djurhuus THORSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Eitt arbeiðsrúm, til øll mínu hugskot. Alt krevur amboð sjálvandi, og má ikki vera for kosnaðarmikið :/

Guðrið Poulsen 1 day ago   Liked 1
Eitt framúr tiltak!

Guðrið Poulsen 1 day ago   Liked 1
Rungandi ja!

Tróndur Bogason Hansen COPENHAGEN, DENMARK1 day ago   Liked 1
Ljóðar, sum um tað kundi sett eina rúgvu í gongd

Eivør Pálsdóttir 1 day ago   Liked 1
JA!!!!

Andrias Høgenni TóRSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Vit hava tørv á nýhugsan í miðbýinum í Havn, og hetta hevði verið ein gyltur møguleiki til at savna kreativu kreftirnar í Føroyum.

Hergeir Eldevig FUGLAFJøRðUR, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Lív í miðbýin!

Jógvan Jákupsson TóRSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Hetta er tann einstaka mest áhugaverda royndarverkætlanin, sum eg minnist meg hava hoyrt um

Sigmund Zachariassen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS1 day ago   Liked 1
Tí at hetta treingist til!

Rúni Christiansen KøBENHAVN V, DENMARK 1 day ago   Liked 1
Tað er eitt gott hugskot, har er tørvur á tí, og potentiali er stórt.

Súni Joensen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS 1 day ago   Liked 1
Auluksáliga gott hugskot

Jákup Bernhard Brim Joensen KLAKSVíK, DENMARK1 day ago   Liked 1
Ein sera góð loysn fyri so breiðan skara av listafólki. Ynskiligt fyri bæði listafólk og áskoðarar: win win! :-)

ZACHARIASEN GUNNVÁ KøBENHAVN / TóRSHAVN, DENMARK1 day ago   Liked 1
Mangli altíð eitt stað at venja størri og smærri verkætlanir. Samstundis er hetta eitt gylt høvi til at byggja eitt livandi listaumhvørvi upp, har vit ístaðin fyri einans at síggja hvønnannnan fremja ‘úrslitið’ eisini her fáa høvi at ganga um beinini á hvørjum øðrum í processini, til íblástur, sparring og til at tora at lata onnur hyggja inn í sárbara skapandi rúmið.

Árni Jóhannesson ARGIR, FAROE ISLANDS about 1 hour ago   Liked 0
Hetta hava vit mangul uppá í havnini.

Ása Brynjarsdóttir ASSENS, DENMARK about 2 hours ago   Liked 0
Tórshavn manglar hetta!

Rói Samuelsen HOYVíK, FAROE ISLANDS about 2 hours ago   Liked 0
Music <3 o:p="">

dávur beder KAMBSDALUR, FAROE ISLANDS about 2 hours ago   Liked 0
#yolo

Sigmund Jørgensen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS about 3 hours ago   Liked 0
Frískt og skilagott átak :)

Erla Matras Jensen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS, FAROE ISLANDS about 3 hours ago   Liked 0
Hetta havi eg sakna og eri tí sera fegin um, at tað nú verður roynt.

Trygvi Danielsen TóRSHAVN, FAROE ISLANDS about 4 hours ago   Liked 0
Because it is very important!

Hans Andrias Gregoriussen THORSHAVN, FAROE ISLANDS about 4 hours ago   Liked 0
Tað er umráðandi at menna mentanarlívið. Har eru ikki góð kor fyri tað. ì mótsetningi til mentanina, verður játtað hundraðtals milliónir til ítrott. Ìtrotturin hevur fingið játtað nóg mikið av pengum og stórtrívist. Betri kor fyri mentanina ger at mentanin verður ment, og eitt meira virkið mentanarlív fer at vera til í Tórshavn.

Jafet Olsen RUNAVíK, FAROE ISLANDS about 4 hours ago   Liked 0
Ótrúliga gott hugskot!




(KP)

Myndir frá FESKT 2014 mentanarnáttina



















































(KP)