Tuesday, July 6, 2010

Listabólkur uttan listkunnleika




Í Útvarpinum á døgurða í dag var áhugavert innslag hjá Onnu Ellingsgaard um Listabólkin í Tórshavnar Kommunu, sum ikki ætlar at ganga umbønini hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk um at fáa ein listkønan við í Listabólkin á møti. Ingi Joensen, ið er formaður í felagnum sigur, at hann ikki ætlar sær út í kjak við Listabólkin av tí, at hann ræðist fyri, at hetta kjak kann seta avgerð býráðsins um at listprýða almennar bygningar í vanda. Formaður felagsins kennir seg við øðrum orðum hóttan at tiga. Hetta at fáa munnkurv móti kravi um fakligheit ljóðar heilt ómetaliga løgið í mínari verð, í øllum førum um mín kalendari stemmar og vit ikki eru stødd afturi í einaveldinum, men tað eru vit helst ikki, tí í fína nýggja bóklinginum, eg havi fingið frá Tórshavnar Kommunu stendur 2010 og har kann eg lesa mær til, at kommunuskatturin er yvir 20 prosent. Tá onkur harumframt vil vera við, at vit bæði hava fólkaræði og meta okkum sum upplýst og siviliserað fólk, havi eg sera ilt við at góðtaka ein Listabólk, sum uttan nakað sum helst listfakligt grundarlag brúkar mínar skattakrónur á ein so fyrilitarleysan hátt sum vit hava sæð tað seinastu tíðina. Nú er í grundini eitt sindur síðani tann stundin kom til handa, at serkunnleikin átti at sloppið framat.
(KP)