Heilt nógv fólk høvdu leitað sær til yrkingatiltakið, ið var fyriskipað í Sirkus í Vágsbotni nú leygarkvøldið fyri Ólavsøku við upplestri av Sissal Kampmann, Ludvík Breckmann, og donsku poetry slam meistarunum Lasse Thorning og Thorkil Jacobsen, umframt Carl Jóhan Jensen, ið las yrkingar at enda á hesum tiltaki, sum var á leið ein tíma til longdar. Sissal Kampmann las úr seinasta Vencili, meðan Ludvík las úr sínum
seinasta savni og harumframt okkurt nýtt tilfar.
Teir báðir donsku yrkjarirnir eru í Føroyum fyri at halda skeið á Føroya Fólkaháskúla í poetry slam, ið er eitt listaslag, ið sum so mangt annað kemur úr USA. Sambært skeiðsfyrireikararnar er poetry slam eitt yrkingaslag, ið krevur at yrkingin verður framførd á ávísan hátt og undir ávísum treytum, sum verða lýstar í tíðindaskrivinum, sum eisini kann lesast her á Listablogginum. Skeiðið endar við, at upplestur og framførsla verður í Steinprenti á Skálatrøð hin 28. juli, tá ætlanin er at kjósa fyrsta føroyameistaran í poetry slam. Poetry slam gongur út uppá spoken-word, altso munnliga framførslu á ein annan hátt enn vanligur yrkingaupplestur. Framførsluhátturin er meira útvendur, spontanur og munnligur og improvisatiónin er meira grundleggjandi á sama hátt og hon var hjá amerikonsku beatyrkjarunum í 1950´unum, tá fyribrigdið jazz´n´poetry kyknaði á jamsessiónum og improvisatiónum, tá fólk slógu rytmuna á vínfløskur og borð, meðan yrkjarar lósu upp á gallaríum og caféum í m.a. San Fransicso og New York. Hipp hopp og rapptónleikur tóku við spoken word framførslum í 1980´unum, men poetry slammarar í dag leggja doyðin á, at teir hvørki eru rapparar ella skemtarar (stand up).
Ein poetry slam framførsla er í mun til yrkingaupplestur lættari við einum tættari og meira beinleiðis sambandi millum áhoyrararnar og tey upptraðkandi ofta við málreystum áhoyrarareaktiónum. Eg veit ikki um føroyingar eru ov álvarsligir til at trívast við hesum yrkingaslagnum, ella um tað bara er okkara smædni, ið ger um seg. Men tey ungu fólkini, ið fylktust í Sirkustrappuni søgdu ikki tað nógva, sjálvt um nógvir lógvabrestir góvu varhugan av, at áhoyrarirnir sum heild vóru nøgdir. Tað er ikki óhugsandi, at meira lív verður í áskoðarunum í Steinprenti 28.7 eftirsum tað jú er Ólavsøkuaftan.
Sjálv fái eg onkursvegna ikki alt við av tílíkum framførslum, tí tað gongur so skjótt fyri seg, alt í meðan tað er so ómetaliga nógv, ið órógvar og stjelur ans; ríkjan, brakan, tesk og host og puff og eitt serliga áhugavert høkuskegg, ella ein óvanliga blankur knappur. Men undirhaldandi og dugnaligir vóru teir báðir poetry slammarirnir við teirra poetisku, kritisku og skemtiligu støðulýsingum úr gerandisdegnum, sum í heilum fingu fólk at bresta út úr at flenna. Tað kann væl vera, at poetry slam ikki er tað sama sum sjónleikur ella tónleikur, men framførslurnar verða ikki verri um slammarin hevur leiklistarlig ella tónlistarlig evni, sum teir báðir meistararnir í poetry slam tóktust hava.
Aftaná henda skjóta, lætta og ofta stuttliga orðafloymin hjá teimum báðum Thorkil og Lasse, hendi ein huglagslig kúvending, tá Carl Jóhan Jensen legði fyri við eini av sínum frálíku, men ógerandisligu, óspontanu og óløttu yrkingunum av fløguni Septembur í Bjørkum sum kanska eru bláar. Tað tóktist sum um Carl Jóhan var varur við brádliga skiftið frá gaman til álvara, tí hann gjørdi seg rættiliga skjótt lidnan við henda meira álvarsliga partin av framførsluni og fór síðan undir at lesa eitt av sínum skemtiligu, nýskjaldrum, sum áhoyrarirnir greidliga fagnaðust um.
(KP)
Yrkingar
Ludvík Breckmann: Glatan
Reyv og bróst og massar av tvøst!
er tað mín frelsa ella mín løst?
Hvat er eftir at siga, tá ið verkið er framt
Og sólin liggur uppá lúr undan vatnskorpuni
Fyri at skríggja meg í andlitið
Eg spegli mær í lygnini,
mín dagliga spegilsmynd
roynir at billa mær inn.
Bilarnir súsa á vegnum
Teska mær óljóð
og misháttar tankar.
Tann brýndi dolkurin
rakti langt undir beltið.
Et tín egna lort
áðrenn tú fert á knæ fyri presti
at krúnast til keisara.
Eg eri tann eg eri,
eitt brent listaverk,
øska í vindinum.
Eg havi samkenslu fyri ókrútinum
á tíni grøv.
Øll verða vit fødd
og skrødd upp við rót
fyri at leggja fót fyri okkara næstu.
Søkka skal hann,
ið útspillir annan mann,
søkka skal hann djúpt í egnum lorti
og verða hildin fyri turra spott
eins og tann føroyski búnin... hjá Rúnu Siversen.
Andaliga skeivur
sum tann føroyska húgvan
spegli eg mær í tí slitnu sólini,
ið fær hitan at sveitta
og sjógvin at drukna
innantanna.
Eg føli meg eins og bilarnir uttanfyri,
ið teska óljóð og spýta royk út úr teirra eitraðu lungum
Tað var ikki eg.
Tað vóru mínar reyðu trussur,
ið fingu tarvin at stanga,
segði tú
meðan lygnin geispaði og lat sum einki.
Eg havi altíð verið ein hálvur Jesus.
Sátan krevur jú eisini sín sess á tingi.
Sátan Lucia, Sátan Lucia,
minst til faðirvár at biðja
um náði frá skerseldinum,
áðrenn tú dettur innum ævinleikans gátt.
Tínir brunnar skeinkja tosta til tystar menn
mín svarta sól,
mítt hjálpartól
hví drakk eg teg um tú vart spilt?
Mítt brenda ból,
mítt skálkaskjól
í grøvini er altíð stilt.
Reyv og brøst og massar av tvøst
er tað mín frelsa ella mín løst?
Reyv og brøst og massar av tvøst
í síðsta enda er hjartað størst.
Sissal Kampmann: Yrking
Eg gangi millum kavaflykrur,
bilar, menniskju, vátar handlar,
við vinkonu og børnum.
Tað er januar,
og eg vil eiga evni til
at skera alt í minstu lutir.
Verða før fyri at loka inni alt, eg kenni,
og alt tað,
Guð hjálpi tú mær,
eisini alt tað,
eg ongantíð fari at kenna,
sum tí hvørvur sum
eitt sárt, ígjørt minni um tað,
eg elskaði,
men sum ongantíð
veruliga var mítt.
Steðga øllum eina ørandi løtu!
Steðga øllum tí,
sum dregur og hóttir at taka meg við í fallinum,
og lat meg inntaka, inntaka, inntaka
og veruliga kenna tilveruna
og tað vit øll eiga.
Lívið,
eina óendaliga løtu
í januar
á Istedgade,
tí nú fari eg óvitandi inn
um markið
hjá henni….
(Brot úr yrking, sum kann lesast í síni heild í Vencil nr.8 2010)
Carl Jóhan Jensen: the reverend dünn´s concept of God
Guð er Guð
tó at ýtan brestur
um dinglið í krúnuni
og ljósið yrkir klasarnar av lagi
kring lampustaðið aftur
Guð er Guð
um fjálgin í lakinum kalnar
og barnið spratt andleyst
úr reivi av illreyðum legdum.
Guð er Guð
um forrit øll skelva,
um fiskur talar,
um kvarterslagið svíkur í klokkuni,
um flugan missir flogið
og stovan ikki var.
Guð er Guð
um fívilin slær
og streingirnir
ørkymla veftin,
ið fer gjøgnum
upphavsins skil.
Guð er Guð
um einglarnir falla
og hvørva út í tóman
Guð er Guð
um stjørnurnar rúmdust í lógva
og samvitskan doyði
Guð er Guð
um lív alt var afturvend
og myrkrini ævig.
Guð er Guð