Friday, May 31, 2013

Klaksvikaffærer fær fimm hjørtu

Framsýningin Klaksvikaffærer hjá Claus  Carstensen fær fimm hjørtu frá listaummælaranum í Politiken, Peter Michael Hornung. Lesið meira her: 

http://politiken.dk/ibyen/nyheder/kunst/anmeldelser/ECE1984849/provokatoer-saetter-kunstens-traditionelle-vaerdier-paa-proeve/

Provokatør sætter kunstens traditionelle værdier på prøve

Vikuskiftisviðmælið: Andreas Schulenburg




Fríggjamorgun og vikuskiftið nærkast. Meðan vit bíða eftir Mentanarnátt 7.juni og spennandi framsýningum, sum lata upp tá, nýta vit høvið til enn einaferð at viðmæla hesa fyrsta floks framsýningina hjá Andreas Schulenburg í Steinprenti. Framsýningin eitur "Lutfalsliga ørt/propertional verrückt" og skal síggjast bæði tí hon er so øðrvísi sum hon er og tí hon er so góð sum hon er.

http://listinblog.blogspot.com/2013/05/proportionalt-vleydna-fernisering.html











(KP)



Thursday, May 30, 2013

Fólkavøkstur í Havn

Í hesum døgum gera 24 standmyndir eftir íslendsku Steinunn Thórarinsdóttir innrás í Havn. Standmyndirnar eru ein partur av Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, hin er framsýning við verkum eftir Silju Strøm. Framsýningin letur upp mentanarnáttina 7. juni klokkan 17. 










Wednesday, May 29, 2013

Marjun Syderbø Kjelnæs og Rakel Helmsdal í uppskoti til norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaheiðurslønina

Til lukku við tilnevningini, Marjun Syderbø Kjelnæs, Rakel Helmsdal og øll hini.

Tey tilnevndu eru: 


Danmark

Søndag
Gyldendal, København 2011
Biblia Pauperum Nova
Forlaget Alfa, København 2012

Finland

Karikko (Blindskär)
WSOY 2012, Finland
Allan och Udo
Schildts & Söderströms, 2011

Island

Skrímslaerjur (Monstergräl)
Mál og menning, 2012
Ólíver
Mál og menning, 2012

Norge

Inn i elden
Samlaget, 2012
Fallteknikk
Cappelen Damm, 2011

Sverige

Vita Streck och Öjvind
Alfabeta Bokförlag, 2011
Pojkarna
Bonnier Carlsen, 2011

Færøerne

Skriva í sandin (Skriv i sandet)
Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2010

Grønland

Hermelinen
Ilinniusiorfik / SILA Center for Grønlandsk Forskning, 2012

Åland

Joels färger
PQR-kultur, 2011        

Det samiske sprogområde

Mánugánda ja Heike
Idut forlag

Kanska kemur mann í tankar um ein ávísan húk?



Í MOMA í New York er í løtuni framsýning við verkum hjá Claes Oldenburg, sum á stuttligan hátt nema gerandisdagin og  brúkarasamfelagið. Oldenburg varð føddur í Svøríki í 1929, men flutti við familjuni til Chicaco har hann vaks upp. Verkið omanfyri eitur Køkuskáp og er dagfest 1962. Lutirnir í glas- og metalskápinum eru gjørdir av málaðum gipsi, sum eru sett á ready made lutir (skálir o.a.). Framsýningin heldur á til hálvan august og hana kann mann so sita her og droyma um á hundavakt, eg meini próvtøkuvakt. 


Ein holvdur ísur sum standmynd


Ella eitt stempul


Kanska kemur mann í tankar um ein ávísan húk?





(KP)


Tuesday, May 28, 2013

Amariel Norðoy í Focus

Fernisering fríggjadagin 31. mai kl. 16 - 18
Tað er eyðsýnt, at tað myndlistaliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann, sum ein av teimum mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, ektaður - eldhugaður og kærleikin til ta føroysku náttúruna tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan síggjast týðuliga á hesari framsýningini. Vinmaðurin, tónleikarin og tónasmiðjurin, Holgar Jacobsen, undirheldur við guitara og sangi  undir ferniseringini. Framsýningin er opin til 8. juni: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
 21735_Skelti_tilHusid_A4  Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, Tórshavn, tlf. 229876

Guðrið Poulsen framsýnir og hevur fyrilestur í Svøríki


VERNISSAGE
Gudrid Poulsen
keramiker från Färöarna
GKF Galleri, 1-25 juni
Wallérs Plats 5, Visby
Oändligt Rum
-i en oändlig cykel bildas former och strukturer som sen försvinner
Som rum av drömmar och längtan
Genom keramikens speciella karaktär, transformationen från den mjuka leran till hård, sval och ömtålig skulptur, försöker utställningen ge en bild av detta förlopp, denna naturens ordning

VÄLKOMMEN PÅ VERNISSAGE  LÖRDAG 1 JUNI KL.12.00
Gudrid Poulsen föreläser kl. 15.00
Med stöd av Kulturkontakt Nord och ABF

Gott listasummar!!



Aðrastaðni er summarið listarliga sæð eitt heldur deydligt tíðarskeið, men so er ikki í Føroyum. Her er summarið høvuðssesong. Summartónar seta fólkatónleik, jazz og contemporary tónleik á breddan alt summarið ígjøgnum, G Festivalurin og aðrir festivalar hava somuleiðis eina rúgvu av áhugaverdum tónleiki á skránni. 

Mentanarnáttina 7.juni lata bæði Várframsýningin í Listasavninum og Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum upp og fleiri aðrar framsýningar verða á skránni í summar. Heystframsýningarbólkurin fer at framsýna á Skipasmiðjuni í summar, ólavsøkuframsýningin verður nakað heilt serligt í ár - vóni eg - og so gleði eg meg til eina framsýning við málningum hjá Tóroddi Poulsen, sum letur upp í Steinprenti 29.juni. Hetta er fyrsta málningaframsýning hjá Tóroddi Poulsen. Meira um hetta og alt hitt seinni. Gott listasummar!








(KP)


Monday, May 27, 2013

Gøla ella ballón við heitari luft?



Seinastu tíðina hevur okkurt graml verið at hoyra í listaumhvørvinum um eina sanna gølu í Listasavni Føroya. Og fleiri fólk hava eisini vent sær til okkum við klagum um hesa sonevndu gøluna í vón um at tann konfrontatoriski og kritiski Listabloggurin fer at taka hetta upp. Og tað vildu vit eisini fegin, um altso talan var um eina gølu. Týsdagin í síðstu viku varð málið lagt fram og lýst í Dimmalætting undir gølukendu forsíðuyvirskriftini "Listasavnið vrakar Sven Havsteen-Mikkelsen". Tað snýr seg um eina framsýning, sum er tikin av aftur skránni í Listasavninum. Greinin, sum Beate L.Samuelsen hevur skrivað er í roynd og veru nógv hóligari enn yvirskriftin leggur upp til. Í greinini stendur, at talan er um eina ferðaframsýning við myndum hjá Sven Havsteen-Mikkelsen, sum varð fyriskipað í sambandi við 100 ára føðingardag listamansins og sum byrjaði á Johannes Larsen Savninum í fjør. Framsýningin hevur síðani verið at sæð í listasavninum í Ribe og í Sophienholm. Aftan á hetta var ætlanin at ferðaframsýningin skuldi sýnast fram í Listasavni Føroya, men hesar ætlanir eru nú sleptar. Tað er ikki vist hvørt ferðaframsýningin er vorðin eitt  sindur seinkað ella hon bara er blivin drúgvari enn ætlað, men sambært plausiblu frágreiningini hjá Nils Ohrt stjóra er orsøkin, at fleiri av teimum privatu málningaeigarunum ikki eru áhugaðir at læna verkini út longur og tað er eingin meining at hava framsýningina í Listasavninum, tá hesi verkini mangla.

Tað er spell, sjálvandi, at vit ikki fáa hesa framsýningina hjá danski listamanninum við tætta tilknýtinum at Føroyum og norðurlondum at síggja í Føroyum, men eg dugi illa at fáa eyga á eina gølu í hesi avgerðini hjá Nils Ohrt. Onkursvegna so er tað altso ikki júst handan málingastílin, sum vit hava tann størstan mangul uppá. Frágreiðingin hjá Nils Ohrt er sum áður nevnt ógvuliga rímilig og sjálvandi hevur hann sum savnsleiðari allan rætt at taka eina tílíka avgerð. Eftir stendur spurningurin hví summi vilja gera eina gølu burtur úr hesum. Vit kenna ikki motivið, men ætla okkum at royna at finna út av tí og yvirhøvur at halda fram við at viðgera list og listastovnar - ikki við teskandi bakbiti, men opið og erliga í signeraðum innleggum.





(KP)


Summartónar byrja í Mykinesi



Ársins fyrstu Summartónar verða at hoyra í Mykinesar kirkju leygardagin 1.juni klokkan 21, har Guðrið Hansdóttir fer at spæla og syngja, umframt finski tónleikabólkurin Hi Lo & In Between: Juha Maki-Patola (vocal, guitar), Liina Maki- Patola (vocal, percussion, keyboard) og Ville Rauhala (bass). 









    • (KP)

Sunday, May 26, 2013

Spennandi musikkskúlakonsertir í dag


Næmingar og lærarar í Tórshavnar Musikkskúli hava alt skúlaárið arbeitt við støði í tónleikaarvinum hjá okkum føroyingum – skjaldrum, kingosálmum og kvæðum. Í hesum sambandi skipar musikkskúlin fyri eini framsýning í forhøllini í Norðurlandahúsinum fram til sunnudagin 26. mai.
Framsýningin endar við tveimum konsertum sunnudagin 26. mai kl. 14 og 16, hvar ein rúgva av orkestrum og kórum musikkskúlans – einir 10 bólkar við tilsamans um 350 næmingum - fara at framføra nýskrivað verk, íð taka støði í okkara tónleikaarvi.
Millum kl. 15 -16 er høvi at vitja framsýningina í forhøllini og samstundis njóta ymisk tónleikainnsløg.
Skrá:

Á fyrru konsertini (kl. 14.00)  er skráin henda:

Gittarbólkur

Óluvukvæði (frumframførsla)

Ólavur Jakobsen

Yngri strúkarabólkur

Deiga dansar umcha (frumframførsla)

Agnar Lamhauge

Barnakór

Uppi undir eikilund

Joanna Johansen

Floytubólkur

Ólavur Riddararós

Atli Petersen

Klarinett- og saxofonorkestur

Sús frá hvørvandi tíðum

Kári Bæk

Ungur rokkbólkur

Kall og Svein Ungi & Hákun ríður í timburskóg (frumframførsla)


Heðin Ziska Davidsen
Á seinnu konsertini (kl. 16.00) er skráin henda:

Eldri strúkarabólkur

Turristrúkilurr

Pauli í Sandagerði
Dansifelagið Tøkum lætt & strúkiorkestur

Grindavísan (frumframførsla)

Heðin Z. Davidsen
Saxofon og klaver
Uppi á gil
Agnar Lamhauge
Fólkatónleikarar

Úr nótabók Svabos: Lanonelle Allemande

Angelika Nielsen

Xperiment

Fuglakvæðið & Í Gøtu ein dag

Sigrid Sivertsen

Skansa BigBand

Rura, rura barnið

Búi Petersen




Jeg stod mig op en morgenstund (frumframførsla)



Herluf Lützen

Saturday, May 25, 2013

61 kærleiksváttanir til menniskjað


Í gjár var fernisering í Gallarí Stephanssonshúsi á Kongabrúnni við vatnlitatekningum hjá Bárði Oskarsson. Tað er okkurt inniliga humanistiskt við hansara figurum, sum eru fullir av menniskjaligum lýti. Teir eru gronutir, svakligir, skoypiligir, barnsligir, ørir, klikkaðir og alt í millum himmal og jørð. Tær 61 tekningarnir ímynda hvør sítt huglag og hvør sína persónligheit og tað er fantastiskt at síggja hvussu humanisman hjá listamanninum ávirkar sjálva strikuna hjá honum, hon er ongantíð bein ella feilfrí. Sostatt kunnu myndirnar síggjast sum 61 kærleiksváttanir til sjálvt menniskjað, til mannaættina. Inger Smærup Sørensen hevur annars skrivað ein frálíkan framsýningartekst, sum fekk meg at hyggja øðrvísi at sjálvari strikuni hjá Bárði Øssurson. Eg seti tekstin inn niðast. Her eru myndir frá ferniseringini. 


Figurarnir eru deformir og elskuligir sum óskikkilig børn við stórum høvdi og búki


Listamaðurin, Bárður Oskarsson prátar við ein annan listamann, Zacharias Heinesen

Og Leivur Thomsen improviseraði við musikalskum yvirskoti, men vit lurtaðu ikki so væl, tí vit vildu so illa práta


Ein fitt familja

 Og hesi eru í familju við listamannin

Hetta er kanska ein borðfúti yvirtikin av tign

Skemtið er gjøgnumgangandi í universinum hjá Bárði Oskarsson

Allar myndirnar eru svartar og ella reyðbrúnar

Framsýningargestir

Ecce Homo

Myndirnar eru fínt hongdar upp og rigga eisini væl sum hópur



Uppheingingin er eitt sindur óvanlig uppá kryss

og tvers

Inger hevur sum kurator á fyrimyndarligan hátt fyriskipað fleiri framsýningar í Gallarí Stephanssonshúsi


Jens Brandur og Anna



"After-fernisering" í góðum selskapi, trý fitt fólk, guess who

Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum rúmi. Hinvegin hvílir strikan í sær sjálvari, er leys og opin og skilnaðurin millum tað figurativa og tað abstrakta er flótandi. Á sama hátt eru sterkir narrativir lutir í tekningini og nógvar smáar søgur verða sagdar, samstundis við, at myndin bara er til staðar, merkt av endaleysari ró og hvílir í sær sjálvum og síni egnu stillu tilveru. Tað er bæði narrativt og ikoniskt. Bæði teatralskt og burturhugað. Bæði illustrativt, tað hevur nóg mikið í sær sjálvum og er á sama hátt og strikan um somu tíð er stýrt og tilvildarligt, og setur eins og strikan bæði sjónlig og ósjónlig fótafar á pappírinum.


Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir.


Millum óteljandi forskjótingar og mótsetningar, millum sjónlig og ósjónlig spor, millum endaleys skift milum tað lágmælta, intima, lyriska og tað meira intensa ekspressiva, millum tað narrativa og tað ikoniska, og millum tað poetiska, vakra og tað hættisliga, er ein kroppur í tekningini hjá Bárði Oskarsson. Eitt fast grundarlag, ein fysisk vera. Kroppurin er miðdepilin í listini hjá Bárði Oskarsson, kroppurin er atgongd menniskjans til eina fatan av heiminum, menniskjan er í heiminum sum ein kroppur og kann einans fata seg sjálvan og sítt umhvørvi gjøgnum kroppin. Men strikan er eisini í sær sjálvum merkt av einum serstøkum kropsleika, hon er fysiskt til staðar á sama hátt sum kroppurin, hon er eitt slag av liklamliggerð av handarørslunum. Á henda hátt verður samband millum teknaða kroppin og strikuna, sum kroppurin er teknaður við, tey eru grundleggandi ólík, men eru allíkavæl partar av hvørjum øðrum. Tey eru tað sama, men ikki tað sama. (IS)

"Altso eg eri ikki rasist, men..."

Á veg í bussin hoyrdi eg av óvart nakrar gentur práta saman. Prátið snúði seg um eina grill her í Havn, hvørs eigari eyðsýniliga er muslimur, "ella í hvørt fall arabari". Hon, sum átti hesa upplýsingina legði aftrat: "Altso eg eri ikki rasist ella nakað sóritt har, men eg keypi ikki mat frá einum sovorðnum, altso mann veit ikki hvat tey hava gjørt við matin...". Hinar báðar genturnar, sum hon vendi sær til, søgdu einki, kanska vóru tær eitt sindur illa við og høvdu ikki hug til eina konfrontatión har mitt í býnum á veg inn í bussin. Løtu seinni í bussinum hoyrdi eg, at prátið, sum nú var væl meira animerað og hugaheitt, snúði seg um hvørt Johnny Depp var megalekkur ella alt ov aggamal til yvirhøvur at kunna bólkast sum lekkur. 

Eg havi ikki hildið, at vit hava havt nakra serliga rasismu her á landi uttan tann av handahógvi merkti mótviljin móti danskarum, sum eru gírigir, tosa nógv og eru bara so "danskir", danin er fanin og súkklutjóvar eru teir eisini í landsuðri. Hetta plagar allíkavæl at ganga so nøkulunda yvir, tá vit læra teir einstøku danirnir at kenna (í øllum førum so leingi sum teir skikka sær ordiligt). Men hvat er rasisma? Tey munu vera fá, sum sjálvi halda seg vera rasistar og flest øll kunnu vit helst semjast um, at rasisma er av tí ónda. Tey eldru av okkum hava sæð sjónvarpsrøðina Roots (ella Rødder, sum tað eitur í Føroyum) og halda sum heild, at Ku Klux Klan eru nakrir verri kúllar. At vera rasistur er ikki nakað mann reypar av, tað er eitt sindur á sama hátt sum við einum øðrum hugtaki; at vera snobbur. Tað er jú oftast nakað, sum rakar onnur fólk enn teg sjálva. Í Føroyum haldi eg ikki, at vit hava havt nakra serliga rasismu, ella tað helt eg, men innlitið, sum viðmerkingar á portalum og fb geva inn í føroysku fólkasálina, fær meg at ivast um stórliga, kann tað passa, at eisini vaksin hampafólk her heima eru rasistar?

Flestar allýsingar eru samdar um, at støðið undir rasismuni er ímyndin um, at menniskju eru býtt upp í ymsar bólkar eftir biologiskari rasu og at eitt slag av stigskipaðum hierarki er millum hesar rasurnar, ið hevur við sær, at summar rasur eru betri enn aðrar. Rasisma er í familju við diskriminatión, kúgan og fremmandahatur, rasisma kann fremjast út frá mentan, religión, máli, etnisiteti, politiskari trúgv og tjóðskaparligum áðum. Mentanarrasisman, ið tekur støði í mentanarmunum, er ógvuliga aktuel. Í Europa er tað tann vestliga mentanin, ið verður roknað fyri at vera tann ovasta mentanin, altso tann, ið er við yvirlutan. Í Europa hevur mentanarrasisman sum kunnugt tikið dik á seg síðan yvirgangsálopið 11.september 2001 móti Pentagon og World Trade Center og Pentagon í einum ofta einstáttaðum kjaki, har islam verður hildið at vera ein ónd religión, sum er trælkandi av natúr. At trupulleikarnir við rasismu gerast alt meira áleikandi í Europa hevur fleiri samfelagsligar orsøkir, t.d. sosialir trupulleikar og miseydnað assimilatión, sum hevur við sær, at eitt nýtt ættarlið hjá innflytarum ymsa staðni í Europa, kennir seg sum annanrangs borgarar í teirra egnum føðilandi. 

Í Føroyum eru vit enn lutfalsliga homogen mentanarliga sæð í og við, at vit ikki hava teir nógvu tilflytararnar við øðrvísi religión, mentan osfr. Við onkrum undantøkum, hava vit tað eisini lutfalsliga gott í Føroyum um vit hugsa um grundleggjandi tørv og ágóðar, so samanumtikið skuldi eingin grund verið til rasistiskan atburð og útsagnir hjá okkum. At tað allíkavæl kemur fyri í heilum er ótýdligt og til at gerast illa við av. Á facebook eru í heilum kjak, har svínhundurin stingur sína ljótu gron fram og goyr so inniliga. Í einum kjaki millum etablerað hampafólk við arbeiði, húsi og hava og stórum frystara, helt ein kona, at vit sum heild eru ov fitt og lagalig "Vit eru alt ov fitt og lagalig í Europa, skilja ikki muslimska vandan, tí hetta er ein beinhørð religión, sum hevur sett sær fyri at taka yvir alla verðina, tað siga teir sjálvir, og av onkrari løgnari grund hevur Várharra givið teimum oljuna, sum ger, at teir hava ráð til at gera, sum teir vilja. Teir fara kanska at herja á okkum øll líka til dómadag, og vit fara at vakna alt ov seint". 

Ofta tigur mann, tá svínhundurin goyr, men eg haldi í grundini, at uppskotið hjá unga danska skemtaranum, Michael Schøt um, at møta rasistiskum útsagnum við somu krøvum, sum vit seta roykjarum, er nokkso gott. Koyr rasistarnar út í tún at brúka seg.










(KP)




Friday, May 24, 2013

Kirsuberjahjúnini




KIRSUBERJAHJÚNINI

Bussurin steðgaði í Steinatúni. Ein eldri kona við hvítum hári og rukkut
sum eitt gamalt lerkatræ kemur uppí saman við einum gomlum
manni, sum hevur ilt við at fáa beinini við sær upp í bussin. Tey seta seg
beint yvir av mær og halda í hondina á hvørjum øðrum. Annað teirra
ella bæði lukta sum kirsuberjasaft. Eg undrist.

Kanska er tað eitt slag av heilivági. At tey hava verið inni í onkrari
kiosk og sløkt sær tostan við einum leskidrykki, er neyvan trúligt, til
tess er lukturin alt ov sterkur. Kanska er tað okkurt slag av smyrsli.

Eg síggi tey fyri mær í seingini, gníggjandi hvørt annað inn í kirsu-
berjasaft, síggi sevjuna bløðrandi á pergamentgráa búki hansara
og í rukkunum undir bróstum hennara. Eg síggi tey bæði skvamblandi
í einum baðikari við reyðum sápuskúmi, hoyri hann rópa: ger fast í
pullartin, meðan hon flennir og veltir sær sum ein kópur í reyða
briminum.

Stundum brúka tey veðraøl ella sodavatn; aðrar dagar hevur hon kanska
høvuðpínu, ella hansara bløðra plágar hann, og tey tosa ikki saman
allan dagin, og tey ynskja bara, at telefonin skal ringja, uttan at hugsa
um, hvønn tey kundu hugsað sær at tosa við.

Var tað ikki fyri kirsuberjasaftini, høvdu tey kanska ikki farið
út um einar dyr, høvdu tey kanska ikki hugsað um nakað sum helst,
uttan at tey altíð høvdu verið einsamøll.


Yrking: Alexandur Kristiansen
Mynd: Marius Olsen




Poemobject - Jóhan Martin Christiansen við á framsýning í Stockholm





From a photograph of Alfred H. Barr, Jr. looking at Alexander Calder's "Gibralter" (1936) 
(Alfred H. Barr, Jr.: A Memorial Tribute, The Museum of Modern Art, New York, 1982)

POEMOBJECT
OPENING THURSDAY 23 MAY, 5PM-8PM

23 MAY - 20 JUNE, 2013

EXHIBITION ORGANIZED BY GENEVIEVE ALLISON


ANNAELLEGALLERY is pleased to present Poemobject, a group show featuring three New Zealand and three European artists. 
The exhibition considers the idea of the 'articulate' versus the 'discretionary' object. While not mutually exclusive, the difference between the two lies in the location of the 'text'--a target ever-shifting between semantic and phenomenological registers. Circling this target, or filtering it, are the following propositions: 
1.0 It is abundantly clear by now, that we do not need to have an object to have an artwork
- Joseph kosuth

2.0 The work is held in the hand, the text is held in language...
- Roland Barthes

3.0 [the poetic] that type of message that takes for object its own form.
- Roman Jakobson

4.0 the relation of Form and Content is always phenomenological
- Roland Barthes


HOURS

TUE-FRI 12-6PM
SAT-SUN 12-4PM

VISITING ADDRESS: RIDDARGATAN 41 
POST ADDRESS: GREV MAGNIGATAN 6 
114 55 STOCKHOLM, SWEDEN 

Føroysk listafólk við á framsýning í Aalborg


HORISONTER OG FORMATIONER

Upplating verður 24.mai kl 16-18

HORISONTER OG FORMATIONER 24. maj – 21. juli 2013
Traditionen tro byder sommeren igen i år på nordjysk kunst i Kunsthal Nord. Under temaet landskaber, som vi ser det, oplever det, fortolker og artikulerer det, vises i selskab med færøske kunstnere et bredt spektrum af landskabsbeskrivelser fortolket gennem maleri, skulptur, keramik, glaskunst og foto.
De deltagende kunstnere fra Danmark er Anita Houvenaghel, Jenny Hansen, Felix Pedersen, Pia Skogberg, Ole Tersløse og Annette Brix. Fra Færøerne deltager Marianna Mørkøre, Hanni Bjartalid, Torbjørn Olsen, Trondur Patursson, Ingi Joensen, Bardur Jakupsson.
Udstillingen arrangeres af Aalborg Kunstpavillon

Thursday, May 23, 2013

Ísland við í Venezia-biennaluni


Gallarí i8 í Reykjavík boðar í tíðindaskrivi frá, at verkið hjá framúrskarandi íslendska listamanninum, Ragnar Kjartansson, S.S. Hangover, verður við á 55. biennaluni í Venezia Biennaluni í summar. Altjóða listaframsýningin hevur heitið: The Encyclopedic Palace, og Massimiliano Gioni kuraterar framsýningina, sum varir frá 1.juni til 24.november. Ragnar Kjartansson hevur tikið lut á biennaluni áður. Skipið/verkið S.S. Hangover  fer at sigla millum tvær lendingar í sjálvari kanaluni á biennaluni, og orkestrið verður ein messingsekstett, sum fer at spæla eitt verk hjá Kjartani Sveinsson, tað er gjørt serliga til biennaluna. Skipið S.S. Hangover er í útsjónd merkt av einum tilvildarligum blandi millum grikskt, íslendskt og venesianskt skipasnið, men upprunaliga er talan um ein íslendskan útróðrarbát frá 1934. 

- Gamla sluppin var brúkt til konsertir o.a., men liggur nú á havsins botni við bryggjuna á Skála
Eg veit ikki um tað er bara er í mínum føroyska knokki, at hetta hugskotið gevur eitt serligt afturljóð, stjørnur í eyguni og eitt pinkalítið vet av øvund: "hví kunnu vit ikki eisini gera sóritt...".  Tað er einki at ivast í, at íslendingar eru nógvar stavnar ella ein heilan ólavsøkuróður framman fyri okkum, tá tað snýr seg um íslendska list í heimslistarhøpi, men heldur enn at grenja kunnu vit lata okkum inspirera av tílíkum hugskotum. Eg ivist ikki í, at føroysk listafólk høvdu kunnað klárað seg altjóða innan myndlistina eins og tónleikarar, men ikki minst kundu vit klárað okkum væl innan tílíkar blandingslistaformar og cross over list, sum Ragnar Kjartansson orkestrerar í Italia í summar. Vit kundu eisini komið við onkrum framúrskarandi, um altso vit umframt at satsa uppá føroyskan dans og træskip eisini dugdu at satsa uppá samtíðarlistina. 
PS: Nú havi vit fingið ein íslendskan stjóra í Norðurlandahúsinum, tað skal vera mín vón, at húsið undir leiðslu Sif Gunnarsdóttirs fer at blóma listarliga og at hon kanska enntá fær heimslistafólk sum Ragnar Kjartansson at framsýna her. Eg nýti høvið at ynskja henni alt tað besta 



(KP)