Á alnótini og aðrastaðni verður dúgliga kjakað út frá ymiskum sjónarmiðum, tí fólksliga, ið við rúmd fyri konspiratiónsteorium metir allar avgerðir yvirvaldsins sum vánaligar og korruptar og so liberalistarnir, sum fata alla almenna uppílegging sum kappingaravlagandi fyri privata marknaðin. Men so eru eisini fleiri skilagóðar røddir frammi hjá fólkum við listarligum innliti, ið undra seg yvir tann merkiliga fullvísa einaræðishugburðin, sum í løtuni verður sýndur frá Tórshavnar Kommunu, tá tað snýr seg um list. Tað er gott, at nógv verður gjørt á mentanarøkinum, men tað hevði sjálvandi verið túsund ferð betri, um lurtað varð eftir listafólkunum og teimum við skil fyri listini í staðin fyri t.d. at smekka vánaligar standmyndir ella bygningar upp sum vit eitt nú sóu við Fiskakonuni við Skeiva Pakkhús og við bygninginum, tey kalla "Perlan", sum liggur innikleimd við Miðlahúsið í Tórsgøtu í Havn og sum veruliga ikki á nakran hátt er spælistaðið, vit í longsli hava bíðað eftir. Glasfasadu- og betongbygningurin kundi kanska verið latin Undirbeat, tí elektroniskur tónleikur sigst rigga frámúr í glasbunkaranum, sum summi nevna bygningin.
Sum eg havi skilt tað, fer ólavsøkukonsertin at líkjast tónleikatiltakinum Asfalt og tað er fyri so vítt í fínasta ordan, men tað mátti borið til at skipa ólavsøkukonsertina saman við Føroya Undirhaldstónleikarafelagi ella hvat? Hugburðurin frá teimum stýrandi tykist vera, at vit skulu vera takksom fyri tann nógva pening, ið verða brúktir til list í Tórshavnar Kommunu. Eg skal nokk vera takksom, men bara tá dygdin á listini, konsertini, spælistaðnum, standmyndini er nóg góð og tá listafólkini og listin verða tikin í álvara og hetta hava eg og allir Havnarborgarar í grundini rætt til at krevja so leingi sum peningurin kemur úr okkara lummum.
(KP)