Bárður Oskarsson, myndlistamaður og barnabókarithøvundur.
1. Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
Dialog.
Tað at fólk úr øllum listagreinum og samfelagsløgum luttaka í einum dialogi um list og tora at ogna sær listina.
Um vit siga at kvaliteturin í einum dialogi ikki skal dømast eftir hvussu einigur man blívur aftan á dialogin, ella hvussu pent man snakkar, ella hvussu kvalifiseraður man er, men bert hvussu nógv luttaka, so hevur tað verði tað mest umráðandi sum er hent.
Við dialogi um list ( helst uttan krav um konsensus ), blívur listin livandi og viðkomandi fyri fleiri, og ikki bara nakað við at minnast orðini Perspektiv, Impressionisma og Klarobscur.
Hvussu dialogurin bleiv til veit ongin, men kanska av klandrinum millum listafólk og listasavn ?
Og er tað so tað mest umráðandi sum er hent innan list ?
kanska.
At fólkið hevur fingið av-mystifisera listina og sæð hana í sínum politiska, einkla, og menniskjaliga skapi ?
Enduliga ein grund til at hava eina meining um list. Eitt sindur Paradise Hotel -agtigt..ha ha
2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
2. Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
Óbroytt tey seinastu 1100 árini.
Korini hjá listini eru tey somu sum altíð. fólk finna altíð okkurt at pilka við, um tey so svølta ella fáa 3 ár frá mentannargrunninum. Og kvaliteturin er tann sami um tey svølta ella fáa 3 ár frá mentannargrunninum.
Arbeiðir man við listini, er spurningurin ofta hvat man vil - torir at ofra fyri at arbeiða við listini.
Og tað er ok.
Og tað er ok.
Listin blívur ikki betur av at listafólkið fær tað betur.
Men samfelagið hevur kanska brúk fyri at føla at tey stula listini, og helst tí rætta listafólkinum.
Og tað hevur mentannargrunnurin klárað fínt.
Og tað hevur mentannargrunnurin klárað fínt.
3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?
Meira dialog, og við fleiri luttakarum.
At fólk føla seg kvalifiseraðan til at luttaka, og at tey lærdu ( tit ) og vit listafólk tora at luttaka, opin, og við respekt fyri øllum innsløgum.
Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list.
Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.
Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.
(IS)