Seinasti flokkurin er Sjálvstýrisflokkurin.
Í stevnuskrá sjálvstýrisflokksins stendur millum annað, at ”ansurin fyri listini skal mennast” og at ”søvn verða skipað soleiðis, at tey kunnu veita øllum borgarum holla og dygga tænastu”. Her verður sagt týðiliga, at mentanin er til fyri fólkið í landinum. Sjálvt um sjálvstýrisflokkurin er ein borgarligur flokkur, ber væl til at samanbera mentanáskoðan sjálvstýrisflokksins við eina klassiska sosialistiska mentanaráskoðan. Sosialistiska mentanáskoðanin brúkar orð sum mentanarkapital, mentanin er ein vælferðarágóði, sum kann føra til dýpd, upplýsing og vitan. Mentan er tískil lívsgóðska, eitt slag av yvirbygningi í samfelagnum og eitt alternativt slag av ríkidømi.
Men sjálvstýrisflokkurin leggur eisini stóran dent á, at mentanin hevur tjóðarskaparligt virði. Og eisini her ber til at samanbera við sosialistisku mentanaráskoðanina, har eitt annað fyribrigdi er mentanarsamleiki. Mentanin er í hesum sambandi alt tað, sum vit eru felags um. Mentanin gevur okkum tryggleika, samanhang, felagsfatan og í mentanini møta vit “okkara egnu”. Sosialistiski sjónarringurin er tó ikki fullfíggjaður í stevnumiðum sjálvsstýrisflokksins. Umframt ímyndina av mentanarkapitialinum, sum gevur fólkinum førleika at luttaka í fólkaræðinum fyri á tann hátt at røkka javna og brøðralagi og ímyndina um mentanarsamleikan, sum gevur okkum felagsfatan, so inniheldur sosialistiska mentanaráskoðanin eisini ein part um mentanar avbjóðingina, sum gevur mótspæl og andglett ella bart út frælsi. Sjálvandi ber til ikki at finnast at einum borgarligum flokki fyri ikki at hava seinasta part av sosialistisku mentanaráskoðani við í sínum stevnumiðum. Men tað er ikki órættvíst at finnast at flokksins mentanaráskoðan, tí hon hevur nógvar vandar við sær. Hugskotið um mentanarkapital kann merkja, at listin verður tvingað at fylgja almennum áhugamálum og hugskotið um mentanarsamleika kann hava mentanarliga rasismu við sær.
http://www.sjalvstyri.fo/sjalvstyrisflokkurinfo/Default.asp?pg={B7C5E605-AE83-4DE7-99F0-5DAECC7412DD}
(IS)