Tuesday, July 27, 2010

Ólavsøkukonsertin

Nógv hevur verið kjakast um avgerð Tórshavnar Kommunu at yvirtaka Ólavsøkukonsertina og at kommunan við hesi ognartøku ikki heldur armslongdarmeginregluna. Úttalilsið í Dimmalætting hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, at tónleikarar skulu halda seg til at spæla tónleik, meðan onnur skulu taka sær av fyriskipan, er keðiligt dømi um vantandi virðing fyri serkunnleikanum og fyri listini og tað er í grundini óskiljandi, at Heðin Mortensen ikki enn hevur tikið hesi orð aftur. Men tað fer hann kanska at gera, tá hann lesur skilagóða lesararbrævið hjá Jóhannesi á Rógvu, tónleikara og fyriskipara og formanni í Futt, sum vit hava fingið loyvi at endurgeva her á listablogginum.





Søgan um eina ognartikna konsert

Fyrst stjelur hon konseptið. Síðani niðurger hon tey, ið hava skapt konseptið.

Vælkomin til Tórshavnar Kommunu og ólavsøkukonsertina 2010 Verður trúttað nóg ofta niður í teg , at tú er óvitandi, ódugnaligur – ja enntá andstyggiligur – er sannlíkt, at tú fyrr ella seinni fer at trúgva hesum. ”Ein lygn, søgd nóg ofta, gerst sannleiki” er kommunisturin Lenin endurgivin fyri at siga, og faðirin at modernaðari sálarfrøði
William James staðfesti eisini, at “onki er so absurd, at um tú bara endurtekur tað nóg ofta, so fara fólk at trúgva tí.”Kom at hugsa um hetta, nú reyði tráðurin í taktikkinum hjá Tórahavnar Kommunu mótvegis Futt tykist vera at royna at skaða trúðvirðið hjá okkara felagsskapi og annars koma við ørgrynnu av høpisleysum pástandum upp í saman.

Sakin er tann, at síðani 1986 hevur Futt (við undantaki av 2007, tá Futt bjóðaði konsertina út til annan fyriskipara) skipað fyri ólavsøkukonsertini. Síðani nýggja nevndin í Futt kom til, við undirritaða sum formanni á vári 2008, hevur Futt skipað fyri tveimum ólavsøkukonsertum – í 2008 og 2009 – sum sambært øllum pørtum eydnaðust fram úr væl (meira um tað seinni). Men nú er tað ein farin tíð. Hví? Ja, tað spyrja vit eisini okkum sjálvi.

Aftan á nærmast ovarakæti, har borgarstjórin í 2008 fegnaðist um, hvussu væl hevði riggað, eru nýggir tónar farnir at ljóða av Vaglinum seinastu vikurnar. Brádliga er tað vorðið til, at Futt megnar ikki sína uppgávu og tískil hevur Tórshavnar Kommuna sett seg sjálvan sum konsertfyriskipara. Heldur enn at lata fólk og feløg skipa fyri, skal politiska apparatið nú standa fyri konsertunum. Hví? Jú ”Konsertirnar hava ikki riggað nóg væl seinastu árini”, hevur verðið meylað upp í saman seinastu vikurnar. Men her finnast ongin fakta, ið undirbyggja nýggju pástandirnar. Tvørturímóti.

Heilt margháttligt gerst tað, nú Tórshavnar Kommuna eisini er farin at siga, at vit – les Futt og tónleikarar – ”hava ikki megnað at fylgt við tíðini”. Og upp aftur meira láturligt gerst tað, tá nýggi trivnaðarstjórin í Tórshavnar Kommunu Jóan Petur Hentze kemur á pallin og sigur við Dimmu, at ”konsertin var ikki nóg góð og hevði diffusan málbólk”. Spillfeskur kritikkur. Men framvegis ongar grundgevingar. Ja, hvat mann kommunan meina við? Nýbryggjaði kritikkurin, at vit ”hava ikki megnað at fylgja við tíðini” missir alt flog, tá tú sært, at allar størsti parturin av nøvnunum, sum fara á konsertpallin í ár, eisini luttóku á ólavsøkukonsertini í 2008 ella 2009. Her kunnu nevnast frálík nøvn so sum Sic, Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Jens Marni Hansen, Bet Your Are William. Einasti veruligi munurin tykist vera, at Tórshavnar Kommuna hevur valt at ganga burtur frá okkara visjón við at bert hava føroysk nøvn við á konsertini á tjóðarhátíð føroyinga. Tórshavnar Kommuna vil heldur brúka bróðurpartin av tónleikarasamsýningunum til ein danskan bólk. Er tað kanska tað, sum býráðið meinar við prátinum, um at ”at fylgja við tíðini?” Og er tað veruliga so flott, at nú kommunalir skattapengar vera sendir til Danmarkar við donskum høvuðsnavni, so kann trivnaðarstjórin loksins staðfesta, at konsertin var ”nóg góð?”

Ja, nú vit eru í gongd, latið okkum so bara fáa fakta á borðið viðvíkjandi nýggja konsertfyriskiparanum, Tórshavnar Kommunu: Hava tit gloymt, at Tórshavnar Kommuna í 2008 ikki ynksti at fáa ungdómin oman í býin so tætt upp undir ólavsøkuna, við eitt nú tí grundgeving, at tey ungu kanska skikkaðu sær so illa, at tað kundi blíva eitt øgiligt upptak at skula hava Havnina vakra til ólavsøkukrúðgonguna? Hava tit gloymt, at hetta var nakað, sum Futt stríddist fyri, og sum Kommunan síðani hevur tikið til sín? Hava tit gloymt, at Futt afturfyri – aftaná í tríggjar mánaðir áhaldandi og treiskliga at hava stríðst fyri at fáa konsertina flutta, noyddist at flyta konsertina til fríggjakvøldið 25. juli 2008, so at kommunan skuldi fáa stundir at rudda upp efitir ólavsøkukonsertina? Hava tit gloymt, hvussu borgarstjórin – leygarmorgunin 26. juli í 2008, dagin eftir at konsertin hevði verið í Tórsgøtu – rósti Futt, ólavskukonsertini og ungdóminum? Hann tók nakað soleiðis til í loftmiðli: ”Eg fór til bakaran í morgun og sá ongi tekin um, at hundraðtals ungdómar høvdu stuttleika sær, so væl var farið um.” Hevur Borgarstjórin kanska gloymt, hvat hann sjálvur segði? Eg minnist í hvussu er, at vit sum nýggj nevnd í Futt frøddust yvir fløvandi orðini frá okkara borgarstjóra hetta summarið í 2008. Uppaftur størri var gleðin, tá Futt sama árið í oktober gjørdi avtalu við Tórshavnar Kommunu um ólavsøkukonsertina árið eftir – konsertina í 2009. Tá vóru bara føgur orð at hoyra. Tá nýgga nevndin fyri Futt við undirritaða sum formanni fór til verka í mars 2008 var nakað av tí fyrsta, sum vit gjørdu, at seta okkum í samband við konsertfyrireikarar, loftmiðlar, aðrar miðlar, mentanarstovnar og onnur innan tónleikavirksemi í Føroyum. Sjálvur valdi eg at fara upp í hetta arbeiði, tí eg meti tað vera av alstórum týdningi, at vit hava feløg sum Futt, sum eru við nógvastaðni, samstarva breitt, og fremja lobby og arbeiða fyri at bøta um korini hjá tónleikinum í Føroyum. Tað kann vera í royndini at fáa órímiliga høga tollin niður á ljóðførum, skeiðsvirksemi, tónleikaráðstevnum. Ella sum tað nýggjasta, at skapa betri karmar fyri liveframførslum kring landið umvegis Gramexgrunnin, sum Futt eisini hevur umboð í, har møguleiki nú er at fáa ferðastuðul í sambandi við spælingar.

Fyri okkum eru lyklaorðini samstarv og menning. Soleiðis var eisini, tá vit fóru í gongd við at skipa fyri ólavsøkukonsertini 2008, sum vit kallaðu Futt í býin. Hóast hugskotini vóru mong, hevði nýggja nevndin ongi ynski um at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Tí hvíldi ólavsøkukonsertin á herðunum hjá undanfarnu FUT-fyriskiparum og bygdi eisini á royndirnar hjá øðrum konsertfyriskiparum, so sum Summartónum, Jazzfestivalinum, G!, Summarfestivalinum, Jóansøkufestivalinum, Mjús osfr. Fleiri góð hugskot komu frá garvaðum fyrireikarum, ið Futt tók til sín. Eitt nú haldi eg meg minnast, at hugskotið um at nýta mammur sum dempandi ávirkan á ungdómin kom frá fólki aftanfyri G! Festivalin. Vit samstarvaðu í allar ættir. Syrgdu í samstarvi við MBF fyri, at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum á konsertøkinum batnaðu munandi. Grundløgdu ein rúsdrekkapolitikk soleiðis, at teir trupulleikar, sum høvdu verið til ólavsøkukonsertina 2007 nú vóru fingnir av vegnum. Vit høvdu sostatt ongar trupulleikar við ungdóminum og fingu tískil heldur ongar klagur. Tvørturímóti fingu vit rós fyri nýhugsan á fleiri økjum. Men onkursvegna – og uttan nakran form fyri konstruktivum dialogi – er tað sum vendi upp nú farið at venda niður. Tórshavnar Kommuna hevur sum sagt givið Futt fótin og fer nú sjálv at skipa fyri ólavsøkukonsertini. Fyri at rættvísgera henda ódámliga politiska leikin, verður samstundis karakterálop framt á Futt og føroyskar tónleikarar.

Borgarstjórin í Havn sigur nú við Dimmu, at tónleikarar skulu halda seg til at spæla tónleik, tí tað duga teir, og halda seg frá at skipa fyri konsertum, tí tað duga teir ikki. Hevur borgarstjórin hugsað um, hvussu niðurgerandi hetta er mótvegis fleiri av fremstu stavnamonnunum og kvinnum innan føroyskt tónleika og
mentanarlív? Hvat við teimum tíggjutals Jazzfestivalum, sum tónleikarin Brandur Øssursson fyriskipaði í okkara høvuðsstaði í 80'unum og langt inn í 90'ini? Hevði tað verið betri, um kommunan skipaði fyri? Hvat við øllum teimum óteljandi konsertum og festivalum – eitt nú Summartónar – , sum tónleikarin Kristian Blak stendur á odda fyri? Hevði tað verið betri, um kommunan skipaði fyri? Hvat við G! og teimum tónleikatiltøkunum sum tónleikarin Jón Tyril hevur skipað í áravís og sum hann fekk M. A. Jacobsen virðisløn fyri? Hevði tað verið betri, um Gøtu Kommuna skipaði fyri? Og hvør kann gloyma Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø – báðir tónleikarar – sum eru høvuðsmenn aftan fyri Summarfestivalin í Klaksvík? Hevði tað verið betri um Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri? Nei borgarstjórin má hava misskilt okkurt grundleggjandi. Orsøkin til at júst tónleikarar og tónleikafelagsskapir ofta skipa fyri konsertum og tónleikafestivalum er so einføld sum tann, at tónleikarar brenna fyri tónleikinum. Eldhugur, skil fyri fakinum og alskur til tónleikin eru grundleggjandi fyritreytir fyri, at konserttiltak skal eydnast. Av teimum túsundtals tónleikarum, sum eru virknir á ein ella annan hátt í Føroyum, finnast tað sjálvsagt tónleikarar, ið eisini hava náttúrlig evni og hug at skipa fyri konsertum og festivalum. At borgarstjórin í Havn heldur nakað annað er fyrst og fremst syrgiligt. Hetta hevur sjálvsagt onki hald í veruleikanum, men passar eyðvita sum fótur í hosu við nýggja, sjálvglaða konsertpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við ólavsøkuna. Fyri okkum onnur hevði tað verið ólíka hugaligari, um Tórshavnar Kommunan skapti tónlistarligar karmar heldur enn klandur.

Eg skal ikki troytta lesaran við fleiri smálutum, men bara staðfesta, at konseptið við ólavsøkukonsert er okkara – og nú hevur Tórshavnar Kommuna ognartikið hetta. Í 2008 flutti Ólavsøkukonsertin úr Kommunuskúlagarðinum í Tórsgøtu. Í 2009 var Ólavsøkukonsertin fyri aðru ferð hildin í Tórsgøtu – samstundis sum aðrir fyriskiparar komu oman í býin og út á Skálatrøð. Í 2010 er fyri sovítt onki broytt
– annað enn at nú skal hetta eitast at vera eitt ”heildarkonsept”, sum Tórshavnar Kommuna hevur arbeitt við leingi. Hví í víðu verð skuldi hetta haldast loyniligt fyri Futt? Hví kundu vit ikki so frægt sum vera við í hesum arbeiði? Eg eri sjálvur nóg gamalur til at minnast, hvussu Tórshavnar Kommuna í 1982 tók ólavsøkukonsertina frá Tutl, og hvussu sama Kommuna tók Perluna frá Havnar Jazzfelag í 1983. Nógv framstig hava verið seinastu árini og eg trúði satt at siga, at vit vóru komin inn í eitt nýtt ártúsund í øllum góðum og at vit høvdu eitt avbera gott samstarv við Tórshavnar Kommunu. Men nú vit skrivað 2010 spøkir betrivitandi politiska maktgirndin aftur í skýmaskotum. Sambært borgarstjóranum duga tónleikarar onki – annað enn at spæla tónleik – og tískil skal Futt varpast út soleiðis at býráðslimir og almennir deildarleiðarar sjálvir kunnu skipa fyri ólavsøkukonsert. Hetta er herskin biti hjá okkum í Futt at svølgja, men satt at siga kunnu tað bara vera høgu harrarnir í Tórshavnar Kommunu, ið hava ringan smakk í munninum. Og hesaferð skulu kommunalar lygnir og ósatt meyl um Futt so ikki sleppa at gerast ómótsagdir almennir sannleikar. Tí hesi orðini.

Við ynskjum um ein góða ólavsøku annars.

Jóhannus á Rógvu Joensen,
Formaður, Futt