Friday, July 2, 2010

Tómir kassar troka listina út úr Listasavninum

Á Listasavni Føroya hava tey avgjørt, at í staðin fyri bingjuna við listaverkinum Bládýpið eftir Trónd Patursson, skal ein bingja við tómum kassum setast. Hetta er ein stórur missur fyri landið, at eitt ómetaligt týdningarmikið listaverk soleiðis bara skal hvørva av tjóðsavninum. Hetta er eisini brot á altjóða reglur, sum skulu verja listaverk.


Verkið Bládýpið hjá Tróndi Paturssyni er eitt høvuðsverk í føroyskari list. Tað er ein stórfingin uppliving at stíga inn í bláu bingjuna við inngongdina til Listasavn Føroya – ein “kosmisk rúmkensla” hevur onkur nevnt tað. Kenslan av tí endaleysa, av máttloysi og vektloysi er ørandi. Haldi ikki, at nakað listafólk megnar sum Tróndur Patursson at arbeiða við tí stórfingna. Hansara verk eru hvørki vøkur ella eiggilig, tey eru stórfingin sum nattúran er stórfingin.

Tá tú stígur inn í Bládýpið ringir listaverkið seg um tín kropp – ja tekur ræði á kroppinum. Listaverkini hjá Tróndi Paturssyni eru tó ikki stórfingin, tí tey ringja seg um teg ella tí tey eru so ovurstór. Tað stórfingna er eitt meira grundleggjandi lyndiseyðkenni í hansara list, sum er torførari at greiða frá. Eg haldi, at tað stórfingna er partur av eini sterkari kenslu av nærveru. Vit verða heilt burtur í verkunum hjá Tróndi Paturssyni, tí tey eru til staðar og eru hjáverandi á ein sjáldsaman og óskiljandi hátt. Orsøkin er kanska tann, at verkini hjá Tróndi Paturssyni seta okkum andlit til andlits við tað, ið vit ikki fata og skilja. Ein serligur mystikkur er í hansara myndum, og tey eru ein bæði stórfingin og uppskakandi uppliving.

Kanska gera verkini hjá Tróndi Paturssyni okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum var við okkurt, sum er eins fremmant sum alheimsins endaloysi er okkum fremmant. Eg veit ikki, men í hvussu so er tað stórfingna her, tí vit kunnu ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Paturssyni, og á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark.

Bládýpið er eitt tað besta dømi um, hvat Tróndur Patursson megnar sum listamaður og verkið hevur í fleiri ár – takka verið stórlætni listamansins - staðið sum eyðkenni uttan fyri Listasavn Føroya. Hetta kunnu land og savn vera erpin av. Men nú vil Listasavnið sleppa sær av við hetta verk. Helgi Fossadal, savnsleiðari, sigur við Dimmalætting 12. august 2008, at Tróndur Patursson hevur fingið 10 dagar at koma eftir listaverkinum, tí savnið skal brúka plássið, har bingjan stendur, til eina bingju, sum skal rúma tómum kassaum.

Í fyrsta lagi tykist hetta púrasta ørt í høvdinum, at Listasavn Føroya vil av við hetta framúrskarandi listaverk, fyri at geva pláss fyri nøkrum tómum kassum. Í øðrum lagi fær tað meg at hugsa, um hetta er ein etisk røtt avgerð hjá einum savni – at tveita listaverk á dyr. Ja, hvat er eitt listasavn í roynd og veru?

Fyri meg er eitt listasavn ein stovnur við eini stórari ábyrgd, og eigur tí altíð at byggja á hægstu fakligu vitan og professionalismu. Listasavnið skal taka listina í álvara, varðveita hana, granska í henni og útbreiða vitan um listina. Listasavnið skal geva almenninginum kunnleika um teir boðskapir, tað innlit og tær lívsáskoðanir, sum búgva í listini. Listasavnið skal vera kritiskt kannandi og kjakeggjandi í sínum arbeiði við listini.

Men mær nýtist ikki at skilgreina nærri, hvat eitt listasavn eigur at vera. Tí tað finst ein altjóða lóg um listasøvn, nevnd etisku reglurnar hjá ICOM fyri listasøvn. Í teimum verður millum annað sagt um listasøvn: Listasøvn varðveita, greina og styrkja um mentanararvin hjá mannaættini. Listasøvn røkja og umsita list vegna samfelagið til gagns fyri samfelagsmenningina. Listasøvn røkja listina so hon er siðmennandi og hugdýpandi. Listasøvn geva tær møguleikan at virðismeta, frøðast um og skilja egnan mentanararv. Listasøvn arbeiða eftir fakligum, etiskum og professionellum prinsippum.

ICOM stendur fyri International Council of Museums og er stovnur undir ST. Stovnurin ger altjóða reglur fyri søvn, eitt slag av minstukrøvum til listasøvn. Hóast vit tíverri ongan lóg hava í Føroyum um listasøvn, haldi eg, at okkara listasavn átti at fylgt hesum minstukrøvum, sum altjóða lóg ásetur.

Tíverri verður hetta ikki á nakran hátt gjørt. Listasavn Føroya brýtur altjóða lóg so ofta, at eg havi ikki tal á tí.

Tá leiðarin var settur, vóru stórtsæð allar etiskar reglur brotnar og galdandi lógir ikki hildnar. Kravið um, at listasøvn ikki skulu hugsa um peningarliga vinning, verður ikki fylgt. Einki verður lagt í kravið um, at inntøkuskapandi virksemi ongantíð má vinna á kravinum um listarligan standard. Tað er eisini brot á altjóða reglur, at listfrøðiligu leiðreglurnar og innsavningarpolitikkurin ikki er almannakunngjørdur. Granskingin og listaútbreiðslan eru slept upp á fjall. Kravið um, at list skal handfarast av fólki við viðkomandi fakligum kunnleika, verður yvirhøvur ikki fylgt. Akademiski standardurin er ivasamur. Og eg haldi ikki, at almenningur við vissu veit, hvørja samfelagsuppgávu listasavnið hevur.

Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur undir Mentamálaráðnum. Tað merkir, at tað er hálvt alment og hálvt privat. Onkuntíð ræður tað almenna, sum eisini stuðlar savninum fíggjarliga, og onkuntíð ger listasavnið sum tað vil, tí tað er privat.

Men sjálvt um Listasavn Føroya er ein sjálvsognarstovnur, kann tað ikki uttan nakað tveita listaverkið Bládýpið út úr savninum – og við eini freist til listamannin upp á 10 dagar at koma eftir tí. Listaverkið er vart av altjóða lóg, og listasavnið hevur skyldu at varðveita og fara væl um verkið.
Listasavnið má í roynd og veru als ikki taka í móti langtíðarlánum ella deponeringum, uttan bindandi løgfrøðiligar avtalur eru gjørdar um, hvussu tað kann takast burturaftur. Og um listaverkið skal tveitast burtur ella á dyr, so eigur at gerast ein almenn frágreiðing um, hvussu tað er best fyri dygdarliga støðið á savninum, at júst hetta verkið verður tikið úr savninum. Hetta er galdandi fyri bæði verk, sum savnið eigur og fyri verk, sum eru lánt.

Altjóða lóg til viks. Hóast eg dugi at síggja tað komiska í, at eitt listasavn vil sleppa sær av við eitt av mest týðandi listaverkunum fyri at fáa pláss til eina bingju til tómar kassar, so vóru tað sanniliga syrgilig tíðindi, sum Dimmalætting bar 12. august 2008.

Vit missa Bládýpið, vit missa ein av okkara stoltleikum, eitt týðandi listaverk, ein týðandi lið í okkara mentanararvi, eitt grundarlag fyri gransking, eina víðkan av okkara sjónarringi, ein veg at skilja okkara lív, eitt upplivingarstað til okkara børn.

Hetta missa vit, so vóni eg bara, at vit skjótt fáa ein politiskan áhuga fyri list og eina lóg um listasøvn. Og eg vóni, at onkur tekur Bládýpið til sín, og letur verkið standa, so flest møgulig kunna frøðast um hetta verk, tá nú hetta týðandi listaverk ikki longur sleppur at vera har, sum tað sjálvandi eigur at vera: Á Listasavni Føroya – tjóðsavninum.