Friday, December 31, 2010

GOTT NÝGGJÁR



Við vøkru ælaboga-myndini hjá Marius Olsen ynskja vit á listablogginum øllum okkara lesarum gott nýggjár við hjartans tøkk fyri tað brátt farna.

Vit hava eingi nýggjárslyfti sum so, men ætla at halda fram á sama hátt sum vit hava gjørt, síðan vit byrjaðu listinblog.blogspot.com í summar og tað vil siga, at vit framhaldandi fara at royna at hava í minsta lagið eitt nýtt innlegg um dagin á blogginum. Vit taka fegnar í móti øllum innleggum, tíðindaskrivum, viðmerkingum, hugleiðingum, yrkingum osfr. frá tykkum, sendið til listinblog@gmail.com

Vit fara inn í nýggja árið við treysti og góðum vónum fyri føroysku listina m.a. av tí, at Tjóðpallur Føroya hevur fingið játtan um 5 mió krónur, eins og útlit eru fyri, at listastríðið er av, tá leiðaraskiftið verður á Listasavni Føroya 1.mai í 2011. Vit hava somuleiðis bestu vónir til føroyska uppskotið til norðurlendsku bókmentaheiðurslønina. Tað hevði verið ómetaliga stuttligt um bókin hjá Tóroddi Poulsen "Útsýni" fekk heiðurslønina. Vit grunda ein stóran part av okkara góðu vónum fyri 2011 í tykkum, okkara áhugaðu lesarum og sum heild í stóra áhuganum, sum tykist vera fyri list í føroyska samfelagnum og sum greidliga er vaksandi. Men mest av øllum grunda vit okkara góðu vónir á sjálva listina, sum neyvan áður hevur verið so mikið rík og fjølbroytt sum hon er júst nú.

Thursday, December 30, 2010

Árið ið fór innan listina 4. partur

Í oktober kom Carl Jóhan Jensen út á donskum við yrkingarsavninum: “September i birke som måske er blå” . Kinna Poulsen skrivaði m.a. hetta í sínum ummæli av bókini: “Tað kennist í grundini løgið at fara undir at ummæla eitt yrkingarsavn hjá Carl Jóhan Jensen á donskum. Hansara tekstir skulu jú eitast at vera so mikið føroyskir, at teir ikki eru fatandi fyri vanlig fólk. Hetta er ein løgin atfinning, ið bert verður enn margháttligari av, at hon kemur frá føroyskum lesarum, men júst hesir ófúsu lesararnir fara allarhelst at fáa nógv burtur úr “september i birke som måske er blå”, tí savnið er eitt sindur lættari at skilja á donskum enn á føroyskum. Men øll kunnu vit fegnast um hesa snøggu donsku útgávu hjá forlagnum Tórgarð, har yrkingarnar eisini eru bæði at lesa og at hoyra á føroyskum á fløguni, sum hoyrir til bókina. Tað er Erik Skyum-Nielsen, sum hevur týtt savnið og tað hevur hann sum heild gjørt væl. Onkrar einstakar villur eru at finna, t.d. á s. 57 og 72, men slíkar eru eyðsýniliga ikki lættar at sleppa undan. Hin dugnaligi Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt permumyndina, sum við myndini av Tariru tykist eitt sindur ov figurativ og beinleiðis erotiskt illustrerandi í mun til tann meira abstrakta og subtila tónan í yrkingunum.
(…)
Savnið er framúr væl komponerað heild við nítjan yrkingum, sum mynda eina tilvitaða gongd frá teirri fantastisku byrjanini í sterku, pøstu og hugtølandi byrjanaryrkingini "the hearts untrained circus of fire" til undurfulla endabrestin, sum er ein parafrasa av sálminum "Harra Guð! Títt dýra navn og æra", har yrkjarin dregur gagn burturúr okkara kunnleika til tignarliga sálmin við stórbæra, lagnutunga lagnum og tí alvaldandi, ivaleysa og treytaleysa guddóminum. Í september í bjarkum, sum væl at merkja bara kanska eru bláar, er alt relativt og fult av menniskjaligum iva, speisemi og órættvísu tilvild tilverunnar: "Guð er Guð,/um fjálgin í lakinum kalnar/og barnið spratt andleyst úr reivi av illreyðum legdum.... Guð er Guð/ um einglarnir falla/og hvørva út í tóman./ Guð er Guð/um stjørnurnar rúmdust í lógva /og samvitskan doyði.". Bíbilsku tilsipingarnar sum t.d. hesar til skapanarsøguna eru nógvar í savninum, men her er meira ivi enn trúgv, meira meiningsloysi og upploysn, enn skipan og uppbyggiligheit. Huglagið í yrkingunum er blátt, heystkent, sorgblítt og ber brá av longsli og ørkymlaðum uppgerðarhuga. Perspektivið verður flutt innan og uttar, úr samtíð til ævinleika, frá dreymi til klárskygni, frá veruleika til hugflog. Vit fáa hómingina av einum, sum situr og skrivar í nútíðini við radioapparatinum tendraðum og sum gongur túr í plantasjuni og missir seg sjálvan burtur í eksistentiellum hugleiðingum og sálarkvøl”.


2. oktober vann Sakaris Stórá eina hátt virda virðisløn sum besti upcoming leikstjóri fyri fantastiska filmin "Passasjeren" á filmfestivalinum RIFF, Reykjavik International Film Festival. Festivalurin var stovnaður í 2004 og hevði eisini í ár vitjan av nógvum prominentum filmfólkum, m.a. helt Jim Jarmusch masterclass á ársins RIFF.
http://listinblog.blogspot.com/2010/10/at-folki-damar-ta-eg-geri-gevur-mr-hug.html



12. oktober lat Steinprent Listasavni Føroya 500 listaverk. Kinna Poulsen var til staðar í Steinprenti og skrivaði: Tað er ein gomul avtala, at Listasavnið skal hava eitt eintak av hvørjum prenti, sum verður framleitt á Grafiska Verkstaðnum afturfyri lán av maskinunum. Umstøðurnar eru kanska eitt sindur øðrvísi nú enn tá avtalan var gjørd, tá Grafiski Verkstaðurin hevði innivist í norðara enda av Listasavninum og eisini vóru bunkarnir av prentum, sum í dag vórðu handaðir savninum kanska størri enn upprunaliga væntað. Í øllum førum snýr tað seg um eina rúgvu av prentum, sum eisini peningaliga hava stórt virði. Listasavnið er nú ánari av stórslignum savni av norðurlendskari grafiskari samtíðarlist, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent. Her eru myndir hjá bæði útlendskum og heimligum meistarum, t.d. Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy, Katrine Ærtebjerg og Zacharias Heinesen, fyri bert at nevna nøkur heilt fá av teimum einastandandi listafólkunum, ið skapað hava hesi dygdarverk og sum sostatt eisini eru við í hesi handan av grafiskari list til Listasavn Føroya, sum verður okkum øllum til góðar, tí øll eiga vit Listasavnið.


21. oktober kom bókin Gullgentan hjá Hanusi Kamban, Kinna Poulsen ummældi: http://listinblog.blogspot.com/2010/11/gull-og-mentanarligt-overkill.html


23 oktober var premiera hjá tí higartil størsta satsinum hjá Tjóðpalli Føroya, nevniliga Kirsuberjagarðurin hjá Tjekhov. Leikurin var nógv róstur og var við til enn einaferð at seta fokus á vánaligu kor Tjóðpalsins. Mikkjal N. Helmsdal hugleiddi um leikin:
http://listinblog.blogspot.com/2010/10/hugleiingar-um-kirsuberjagarin.html

1. november varð Andras Mortensen settur sum stjóri fyri Søvn Landsins:
http://listinblog.blogspot.com/2010/09/stjori-til-svn-landsins.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/11/tiindaskriv-andras-mortensen-settur-sum.html

Óvissa ræður tó enn hvørt Listasavn Føroya verður partur av Søvnum Landsins sum ætlað.
http://listinblog.blogspot.com/2010/10/komi-nu-inn-i-kampin.html


5. november varð avdúkað, at Guðrið Poulsen við verki sínum "Himmalspegilin" hevði vunnið kappingina um eina standmynd við FIMI í Havn. Kinna Poulsen skrivaði: Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu hevur listakvinnan Guðrið Poulsen vunnið kappingina um eina standmynd í Gundadali. Guðrið Poulsen er limur í felagnum Føroysk Myndlistafólk. 600.000,- krónur eru settar av til verkið. "Í sambandi við útbjóðingina at gera listaverk á økinum uttan fyri FIMI komu 14 uppskot inn. Listabólkurin hevur ímillum innkomnu verkini valt verkið Himmalspegilin, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur gjørt. Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 m. í tvørmát, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum. Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir. Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi."

Viðgerðartíðin hjá hesum uppskoti hevur verið óvanliga long, útivið 3 mánaðir, men nú hevur Listafólkurin hjá Tórshavnar Kommunu bestemmað seg. Vit ynskja Guðrið Poulsen tillukku við uppgávuni, har hennara áhugaverda uppskot er tikið framum uppskot hjá m.ø. Tróndi Patursson, Brandi Patursson og Bjørn Nørgaard. Vit síggja fram til framsýningina, sum vit ætla at lýsa og viðgera í æsir, eins og vit síggja fram til kjakið, ið óivað kemur í kjalarvørrinum á hesi avgerð Listabólksins.

Fram móti avdúkingini var nakað av kjaki um Listabólkin í Tórshavnar Kommunu og teirra virksemi, m.a. skrivaði Kinna Poulsen tann 6. juli: Útvarpinum á døgurða í dag var áhugavert innslag hjá Onnu Ellingsgaard um Listabólkin í Tórshavnar Kommunu, sum ikki ætlar at ganga umbønini hjá Felagnum Føroysk Myndlistafólk um at fáa ein listkønan við í Listabólkin á møti. Ingi Joensen, ið er formaður í felagnum sigur, at hann ikki ætlar sær út í kjak við Listabólkin av tí, at hann ræðist fyri, at hetta kjak kann seta avgerð býráðsins um at listprýða almennar bygningar í vanda. Formaður felagsins kennir seg við øðrum orðum hóttan at tiga. Hetta at fáa munnkurv móti kravi um fakligheit ljóðar heilt ómetaliga løgið í mínari verð, í øllum førum um mín kalendari stemmar og vit ikki eru stødd afturi í einaveldinum, men tað eru vit helst ikki, tí í fína nýggja bóklinginum, eg havi fingið frá Tórshavnar Kommunu stendur 2010 og har kann eg lesa mær til, at kommunuskatturin er yvir 20 prosent. Tá onkur harumframt vil vera við, at vit bæði hava fólkaræði og meta okkum sum upplýst og siviliserað fólk, havi eg sera ilt við at góðtaka ein Listabólk, sum uttan nakað sum helst listfakligt grundarlag brúkar mínar skattakrónur á ein so fyrilitarleysan hátt sum vit hava sæð tað seinastu tíðina. Nú er í grundini eitt sindur síðani tann stundin kom til handa, at serkunnleikin átti at sloppið framat.

6. november kom okkara listabloggur út sum bók, ið varð framløgd á Tvøroyri, har eisini Vencil 9 og fleiri aðrar bøkur vórðu framlagdar
http://listinblog.blogspot.com/2010/11/mentanartiltak-i-suuroy-myndir.html

Her er formæli til bókina: Listin 2010 inniheldur tekstir í úrvali av einum internetbloggi, sum hevur verið til í góðar tríggjar mánaðir. Ein vaksandi ónøgd við vantandi raðfestingina av lista- og mentanartilfari í fjølmiðlunum førdi til, at undirritaðu tóku stig til listabloggin, har vit dagliga hava skrivað um ymisk listarlig viðurskifti. Áhugin fyri listablogginum hevur verið stórur - eitt sindur betri, tá ummæli og kritiskar viðgerðir eru á breddanum, men sum heild ber til at siga, at vit hava ein støðugan lesaraskara og tað fegnast vit um. Vit halda okkum longu hava greið prógv fyri, at føroyingar hava stóran áhuga fyri mentan og list, ið ikki verður nøktaður av hinum miðlunum. Tað tykist sum tørvur er á listkunning og listkjaki og havi vit upplivað fleiri tílík hesa lutfalsliga stuttu tíðina, Listin hevur verið til. Kjakast hevur verið um almennar prýðingar, um armslongdarregluna, um hvør skal stýra listini (serfrøðingar, palleba ella embætisfólk og politikarar) og um hvat list er fyri nakað, hvørt ein húkur kann vera list o.s.fr. Umframt kjakinnlegg inniheldur Listin eisini listkunning í breiðari merking við ummælum, lýsingum, viðmerkingum, umrøðum o.s.fr. Listafólkini koma eisini sjálv til orðanna bæði í samrøðum, eins og vit við teirra loyvi endurgeva teirra verk. Listin 2010 er eitt tíðarrit, ið ætlandi skal koma út til jóla við tekstum, sum vit meta nóg góðar, skarpar, stuttligar, spískar og frekar til, at áhugi kann vera fyri teimum millum manna. Tekstirnir eru skipaðir í tríggjar partar, harav myndlistin fyllir mest. Hinir báðir partarnir eru "Listkjak" og "List, sum ikki er myndlist". Listin 2010 avspeglar føroyska myndlist, men tekst- og listúrvalið er á ongan hátt umboðandi fyri, hvat undirritaðu halda vera gott og minni gott. Til tað hevur bloggurin verið til í ov stutta tíð, og í hesum tíðarriti rúmast bert ein brotpartur av tí, sum er á blogginum. Um úrvalið allíkavæl tykist eitt sindur leyst ella tilvildarligt, er tað helst tí, at vit vilja varðveita eitt sindur av dagsaktuella dáminum, sum merkir ein tílíkan blogg. Fyrst og fremst er tað listin, t.v.s. listafólkini, sum hava tøkk uppiborna fyri at vit slepa at endurgeva og viðgera teirra verk, men vit eru eisini fegnar um, at John Dalsgarð var fúsur at taka tað á seg at geva tilfarið út og fái hann stóra tøkk fyri tað.

Ársins síðsta framsýning á Listasavni Føroya var retrospektiv við verkum hjá listakvinnuni Fridu Zachariassen. Um hesa framsýning skrivaði Kinna Poulsen m.a.: “Stílurin er kubistiskur og foreinklaður við grovari umhvarvsstriku, sum við at verða endurtikin gevur landslagsmyndunum eitt dekorativt, stríput árin ofta við denti á tað horisontala. Litirnir eru fáir og tykjast viðfarnir við skili og onkrar av myndunum eru sera vakrar í litunum. Fólkamyndirnar mynda oftast anonymar, andlitsleysar typir, sum arbeiða í landbúnaði ella fiski. Um framsýningin taldi tíggju myndir, kundi hon verið eitt gott boð uppá eina í Føroyum øðrvísi og áhugaverda listakvinnu. Tað standast tveir vandar av at taka so nógv við á framsýningina. Tann eini er, at tú fært verk við, sum ikki eru framúrskarandi góð og hin er, at sjálv nøgdin av verkum ger áskoðaran varugan við veikleikar hjá avvarðandi listafólki. Ein serframsýning er definerað sum ein størri presentatión av listini hjá einum listafólki. Men í so máta eru veggirnir á tjóðarlistasavninum serliga náðileysir, tí góðskukrøvini av sær sjálvum eru tindhøg. Tað er ikki soleiðis at skilja, at hesir málningar eru hjálparleyst ella vánaligt gjørdar, tí tað eru teir ikki. Frida Zachariassen hevur havt so mikið gott innlit í listasøgulig fyribrigdi og ismur, at hon hevur dugað at sett litir, linjur og formar saman, so at teir javnviga og harmonera: "Hóast ikki altíð greið í frágreiðingum sínum er eyðsæð, at Frida Zachariassen hugsaði um tað, sum fór fram í list burturi og heima..." (s.14). Hon hevði sínar tankar um list og gav út bókina Brún og brá, sum inniheldur hesir tankar.”



20. november stóð MenTón fyri eini stórari konsert í Reinsarínum Kinna Poulsen skrivaði um stórsligna tiltakið: http://listinblog.blogspot.com/2010/11/vleydna-menton-konsert.html

Fyrsta desember vórðu innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2011 almannakunngjørdar. Føroyska innstillingarnevndin hevur valt at innstilla yrkingarsavnið hjá Tóroddi Poulsen Útsýni, sum herfyri fekk bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens. Hetta er fimtu ferð, Tóroddur Poulsen verður innstillaður til henda heiður, sum bert er fallin føroyingum í lut ta einu ferðina, tá Rói Patursson fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina fyri yrkingarsavnið Líkasum, sum er vorðin nýklassikari innan føroyskar bókmentir. Fyri 2010 varð Gunnar Hoydal innstillaður fyri skaldsøguna Í havsins hjarta. Finski høvundurin Sofi Oksanen fekk norðurlendsku bókmentaheiðurslønina 2010 fyri skaldsøguna Puhdistus ella Reinskan. Umframt heiðurin fær heiðurslønarmóttakarin 350.000 krónur.

Wednesday, December 29, 2010

Árið ið fór innan listina 3. partur

[GetAttachment[4].jpg]



6. juli í ár varð listinblog.blogspot.com settur á stovn í einum herðindi av ónøgd við fjølmiðlaraðfestingina av mentanartilfari. Síðan er tað blivið til yvir 260 innegg um list og mentan og vit gleða okkum at halda fram í sama stíli í komandi ári.


7. juli var upplatingardagur hjá framsýningini Nærsýni í Steinprenti. Inger Smærup Sørensen kurateraði framsýningina og skrivaði: “ Okkara evni at síggja lutir í ymsum frástøðum, eru stýrd av eini elastiskari linsu innanfyri sjónopnuna. Tá linsan er í hvílistøðu, brýtur hon ljósið, so tað savnast á einum felagspunkti á nethinnuni. Tá vit skulu hyggja eftir onkrum, sum er nær við, knýta vit vøddarnar í linsuni, so ljósið brýtist krappari, men framvegis savnast á einum felagspunkti á nethinnuni. Hjá fólki við nærsýni brýtur ljósið í hvílistøða á einum felagspunkti frammanfyri nethinnuna. Hetta ger, at fólk við nærsýni síggja óklárt langt frá. Tá tann nærsýnti fer nærri, brýtist ljósið at enda soleiðis, at tað aftur savnast á sjálvari nethinnuni. Tann nærsýndi sær tí klárt í stuttari frástøðu.
Eygu okkara eru vegurin til myndlistina. Soleiðis sum vit síggja, soleiðis skilja vit listina, veruleikan og okkum sjálvi. Sjón okkara er sjálvt grundarlagið fyri, at listin gevur meining bæði fyri tankan og fyri kroppin. Fyri at hvessa okkara evni at síggja, bjóðar Steinprent í summar til djúpt nærsýni av stórari list í lítlari stødd.
101 verk eru á framsýningin ”Nærsýni”. Tey eru so smá, at vit - sum tey nærsýndu - mugu fara heilt nær at teimum fyri at fáa tey at standa klárt á nethinnuni. Vit verða tvungin at kýta okkum fyri at síggja tað óklára, tað ósædda. Tað ósjónliga gerst sjónligt og tey evarska smáu frábrygdini gerast sjónlig.”

10. juli var frumframsýning av kabarettini "Goym moralin til seinni” eftir Bertholt Brecht. Tað var leiklistarbólkurin Grugg Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, ið stóðu fyri verkætlanini: “Saman við eysturtýska leikstjóranum Sonju Kehler og estiska pianistinum Riivo Sarapik hava Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Barbara Christophersen, Hans Tórgarð, Páll Danielsen og Hans Pauli Tórgarð skapt eina cabarét við støði í sangum og tekstum hjá Berthold Brecht. Úrslitið er ein fjøltáttað ferð gjøgnum tekstir um alt frá kærleika og drykkiskapi til kríggj og órætt, kryddað við vælkendum og minni kendum løgum eftir Kurt Weill, Hanns Eisler og Paul Dessau. Til tíðir álvarsligt, til tíðir stuttligt, men enn líka viðkomandi, sum tá Brecht skrivaði tað fyri skjótt 100 árum síðani.”. Kabarettin varð ummæld heili tríggjar ferðir her á listablogginum.
Fyrst var tað Kinna Poulsen: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/frisklig-dogmu-cabaret.html
Síðan var tað Carl Jóhan Jensen: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/goym-listina-til-seinni.html
Og at enda Bergur Rasmussen: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/ummli-av-goym-moralin-til-seinni.html

Um Ólavsøkuleitið var ein konflikt um Ólavsøkukonsertina, sum kommunan av óvissum orsøkum hevði valt sjálv at standa fyri í ár. Her eru leinkjur til nøkur av innleggunum um hetta málið:
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/olavskukonsertin.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/listin-politiskt-styd.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/politiski-ahugin-i-tonleikatiltkum.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/tonleikapallurin-er-ikki-pallurin-hja.html



28. juli var ikki nógv øðrvísi frá øllum øðrum ólavsøkuaftanum, tí tá læt ólavsøkuframsýningin upp eins og hon ger á hvørjum ári. Kinna Poulsen ummældi framsýningina og her er brot úr ummælinum “Amatøranna spælipláss”.
“Tó at hissini glottar ana á Ólavsøkuframsýningini 2010, er heildin so mikið vánalig, at tygara ummælari fyri fyrstu og vónandi seinastu ferð upplivdi at ynskja, at Listaskálin var minni í vavi enn hann veruliga er og at hann harvið ikki fekst at rúma øllum tí skramblinum, sum í løtuni kann skoðast á okkara tjóðarlistasavni. Varhugin av eini vánaligari Ólavsøkuframsýning kom longu av tíðindaskrivinum, har boðað varð frá, at heili 103 verk hjá 38 luttakarum eru við á framsýningini í ár. Tá tað rættiliga skjótt letur seg staðfesta, at yvir helvtin av luttakarunum eru amatørar og at flest teirra haraftrat eru rættiliga óvandir amatørar, ja so kann úrslitið bert verða sum tað er vorðið. Heildin hevur serstakliga nógv at týða á eini listaframsýning. Um heildin er ov vánalig og óruddilig, hevur tú heilt einfalt ilt við at síggja tey góðu verkini, eins og ein vánalig heild fær tey verkini, sum kanska ikki eru super góð, til at dragna eitt vet aftrat í góðsku.”







August var ein serstakliga aktivur mánaði í Steinprenti, m.a. varð ein heilur grindahvalur prentaður
http://listinblog.blogspot.com/2010/08/summarrokan-i-steinprenti.html



13. August læt framsýningin “INNRÁS” upp i Müllers Pakkhúsi. Framsýningin var við teimum yngstu listafólkunum og nógv vóru sera spent at síggja hana. Kinna Poulsen skrivaði m.a. “Tó at góðskan er misjøvn, er framsýningin INNRÁS í Müllers Pakkhúsi í Havn sum heild eitt gott boð uppá eitt nýtt ættarlið í føroyskari myndlist, sum als ongan áhuga hevur fyri at fanga okkara dramatiska landslag í kolandi ódn í stórbærum ekspressivum málningum. Í staðin tekna tey seg sjálvi, onnur fólk og aðrar verur í monokromum, overestetiseraðum lýsingum. Tekningarnar eru vakrar, neyvar og onkursvegna ógvuliga spakførar. Her er einki órudd, ljót, óskiljandi verk, ørligar installatiónir. Tey ungu, ið halda seg til nydeliga monteraðar myndir, eru alt annað enn vill. Hesi listafólkini eru ung og still.”


17. august skrivaði Leiklistaráðið opið bræv til landstýriskvinnuna Helenu Dam á Neystabø. Brævið snúði seg um óavgreiddu bústaðarstøðu tjóðpallsins. Í skrivandi stund tykist tað sum um, at Helena Dam á Neystabø ætlar at Tórshavnar kommuna skal taka ábyrgdina av hesi óvirðiligu viðgerðini av okkara tjóðpalli, men einki er avgjørt við vissu. Nú beint fyri jól fekk Tjóðpallurin 5 mió kr játtaðar á íløgujáttanini til nýtt Tjóðleikhús.
http://listinblog.blogspot.com/2010/11/mean-vit-bia.html
http://listinblog.blogspot.com/2010/08/opi-brv-fra-leiklistaranum-til-helenu.html



27. august læt upp framúr góð framsýning við verkum hjá Mariusi Olsen og Ilonu Raipala í Smiðjuni í Lítluvík, Kinna Poulsen ummældi: http://listinblog.blogspot.com/2010/08/grafisk-symbiosa.html



28. august varð ein nýggj standmynd avdúkað á sjómannadegnum í Klaksvík. Henda standmyndin gjørdist orsøkin til størsta listakjakið í ár. Her er kut úr kjaki um húkin í Klaksvík:

28/8-2010 "Stór mannfjøld var komin saman við rundkoyringina uppiá Flesjum í Klaksvík í dag kl 17.00, har heimsins størsti húkur varð avdúkaður. Ein av elstu sjómonnunum og reiðarunum í Klaksvík – Eivind Niclasen avdúkaði húkin saman við borgarstjóranum, Gunvá við Keldu. Eivind helt fyri, at hetta var besta gáva til býin og besta ímynd um eina drúgva tíð, sum dúgliga hevði ment hetta land og henda bý. Hann takkaði fyri stórliga heiðurin, honum varð sýndur at sleppa at avdúka hesa sonnu perlu av eini standmynd. Eyðstein Poulsen frá Føroya Sjómannadegi greiddi frá um hugskotið til standmyndina og hvussu hon bleiv til. Hann greiddi frá at Sp/F Skarðhamar V/Jacob Oluf á Lakjuni og Anfinn Isaksen meistarliga høvdu greitt henda húk úr honum, sum má sigast at vera eitt listarligt handverk av teimum heilt stóru. Klaksvíkar Hornorkestur setti sum so ofta fyrr ein serligan hátíðardám á løtuna – og tey mongu fólkini, sum vóru komin saman, sannaðu, at tey enn einaferð høvdu fingið ein virðismiklan dýrgrip at savnast um – eitt meistarverk av einum húki, hvørs leggur er beint undir 6m høgur Aftaná vildu øll sleppa nærri á nema við húkin. Stóðu undrandi og vóru sera hugtikin. Hetta er eitt satt bragd av einum meistarverki – hetta er fantastisk, hoyrdi tú nógv siga!!." Dávur Winter á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

21/8-2010 "Við størstu virðing fyri línumanninum kann eg taka undir við, at hann væl og virðiliga hevur uppiborið eitt minnismerki júst í Klaksvík, sum er stóri fiskivinnubýurin í Føroyum. Tá tað er sagt, býður mín stóra virðing fyri listini mær at staðfesta tað, sum vit øll duga at síggja, at húkurin í Klaksvík er ein húkur og ikki eitt listaverk." Kinna Poulsen á Listablogginum.

30/8-2010 "Nógv umtalaði húkurin í rundkoyringini í Klaksvík við Norðoyatunnilin er til ampa fyri ferðsluna. Hesa niðurstøðu er Landsferðslunevndin komin til, eftir at hava viðgjørt málið í dag. Grundað á fyriliggjandi tilfar er tað metingin hjá Landsferðslunevndini, at ein standmynd í hesi rundkoyringini ikki kann góðkennast. Vandin fyri ákoyring og avleiðing av hesari er so mikið stórur, at hetta ikki kann góðtakast.” Av heimasíðuni hjá Landsverki.

3/9-2010 "Eg vildi sæð tann dag tá teir taka húkin niður. Orðini eigur 92 ára gamli Evind Niclasen, sum á Føroya Sjómannadegi avdúkaði tann sum víðakenda húkin sum stendur við Borðoyavík. - Betri merki fyri Klaksvíkina kundu teir sum stjørna Føroya Sjómannadegi ikki valt, tí hann er ein sera góð ímynd av tíðini sum farin er og tað sum hevur bygt býin. Spurdur hvat Eivind heldur um útsøgnirnar hjá Kinnu Poulsen í Kringvarpinum har hon m.a, segði at húkurin ikki kundi roknast sum list, svarar Eivind flennandi. - Vit mugu bar fyrigeva henni tí hon hevur ikki ánilsi um hvat hon snakkar um…" Av heimasíðuni hjá Norðlýsinum.

20/9-2010 "Eg mundi komið ov seint til arbeiðis fríggjamorgunin, alt av hasum ólukku húkinum, ella rættari av nýggja sanginum hjá Jákupi Veyhe; "Latið húkin standa", sum varð spældur í útvarpinum júst tá um sama mundi, sum eg lat meg í frakkan á veg oman í Steinatún. Mítt forvitni beyð mær at lurta eftir sanginum (hann er fínur, framførdur við teirri heilt autentisku "varðveitið Christiania" ondini) og tuskandi oman brekkurnar mátti eg stunandi staðfesta fyri mær sjálvari, at húkurin eyðsýniliga er komin fyri at vera og tað óansæð hvussu ørkymlaður landsverksfrøðingurin er ferðsluni viðvíkjandi, ella hvussu illa vit á listablogginum eru farnar at stúra fyri ferðsluni í Rom, nú tað gjørdist greitt, at standmyndir í ferðsluni eru av vandamiklastu morðvápnum. Sleppur húkurin ikki at vera standandi, verður tað byrjanin á einum nýggjum Klaksvíksstríði, meina summi og tað er altso ikki eiti á... Men tað at forstørra ein brúkslut transformerar hann ikki av sær sjálvum til list:… Húkurin er kanska flottari enn postkassin, sum einaferð stóð uppsettur suðuri í Skopun, men bæði estetiskt virði, symbolikkur og innihald eru tilvildarliga grundað við tað, at ein húkur í sær sjálvum hevur vakran form og lættfatiligan symbolikk. Listahugtakið verður í Føroyum í løtuni brúkt um alt millum himmal og jørð; hvør kvøldskúla- og sunnudagsmálari kallar seg listafólk og henda útholing av listahugtakinum vísir ikki serliga nógva virðing yvir fyri yrkislistini og teimum, sum hvønn dag fáast við list á høgum støði. Eg havi sum áður sagt stóra virðing fyri einum monumenti ella minnisvarði til frama fyri línumanninum, men tit fáa meg ikki at kalla húkin í Klaksvík fyri eitt listaverk..." Kinna Poulsen á Listablogginum.

3/10-2010 "Sunnudagur er tann stóri dagurin hjá mentanartilfari í heimsins avísum… Her heima er høvuðsyvirskriftin á portal.fo, at ”Húkurin í Klaksvík kann enda heilt í landsrættinum” - og meira óáhugaverdum tíðindum skal mann eftir mínum tykki leita leingi eftir. Men av tí, at hetta eru einastu mentanartíðindi, hesin sunnudagur hevur at bjóða, mugu vit fyrihalda okkum til tey. Tíðindini eru rættiliga sjálvsøgd. Ein húkur verður settur upp i Klaksvík og øll eru fegin inntil onkur finnur uppá at rópa hann fyri list. So siga nøkur onnur, at list er tað altso ikki og so verða nøkur heilt onnur óð, tí eingin brýggjar seg um, at onnur skulu avgera hvat er list og hvat ikki er list. Síðani blandar ein myndugleiki seg og hóttir framtíðina hjá húkinum og síðan blíva øll óð, tí hvørjum líkist tað og so er tað ein kvikur politikari hugsar við sær sjálvum: Guð vitið um nakrar atkvøður vera í hesum. Og knappliga er eitt mentanarligt evni á politisku dagsskránni. Inger Smærup Sørensen á listablogginum.

5/10-2010 "Tað er hugaligt at kjakast verður um eitt slíkt listarligt handverk, sum Skarðhamar hevur gjørt fyri Føroya Sjómannadag. Ongin av teimum, sum hava syrgt fyri hesum vakra prýði á rundkoyringini, hevur havt í huga, tá farið var undir projektið, at hetta skuldi vera tað, sum tey “fínu” halda vera kunst … vit kunnu ugga tey , ið hava patent upp á hvat list er, við at ongin umhildin ella professionellur listamaður hevur verið við í projektinum. Harafturímóti hava framúr handverkarar í Klaksvík spælt sær við at evna húkin til. Tað var tann tíð, tá stóru kunstmálararnir vóru løntir sum aðrir handverkarar við kirkjur og hjá teim ríku, so kanska fer onkur , sum kemur aftana okkum einaferð, at fáa eiga á húkin sum nakað einastandandi, hvør veit?" Leiðarin í Norðlýsinum.

7/10-2010 "Avsløringen åpnet en full verbal krig mellom Klaksvík og den sentrale administrasjonen. Kunsteksperter i hovedstaten mente at dette kunne ikke kalles kunst. Landsverk – det færøyske veivesenet – beordret fiskekroken fjernet. Begrunnelsen er at den skal være en fare for trafikksikkerheten. Samme begrunnelse som vi kjenner fra Norge og damer i bikini på gigantplakater langs veiene. Reaksjonen lot ikke vente på seg i Klaksvík, som er kjent for ikke å la seg styre frivillig av akademikere i hovedstaten. Fiskekroken skulle ikke ned, det var den klare beskjeden alt fra linefiskerne til den kvinnelige borgmesteren ga makthaverne i Tórshavn. Dette var bare et påfunn fra folk i Tórshavn som lot seg styre av folk som mener at en fiskekrok ikke kan være kunst." Í norska blaðnum Fiskaren



4. september var fernisering av framsýningini “I only paint what I feel” við verkum eftir danska listamanninum Peter Carlsen í Steinprenti. Kinna Poulsen skrivaði um framsýningina: “Onkur av framsýningargestunum helt, at tað ikki var lítið ósmæðið at hava so óluksáliga nógvar sjálvsmyndir við á eini listaframsýning. Viðmerkingin sigur ikki lítið um føroyska list, hvussu góðvarin hon enn er og hvussu stutt vit eru komin. Peter Carlsen er als ikki góðvarin og tað eru als ikki vanligar sjálvsmyndir, hann málar Peter Carlsen málar persónin Villy, sum í grundini er eitt slag av Anders And, ella einum boðbera, vit kunnu samkenna okkum við og sum er avmyndaður við andlitsdrøgum listamansins, men sum er umboð fyri ein typiskan miðalhampamann ella eina gerandis-antihetju um miðjan aldur. Miðalhampamanninum hóvar fótbóltsdystir, sum hann hyggur at við klapphatti, ølbeiarum, ølbúki og kipsposa í hond. Ofta er hann í einum skítbýttum safarihjálmi, sum í allari sínari heimføðisligheit gevur hugasamband til fittar, gamlar teknirøðir (t.d.Tin Tin) og sum ber brá av, at Villy er ævintýrari. Villy ógvast um ræðuligu gølurnar í Ekstrablaðnum, men lesur um tær við loyndarfullum njótilsi og so dámar honum tað hátíðarliga eisini, Villy er royalur, men Villy er so sanniliga eisini sjálvhátíðarligur, dupultmoralskur, materialistiskur, og sum heild er hann eins og allir aðrir miðalhampamenn og -konur sera væl nøgdur við tilveruna og seg sjálvan. Tó at lýsingin av miðalhampamanninum ikki er heilt ókerlig, fáa vit eina kenslu av, at hava fingið innlit í ta tvitnu, sníkjandi fascismuna, sum býr undir miðalhampiligheitini, tá hon í síni óhugnaligu einfalding av normalitetinum vil seta seg til dóms yvir liviháttinum hjá øðrum. Hendan fascisman, sum býr í bindiklubbateski og tutli og í smáum viðmerkingum um óruddiliga túnið hjá grannanum ella ein starvsfelaga, sum drekkur nakað ríkiligt og sum lúrir undir flestum setningum og tonkum, sum byrja: "Nú skal eg ikki gera meg betri enn onnur, men...". Henda, okkara gerandisfascisma, sum at síggja til, tykist lutfalsliga ósek og vandaleys, men sum er gott gróðrarlendi undir eitt nú homofobiskari, paranoidari og mannahatskari fremmandaangist, sum aftur er grundarlagið undir statsskipaðari týning ella kríggi.”


16. september byrjaði Framrás, ein fimm daga long stevna fyri klassiskan tónleik við m.ø. Føroya Symfoniorkestri, tónleikabólkinum Aldubáruni, kórinum Tarira, úrvalsnæmingum á Musikkskúla Miðnámi og úrmælingabólkinum Norrbotten NEO úr Svøríki.
http://listinblog.blogspot.com/2010/09/tiindaskriv-frameftir-rasini-eitt.html



7. september var aftur fernisering á Listasavni Føroya. Hesa ferð var tað framsýningin “Á aðrar leiðir” við áhugaverda listamanninum Arnoldi Vegghamar. Kinna Poulsen skrivaði m.a. hetta um framsýningina: ""Summi siga, at mínar myndir vóru betri fyrr… Kanska hevur mann verið í hæddini og er á veg niðuraftur nú" helt sjálvatfinningarsami listamaðurin, Arnold Vegghamar (f.1937) stillisliga fyri sunnukvøldið í sjónvarpssendingini Frætt & Fregnað. Listamaðurin av Viðareiði er á breddanum í løtuni við framsýningini "Á aðrar leiðir", sum er at síggja í Listasavninum hetta til 24.oktober. Framsýningin er góð og kann tað viðmælast øllum at fara niðan at hyggja. Spurningurin er bara um framsýningin er so mikið góð, sum hon eigur at vera, tá hon umboðar eitt av okkara mest originalu og serstøku samtíðarlistafólkum..... Orsøkin til, at summi halda, at myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar vóru betri fyrr í tíðini, hongur saman við hesi serligu fatan listamansins, ið er langt framman fyri vanliga fatan. Listamarknaðurin er soleiðis háttaður, at tað ofta tekur longri tíð hjá teimum, ið veruliga bróta burtur úr nýggjum, at vinna frama millum fólk. Tá so eitt tílíkt listafólk endiliga hevur vunnið sær vegin fram til almenna viðurkenning, hendir tað løgna, at krøv og vónir verða sett til hansara nýggju verk, at tey helst skulu líkjast verkunum, sum hann gjørdi fyri tjúgu árum síðani. Gomlu myndirnar hjá Vegghamar eru framúr góðar, gamaní og litavalið er serstakt, tó at tær myndevnisliga og í málihátti eru meira vanligar og kundu minnt eitt sindur um William, Mikines, Tommy osfr. Sum heild eru tær nýggjaru myndirnar nógv meira originalar, t.d. tær merkiligu ovursjónirnar av grøngula og ljósareyða fjallinum við loyndarfullum ljósabláum ella hvítum steinum. Hesar myndirnar eru løgnar, so ovurhonds einfaldar tær eru uttan serligar detaljur ella ta stóru rúmkonstruktiónina, men tað er júst í tí einfalda, at hesin listamaðurin sigrar totalt. Eg havi varhugan av, at Arnold Vegghamar júst í hesum árum er í ferð við at mála sínar bestu og týdningarmestu myndir og eg gleði meg at síggja tey framtíðar meistaraverk, ið verða skapað í hansara hugaheimi beint nú.””


25. september læt Heystframsýningin upp fyri 6 ferð. Í ummæli av framsýningini skrivaði Kinna Poulsen m.a. ”Aftur í ár er Heystframsýningin fjølbroytt og upp á seg so nógv tann dygdarbesta av føroysku felagsframsýningunum, ið umboðar tey bestu av okkara yrkislistafólkum. Onkrastaðni hómast eitt sindur av listarligari metalmøði í framsýningini, ið hevur tað við at líkjast sær sjálvari ov nógv. Hvussu væl teir enn eru greiddir úr hondum, geva gipsfigararnir hjá Andreasi Andreasen, ið eru plaseraðir kring framsýningarhølini, varhugan av eini farnari tíð og tá tú so sært fína málningin hjá Olivuri Við Neyst við sluppini Ester sum myndevni hanga við inngongdina, ja so fert tú at ivast í um tú ert á rætta staði, ella um tú av misgávum hevur vilst teg inn í eina afturlítandi framsýning. Tróndur Patursson hevur átta myndir við, sum eru væl hóskandi á eini samtíðarlistaframsýning, men sum tíverri síggjast heldur illa har tær hanga, orsakað av speglingum í rammuglasinum. Talan er um abstraktar náttúrulýsingar, sum eru málaðar á pappír, hvørs lýsandi styrki tíverri ikki røkkur út um rammuglasið. Bárður Jákupsson hevur júst havt eina velduga framsýning niðri og hevur bert tvey verk við á Heystframsýningini, men tað eina er eitt størri verk við heitinum "Fuglakvæði", ið er sett saman av níggju løriftum. Við hesum merkiliga og ovurhonds symmetriskt skipaða verki flytir Bárður seg onkursvegna frá teirri leið, sum vit eru von at sambinda við hansara list og sum tykist meira sansað, spontant rútmisk og ekspressivt vill enn henda nýggja, meira stýrda og hugsaða leiðin í "Fuglakvæðnum" við eini fuglatekning niðast í høgra horni í miðrøðini. Bárður Jákupsson hevur rós uppiborið fyri at hann á henda hátt roynir nakað nýtt, men tá tað er sagt, sýnist hetta verkið eitt sindur veikt og stirvið í mun til hansara støði annars Zacharias Heinesen hevur ikki roynt nakað nýtt, men hevur fimm frálíkar myndir við á framsýningini, ið allar eru klassisk og original dømi uppá hvat tað er sum Zacharias dugir fram um allar epigonarnar. Kompositiónin í bláum og gulum er serliga vøkur og vísur hvussu væl Zacharias dugir tað einfalda. Tað kundi verið stuttligt, nú listamaðurin fleiri ferðir hevur prógvað sítt virði, um hann fór at spæla sær eitt sindur, og helt vegin fram við at einfalda yvir í tað abstrakta, sum liggur onkrastaðni beint uttan fyri sjónarringin í hansara myndum..”



Eisini í ár skipaði Aldubáran fyri konsert í sambandi við framsýningina: http://listinblog.blogspot.com/2010/09/tiindaskriv-tonleikur.html



25. september fyllti mentanarikonið Ebba Hentze runt: http://listinblog.blogspot.com/2010/09/ebba-hentze-fyllir-runt.html



30. september vórðu M.A. Jacobsen virðislønir handaðar. Tóroddur Poulsen fekkk bókmentavirðislønina fyri bók sína Útsýni. Rógvi Mouritsen fekk bókmentavirðisløn fyri yrkisbókmentir fyri bókaverkið Fiskar undir Føroyum, meðan mentanarvirðislønin fór til Bjarka Geyti fyri Sjósavnið. Jensina Olsen og Janus á Húsagarði fingu barnabókavirðislønirnar. Tó at Carl Jóhan Jensen heldur, at tað ikki er ein heiður at fáa M.A.Jacobsen, men at tað heldur er ein óheiður ikki at fáa hesa virðislønina, ynskja vit øllum virðislønarmóttakarunum hjartaliga tillukku.
http://listinblog.blogspot.com/2010/10/virislnahandan-og-i-steinpenti.html

Tuesday, December 28, 2010

Árið ið fór innan listina 2. partur

9. apríl læt Várframsýningin upp og Kinna Poulsen skrivaði m.a. í sínum ummæli: Á Várframsýningini 2010 heldur ruddiliga og luftiga rákið frá seinastu árunum fram. Bert seytjan verk eru við á framsýningini og hóast summi teirra eru stór í vavi, sker hvíti tómleikin í eygu áskoðarans. Myndirnar hjá Silju Strøm eru góðar, introvertar og hugsunarsamar. Hennara álvarsligu, stóroygdu menniskjadjór tykjast einsamøll og avbyrgd í teirra hvíta kulda. Skitsutekningarnar hjá Bárði Oskarsson eru somuleiðis góðar og hansara verur tykjast einsamallar á sama hátt og tær hjá Silju. Hansara blýantsskitsur eru teknaðar á stórar pappírsrullur, sum liggja forslongdar á einum borðið. Hetta hevur helst við illa gjøgnumførda framsýningarevnið “open source” at gera, men tað er ørkymlandi fyri áskoðaran, sum ikki sær myndirnar ordiliga.... Videoinstallatiónin hjá Inga Joensen er á leið eins áhugaverd og at stinga tunguna út gjøgnum vindeygað. Einfaldar videoinstallatiónir kunnu vera serstakliga góðar, men hetta pappírspettið, sum liggur og skvatlar í einum dunnihyli hevur so lítið uppá seg listarliga sæð, at eg ivist í um eg ikki havi sæð tað áður sum millumsending í sjónvarpinum og sama er galdandi fyri verkið hjá Edvardi Fuglø “Færøknust”, sum heilt einfalt ikki er borið av einum nóg góðum hugskotið, ið er neyðuga grundarlagið undir einum konseptlistaverki. Unn Joensen hevur verið herligur jokari á fleiri framsýningum við verkum, sum í hvussu so er ongantíð hava manglað kant. Hennara nýggja verk “All inclusive” er ein speisk viðmerking til sofalistina, men onkursvegna er tað sum um tú hevur sæð verkið áður, kanska av tí, at tað tykist so heilt ómetaliga sjálvsagt. Ole Wich hevur við eini samanseting millum digital foto og málaðar flatur gjørt eitt verk við heitinum “Panorama”, sum hevði riggað fínt á eini skúlaframsýning og sum møguliga er lærurík, men sum als ikki hóskar í einum tjóðlistasavni. Hetta er sum heild galdandi fyri ársins várframsýning, ið neyvan hevur verið á so lágum støði áður og sum minnir um Ólavsøkuframsýningina fyrr í tíðini, bara uttan tey góðu verkini.



10. maj fall uppskotið um at umskipa Mentanargrunn Landsins til eitt listaráð. Inger Smærup Sørensen tók saman um kjakið: http://listinblog.blogspot.com/2010/10/leita-eftir-list-2.html

Frustratiónirnar yvir hvussu politiska skipanin hevur handfarið list og mentan vóru nógvar í 2010. Sum altíð var lovprísan av listini á skránni frá politiskari síðu, men sera lítið konkret kom frá hondini. Í grundini er ikki stórur munur á politisku flokkunum, tá tað snýr seg um mentanarhugsjónir, men Listin viðgjørdi allíkavæl hesar mentanarhugsjónirnar í smáum analysum: http://listinblog.blogspot.com/search/label/Mentanarhugsj%C3%B3nir%20politisku%20flokanna


21. maj læt upp ein av ársins bestu framsýningum. Framsýningin hjá Onnu Seppälä og Hanna Bjartalíð í Steinprenti var ógvuslig, poetisk, djúp, vill, skroypilig og fantastisk og setti høgan standard fyri eitt í grundini frálíkt framsýningarár.

4. juni læt Summarframsýningin upp í Norðurlandahúsinum, sum var við verkum hjá Rannvá Kunoy, kuraterað av Kinnu Poulsen. Her er eitt stutt brot úr katalogtekstinum hjá Kinnu Poulsen:

“ Bæði í málningum og í steinprentum hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini hevur hon við aga arbeitt við at menna ein sermerktan, minimalan stíl í myndum, sum á onkran hátt minna um myndirnar á gjøgnumbrotsframsýningini í Listasavninum í 1999 samstundis sum hesar nýggju myndirnar peika frameftir bæði í hennara verki og í føroyskari listasøgu. Nýggjaru málningarnir hjá Rannva Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum myndum verk hjá øðrum listafólkum, sum verða kopierað, avskeplað og síðani yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar, sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av myndunum djúpari og fjølbroyttari.

Rannva ger ofta myndarøðir, ið tykjast hóska til hennara listarliga hugsunarhátt við denti á prosessir, ið ikki bert gongur út uppá at skapa ella at mála eina mynd, men sum eisini snýr seg um sjálva mannagongdina; at fjala og taka burtur, yvirlappa, turka og finna fram aftur. Latínska heitið á røðini FRONTAL merkir frammanífrá og gevur fleiri og mótsetningsríkar assosiatiónir til klassiska grikska standmyndalist og til samanstoyt av tí ordiliga harðliga slagnum, sum t.d. at fáa ein frammaná. Tá røðin FRONTAL var liðug í 2009, var hon úrslit av óvanliga nógvum arbeiðstímum á verkstaðnum í eini arbeiðsgongd, sum setti stór krøv bæði til ta kritisku listakvinnuna og til prentararnar, Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, ið vara av Steinprenti í Havn. Í fyrstu syftu taldi røðin fimm stór prent, men við einum appendixi uppá tvær myndir, telur hon í dag sjey stórar, vertikalar myndir og er at meta sum eitt høvuðverk í samlaða verkinum hjá Rannvá Kunoy. Myndirnar eru abstraktar og á sama hátt sum í øðrum myndum hjá Kunoy, er allíkavæl okkurt, sum tú onkursvegna kennist við.”

Danski listaummælarin Lisbeth Bonde gjørdi viðtal við Rannvá Kunoy í sambandi við framsýningina: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/vegna-plasstrot-var-stora-greinin-sum.html  og tað gjørdi Jóhan Martin Christiansen eisini: http://www.kopenhagen.dk/index.php?id=22417

Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði eina yrking til eina av myndunum hjá Rannvá:
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/hit-innanur-ti-sum-er-innani-grau.html

22. juni varð standmyndin “Kvinna vaskar fisk” eftir Gianfranco Nonne avdúkað og í hesum sambandi royndi Inger Smærup Sørensen at vera stuttlig:

”Í sambandi við Heystframsýningina 2007 varð standmyndin "Empress" hjá amerikanska listamanninum Danny Lane framsýnd í Norðurlandahúsinum. Standmyndin er vøkur og Tórshavnar Kommuna gjørdist hugtikin av hennara vakurleika. Kommunan ynskti at eiga standmyndina - prísurin var rímiligur og øll vóru glað. Í øllum førum eina tíð. Tí komandi hálv triðja árið livdi keisarinnustandmyndin eitt heldur myrkt og keðiligt lív í nøkrum kassum á Skipasmiðjuni. Tórshavnar Kommuna var farin at ivast í listarligu dygdini og á vári í 2010 sendu kommunan standmyndina heim aftur til listamannin. Ikki gekk long tíð áðrenn kommunan fann okkurt annað, sum teimum líkaðu betri. Í juni í ár varð standmyndin "Fiskakona" avdúkað við kaffi, køku og hornorkesturspæli - tan snobbuta, stórbæra, forfínaða og sublima keisarinnan mátti lúta fyri jarðbundnu, harðføru og kravlítlu fiskakonuni. Tílíkt hendir bert í ævintýrum og lokalpolitikki.”

26. juni læt framsýning hjá Astri Luihn við heitinum “Tað sum hevur fuglaflog” upp á Listasavni Føroya. Í hesum sambandi skrivaði Kinna Poulsen eitt nógv umtalað ummæli við heitinum “Marengs”, her er eitt brot:
”Um eg skal siga nakað positivt, má tað vera, at framsýningin er ljós og luftig. Hon minnir um eina stóra hvíta marengs, sum at byrja við kann tykjast hugtakandi í øllum sínum luftiga søtleika, men sum eyðsýniliga ikki hevur annað uppá seg enn júst hugin at gera seg upp og síggja lekkur út. Í veruleikanum er hon innantóm og umbroytist til eitt klebrut einki, tá tú trýstir hana móti gómanum í eini roynd at vita hvat hon smakkar av. Málningarnir á framsýningini eru nýggir og flest allir eru rættiliga líkir í litum og myndamáli og í teirra blandi millum abstrakt grønblá landsløg og figurativar svartar fuglar, ið eru ávíkavist málað og innskorin á hvíta bakgrund. Lekri mátin sum litirnir blandast uppá er gjøgnumførdur og minnir eitt sindur um árinið av batikk ella silkimáling, ella um perlumóðir, ið skyggir glitrandi í ymsum litum. Árinið er dekorativt sum í Bo Bedre og eg ivist ikki í, at mongum líkar tað, tí okkum dámar vakrar litir í reinum myndum, ið eisini minna um okkara landslag og tað er eisini í fínasta lagi, so leingi sum tað altso ikki verður presenterað á tjóðarlistasavninum sum okkara besta myndlist. Tá eg sigi hetta, eri eg sjálvandi fullgreið yvir, at myndlist er subjektiv, eins og modernismunnar æviga krav um kollveltandi listaverk hevur við sær, at tað als ikki er lætt at meta um góðskuna á einum listaverki, heldur ikki hjá fakfólki, tó at fakkunnleiki sjálvandi gevur bestu møguleikar fyri, at støðið er í lagi. Myndlist er jú eitt øki, sum sera nógv fólk hava áhuga fyri, meðan ógvuliga fá hava fakligan kunnleika og skil fyri tí og er hetta óivað ein orsøk til, at verandi óskilið er sloppið at halda áfram í so mong ár, tí lítil ivi kann vera um, at vantandi virðingin, sum í løtuni verður sýnd okkara bestu listafólkum, fer at koma okkum aftur um brekku.”


30. juni varð sáttmálin um prýðingina av skúlanum á hamrinum á Argjum skrivaður millum Tórshavn Kommune og Astri Luihn, hvørs verk varð valt framum mong onnur uppskot.Í hesum sambandi skrivaði Kinna Poulsen m.a: http://listinblog.blogspot.com/2010/09/standmyndir-14-uppskot-innkomin.html

Tað endaði við einum kjaki millum borgarstjóran Heðin Mortensen og Kinnu Poulsen: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/aftursvar-til-hein-mortensen.html

– vit vita enn ikki nógv um vinnarauppskotið, men her eru nakrar myndir frá einum av hinum listafólkunum, Brandur Patursson, ið eisini hevði sent inn uppskot: http://listinblog.blogspot.com/2010/07/uppskoti-hja-brandi-patursson-til.html

Monday, December 27, 2010

Árið ið fór innan listina 1. partur

2010 var í grundini eitt mentanarliga sæð rættiliga afturlítandi ár. Ein stórur partur av bókunum, sum komu út, snúðu seg um fólk fyrr í tíðini, eins og mentanarpolitikkurin tóktist at kalla fornur. Glaðbeintar fylgja vit rákinum og skoða aftur á árið og fara í fýra greinum at minnast tær størstu hendingarnar í 2010 og fegnast yvir bestu listaupplivingarnar

Allarfyrst vilja vit ynskja øllum eitt gott nýggjár. Harumframt vilja vit takka øllum okkara lesarum og teimum mongu, sum hava latið okkum myndir og tekstir til listabloggin og tíðarritið Listin i 2010.


8. januar: 6. árið á rað, var Ólavur Jakobsen vertur á árligu Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Á skránni var tónleikur m.a. Rossini, Verdi, Bellini, Berlioz, John Williams, J. Strauss, umframt nýskrivaðan tónleik eftir Bjarna Restorff og Sunleif Rasmussen. Solistur á konsertini, var russiska songkvinnani Maria Lyudko. Hon framførdi m.a. Casta Diva og I Could Have Danced All Night, umframt aðrar perlur úr opera og operuttuheiminum.


15. januar fekk Kári P Mentanarvirðisløn Landsins og Laura Joensen fekk Heiðursløn Landsins. Hetta var gleðiligt, men seinni vísti tað seg, at hesar umráðandi mentanarheiðurslønirnar skuldu sparast burtur. Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í LISA mótmælti og heiðurslønirnar vórðu bjargaðar. Her er eitt link til opna brævið hjá Oddfríði: http://listinblog.blogspot.com/2010/09/formaur-i-lisa-motmlir-skerjingum.html

30. januar høvdu Tóroddur Poulsen og Kim Kristensen saman við royndum tónleikarum eina áhugaverda jazz ´n´poetry framførslu í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Finnur Hansen tók framførsluna upp, ið seinni í ár varð givin út á fløgu: http://listinblog.blogspot.com/2010/08/fralikt-utsyni-til-oyruni.html

Tóroddur Poulsen gav harumframt út yrkingarsavnið Eygnaholur og um hesa bók skrivaði Kinna Poulsen m.a. "Tóroddur Poulsen hevur latið nýtt yrkingasavn úr hondum á donskum og føroyskum. Savnið eitur Eygnaholur Øjenhuler og kemur út á danska forlagnum Edition After Hand, sum áður hevur givið nøkur søvn hjá Tóroddi Poulsen út. Eygnaholur er ein lítil bíligbók, 71 síður til støddar, sum ikki er eins vøkur og bøkurnar hjá Tóroddi plaga at vera, tá hann sjálvur prýðir tær eins og hann hevur prýtt nýggja savnið Rend, sum kemur í nærmastu framtíð. Lesarin kennir seg beinanvegin heima í Eygnaholum í hesum serliga universi, sum er Tóroddur Poulsen og sum vit minnast aftur frá t.d. Útsýni. Skundmikli lesarin kann kanska hugsa, at yrkjarin í støðum er farin at líkjast sær sjálvum nakað nógv í sínum rutineraðu, endaleysu negatiónum, abstraktiónum og tautologium. Men hesar yrkingarnar skulu ikki lesast skjótt, tí tær eru skrivaðar spakuliga. Tá tú nú meira hóliga lesur lítla savnið umaftur, fært tú eyga á allar tær góðu yrkingarnar, ið koma sum perlur á snóri heilt frá byrjanini við fínu byrjanaryrkingini, sum er snarað kring orðatakið um at fara yvir um ánna eftir vatni.

Tað er málið, yrkingarnar ella listin, sum egið ættar seg eftir og sum fungerar sum fatanarkarmur og sum sjálv meiningin við stokkutu tilveruni, har deyðin lúrir aftan fyri hvørt horn. Fleiri staðni verða eydnuríkar, lívsjáttandi løtur beinleiðis knýttar at deyðanum á sama hátt sum vit síggja í báðum teimum siteraðu yrkingunum omanfyri, men eisini í einføldu, men eydnuríku upplivingini at eta eitt súrepli:

eti tað
rotna súreplið
hugsi um
hvussu eg sjálvur
fari at smakka
niðri í moldini
og eg veit væl
at eg ikki eri ein frukt
men tað hugsa
maðkarnir ikki um
heldur ikki um eg
liggi og leingist
eftir bara einum
súrepli aftrat.

Í januar er tað, at veitingarnar til listina verða býttar. Í ár fekk tónaskaldið Tróndur Bogason Hansen ta eftirynsktu stóru starvslønina uppá trý ár. Vit høvdu á listablogginum eina samrøðu við tónaskaldið, ið varð gjørd áðrenn hann fekk starvslønina http://listinblog.blogspot.com/2010/07/listafolkavital-trondur-bogason.html

14. februar 2010 var stovnandi aðalfundur í grafikkfelagnum Steinbrá. Fundurin varð hildin í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn. Steinbrá er sjálvstøðugt áhugafelag, men endamálið er at stuðla virkseminum í Steinprenti, har spennandi framsýningar standa fyri durum. Einstaklingar, virki og fyritøkur kunnu tekna limaskap í Steinbrá. Árliga limagjaldi varð sett til 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Fyri limagjaldið fáast nógv grafisk prent, sum eru gjørd í Steinprenti og innbjóðingar til framsýningar, fyrilestrar og onnur tiltøk.

Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá var trímannanevnd vald, sum eftir fundin skipaði seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari. Grannskoðarar eru Heri Mørkøre og Kjartan Kristiansen. Til ber at tekna seg her: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.fo

Sum eyka ágóða hevur Steinbrá undir fyriskipan Birgirs eisini eitt lítið filmsfelag, ið sýnir listafílmar:
http://listinblog.blogspot.com/2010/11/svartur-sannleiki.html


21. februar fyllti Listasavn Føroya 40 ár og var hetta sjálvsagt ein gleðilig hending, ið varð fagnað við mongum røðum. Tann stuttligasta var tann hjá mentamálaráðharranum og í grundini má hetta sigast at vera stuttligasta røðan í 2010. Helena Dam á Neystabø segði millum annað “ Eg datt nú ein dagin fram á eina skjótt 5 ára gamla oddagrein í MFS-blaðnum, har greitt verður frá almennum fundi í Norðurlandahúsinum við heitinum “Hvat er list”. Greinskrivarin heftir seg serliga við, at ein av okkara stóru mentamonnum, Eyðun Johannesen legði fyri við at staðfesta, at fyri honum vóru tvinnir hættir at tosa út frá heitinum, “hvat er list”: 1. Fyrsti var at tosa um, hvønn leiklut og týdning, listin hevði í samfelagnum, 2. og hin seinni var at seta seg sum dómara yvir fyri hvørjum einstakum listarverki, um tað var nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt “listarverk”. Eyðun segði seg sjálvan halda tann fyrra spurningin vera nógv meira áhugaverdan enn tann seinna. Og greinskrivarin heldur fram: ”Listarfólk, sum klandrast um, hvat ið er nóg gott til at vera kallað “list”, er ikki nakað nýtt í Føroyum, tvørturímóti er hetta heldur ein “never ending story”, sum í roynd og veru ikki er serliga áhugaverd. Nógv áhugaverdari hevði verið at hugsað meiri frameftir, um hvussu vit kundu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.”” Nú ljóðar hetta kanska ikki so stuttligt, men stuttligt er, tí tann Eyðun, sum landstýriskvinnan siterar er í veruleikanum ikki ein av okkara stóru mentamonnum, Eyðun Johannesen, men harafturímóti fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen, ið illneitaðist fyri fimm árum síðani inn á tað, hann nevndi teir sonevndu listaserfrøðingarnar. Í grundini vóru hansara staðfestingar soleiðis sum tær vóru førdar fram á almennum fundi í Norðurlandahúsinum á so ljótum og ógvisligum støði, at tær í sær sjálvum leiddu tað tá nýggja listastríðið inn á eina harðari og erindaleysari leið. Tá vit so fimm ár seinni hoyra mentamálaráðharran halda røðu um frið í Listaskálanum og taka dømi í júst úttalilsum frá hesi somu røðuni hjá Eyðuni Andreassen, ja so kunnu vit ikki annað enn flenna, tí nú er nokk grátið. Men eitt er vist og tað er, at tað ikki hjálpir at dúva uppá rindalistiska hugburðin, sum hevur verið ein av orsøkunum til ófriðin.

23. februar staðfesti formaðurin fyri stýrið í Listasavni Føroya, at Bládýpið, sum er kend millum manna sum Bingjan hjá Tróndi Patursson skuldi verða verandi á savninum. Seinni broytti eisini leiðarin, Helgi Fossádal meining, ein sáttmáli varð undirskrivaður og hervið endaði eitt longri kjak.
http://listinblog.blogspot.com/2009/07/tomir-kassar-troka-listina-ut-ur.html

Her eru myndir frá teirri umfatandi renoveringini av bingjuni
http://listinblog.blogspot.com/2010/07/bladypi-umbroytist.html


Á Grækarismessu 12. marts læt framsýningin Svart og Reytt upp i Steinprenti. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina og skrivaði m.a: Á Grækarismessu í ár verða framsýningarhølini hjá Steinprenti á Skálatrøð skrýdd í júst somu litum sum fuglurin, ið fær serligan ans henda dag. Men tjaldurslitirnir við reyðari og svartari tekning á hvítari grund tóktust eisini sum upplagt litaval, nú Grafiski Verkstaður Føroya fór í gongd við at skipa fyri eini lit-tematiskari framsýning. Orsøkin til hetta er meira listarlig og grafiskt grundað, enn hon er tjaldurslig.

Tó at litirnir eru avmarkaðir, er fjølbroytni serstakliga stórt á framsýningini, ið inniheldur verk hjá ellivu sera ymiskum listafólkum, sum øll vísa okkum teirra boð uppá grafiska sannleikan; svart og reytt uppá hvítt, ella øvugt eins og í spildurnýggja kolasvarta prentinum hjá Tóroddi Poulsen (1957) við áhugaverdu yvirlýsingini "VEGNA PLÁSSTROT Í HELVITI ER NÚ LOYVT AT ROYKJA DREKKA BANNA HORAST Á/Í HIMNI".

MAÐUR OG MÁLNINGUR

Eg helt meg bera kenslu á hann tá ið hann fór framvið omaneftir, hann gekk
skundisliga. Eg fór aftan á honum, royndi at halda meg tætt uppat
honum. Hann bar eina mappu í vinstru hond og hevði ein
málning undir høgra armi.

Nólsoyggin sást omanvert albogan, og í handarkrikanum umskaraðust litirnir
og stóðu sum gjóstur uttan um hann. Hann trýsti tummilin fast inn
at molanum, sum vildi hann vissa seg um, at hann ongan veg fór,
skuldi hann brostið á av landsynningi.

Hetta var ein mikudag.

Hann gekk skundisliga og eg royndi at ganga eins skjótt og ikki dragna
afturúr. Fólk heilsaði upp á mannin, og eftirsum eg gekk beint aftanfyri,
so heilsaðu tey eisini upp á meg. Hetta dámdi mær, at fólk sum eg
ikki kendi heilsaðu upp á meg.

Og tí gekk eg aftan á manninum longri enn eg hevði ætlað.
Umsíðir vóru vit komnir heilt út á Tinganes. Haðani sá eg inn í býarmunnan,
eg sá skuggar hvørva og eg sá Skinnarssker sum spakuliga búnaðist
til eina yrking í huga mínum.

Tá brádliga sá eg ein óvita fara inneftir guvandi eina sigarett.
Eg fór aftan á honum inn eftir Mullers Brúgv og niðan í býin.
Fleiri sum vit møttu snerktu við og róptu ókvæmisorð eftir hesum
óvitanum tá ið hann kom framvið.

Eg slakkaði av og læt hann fara víðari; tá vendi hann sær við
fleiri ferðir og hugdi bilsin at mær.

Seinni vaks myndin av honum upp um herðarnar, og Nólsoyggin lá
sum ein koppað des uttan fyri vit og skil. Seinast eg sá hann gekk hann
úti á Reyni við flagtaktum minnum í eygunum og málaði litirnar
í hvørjum einasta vindeyga livdu allar tungur.

Alexandur Kristiansen

Sunday, December 26, 2010

Tankar úr Ælaboganum


Steffan Danielsen og aðrir...


Hugleiðing eftir Thomas Michael Smith


Tá ið bókin um Steffan Danielsen varð løgd fram og presenterað á Seglloftinum á Tvøroyri leygarkvøldið 6.novembur 2010, komu nógvir tankar og minnir fram fyri meg um Steffan Danielsen og fleiri av okkara listafólkum.

Meðan eg var leiðari í málingafakhandlinum "Ælabogin" hevði eg nokk so nógv við Steffan Danielsen at gera. Eg var har frá 1962-68 og í teirri tíðini var Steffan fastur kundi. Hann keypti mest lørift og blendrammur, men eisini tubufarvur og tað, sum har hoyrdi til.

Eg hevði lagt meg eftir, at hava eitt so stórt og gott úrval av kunstnarafarvum, fyrst og fremst tær ektaðu, dýru kunstnarafarvurnar, og sjálvandi eisini tær nógv bíligari studiufarvurnar, sum gjørligt. Fyrst - eina stutta tíð - vísti tað seg, at saman við tubufarvum, linolju, siccativi, mineralskum og vegetabilskum terpentini, var tað heilt sjálvfylgiligt, at eg mátti hava eitt fullfíggjað úrval av lørifti og blendrammum.

Steffan var ein serligur kundi, má eg siga. Hann kom rættiliga ofta inn í handilin, og keypti blendrammur og lørift, og sum oftast skuldi eg spenna løriftið uppá blendrammurnar. Tað gjørdi eg so, og at tað mangan var eitt heldur keðiligt og órógvandi arbeiði við síðuna av øllum tí arbeiðnum, sum annars er í einum málingahandli, væl at merkja uttan samsýning. Og tó - tá eg nú hugsi aftur um ta tíðina eg var í Ælaboganum, so er nógv - heilt nógv - at minnast og gleðast um at hava upplivað.

Eg gloymi ongantíð, tá ið Steffan ein dagin í nógvum skundi kom inn. Í hondini hevði hann eina rullu av lørifti. Hon var 45 cm breið, sá eg, men sá heldur tjykkri út, enn tá ið hann var og keypti hana. Hann segði: "Spenn hetta uppá blendrammur". "Ja", segði eg, "tað er gaman í", og tók rulluna frá honum, og fór at rulla hana upp. Har kom mynd eftir mynd undna, og á teirri triðju ella fjórðu - tað minnist eg ikki heilt - men líka mikið, tá hekk fastur ein stórur, rundur klattur á ranguni á løriftinum, sum var farin av myndini frammanfyri líka inn á bert lørift.

Eg segði við hann: "Hvat er at gera við hetta"?. "Tað veit eg ikki, koyr okkurt í hatta sjálvur, hatta er hvítt, men tað skal vera liðugt í morgin, tí tá skal Eirikstoft hava ta niðan á verkstaðið at ramma inn". So fór hann út ígjøgnum hurðina. Rullan var tíggju metrar long, og har vóru einar ellivu myndir á. Tað var mangan strævið, men hann var ein góður kundi. Tað skal eisini sigast, at hann brúkti heilt nógv av "Danox" oljumáling í 1 kilo blikkum, sum meira var ætlað til bygningsmáling, heldur enn zinkhvítt ella titanhvítt í tubum. Tær vóru jú eisini fleiri ferðir dýrari.


Annars, sjálvt um tað mangan var alt ov strævið í Ælaboganum, so má eg siga, tá ið eg siti og minnist, at eg hevði tað gleði, at flestu av størstu listarfólkunum vóru kundar hjá mær. Tað vóru, sum longu frásagt, Steffan Danielsen, Ingálvur av Reyni, Hans Hansen og Mikines, fyri at nevna nakrar. Hevði eg verið eitt sindur av einum samlara, so kundi mann iðra seg eitt sindur um, eitt nú tær mongu ferðirnar, tá ið William Heinesen var inni og keypti kunstnarafarvur, og altíð betalti við kekki. Hann skrivaði altíð upphæddina við vakrari hondskrift, og skrivaði fult navn undir. Kanska skuldi mann havt býtt ein sovorðnan kekk um við reiðan pening í peningakassanum og havt hann hangandi í glasi og rammu, men tað var, og er jú ikki loyvt. Tróndur Patursson var eisini onkuntíð inni á gólvinum, men hann leitaði mest í temperafarvunum sum eisini vóru at fáa.

Eitt sum eg ongantíð gloymi, var ein dagin tá ið Heðin Brú kom inn at keypa okkurt. Eg innan fyri diskin sjálvandi, og hann uttanfyri. Tá ið hann var komin soleiðis nøkulunda í helvt við tíð, hann spurndi um, ringdi telefonin, sum stóð á diskinum. Eg tók telefonina og segði halló. Tá segði Heðin Brú, "Eg kom framat áðrenn handan telefonin ringdi...". Ongantíð havi eg gloymt tað, og tað er jú púra rætt, sum Heðin Brú segði tá, og tað skuldi sjálvandi verið galdandi enn, hóast tað er rættilig ilt at gera so nógv við, meðan telefonin enn er í brúki, men tað verður nú helst ikki so leingi aftrat.

Hetta eru nakrir tankar, sum eg havi skrivað nú, síðan eg var á Seglloftinum suðuri á Tvøroyri, har John Dalsgarð legði fram bøkur frá forlagnum í Støplum. Har var upplestur úr fleiri verkum, og góður, stillur tónleikur. Fyri meg persónliga var tað serliga tað at William bróðir las upp úr bókini "Gagnligt lív". Tað var eitt sera væleydnað kvøld, men tað kundi verið væl betur uppmøting av fólki á Tvøroyri, men tað tíma tey ikki serliga væl, hóast rammurnar kunnu ikki vera betur í tí fantastiska umhvørvinum, sum Anna Kirstin Thomsen hevur fingið í lagi við nógvum knossi, og góðari hjálp frá góðum næstringum og vinum. Tað er ikki ov nógv sagt, tá ið eg haldi, at tað er besta og hugnaligasta staðið í landinum til øll hugsanid tiltøk av mentunarligum slag, ella bara til eitt rimmar ball.