Sunday, July 25, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Tjóðveldi


Í gjøgnumgongdini av mentanarhugsjónum politisku flokkana eru vit nú komin til Tjóðveldi, sum er flokkurin við tí mest kompleksu mentanarhugsjónini við tað, at hon bæði er refleksiv, eliter og populistisk.

Hon er refleksiv, tí hon partvíst gongur út uppá at knýta mentan og samleika saman. Hesir lutir spegla hvønnannan og tað skilst, at vit gjøgnum list kunnu skapa samleika og gjøgnum samleika kunnu skapa list. Listahugsjónin er eisini eliter orsakað av teirri lutfalsligu høgu raðfesting, sum hetta økið hevur fyri
flokkin og orsakað av teimum háfloygdu og sveimandi tankunum um hvønn týdning list og mentan hava fyri okkum sum menniskju. Eisini er mentanarhugsjónin populistisk. Í flokksskránni er ein viðurkenning av øllum, sum kann kallast mentan, herímillum ítrótti, og tað verður ikki lagt upp til, at fleiri støði eru innan mentanarlig úttrykk og at skilt verður ímillum hesi úttrykk.

Hesar tríggjar mentanarhugsjónirnar, sum hjá Tjóðveldi verða savnaðar av tjóðskaparliga stevnumiðinum hava eyðsæddar veikleikar. Men hugskotið við at blanda ymsar mentanarhugsjónir er ikki vánaligt. Tað finst nevniliga ikki nøkur mentanarhugsjón, sum kann standa einsamøll í veruleikanum og tí er best at mynda eina mentanarhugsjón burtur úr fleiri ymiskum. Pluralistiska mentanarhugsjónin, sum Tjóðveldi umboðar er sostatt stak góð, hóast hon bæði í staklutum og samanseting eigur at verða viðgjørd og fínpussað, áðrenn vit heilt kunnu kalla hana fyrimyndarliga.

Tað er sjálvandi ikki fyrimyndarligt, at Tjóðveldi, sum á ein hátt førir fram eina meira fjølbroytta mentanarhugsjón enn hinir flokkarnir, ikki tykiskt skilja ímillum tær ymsu tilgongdirnar til mentanarøkið. Tað merkir, at tað er ógvuliga torført at umskapa pluralistisku mentanarhugsjónina til konkretan mentanarpolitikk.

http://tjodveldi.fo/politikkur/okkara_samleiki.aspx

(IS)