Tuesday, July 20, 2010

Listafólkatema: Arnold Vegghamar (2)


Listin er í Suðuroy og hevur m.a. vitjað framsýningina hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Oyggin. Í hesum sambandi hava vit hesa vikuna eitt listafólkatema um serstaka listamannin á Viðareiði, Arnold Vegghamar. Meðan vit gleða okkum til eina feska myndafrásøgn frá framsýning Vegghamars í Suðuroy, kemur fyri fyrst áhugaverd grein um listamanninun úr bókini Livandi List:

Tú fært eina sterka uppliving, tá tú stendur framman fyri eini mynd hjá Arnoldi Vegghamar (1937). Í fyrsta umfari kemur henda sinnisliga ávirkanin av teimum stuttu, skjótu penslastrokunum og sterku litunum, tí myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar hava eitt sera sterkt úttrykk og nógva orku. Listamaðurin gevur ta ógvusligu ávirkan, ið náttúran hevur á hann, víðari á ein so beinleiðis hátt, at vit kenna tað ógvusliga á egnum kroppi.

Fleiri orsøkir eru til, at tað er ein so ógvuslig uppliving at standa framman fyri eini mynd hjá Arnoldi Vegghamar. Tí har er okkurt, ið tykist hótta friðsæluna í hansara føroysku landsløgum. Vit kenna hesi landsløg so væl, og á ein hátt líkjast tey eisini sær sjálvum, men kortini eru tey broytt. Tað tykist sum um tann umfatandi vanlukkan er hend, bumban er brostin ella eldgosið er farið at goysa. Á ein hátt hevur landslagið mist sítt sakloysi. Upplivingin, at okkurt er sum tað plagar at vera, men so kortini ikki er so, er ógvuslig í sjálvum sær, men verkini hjá Arnoldi Vegghamar gera okkurt við áskoðarar sínar, ið er – um gjørligt – enn ógvusligari. Tí verkini hjá Arnoldi Vegghamar eru ein avbjóðing til okkara álit á, at vit kunnu líta á okkara egnu sansir.

Í verkunum hjá Arnoldi Vegghamar tykist heimurin vera broyttur. Hann er ikki abstraktur ella upploystur, men á ein ella annan hátt er hann broyttur. Eg siti við tí kensluni, at tann heimurin, ið Arnold Vegghamar vísir, er heimurin sum hann veruliga sær út, um vit bara kundu sæð hann greiðari. Tað er eins og tú hevur mist litsjónina og knappliga hevur fingið hana aftur, tá tú verður sett andlit til andlits við eitt av hansara verkum. Sum um alt tað, tú hevur sæð í lívinum, bara hevur verið ein lygn, eins og eyguni hava vart teg móti sannleikanum til ta løtu, tú stendur framman fyri einum verki hjá Arnoldi Vegghamar. Tú hevur sæð heimin fyrr, tú kennir hann, men hann er kortini fremmandur, tí tú hevur ikki torað at hugt at honum sum hann er fyrr enn nú, og tað kann vera ræðandi. Tí tann heimur, ið vit nú síggja, er ófriðarligur og villandi. Upplivingin er ikki bara ræðandi, tí tað er eisini ein vakur heimur, ið Arnold Vegghamar gevur okkum. Ein heimur við litum, sum eru sterkari, enn vit høvdu hildið verið gjørligt.

Arnold Vegghamar roynir ikki einans okkara álit á okkara egnu evni at síggja, men eisini okkara oyru tykjast at hoyra ljóð, tey ongantíð hava hoyrt fyrr. Tí har er eins og eitt snjalt ljóð í myndunum hjá Arnoldi Vegghamar. Kanska er tað eitt ljóð, ið altíð er har, men sum vit bara hava lært ikki at hoyra. Kanska er tað ljóðið av heiminum, eftir at stóra vanlukkan er hend, og ongi kend, trygg gerandisljóð eru eftir. Ella kanska er tað bara ljóðið av teimum skjótu penslastrokunum og teimum skríggjandi sterku litunum.

Eg veit ikki, men eg upplivi, at ljóð er fysiskt við í listini hjá Arnoldi Vegghamar. Í øllum førum er okkurt í myndum hansara, sum illa ber til at greiða frá, okkurt, sum fær gólvið at liva undir okkum. Og er tað ikki tað, ið listin skal? At fáa gólvið at liva undir okkum. Í hvussu so er hava nógv samtíðarlig listafólk roynt tað og hava hátalarar til at senda undarlig ljóð ella hava ymisk vibrerandi eltól til at skapa rørslu.

Men Arnold Vegghamar ger tað á ein meira torgreiddan hátt. Hann fær gólvið til at liva undir okkum, hóast hann hvørki nýtir fjaldar hátalarar ella annað nútímans hugflog. Hann ger tað einans við megini frá myndini sjálvari.
(IS)