Á heimasíðuni hjá MESS sæst í løtuni ein serstakliga áhugaverdur stuttfilmur, ið tekur støði í nýggju myndunum hjá Rannva Kunoy, ið eru á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Filmurin portretterar nógv sera ymisk kend og ókend fólk, sum ein og ein greiða frá teirra upplivingum av eini mynd hjá Rannva Kunoy. Filmurin er soleiðis framleiddur, at áskoðarin ikki sær avvarðandi myndina, men bara fólk, ið hyggja og umrøða myndina. Og tey síggja nógv ymiskt. Ein smádrongur sær eldflugur í myrkri og ein kvinna tosar um mjørka, meðan onkur kennir seg at vera út av fokus. Hetta er ein stuttligur, einfaldur, originalur og hugvekjandi filmur, sum Bárður Eklund hevur framleitt og sum er tann fyrsti av fimm stuttfilmum, sum eru framleiddir í sambandi við framsýningina hjá Ranva Kunoy í samstarvi millum MESS, Klippfisk og Føroya Banka. Síggið filmin á heimasíðuni hjá MESS her: http://www.mess.fo/sv/view/325
(KP)