Ólavsøkuframsýningin 2010
Toybil – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar
Listafelag Føroya
í Listaskálanum, Listasavn Føroya
Aftur í ár hevur stórur áhugi verið fyri at senda inn til Ólavsøkurframsýningina. Nevndin í Listafelagnum hevur tikið móti langt oman fyri hundrað myndum og verkum undir yvirskriftini Toybil – tiðnar – tánar – ornar – bráðnar. Við á framsýningina eru 103 verk eftir 38 listafólk, 16 menn og 22 kvinnur. Fimm sýna á fyrsta sinni fram á Ólavsøkuframsýningini og tað saman við fleiri av fremstu listafólkum okkara. Framsýningin er á henda hátt framhald av gomlum siði, at leik og lærd, ung og tilkomin sýna fram lið um lið.
Verkini umfata olju- og akrylmálningar, tekningar, seymaðar myndir og standmyndir úr glasi og plasti, stáli, steini og pappíri. Á framsýningini eru tríggjar installatiónir – uppstillingar. Fyri fyrstu ferð eru fleiri sjónbandaverk á Ólavsøkuframsýningini. Ofta hevur verið fregnast eftir, nær føroysk listafólk fóru at nýta sjónbandið. Sjónbandaverk hava verið at sæð nú og tá, men nú kunnu vit kanska siga, at listafólkini hava tikið henda formin til sín.
Evnið Toybil hevur verið gott. Øll verkini nema við tað, summi beinleiðis og summi meira óbeinleiðis. Fleiri verk lýsa tilgongdina, tá ið kavi ella ísur tiðnar ella sipa til hesa og aðrar tilgongdir í náttúruni; nógv viðgera avleiddar tilgongdir eitt nú tað spírandi nýggja lívið eftir kulda; hvussu væntandi broytingar í hitalagnum fáa avleiðingar fyri bústaðirnir; uppstillingarnar lýsa gongd frá føstum til flótandi tilfar, hvussu tað flótandi ávirkar tað fasta og brigdi av tí; onkur verk vísa til vísindaligu og listaligu avbjóðingarnar, sum broytingar í náttúruni seta. Hetta eru listaligar viðmerkingar til viðurskifti í samtíð okkara, í náttúruni og í mentanini.
Listafólkini eru:
Amariel Norðoy
Annika Hansen
Arnold Vegghamar
Astrid Mouritsen
Ásla Rannvá Svensson
Bárður Dal Christiansen
Birgit Kirke
Durita Dam
Edward Fuglø
Eigil Lyngsø
Eli Smith
Erla Dal Mørch
Eyðun av Reyni
Harriet Poulsen Vágadal
Harry Knudsen
Hergerð Joensen
Ingi S. Jacobsen
Jákubina H. Hansson
Jákup Lervig
Jóhan Martin Christiansen
Johannes Nilssen
John av Reyni
Jonna Ljósá
Josias Matras
Jón Sonni Jensen
Jóna Birgit Nattestad Olsen
Jóna Rasmussen
Jóna Kristin Thomsen
Jórunn Dánialsdóttir
Lorine Pimenta Martins
Marianna Bjørgheim
Marianna Mørkøre
Marie Ravn Sørensen
Marjun Jóannesardóttir
Ole Wich
Ragnhild Dam
Rosa Birgitha Dal Christiansen
Torfinn Jacobsen
Tað er Listafelag Føroya, sum skipar fyri framsýningini, og framsýningin er í tí partinum av Listasavninum, sum var Listaskálin. Listafelagið bygdi Listaskálan, sum var fyrsta hús, ið var bygt til listaframsýningar burturav. Hann var tikin í nýtslu í februar 1970.
Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14. Ólavsøkudagarnar báðar letur framsýningin aftur kl. 20. Eftir ólavsøku er framsýningin opin til sunnudagin 8. august: mánadag-fríggjadag kl. 10-17, leygar- og sunnudag kl. 14-17. Atgongumerkini kosta 50 kr., børn koma inn ókeypis. Atgongumerkið er eisini lutaseðil, vinningurin er eitt listaverk fyri 5.000 kr og verður drigin tann 8. august kl. 17.
Listafelagið
www.listafelag.fo