Flestu verkini hjá Tróndi eita "Náttúrulýsing".Tey snúgva seg um at einfalda ella umseta náttúruupplivingina, ella ta naturalistisku lýsingina av náttúruni til ekspressiva abstraktión. Og tey snúgva seg um dýpd. Tey eru um óendaliga dýpi náttúrunnar, um stórleikan, megina og intensitetin. Eginleikar ið hugtaka menniskja, men sum eisini órógva, tí teir eru óskiljandi. Tróndur Patursson ber okkum tað óskiljandi, ella sum hann sigur," ger tað ósjónliga sjónligt".
Á sama hátt, sum náttúran onki mark hevur, og hvørki hevur byrjan ella enda, hava listaverkini hjá Tróndi Patursson eina óavmarkaða vídd. Himmalin og havsins dýpi eru í verkum hansara, ikki sum naturalistiskar endurgevingar, men sum úrdráttur, kenslur ella varhugi av onkrum. Verkini eru sjálvandi ikki náttúra, tey eru list. Men tey eru inspirerað av náttúruupplivingum, og tey luta tað sublima og stórfingna við náttúruni. Tróndur Patursson grundar verk síni á lívslongu kanning síni av náttúruni, og tí er list hansara andliga skyld náttúruni, ella sálarliga bundin at henni. Alt tað hann hevur upplivað í náttúruni er við í hvørjum einasta verki, um tað so er ein lítil tekning, ein stórur málningur ella ein av hansara totalinstallatiónum úr glasi. Hvørjaferð finna vit alt lívsins landslag.
Ultramarinblái liturin lýsir myndina upp innanífrá, og svørtu teknini á yvirflatanum flyta seg á myndini og út ímóti okkum. Við ørandi megi, verða vit beind úr myrkrinum út í ljósið, móti óendaligum dýpi og móti tí ófatiliga. Inniligi nærleiki listaverksins loysir tankan og letur kroppin gloyma seg burtur, og vit skilja av okkum sjálvum, hvat listin vil okkum, hvussu týdningarmikil hon er, og hvussu nógv hon kann í hondunum hjá einum stórum listamanni, sum Tróndi Patursson.
(IS)