Showing posts with label Fernisering. Show all posts
Showing posts with label Fernisering. Show all posts

Wednesday, April 23, 2014

Kanska er tað bara spæl



Hanni Bjartalíð í Steinprenti
  
Nú sprettur á fold og spírar og alla staðni spríkir og tysjar gróðurin fram - sóljur opinbera seg gular á grønum og alla staðni har tú hyggur, smoyggja blómur og bløð seg úr greinum á vetrarnaknu trøunum. Eisini í Steinprenti spíra bæði blómur og trø í smáum træobjektum, sum nágreiniliga - at kalla eymliga eru sett saman burtur úr smáum træsprekum. Tað er listamaðurin, Hanni Bjartalíð, sum letur upp framsýning í Steinprenti flaggdagin, 25.apríl klokkan 16-18 og øll eru hjartaliga vælkomin. Eg skrivaði einaferð um Hanna Bjartalíð, at tað ikki er lætt at yvirskoða eitt so villvaksandi verk sum hansara, tí tað hendir so nógv í tí og tað fevnir so víða um tekning, málarí, kollasju, steinprent og træskulptur. Men tá eg nú síggi tey nýggjastu verkini hjá honum, havi eg hug at rætta meg sjálva, tí sjálvt um talan er um eina velduga og støðuga menning, so er ein heilt greiður samanhangur í øllum hansara verki. Áskoðarin kennist aftur við myndaliðirnar í samansetingunum av málaðum og ómálaðum træpettum, her eru grínandi skøltar, nakin trø, spírandi blómubløð og stuttligar tulipanir við spískum bløðum, sum stunda móti himni. Tær vóru einaferð at síggja í negativum skapi í einari kollasju, men bretta sær nú á í trídimensjonalum skapi í Steinprenti.

Framferðarhátturin hjá listamanninum er spælandi og sansaligur, men eingin ivi er um, at talan er um ein royndan listamann, sum veit hvat hann vil og sum eisini handverkliga dugir at fáa tað fram, sum hann ynskir. Sum ein maniskur óruslusavnari setur hann saman træsprek til banalar lutir úr gerandisdegnum ella dreymakendar manifestatiónir av onkrum, sum til tíðir bara granskar form og skap og sum aðrar tíðir tykist tulka tilverunnar grundleggjandi treytir – tó, tað er ikki vist, kanska er tað bara spæl. Listasavn Føroya og Birmingham Museum and Art Gallery eiga verk hjá Hanna Bjartalíð. Framsýningin í Steinprenti varir inntil 31.mai.


Kinna Poulsen

Monday, November 18, 2013

Myndaódnin 2013 - Hommage à Bárður Jákupsson



Aftur í ár verður høvi hjá listaáhugaðum at uppliva ein sannan meldur av dygdargóðari list á teirri árligu Myndaódnini. Myndaódnin er framsýning við einum úrvali av verkum, sum eru framleidd í Steinprenti í brátt farna ári. Hetta er fimtu ferð, Myndaódnin verður hildin og framsýningin í ár verður merkt av eini serframsýning við prentum hjá Bárði Jákupsson, sum verður heiðraður í sambandi við, at hann fyllir 70 ár Tollaksmessudag. Eisini verða myndir hjá Tóroddi Poulsen, Hansinu Iversen, Torbirni Olsen, Marius Olsen, Fríðu Matras Brekku, Andreas Schulenburg, Erik Heide, Anne Riis Bovbjerg, Svend-Allan Sørensen, Kristian Devantier, Claus Carstensen, Julie Sass og John Kørner við á hesi sera fjølbroyttu framsýningini, sum letur upp fríggjadagin 22.nov. klokkan 16. Myndaódnin varir inntil 20.jan. Kurator: Kinna Poulsen. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Týdningurin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri Steinprent kann ikki yvirmetast. Verkstaðarleiðarin Jan Andersson greiðir frá, at Bárður Jákupsson var fyrsti føroyski listamaðurin, sum vitjaði verkstaðin, sum tá lá í Hjørring. Tá varð tað fyrsta steinprentið hjá Bárði Jákupsson framleitt, og var tað sera væl eydnað. Hetta var í 1986 og tað gjørdist byrjanin til nógva ferðslu millum Hjørring og Havnina. Bárður Jákupsson kom eina ferð um árið til Hjørring og hetta hoyrdi til ársins hæddarpunkt á verkstaðnum. Seinni komu m.a. Zacharias Heinesen, Amariel Norðoy, Ingálvur av Reyni, Tróndur Patursson, Marius Olsen og Tóroddur Poulsen, og avtala varð gjørd um at stovna ein grafikkverkstað í gamla Listaskálanum við útgerð frá Norðurlandahúsinum. Longu áðrenn 1983 hevði Bárður Jákupsson eitt hugskot um at stovna ein grafikkverkstað í Føroyum, og tá vóru maskinur keyptar til Norðurlandahúsið. Verkstaðurin varð stovnaður og fyrstu steinprentini vórðu framleidd og komandi árini vórðu fleiri ráðstevnur hildnar fyri føroyskum, donskum og norðurlendskum grafikarum. Tá Jan Andersson í 1999 aftan á heili 27 ár á Grafiska Verkstaðnum í Hjørring flutti til Havnar saman við Fríðu Matras Brekku fyri at útbyggja og reka verkstaðin í Listaskálanum, var tað ikki minst orsakað av tileggjan frá Bárði Jákupsson. Bárður Jákupsson var stjóri í Listasavninum og samstarvið millum savn og verkstað var fyrimyndarliga gott og mennandi. Aftan á nøkur inspirerandi ár valdi Bárður Jákupsson at steðga í Listasavninum og fá ár eftir hetta flutti Steinprent í nýggj høli á Skálatrøð. Bárður Jákupsson hevur alla tíðina verið partur av virkseminum í Steinprenti, bæði sum aktivur listamaður, men eisini í sambandi við at skipa fyri og miðla framsýningar, og tað var eisini hann, sum tók stig til at stovna Grafikkfelagið Steinbrá, sum er eitt stuðulsfelag til frama fyri Steinprenti. Við miklum framskygni hevur Bárður Jákupsson á henda hátt verið ein aðalkraft í mun til stovnsetanina av einum professionellum grafikkumhvørvi í Føroyum. Hetta er eitt umhvørvi, ið kemur okkum øllum til góðar, tað sæst greidliga á dygdini á myndunum í Myndaódnini.

Framsýningin fevnir breitt frá teimum nonfigurativu, sansaligu og sublimu myndunum hjá Hansinu Iversen til ta figurativu, analytisku konseptlistina hjá Svend Allan Sørensen, men tó, at hesi bæði ganga púra hvør sína leið, náa tey bæði vegin fram til eitt poetiskt úttrykk. Poesiin er grundleggjandi í øllum, sum Tóroddur Poulsen ger, eisini tá hann skemtar og tað ger hann ofta í fullum álvara. Surrealistisku elementini í hansara myndum eru original og ítøkilig sum spannirnar, ið á sama hátt sum teir smáu súkklistarnir taka týdning eftir tí sambandi, tær verða settar inn í. Í Nonfigurativum, geometriskum mynstrum kannar Anne Riis Bovbjerg hvussu litirnir ávirka hvønn annan. Julie Sass er prosessorienterað í síni list og dyrkar støður sum bæði-og ella næstan í sínum ambitiøsu verkum. Torbjørn Olsen hevur sum eingin annar ræði á litunum og tað er hugtakandi at síggja hvussu sjálvt typisk turistmyndevni sum Vágsbotn og gamlar Havnargøtur gerast til haldgóða list í hansara meistaraligu litjavnvág. Marius Olsen granskar møtið millum ljós og myrkur í hugakandi myndum við neyvum ljóseffektum, sum geva einstøku myndaliðunum skap og sum løðir tómleikan og myrkrið. Myndamálið hjá Andreas Schulenburg og Kristian Devantier er skemtiligt og góðvarið, men hygg eina ferð aftrat - hjá báðum býr psykologiskt og sosialt hugsað álvarsemi undir. Sjálvt um upprunastøðið er realistiskt, tykjast seyðalýsingarnar hjá Fríðu Matras Brekku bæði humoristiskar og alsknar við alstórari virðing fyri hvørjum einstøkum av teimum portretteraðu djórunum Fabulerandi myndirnar hjá John Kørner við føroyskum myndevnum sum t.d. Havnar Kirkja osfr. verða sýndar fram í serstøkum rammum, sum listamaðurin sjálvur hevur teknað og sum eru gjørdar til tess at passa til svarta kantin á prentunum. Yvirhøvur eru nógvar svartar og hvítar myndir við á framsýningini, sum vísa styrkina í klassiskum grafikki. Hetta er eitt nú galdandi fyri Claus Carstensen, sum hevur løstað ella deface´að siðbundnar landslags- og bygdalagsmyndir á ein hátt, sum brutalt flytir myndirnar fram í núið. Svarthvítar eru eisini tær figurativu, eksistentialistisku myndirnar hjá Erik Heide av eitt nú avbyrgdum einstaklingum. Huglagið er um somu tíð sakligt og ekstatiskt í hansara lýsing av einum persóni í einum skógarglotta, sum minnir um yrkingina Gras hjá Tom Kristensen, sum Karsten Hoydal enduryrkti, og sum jú eisini klingar væl saman við náttúruabstraktiónunum hjá Bárði Jákupsson.
Hansara stílur er eyðkendur við dekorativum, ekspressivum náttúrulýsingum við pensilsstrokum ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum við kenslubornum stundum breiðum ella fínligum strukturum, sum var listamaðurin ein náttúrunnar hjartamátari. Gjøgnum tey nógvu árini hevur hann skapað eina ørgrynnu av steinprentum, framsýningin rúmar um ikki øllum, so rættiliga nógvum av hesari framleiðsluni. Summar myndir eru stórbærar, meðan aðrar tykjast meira einfaldar, men tær nógvu av myndunum sýnast í grundini rættiliga abstraktar uttan sjónarring og uttan nakra ítøkiliga forgrund ella bakgrund við skiftandi perspektivi, sum gevur áskoðaranum eina fúkandi kenslu av at flúgva høgt uppi yvir landslagnum, meðan tú í næstu løtu liggur á bønum í lívsjáttandi anganum av grasi.

Løgið sum grasið er høgt fyri mær,
ið liggi á grúgvu í bø,
nígi eg meg so djúpt, sum eg kann,
mín verð veksur stór og høg.

Í teimum grønleittu oddboga-grindum
vil eg standa. Har støðgi eg á.
Tori ei villast í lýsandi dimmi!
Ei villast inn millum strá!

Inni har glimmar í høll millum stráa,
vaknar og kallar rødd mær vil ráða
eitt vaksandi: kemur tú nú,
kemur tú, kemur tú, kemur tú nú
tú nú.
Og sum eitt svar tónar tá har
Undurskær, dreingjaklár rødd ein í mær.
Ikki enn, nei! Ikki enn, nei!
Men tá vitloysið mítt er á enda
tá mínir stórleika-dreymar enda,
tá fer tað at henda, tá fer tað at henda,
nóg lítil og lukkulig sál mín er tá.


Yrking: Tom Kristensen/Karsten Hoydal
Tíðindaskriv: Kinna Poulsen

Saturday, September 28, 2013

Gul orka í Steinprenti - Gul energi i Steinprent


Í gjár klokkan 16 læt upp ein gul framsýning í Steinprenti. Eg helt eina stutta røðu um gula orku og um at taka støði í listini. Eg greiddi frá um steinprentið "maanens duuer" (2000) hjá Anker Mortensen, sum av fyrstan tíð gav mær hugskotið at gera eina gula framsýning og um myndirnar hjá Jonas Hvid Søndergaard, sum mintu meg aftur á gula hugskotið. Eg lýsti onkrar av myndunum á framsýningini, og kom inn á fínu yrkingina hjá Róa Patursson "Skærur vindur" og kórverkið hjá Sunleif Rasmussen, har hann tulkar yrkingina og haðani hugleiddi eg um gulan tónleik og synestetisk fyribrigdi. Eg havi gloymt røðuna á einari aðrari teldu enn heimatelduni, so fyribils seti eg inn tíðindaskrivið saman við nøkrum myndum frá í gjár. Takk til tey, sum vóru á fernisering. Framsýningin varir til 27.oktober. 

Hon er uppkallað eftir einari vakrari árstíðaryrking hjá Róa Patursson, sum stendur í yrkingarsavninum Líkasum: Ljósið blaðar í teimum heystligu bløðunum/ Vindurin er skærur og gulnar í tínum hári./ Nú heilsa vit farvæl frá hvør sínum bera teigi./ Uttan at geva okkum til kennar. Sorgblíða, konsentreraða og fragmentariska yrkingin hjá Róa Patursson gløðir av skærum gulum litum eins og framsýningin, sum er á tremur í gulum myndum. Hetta eru bæði nýggj og gomul steinprent hjá seytjan føroyskum og útlendskum listafólkum. Summar myndir eru gular og aðrar eru fleirlittar, men við einum gulum høvuðstóna. Framsýningin snýr seg um gult, ið  sum kunnugt er ljóssterkasti liturin av grundlitunum. Sambært Wassili Kandinsky hevur ein gulur rundingur lyndi til at ota seg frá miðjuni út móti áskoðaranum, meðan ein bláur rundingur myndar eina mótsetta konsentriska rørslu, sum flytir seg undan áskoðaranum. Gult er sambært hesari hugsjónini útvendur litur, sum dregur áskoðarin inn í myndina, men gult kann sanniliga eisini styggja. Tað valdast hvussu guli liturin er blandaður. Gult hevur eina ørgrynnu av úttrykksmøguleikum og inniheldur sín egna mótsetning, guli liturin kann tykjast ljósfylltur og lívgevandi, men kann eisini sýnast eitrandi og sjúkur. Keisaraguli liturin kann tykjast stórbærur sum bakgrund í náttúruvisiónum hjá Tróndi Patursson, meðan skríggjandi gula, polyesterglitrandi fótbóltsblusin hjá tí hyldliga, væl nøgda øldrekkandi fótbóltsfjepparanum hjá Peter Carlsen ikki sýnist serliga stórbær. Besnissaðar, men eisini elskuligar eru tær barnsligu verurnar hjá Kathrine Ærtebjerg og Onnu Seppalä, meðan abstraktiónirnar hjá Anker Mortensen eru poetiskar eins og skærur vindur og tað eru hugsaðu blómurnar hjá Fríðu Matras Brekku eisini, meðan gula myndin hjá Rannvá Kunoy liggur á markinum millum innihald og popp, millum figuratión og einki. Tað kann diskuterast hvussu gul hennara myndarøð "Litirnir hinumegin" er, men ein bleikur gulur litfarri tykist tó savnandi í hesum hugtakandi, stillu og flótandi kompositiónunum. Rundleittu formarnir í myndunum hjá Hansinu Iversen bylgja aftur og fram móti áskoðaranum, sum fær hug at søkka inn í tær og gerast eitt við gulu formunum. Gulu súkklistarnir hjá Tóroddi Poulsen eru bæði vakrir og stuttligir og tað er ferð á teirra rundferð á pappírinum. Tað sama er galdandi fyri fleiri av mynstrunum hjá Bjarne Werner Sørensen, ið eru organisk og samanhangandi sum eru tey partar av eini størri heild, kanska einum tónleikaverki. Í øllum førum eru rútmurnar altíð til staðar í myndunum hjá Bárði Jákupsson, eisini í teimum smáu prentunum við teirri lívgevandi gulu sólini, sum heilt víst skínur á ástardansin hjá teimum báðum fjallaverunum í fabulerandi lívsglaðu myndini hjá Bjørn Nørgaard. Heystið man vera yndisárstíðin hjá lista- og veiðimanninum Svend-Allan Sørensen í Føroyum, tí tá ber til at fáa fatur av røstum kjøti. Heitið á framsýningini hjá honum á Museum Jorn Country & Koncept sigur í grundini nógv um hansara kulu list, sum vit hava funnið okkurt gult avbrigdi av. Og er tað nakar, sum kennir glitrandi ljósið, sum blaðar í teimum heystligu bløðunum, so er tað Zacharias Heinesen, ið hevur tvær landslagsmyndir við á framsýningini, eina gula støðumynd og so lidna prentið. JohnKørner hevur teknað føroysk siðbundin at kalla postkortkend myndevni á cadmiumgula bakgrund og hetta gevur myndunum ein stuttligan og óhátíðarligan dám, ið spælir saman við fatanini, áskoðarin longu hevur av tí, sum avmyndað er. Saman við tí einfaldaða, flata úttrykkinum og teimum reyðu blettunum og slettinum, brýtur guli liturin alla naturalistiska illusión í myndunum. Prentini hjá Jonas Hvid Søndergaard eru frá í ár, og eru dømi um, at gult sanniliga eisini er ein andaligur litur. Á gulari grund hevur listamaðurin teknað ymisk spirituel symbol og geometriskar figuratiónir, men uttan at hesar á nakran hátt sýnast dogmatiskar ella trúboðandi. Heldur tykjast myndirnar andaliga opnar og lívsjáttandi. Gula kvøldmáltíðin hjá Torbirni Olsen er ein av litografisku variatiónunum, sum hann gjørdi av nøkrum altartalvumyndevnum. Torbjørn arbeiðir í skrivandi stund í Steinprenti. Hann er litmeistarin og ræðist ikki primerar litir, sum sanniliga eisini síggjast í teimum nýggju prentunum hjá honum, m.a. í einum lítlari hugnaligari mynd av Bringsnagøtu. Tað er nýggjasta myndin á framsýningini og hon var serstakliga væl dámd á ferniseringini. 



Gul energi i Steinprent

Lyset blader i de høstlige blade
vinden er ren og gulner i dit hår
nu hilser vi farvel fra hver sin høstede lod
uden at give os til kende

Indgangsverset til Steinprents gule efterårsudstilling i Steinprent stammer fra et årstidsdigt af Rói Patursson, som med udgangspunkt i efteråret belyser livets absurditet sådan som det tager sig ud i slagskyggen af dødens trættende nødvendighed. Melankolien rammer vores grundlæggende ensomhed i tilværelsen, der kun giver mening glimtvis i sanselige, kærlighedsfyldte øjeblikke. Selv om Rói Paturssons digtfragment gløder af rene, gule farver, er tonen stærkt melankolsk og mørkeblå. Udstillingen indeholder nye og ældre litografier af 18 nordiske billedkunstnere, som enten er gule, eller som kuratoren påstår, er drevet af en gul energi, selv om de i virkeligheden kan være nok så flerfarvede. Gult er som bekendt den lysstærkeste af grundfarverne. Ifølge den russiske kunstner Wassili Kandinsky vil en gul cirkel automatisk bevæge sig ud fra centrum mod beskueren, mens en blå cirkel går den anden vej i en koncentrisk bevægelse, der flytter sig fra beskueren. Gult er ifølge denne opfattelse en udadvendt farve, der inddrager beskueren i billedrummet, men gult kan jo også i den grad virke frastødende. Det kommer an på hvordan den gule farve er blandet. Gult kan forekomme lysende og livgivende, men kan også virke giftig og syg. Mens John Kørners cadmiumgule litografier på én gang synes humoristiske og skønne i skildringen af de ærkefærøske mennesketyper og naturscenarier, er der noget udpræget spirituelt over Jonas Hvid Søndergaards kalejdoskopiske citrongule abstraktioner, men det er en storslået åndelighed, der gavmildt inddrager beskueren. Kejsergul og prægtig er farven, når vi oplever den som baggrund for Tróndur Paturssons abstrakte naturvisioner, imens der ved gud ikke er noget storslået over Peter Carlsens fedladne fodboldentusiast i den skriggule polyesterknitrende fodboldbluse. Således spænder den gule udstilling over ironi og oprigtighed, over højtidelighed og humor i figurative og nonfigurative billeder af atten fremragende nordiske samtidskunstnere:

Tróndur Patursson, Peter Carlsen, Kathrine Ærtebjerg, Anna Seppalä, Anker Mortensen, Daniel Milan, Fríða Matras Brekku, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Bjarne Werner Sørensen, Bárður Jákupsson, Bjørn Nørgaard, Svend-Allan Sørensen, Zacharias Heinesen, John Kørner, Jonas Hvid Søndergaard og Torbjørn Olsen. Kurator: Kinna Poulsen. 


Prent hjá Jonas Hvid Søndergaard og øðrum



Vit práta


Mitt í rúminum er ein ørgynna av pappíri


Gunnar Nolsøe spurdi meg ymiskt til sendingina In Mente




(KP)

Saturday, August 24, 2013

Ólavsøkuframsýningin endurvitjað - Hanni Bjartalíð



Nú líður móti endanum á Ólavsøkuframsýningini, sum inniheldur ikki færri enn 363 sera ymisk verk. Trý av teimum allarbestu hevur Hanni Bjartalíð evnað til burtur úr træpettum. Endurnýtsla er aðaltáttur í listarligu mannagongdini hjá hesum originala listamanninum, tað síggja vit í hansara málningum og kollasjum, men eisini í serstøku træobjektunum, sum hann hevur arbeitt við í nøkur ár. Hesi objektini eru fyri stóran part gjørd burtur úr endurnýttum tilfari, smáum træsprekum, burturkasti, umframt eisini ymiskum readydmade brúkslutum. Við íblástri frá m.ø. barndómsminnum sýnast hansara fjálgu standmyndir úr organiskum træi merktar av einum at kalla eymligum nærlagni í mátanum, tær eru settar saman, sum ikki er ólíkt mátanum, vit bygdu okkara hyttur uppá, tá vit vóru lítil. Men hesi verkini hava jú onga funktión sum so, tey eru listaverk og skulu upplivast. Lítla træstandmyndin hjá Hanna Bjartalíð er ómetaliga fjølbroytt, hon kann upplivast frá øllum síðum, og er ymisk allan vegin runt. Framman fyri liggja nøkur fagurlitt træsprek og sløðast í nøkrum, sum vísir seg at vera ein neyv, dynamisk samandungan, ið er plaserað niðast fyri træføturnar á standmyndini, sum harumframt er sett saman av einum lítlum kassaskapilsi við tilhoyrandi torni og stiga. Eg fái ómetaliga nógv burtur úr hesari steintigandi húsastandmyndini, sum samstundis er so full av lívi og ljómi og abstraktum søgum um barndóm og stokkuta og viðkvæma tilveru. Skundið tykkum niðan í Listasavnið at hyggja. Framsýningin verður tikin niður mánadagin. Atgongumerkið kostar 50 krónur, tað fer til Listafelag Føroya, hvørs endamál er at stuðla og keypa føroyska list.



(KP)


Saturday, August 17, 2013

Hans Pauli Olsen - ferniseringsmyndir


Í gjár læt framsýningin við standmyndum og tekningum hjá Hans Paula Olsen upp í Steinprenti. Tjúgu ár eru liðin síðan listamaðurin hevði sína seinastu serframsýning í Føroyum, og hann man hava verið saknaður, tí sjálvdan hava so nógv fólk verið til fernisering. Her eru nakrar fotomyndir.


Jan Andersson helt eina stutta røðu og takkaði Hans Paula Olsen


Jan


Fleiri listafólk vóru til ferniseringina, her tosar Eyðun av Reyni við Hans Paula Olsen

Og gestir komu heilt úr Suðuroy, Brandur Enni skoðar yrkingina, sum er skorin inn í portrettmyndina av Vagn Steen

Kanny  Sambleben violinistur skoðar eina dupultmynd, ið ímyndar eina spegling 


Fólk og list

Listasamlarin Lise Nolsøe og ein vinkona


Høgni Mohr og Elin Holm hyggja at tekningum


Har var heldur trongligt í løtum 



Fólk lurta eftir Jóanesi Nielsen


Carl Jóhan Jensen og undirritaða


Jóanes Nielsen helt røðu



Rógvi Thomsen, Laura Joensen og Hans Pauli Olsen 


Veðrið var gott, so fólk vóru eisini uttanfyri


M.a. eg og Eiler Fagraklett


Og lítla fitta Anna Fríða


Spegling er eitt høvuðstema í myndlistini hjá Hans Paula Olsen

Vektloysi er eitt annað tema. Standmyndirnar eru kollasjukendar og samansettar. Hans Paula Olsen dámar væl føroyska orðið fyri skulptur "Stand-mynd" og í hansara eksperimenterar hann við at birta eitt slag av tvídimensjonaliteti í tær trídimensjonalu standmyndirnar  



og tær skulu upplivast trídimensjonalt í framsýningarrúminum á Skálatrøð, far og hygg!







(KP)



Friday, August 16, 2013

Hans Pauli Olsen framsýningin letur upp í dag!


Forkunnuga framsýningin við standmyndum og tekningum hjá Hans Paula Olsen letur upp í dag, fríggjadagin 16. august kl. 16 í Steinprenti, Østrøm. Rithøvundurin Jóanes Nielsen heldur upplatingarrøðuna. Øll eru hjartaliga vælkomin. 







(KP)





Wednesday, August 14, 2013

Fyrsta føroyska serframsýningin hjá Hans Paula Olsen í 20 ár



Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, er serstøk, men tað er høvið sanniliga eisini, tí hetta er 30. framsýningin í Steinprenti. Tá tað samstundis er fyrsta serframsýningin, sum meistaraligi myndahøggarin Hans Pauli Olsen hevur havt her í heimlandinum í 20 ár, so er tað ikki skrøgg at kalla hesa framsýning fyri nakað heilt, heilt serligt og tað er hon. Sjálvt um uppleggið við modelstudium og gipsmyndum jú er rættiliga klassiskt, er framsýningin serstakliga dynamisk, frísk og øðrvísi.  

Myndahøggarin hevur sjálvur sett framsýningina upp, hann hevur hongt eina ørgrynnu av tekningum upp á veggin, so at tær saman fáa eitt massivt, rútmiskt bylgjandi úttrykk, sum onkursvegna sær út til at halda fram úti í rúminum í teimum trídimensionalu verkunum. Sum altíð, brúkar Hans Pauli Olsen nógva orku uppá soklarnar, tí teir eru partar av standmyndini og tessvegna eru teir allir ymiskir, gjørdir úr ómálaðum træi til hvørja einstaka standmynd. Vit kenna kanska partar av standmyndunum aftur, eitt andlitsbrá, eina hond, ein arm, men presentatiónin tekur áskoðaran á bóli, tí hon er øðrvísi, og í tí vit flyta okkum kring ta einstøku standmyndina, tekur eisini hon okkum á bóli, tí hon broytist grundleggjandi alt eftir hvar áskoðarin er staddur og ofta er munurin millum tær ymisku síðurnar á standmyndunum óvæntað stórur. 
Hugburðurin í standmyndunum sýnist um somu tíð greinandi og sansaligur, eg fekk hugasamband við læknafrøðiligar lýsingar av mannakroppinum og til óunniligar ræðufilmar við samanstúvaðum kropslutum, samstundis sum myndamálið samstundis er rættiliga vakurt, klassiskt. Men her er nógv eftir, eg eri als ikki liðug enn at hyggja, so eg ætli mær oman aftur fríggjadagin. 


Her er tíðindaskrivið, sum Bárður Jákupsson hevur skrivað:

Fríggjadagin 16. august kl. 16 letur upp framsýning í STEINPRENTI, Østrøm, við skulpturum og tekningum eftir Hans Paula Olsen. Hans Pauli er fyrst av øllum myndahøggari, sermerktu standmyndir hansara eru at síggja víða hvar um landið, m.a. uttan fyri Listasavnið. Men hann er víða gitin aðrastaðni við, serstakliga í Danmark, har standmyndir hansara, andlitsmyndir og figurbólkar eru at síggja á listasøvnum og øðrum almennum støðum, hann er limur í listamannabólkinum Grønningen og hevur fingið fleiri virðislønir fyri list sína. 
Menniskjað er myndevnið, ið ber av øllum. Til framsýningina í Steinprenti hevur Hans Pauli arbeitt við torso sum myndevni, hugtaki og kveiking. Antikkar myndir – grikskar og rómverskar – eru sum kunnugt mangan at finna meira ella minni í brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt av meistaraverkunum í Louvre, hugtekur okkum, hóast armarnir vóru brotnir av, tá ið hon á sinni varð funnin. Rodin, ið hevur givið tiltikna myndahøggara okkara mangan íblástur, telist millum teirra, ið dugdi at síggja skulpturella virðið í torsoini og skapaði slóðbrótandi verk á hesi leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær nýggjar møguleikar og skapar nýskapandi verk, ið vit kunnu fegnast um á hesi vøkru framsýning.
Tey flestu kenna Hans Paula sum myndahøggara, men nú hava vit eisini høvi til at læra hann at kenna sum teknara. Her er hann tikin úr leikum. Á hesi framsýning kunnu vit gleðast um eina langa røð av eiggiligum modelltekningum. 


Framsýningin í Steinprenti er opin til 14 septembur . Opið er mánadag - fríggjadag frá kl. 9 - 17 og leygardag frá kl. 14 - 17. Okkara stuðlar framsýningini. 

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN!









(KP)

Thursday, August 8, 2013

Tórshavn-Fuglafjørður t/r

Fuglfirðingurin Heðin Kambsdal letur upp framsýning í Havn í dag og Havnamaðurin, Marius Olsen læt upp framsýning í Fuglafirði í gjár. Báðir hava teir stóran áhuga fyri myrkri í ljósi, gøtuljósum á kvøldi ella fyri ljósglæmuni úr einum vindeyga í náttarmyrkri. 

Fernisering verður í dag frá klokkan 16 til 18 við verkum hjá Heðin Kambsdal í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Myndevnið hjá Heðin Kambsdal er ofta bygdin, tað mystiska ljósið tá myrkur og dagsljós brótast. Hann málar ljósið komandi úr erva millum tey døkku høgu fjøllini og speglast í fjørðinum. Gøtuljósini - tað man vera um kvøldið, um náttina ella kanska tíðliga sunnumorgun. Ljósið fellur á húsið, á úthurðina, tað mystiska, hvar eru fólkini, tær livandi verurnar? Kanska fólk eta náttura, hyggja í sjónvarp ella sova, hvør veit, men eitt er vist, fólk eru ikki at síggja í bygdamyndini, í vindeygunum, í hurðaopinum ella á vegnum. Húsið stendur sum fyri seg sjálvt, myndin er realistisk, men eisini onkuntíð meira abstrakt.

Hin framsýningin við myndum hjá meistaragrafikaranum Mariusi Olsen er í Ribarhúsi í Fuglafirði og varir inntil 3.september. Hansara myndir, sum í løtuni hanga á Listasavninum og Skipasmiðjuni eru fullgóð prógv um, at Marius Olsen er í listarligum toppformi. Hansara myndevni eru ofta menniskju og landsløg, hann fær ómetaliga nógv burtur úr tómleika og speglingum og tað hvílir eitt sorgblítt huglag yvir mongum av hansara landslags- og bygda- og býarlagslýsingum, sum leggja upp til, at áskoðarin hugsar sjálvur t.d. tá ein grindil (strikukota) er sett oman á eitt landslag ella tá ein ælabogi er svarthvítur og litkort er sett undir myndina.




(KP)

Saturday, May 25, 2013

61 kærleiksváttanir til menniskjað


Í gjár var fernisering í Gallarí Stephanssonshúsi á Kongabrúnni við vatnlitatekningum hjá Bárði Oskarsson. Tað er okkurt inniliga humanistiskt við hansara figurum, sum eru fullir av menniskjaligum lýti. Teir eru gronutir, svakligir, skoypiligir, barnsligir, ørir, klikkaðir og alt í millum himmal og jørð. Tær 61 tekningarnir ímynda hvør sítt huglag og hvør sína persónligheit og tað er fantastiskt at síggja hvussu humanisman hjá listamanninum ávirkar sjálva strikuna hjá honum, hon er ongantíð bein ella feilfrí. Sostatt kunnu myndirnar síggjast sum 61 kærleiksváttanir til sjálvt menniskjað, til mannaættina. Inger Smærup Sørensen hevur annars skrivað ein frálíkan framsýningartekst, sum fekk meg at hyggja øðrvísi at sjálvari strikuni hjá Bárði Øssurson. Eg seti tekstin inn niðast. Her eru myndir frá ferniseringini. 


Figurarnir eru deformir og elskuligir sum óskikkilig børn við stórum høvdi og búki


Listamaðurin, Bárður Oskarsson prátar við ein annan listamann, Zacharias Heinesen

Og Leivur Thomsen improviseraði við musikalskum yvirskoti, men vit lurtaðu ikki so væl, tí vit vildu so illa práta


Ein fitt familja

 Og hesi eru í familju við listamannin

Hetta er kanska ein borðfúti yvirtikin av tign

Skemtið er gjøgnumgangandi í universinum hjá Bárði Oskarsson

Allar myndirnar eru svartar og ella reyðbrúnar

Framsýningargestir

Ecce Homo

Myndirnar eru fínt hongdar upp og rigga eisini væl sum hópur



Uppheingingin er eitt sindur óvanlig uppá kryss

og tvers

Inger hevur sum kurator á fyrimyndarligan hátt fyriskipað fleiri framsýningar í Gallarí Stephanssonshúsi


Jens Brandur og Anna



"After-fernisering" í góðum selskapi, trý fitt fólk, guess who

Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum rúmi. Hinvegin hvílir strikan í sær sjálvari, er leys og opin og skilnaðurin millum tað figurativa og tað abstrakta er flótandi. Á sama hátt eru sterkir narrativir lutir í tekningini og nógvar smáar søgur verða sagdar, samstundis við, at myndin bara er til staðar, merkt av endaleysari ró og hvílir í sær sjálvum og síni egnu stillu tilveru. Tað er bæði narrativt og ikoniskt. Bæði teatralskt og burturhugað. Bæði illustrativt, tað hevur nóg mikið í sær sjálvum og er á sama hátt og strikan um somu tíð er stýrt og tilvildarligt, og setur eins og strikan bæði sjónlig og ósjónlig fótafar á pappírinum.


Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir.


Millum óteljandi forskjótingar og mótsetningar, millum sjónlig og ósjónlig spor, millum endaleys skift milum tað lágmælta, intima, lyriska og tað meira intensa ekspressiva, millum tað narrativa og tað ikoniska, og millum tað poetiska, vakra og tað hættisliga, er ein kroppur í tekningini hjá Bárði Oskarsson. Eitt fast grundarlag, ein fysisk vera. Kroppurin er miðdepilin í listini hjá Bárði Oskarsson, kroppurin er atgongd menniskjans til eina fatan av heiminum, menniskjan er í heiminum sum ein kroppur og kann einans fata seg sjálvan og sítt umhvørvi gjøgnum kroppin. Men strikan er eisini í sær sjálvum merkt av einum serstøkum kropsleika, hon er fysiskt til staðar á sama hátt sum kroppurin, hon er eitt slag av liklamliggerð av handarørslunum. Á henda hátt verður samband millum teknaða kroppin og strikuna, sum kroppurin er teknaður við, tey eru grundleggandi ólík, men eru allíkavæl partar av hvørjum øðrum. Tey eru tað sama, men ikki tað sama. (IS)