Thursday, July 1, 2010

Marengs

Ummæli: Astri Luihn - Alt tað sum hevur fuglaflog - Framsýning í Listaskálanum.

”Nú mást tú pínadoyð skriva okkurt positivt” helt ein vinmaður fyri, nú eg var á veg niðan í Listaskálan at hyggja at og skriva um nýggju serframsýningina hjá Astri Luihn, sum lat upp seinasta fríggjadag og sum verður hangandi til 20.juli. Við hesum lítla prikinum sipaði hann helst til sonevnda listastríðið, har undirritaða av summum verður hildin at vera ríkiliga partísk fyri ikki at siga viljaleys marionettdukka og málgagn hjá Heystframsýningarbólkinum, ið telur nøkur av okkara bestu listafólkum sum - ikki lesaranum at siga - rýmdu úr Listasavninum fyri skjótt seks árum síðani, tá Helgi Fossadal gjørdist leiðari har. Eg kann ikki siga, at eg kenni meg aftur í marionettleiklutinum sum ein ófrígjørd Nora, sum í sínum dukkuheimi dansar eftir mannligum pípum ella penslunum hjá listamonnum og kvinnum á Skipasmiðjuni, men eg uggi meg við, at tilvenjingin neyvan er lættari hjá Ola Wich, fyrrverandi provokatøri, ið hevur átikið sær øðrvísi leiklutin sum apologet fyri Listasavnið og leiðara tess og sum hervið umboðar sjálvt etablissimangið, tjóðarlistasavni føroyinga, hvørs umdiskuteraða støða sum landsstuðlaður sjálvsognarstovnur aftur er komin á breddan, nú landsgranskoðarin finnst at óavgreiddu fíggjarligu støðu listasavnsins


Undrunarverdar raðfestingar

Tað vil so vera, at nýggjar tíðir hava við sær nýggjar leiklutir, men myndlistini viðvíkjandi tykjast leiklutirnir í løtuni óvanliga illa avstaðfarnir. Við fáum undantøkum sær tað út til, at tað er dygdarlistin, sum gerst stóri taparin í okkara tíð og harvið verða tað vit øll, sum standa við sviðið soð. Listarligu raðfestingarnar, ið verða framdar í løtuni bæði hjá landi og býi eru stak undrunarverdar og tað er óansæð um talan er um stórar ella smáar lutir, um nýggjar standmyndir, drottningagávur, glaslist til Elton John; hetta hevur alt ov stóran týdning fyri okkara lítla land til at satsað verður uppá vánalist og ítriv, hvussu vælmeinandi og væl evnað hon enn er. Tað er harmiligt, at eitt nú Tórshavnar Býráð í stóran mun tykist vanta listfakligan kunnleika, tá nú hugburðurin mótvegis listarligum verkætlanum er so positivur sum hann eyðsýnliga er.


Listastríðið

Nú kann tað kanska undra lesaran, at so nógv verður talað um listastríð í einum ummæli, men stríðið er altso rættiliga umráðandi, eisini í mun til, at Astri Luihn nú hevur sína næstu stóru serframsýning í Listasavni Føroya síðani 2006. Eisini er listastríðið nógv meira umfatandi og hevur nógv størri avleiðingar, enn fólk vanliga geva sær far um. Tí tá tað kemur til makt og pening, er listastríðið longu vunnið av teimum, ið valdu at vera verandi á Listasavninum og í Felagnum fyri Føroysk Myndlistafólk, tí tað eru tey, sum í stóran mun hava fingið tær góðu og stóru uppgávurnar tillutaðar her á landi, eins og tað sjálvandi eisini er vorðið meira rúmsátt í Listasavninum fyri teirra framsýningum og listaverkum. Ein álvarslig avleiðing av gongdini er, at støðið á almennari list lækkar við vanda fyri einum negativum spiral-árini, sum í síðsta kann ávirka listfatanina hjá børnunum, okkara framtíð.


Marengs

Framsýningin hjá Astri Luihn við heitinum ”Alt tað sum hevur fuglaflog” er lutfalsliga stór og málningarnir breiða seg um allan tann gamla framsýningarsalin. Um eg skal siga nakað positivt, má tað vera, at framsýningin er ljós og luftig. Hon minnir um eina stóra hvíta marengs, sum at byrja við kann tykjast hugtakandi í øllum sínum luftiga søtleika, men sum eyðsýniliga ikki hevur annað uppá seg enn júst hugin at gera seg upp og síggja lekkur út. Í veruleikanum er hon innantóm og umbroytist til eitt klebrut einki, tá tú trýstir hana móti gómanum í eini roynd at vita hvat hon smakkar av. Málningarnir á framsýningini eru nýggir og flest allir eru rættiliga líkir í litum og myndamáli og í teirra blandi millum abstrakt grønblá landsløg og figurativar svartar fuglar, ið eru ávíkavist málað og innskorin á hvíta bakgrund. Lekri mátin sum litirnir blandast uppá er gjøgnumførdur og minnir eitt sindur um árinið av batikk ella silkimáling, ella um perlumóðir, ið skyggir glitrandi í ymsum litum. Árinið er dekorativt sum í Bo Bedre og eg ivist ikki í, at mongum líkar tað, tí okkum dámar vakrar litir í reinum myndum, ið eisini minna um okkara landslag og tað er eisini í fínasta lagi, so leingi sum tað altso ikki verður presenterað á tjóðarlistasavninum sum okkara besta myndlist. Tá eg sigi hetta, eri eg sjálvandi fullgreið yvir, at myndlist er subjektiv, eins og modernismunnar æviga krav um kollveltandi listaverk hevur við sær, at tað als ikki er lætt at meta um góðskuna á einum listaverki, heldur ikki hjá fakfólki, tó at fakkunnleiki sjálvandi gevur bestu møguleikar fyri, at støðið er í lagi. Myndlist er jú eitt øki, sum sera nógv fólk hava áhuga fyri, meðan ógvuliga fá hava fakligan kunnleika og skil fyri tí og er hetta óivað ein orsøk til, at verandi óskilið er sloppið at halda áfram í so mong ár, tí lítil ivi kann vera um, at vantandi virðingin, sum í løtuni verður sýnd okkara bestu listafólkum, fer at koma okkum aftur um brekku.


Ein bók aftrat í bunkan hjá Ola

Tá undirritaða herfyri var í mentanarsendingini í sjónvarpinum, Refleksjón og kjakaðist við Ola Wich undraðist eg á, at allar tær mongu bøkurnar, sum hann laðaði upp framman fyri sær, vóru pakkaðar inn í plastikk. - Hann hevur ikki lisið tær, hugsaði eg, inntil eg kom í tankar um, at tær sjálvandi komu beinleiðis frá Listasavninum. Meiningin við stuntinum hjá Ola var at prógva hvussu produktiv núverandi leiðslan á Listasavninum í roynd og veru er. – ”Tað er bara tað við góðskuni” – físti tygara ummælari fornermað og helt uppá, at bara tvær bøkur vóru góðar í øllum tí stóra bunkanum. Tað er møguligt, at útsøgnin var heldur avgjørd, men listabókaútgáva snýr seg altso um annað og meira enn kvantitet og nú er ein bók komin aftrat í bunkan hjá Ola og hon er skorin yvir júst sama leist sum meginparturin av hinum og í hesum sambandi havi eg ilt við at skilja útlendskar listfrøðingar, ið annars tykjast skilagóðir og lærdir, men sum gerast merkiliga ókritiskir, tá tað snýr seg um føroyska list.


Gjølliga lýstur myndaheimur

Bókin um Astri Luihn er áhugaverd hjá teimum, sum frammanundan dáma hennara myndaheim, ið verður gjølliga lýstur bæði við atliti til íblástur, stíl, tøkni og myndamál og viðgerðin er livandi greidd frá, eins og teksturin sum heild er serstakliga lættur at skilja, t.d tá hon greiðir frá fuglinum sum súmboli: ”Tá ið Astri Luihn tulkar livihátt lomvigans, er fuglurin ikki bara súmbol fyri frælsi, men eisini ein sinnismynd av ringrás menniskjanna og náttúrunnar. Samkenslan við lomviganum og fatanin av týdninginum, hann hevur havt í Føroyum, eyðkennir myndirnar. Á sama hátt sum Óðin hevði ravnar, ið hvønn dag flugu kring heimin fyri at greiða honum frá øllum, ið fór fram, hevur Astri lomvigar..” (s.27).


Vánaligt research

Tað er danski listfrøðingurin Bente Scavenius, ið hevur skrivað tekstin í bókini um Astri Luihn og hon hevur heilt einfalt ikki gjørt sítt kanningararbeiði nóg neyvt. Í øllum førum ber hennara lutfalsliga stutti tekstur beinleiðis ósannindir viðvíkjandi grafiska verkstaðnum: ”Astri arbeiddi síðan á grafiska verkstaðnum í Listasavni Føroya, har hon m.a. prentaði alla serframsýning sína í Norðurlandahúsinum í 1999. Hesin grafiski verkstaðurin hevur verið til stóran fakligan íblástur fyri mong listafólk. Fleiri av fremstu, norðurlendsku listafólkunum í dag – harímillum Per Kirkeby – hava við stórari úrtøku arbeitt á verkstaðnum. Listafólkini hava ikki bara fingið íblástur frá teimum grafisku tøknunum og møguleikunum, men eisini – og kanska serliga – hevur tann stórsligna føroyska náttúran, ið er beint uttanfyri, stýrt bæði sinninum og amboðunum. Og soleiðis var eisini av fyrstan tíð, tá ið Astri arbeiddi har.” (s.20 og 21). Uttan nakað hóvasták fáa vit á henda hátt listakvinnuna knýtta at sjálvum meistaranum Kirkeby, samstundis sum verkstaðurin í Listasavninum, sum í dag eitur Steinprent og er staddur á Skálatrøð, fær uppiborið rós. Trupulleikin er bert tann, at tey sum vara av verkstaðnum ikki kenna nakað sum helst til, at Astri Luihn skal hava prentað eina heila framsýning har. Fyri í somu namedroppandi ond at sitera ein annan kendan listamann, Bjørn Nørgård, so er ein grafiskur verkstaður tey fólkini, sum arbeiða har og eg havi spurt tey bæði, Jan og Fríðu, sum altso ongantíð hava arbeitt saman við Astri Luihn. Henda misskiljing má tískil vera dømi um ov vánaliga research hjá høvundinum. Teksturin í bókini er einar 13 síður og týddur til føroyskt umframt enskt. Bókin er 136 síður til longdar við nógvum litmyndum og fæst fyri 250 krónur í Listasavni Føroya og í bókabúðunum.
(KP)