Saturday, July 17, 2010

Rannva Kunoy - fyrilestrar


Í sambandi við Summarframsýningina 2010 í Norðurlandahúsinum fer listakvinnan Rannva Kunoy at halda fyrilestrar í Norðurlandahúsinum í august. Eftir ætlan verður talan um tveir fyrilestrar, sum fara at snúgva seg um sermerktu og enigmatisku verkini hjá Rannva Kunoy, sum á ein hátt tykjast eins fremmand og eksotisk og kundu tey stavað frá eini heilt aðrari planet enn okkara. Í mun til føroysku myndlistina - ið á so mangan hátt er av hesari verð, gróðursett sum hon er á klettunum av okkara til tíðir ógvusligu náttúru, fólkinum her býr og europeiskari modernismu - bera luftigu, ljóst sveimandi myndirnar hjá Rannva Kunoy brá av eini heilt aðrari verð, sum heldur leitar sær íblástur úr nýggja enn gamla heiminum. Síðan gjøgnumbrotið við serframsýningini í Listasavni Føroya í 1999 hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymsum stílum, men í nýggjaru myndunum hómast ein búgvin tóni frá eini listakvinnu, sum hevur funnið seg sjálva. Hesar nýggju myndirnar eru bygdar upp av nógvum elatunnum litløgum, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar.


Innan heimslistina hevur málningurin sum kunnugt verið deyðadømdur fleiri ferðir. Men hóast minimalisma, installatiónslist, bad painting og hvat tað eitur alt, eru heiti á myndlistarákum, ið hava verið tekin um eitt slag av myndakreppu, er myndin í dag eins livandi partur av myndlistini sum nakrantíð. Hetta síggja vit í føroysku listini og vit kunnu eisini vissa okkum um tað á framsýningini hjá Rannva Kunoy, at myndin er spillivandi samstundis sum vit kunnu ásanna, at myndlistin als ikki hevur staðið í stað í teirri konseptlistarligu menningini. Samtíðarlistin er sum heild vorðin heldur torfør at fata, tí hon er kontekstuell, tá hon relaterar, kjakast og finnst at samstundis sum hon er tung av týdningum innan sera ymisk øki, antin tað er politiskt, sosialt, lingvistiskt, filosofiskt, semiotiskt ella okkurt heilt annað. Í amerikanskari fagurfrøði hevur ljóðað: What you see is what you get, men nú er í mongum føri beint tvørturímóti. Um tú t.d. hyggur eina løtu at einari av myndunum hjá Rannva Kunoy sært tú tað, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær.


Men ikki krevst nakað nakað doktaraheiti til tess at kunna uppliva myndirnar hjá Rannva Kunoy, ið rúnarbinda áskoðaran við teirra vakurleika og teirra illusionistiska rúmi, ið at byrja við tykist endaleyst. Listakvinnan bjóðar eisini áskoðaranum at vera vælkomin til at møta hennara myndum við teirra egnu upplivingum: ”Tað, sum áskoðararnir bera við sær í teirra tulking av myndunum, er eins umráðandi sum tað, eg geri við løriftið”. Og tað er veruliga ein sannroynd, at myndirnar broytast, gevur tú teimum gætur eina løtu. Sum skýggjkendar formatiónir spreiðast og savnast tær í huga áskoðarans til alskyns myndevni; ein kanin, ein kona og eitt høvd umbroytast meðan tú hyggur og brádliga síggjast eisini í summum myndum bókstavir og brot av orðum, ið daga fram úr myndarúminum. Tú fært kenslu av einum stórslignum og djúpum metafysikki, samstundis sum ymsir staklutir í myndunum minna teg á, at hetta eru bert myndir, eins flatar og tær allarflatastu myndirnar, ið komu úr fabrikkini hjá Andy Warhol.


Til ber at síggja framsýningina hjá Rannva Kunoy alt summarið á tamb inntil síðst í august. Av tí at ymisk tiltøk vóru í Norðurlandahúsinum í juni, stóðu stólar, borð og annað í framsýningarhølinum, sum ørkymlaði listaupplivingina, men nú eru hølini tóm fyri annað enn tað, sum hevur týdning: listaverkini og tað ber eisini til at biðja teir fryntiligu handverkararnar um at skrúva fyri útvarpinum, so at heldur ikki tað sleppur at ørkymla løtuna. Og tí kann tað viðmælast øllum at fara niðan í Norðurlandahúsið at hyggja at Summarframsýningini 2010 í friði og náðum. Nærri fæst at vita um fyrilestrarnar hjá Rannva Kunoy her á listablogginum og á heimasíðuni www.nlh.fo seinni í summar.