Saturday, July 17, 2010

Listavoxpopp - Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð


Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, rithøvundur

1.Hvat er tað mest umráðandi, sum er hent innan fyri føroyska list seinastu 10 árini?
Forlagið Torgard, Tjóðpallur Føroya, Klippfisk, Mentanargrunnur Landsins, Listakjakið, Ó- og - í allari eyðmýkt - Vencil.

2.Hvussu metir tú korini eru hjá listini her á landi?
Samanumtikið stendur væl til, tá hugsað verður um hvussu fáment, vit eru. Vit hava nógv góð listafólk og nógvar góðar rithøvundar, og áhugin fyri list og bókmentum er stórur. Júst tí er tað sera umráðandi, at listin fær nógv betri pláss í fjølmiðlunum og verður raðfest uppaftur fremri politiskt.

3. Hvat er tað besta, sum kundi hent fyri at givið tínum listaslagi betri kor?
Bøtt inntøkutrygd fyri skaldsøgu- og leikritarithøvundar, miðvís marknaðarføring av føroyskum skaldskapi uttanlands, og størri áhugi hjá føroysku fjølmiðlunum at umrøða og viðgera bókmentir.




Listin er nú eisini farin í holtur við eina sonevnda voxpopp kanning, sum allir miðlar við sjálvsvirðing koyra ígjøgnum av og á og sum gongur út uppá at spyrja øll møgulig fólk um alt møguligt. Listin hevur tó valt bert at spyrja nøkur listafólk tríggjar spurningar um list. Voxpopp-kanningar eru altíð tilvildarligar, og tað er hendan eisini. Í fyrstu atløgu hava vit spurt nøkur listafólk innan fýra tær stóru listagreinarnar: bókmentir, myndlist, tónleik og leikllist.
Vit seta eitt og eitt svar inn, men øll svarini síggjast undir evninum: Listavoxpopp.
(IS)