Wednesday, July 7, 2010

Bládýpi umbroytist



Í hesum døgum arbeiða listamenninir Tróndur Patursson og sonur hansara Brandur Patursson við listaverkinum Bládýpi, sum kanska er betri kent millum manna sum bingjan hjá Tróndi og sum nú skal gjøgnumbøtast. Tað er spennandi og eitt lítið sindur skakandi at síggja eitt stórt listaverk verða skilt sundur og spakuliga koma afturíaftur í nýggjum formi. Tí sjálvt um Bládýpi varðveitir sítt úttrykk, sína heild, sína sál um man vil, eru elasmáar broytingar í væntu. Elasmá spor fara at broytast og elasmáar kenslur og støður; huglagið verður forskotið. Hesi pinkalítlu teknini, sum tilsamans á óskiljandi hátt skapa listina, umbroytast til nakað, sum um somu tíð er upprunaligt og nýtt, kent og ókent. Tað er so ófatiligt, at tað kann lata seg gera – men hinvegin er alt við hesum sublima listaverkinum ófatiligt.





“Bládýpi” klarer nok denne transformation i sin skabers kyndige hænder. Det har som bekendt klaret så meget andet. Både hærværk og ugæstfrihed har præget de seneste år for værket og derfor har jeg lagt en tekst i arkivet, som jeg skrev da museet første gang gav udtryk for, at de ikke ønskede at huse “Bládýpi” længere. Teksten ligger under emnet “List og samfelag” og hedder “Tómir kassar troka listina út úr Listasavninum”
(IS)