Í dag kom ein sangur út hjá Eivør í sambandi við, at danska bíbliufelagið hevur 200 ára jubileum. Fleiri ymisk fara at gera sangir við støði í bíbliuni, Eivør hevur tikið støði í Sálma 138, hoyrið dramatiska, vakra sangin You know me her:
1
Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. HARRI, Tú rannsakar meg og kennir meg!2
Tú veitst, nær eg siti, og nær eg standi; Tú skilir hugsan mína langan veg.3
Tú hevur greiði á, hvar eg gangi ella liggi, og allar vegir mínar kennir Tú gjølla.4
Tí áðrenn orðið er til á tungu míni - ja, tá veitst Tú tað til fulnar, HARRI!5
Aftanfrá og frammanfrá heldur Tú tvørtur um meg, og Tú leggur hond Tína á meg.6
At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur.7
Hvar skal eg fara undan Anda Tínum, og hvar skal eg flýggja undan ásjón Tíni!8
Fari eg upp til Himmals, so ert Tú har, og reiði eg mær legu í deyðaríkinum - ja, so ert Tú har;9
taki eg veingir morgunroðans, og festi eg búgv við ytsta mark havsins,10
so leiðir hond Tín meg har við, høgra hond Tín heldur mær føstum.11
Og sigi eg: "Myrkrið skal fjala meg, ljósið rundan um meg skal verða nátt!"12
so er heldur ikki myrkrið Tær myrkt, og náttin er bjørt sum dagurin, myrkrið er sum ljósið.13
Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.14
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.15
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.16
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.17
- Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!18
Um eg vildi talt tær - tær eru fleiri enn sandskornini; eg vakni, og eg eri hjá Tær enn!19
Gud, hevði Tú viljað dripið hinar gudleysu! - Tit blóðmenn, víkið frá mær! -20
teir, ið við svikaráðum í huga tala um Teg og nýta navn Títt til lygn, fíggindar Tínir!21
Skuldi eg ikki hatað teir, ið hata Teg, HARRI! Skuldu teir ikki boðið mær ímóti, teir, ið reisa seg móti Tær!22
- Við sterkasta hatri hati eg teir, teir eru fíggindar mínir við!23
Rannsaka meg, Gud, og kenn hjarta mítt, royn meg og kenn hugsanir mínar!24
Vita, um eg eri á vanlukkuleið, og leið meg hin æviga vegin!