Friday, July 9, 2010

Uppskotið hjá Brandi Patursson til Skúlan á Hamrinum á Argjum

Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu hevur seinastu árini útskrivað fleiri kappingar um prýðisuppgávur í sambandi við almenna bygging. Í vár varð avgjørt, at Astri Luihn skuldi prýða Skúlan á Hamrinum á Argjum, men mong onnur uppskot vóru send inn, sum vit ongantíð fingu høvið at síggja. Listin hevur her á blogginum fingið loyvi til at vísa uppskotið hjá Brandi Patursson, sum fyriheldur sær til rúmið og arkitekturin á einastandandi, kenslubornan og humoristiskan hátt. Brandur Patursson tulkar okkara tilveru við sansi fyri tí absurda og poetiska og gevur okkum innlit í ein burturskotraðan heim, sum bæði inniheldur vakurleika og ræðuleika.












Úr bókini Livandi List:

Brandur Patursson (1977)

Lívið er ikki einans gott, trygt og vakurt. Flestu okkara sleppa ikki undan at uppliva okkurt ótýdligt, ræðandi og ljótt. Soleiðis er eisini við listini, ið ikki altíð kann vera vøkur og hugnalig og heldur ikki eigur at vera tað.
Hetta tykist vera tann ásannan, ið hevur týdning fyri Brand Patursson, sum við óvanligum tilfari og serstøkum listarligum gávum granskar estetikkin, ið fjalir seg í tí ljóta.
Við tíðini hava fleiri ástøðingar innan listasøguna skilmarkað tað ljóta, millum aðrar Karl Rosenkranz, sum í 1853 gav út bókina ‘Ästhetik des Häßlichen’, har hann greiddi frá natúrini í tí ljóta. Tað ljóta, meinti hann, kann hava trý skap. Tað kann í fyrsta lagi vera amorft, t.e. óskapiligt ella óordiligt. Í øðrum lagi kann tað vera tað skeiva, og í triðja lagi kann tað vera tað defigureraða.
Eg vil ikki siga, at listaverkini hjá Brandi Paturssyni gera eina so einfalda tulking av tí ljóta, tí hjá honum er tað ljóta eitt meira fjølbroytt hugtak enn sum so. Tað ljóta í verkunum hjá Brandi Paturssyni er ikki neyðturviliga ein mótsetningur til tað vakra, tí í hansara verkum er eisini vakurleiki, tað ljóta er heldur ein lítil órógv. Ein órógv, ið áskoðarin ikki hevði roknað við.
Tá listaverkini hjá Brandi Paturssyni yvirhøvur kunna metast sum ljót, er tað tí, at tey onkuntíð nýta ljótt og enntá kanska eitt sindur ódámligt tilfar, ella tí at tey geva hugasambond til teir menniskjaligu likamslimirnar, sum eru eitt sindur ov klænir ella bara óharmoniskir. Tað kemst av, at verkini á ein ella annan hátt ikki hóska inn í okkara meting av tí, ið er normalt. Samstundis eru listaverkini hjá Brandi Paturssyni eisini hjartanemandi, tú fært tokka til tey. Og tað tykist jú sum sera innantóm orð og minnir um søguna hjá H. C. Andersen um ljóta dunnuungan, at vit sum menniskju eru før fyri at elska tað ljóta, og at listin kann geva okkum hesa smikrandi sannkenning um okkum sjálvi. Kortini er tað heldur ikki tað, ið eg haldi vera tað mest týðandi, tá Brandur Patursson nýtir tað ljóta í sínum listaverkum.
Tað týdningarmesta tykist mær vera løtan, innan vit læra at verða góð við skapini hjá Brandi Paturssyni. Tann løtan, tá vit eru mest argað og gerast fjálturstungin. Tann løtan, tá listin gevur okkum ta lítið rósandi sannkenning av okkum sjálvum, at vit sum menniskju eru snævurskygd, hampulig og einsháttað og tí ikki kunnu fevna um nakað, ið á nakran hátt fer út um tey trongu mørk, vit hava fyri , hvat vit halda vera normalt.
Soleiðis, sum Brandur Patursson brúkar tað ljóta, kann tað kanska best lýsast sum eitt snarálop. Hansara listaverk taka teg á bóli, tey eru ørkymlandi. Okkurt slag av list granskar vakurleikan, og onnur list granskar tað ljóta. Í listini hjá Brandi Paturssyni finnur tú bæði sløgini. Tað týdningarmesta er, at verkini megna at ørkymla meg. Í mínum hugaheimi skal góð list vera ørkymlandi - á ein ella annan hátt.
(IS)