Seinastu árini hevur verið arbeitt við at gera eitt stórt altjóða mentanarhús fyri list og tónleik í saltsiloini á Drelnesi. Hetta er eitt kærkomið ískoyti til listapallin og ein ótrúligur møguleiki til tess at skapa nakað sum bæði styrkir listina í Føroyum og letur upp nýggjar dyr í útheiminum. Talan er um eina sera stóra og ambitiøsa verkætlan, sum involverar nógv myndlistafólk og tónleikarar og stóra fakliga vitan, kreativitet og nýhugsan. Vit ætla okkum at fylgja við verkætlanini Salt og vit byrja við einastandandi panoramamyndini av sermerkta og stórsligna rúminum, sum er grundarlagið undir allari verkætlanini. Ólavur Frederiksen hevur tikið myndina, sum tit kunnu síggja við at trýsta á leinkið undir. Verkætlan Salt hevur givið okkum loyvi til at brúka myndina og fleiri aðrar, sum vit fara at vísa seinni. ¨