Monday, July 26, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Miðflokkurin



Vit eru nú komin til Miðflokkin.

Í stevnuskrá miðfloksins stendur millum annað, at ”Mentunnarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum”, at ”flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan” og at ”Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"”.

Til ber at kalla miðfloksins mentanaáskoðan fyri autoritera ella dogmatiska. Tað finnst ein endaligur sannleiki, í hesum føri er hann lýstur í bíbliuni, og uttan spurningar ella atfinningar er hetta flokksins sannleiki. Hendan mentanaráskoðan hevur tann fyrimun, at hon viðførir ein púra greiðan mentanarpolitikk, og at tað er lætt at siga, hvat flokkurin fer at halda um ymiskar mentanarliga spurningar. Vansin við hesi áskoðan er, at hon er løst rimmarføst og flytur seg ikki av staðnum. Hetta er ein áskoðan sum hoyrir einum heilt øðrum heimi til – kanska heiminum undan ídnaðarkollveltini, har heimurin í størri mun hevði felags virði og felags normar. Mentan er nakað, sum er til í óbroytiligum líki, og ikki nakað sum mennist, endurskapast og broytist. Men tá vit ikki liva í tíðini undan ídnaðarkollveltinini, har virðini og normarnir vóru felags, so eru tað altíð ein minniluti, sum við fullum huga boyggir seg fyri tí kodeksi, sum Miðflokkurin umboðar. Tí er neyðugt við sensuri um mentanarpolitikkur Miðfloksins skal fremjast í verki.

http://www.midflokkurin.fo/default.asp?menu=152

(IS)