Monday, July 12, 2010

List á Vestanstevnu



Listin hevur verið vesturi í Vágunum á Vestanstevnu og kann eftir upplivingarnar av bæði áhuga- og yrkislist staðfesta, at ynski at skapa – á øllum stigum – er ovurstórt. Hetta er týðandi partur av livandi listini. Eitt tað løgnasta og mest áhugaverda yvirhøvur er spurningurin um, hví estetikkur hevur so stóran týdning fyri okkum menniskju. Hví hava allar heimsins mentanir sínar prýðistradisjónir? Hví prýða vit okkara heim við myndum? Og hvat fáa vit í roynd og veru burturúr at hyggja eftir list?
Heimsspekingar hava í nógv hundrað ár hugsað um hendan spurningin og lagt nógvar teorir fram um, hvat list er og um trongdina hjá menniskjanum at skapa. Hetta langa tíðarskeiðið hava stórtsæð allar aðrar vísundagreinir blandað seg – lívfrøðin, sálarfrøðin, samfelagsvísundin og nú eisini heilagranskingin, sum seinastu árini neyvt hevur skrásett, hvørjar neutralar prosessir henda í heilanum, tá vit uppliva list.
Kortini kunnu vit enn undra okkum yvir, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum menniskju at skapa. Í Føroyum hava vit eitt sera ríkt kervi av áhugalist, ið bæði er týðiligt dømi um omanfyrinevnda skapanarhug og alneyðugt undirstøði hjá yrkislistini. Í gomlu Føroya Banka húsunum í Sørvági sýndu fýra fólk úr Vágunum - Tróndur í Bø. Lydia Nielsen, Regin Jørgensen og Bjørk Gudmundson – fram útivið 80 málningar og vísa vit her nakrar teirra.





Á Vestanstevnu ber eisini til at uppliva yrkislist og endurvitja Miðvágs kirkju, har ein ein av okkara bestu listamonnum hevur málað altartalvuna, sum nógv var kjakast um, tá hon skuldi avdúkast langafríggjadag fyri tíggju árum síðani. Í Viðskeranum í Dimmalætting skrivaði ein hugtikin ummælari (KP) m.a. ”…Hetta er ikki fyrstu ferð, Torbjørn Olsen brúkar hendingina á Golgata sum myndevni. Á framsýningini hjá listafólkabólkinum ”Den Gyldne” á Charlotteborg í 1998 sýndi Torbjørn fram ein ekspressivan og rættiliga villan málning av Jesusi á krossinum. Úttrykkið var sterkt, ógvusligt og eintýðugt soleiðis at skilja, at dentur var lagdur á ræðuleikan, á tað harðrenda við krossfestingini og ikki minst á líðing og pínu Jesusar.
Ikki var tað ræðuleiki, men heldur friðsæla, ið merkti Miðvágs bygd langafríggjadag, tá altartalvan skuldi avdúkast. Vit gingu yvir í kirkjuna í glitrandi sól og hátíðarkendum anga av brúnari sós. Fuglasangur ljómaði so hugfarsliga uppi yvir okkum, men innaní kitlaðu summarfuglar, tí spenningurin var ómetaliga stórur. Hvussu sá myndin út? Var hon ov ógvuslig, kanska ov reyð, sum onkur bar ótta fyri eftir at hava sæð myndina í fjølmiðlunum, ella var hon hon broytt.


Og reyð er myndin sanniliga, hóast hon er heilt nógv broytt í mun til tað, vit hava sæð í bløðunum. Eins og á áðurnevndu mynd er øll bakgrundin reyð, men reytt valdast. Tann reyði liturin í hesum førinum er bygdur upp av mongum løgum og litum og tað, at hetta er gjørt við kunnleika og við sansi fyri litum er orsøkin til, at liturin javnvigar so væl sum hann ger, at hann tvørt at siga virkar róligur og at hann hevur eina hugtakandi dýpd. Onkrastaðni gløðir hann við gulum og orange tónum, meðan hann aðrastaðni er kølaður niður við bláum og grønum. Stóra altartalvan er næstan fimm metrar høg (4.93 m) og 2.31 m breið og samansett av tveimum málningum. Oman fyri Golgatalýsingina er ein rundur málningur, ið lýsir ein eingil, sum breiðir armar sínar út niður yvir Jesus á krossinum. Koloristiskt er altartalvan greidliga og djarvt skipað. Runda bakgrundin er djúpblá og skyggir í violettum og niðarlaga á tí bláa lýsir ein gulur og ein orange litblettur, ið sanvar altartalvuna til eina koloristiska heild... Til skuggar í Golgatamyndini hevur Torbjørn Olsen m.a. brúkt grønt og myrkablátt, sum eru mótsetningslitir hjá tí reyða og gul-orange. Sjálvt likamið á Jesusi er málað á ein meira realistiskan hátt enn tað var í myndini á Den Gyldne. Tað skitsukenda er horvið. Hetta er ein veruleikakendur kroppur við tyngd, við veruligari volumen. Dentur er greidliga lagdur á menniskjaligu síðuna av Jesusi. Hetta viðkvæma og raka limkamið, ið hongur púra verjuleyst á krossinum. Hví listamaðurin hevur valt ein T-formaðan kross kann hava við myndabygnaðin at gera, sum aftur hevur heilt nógv við sjálvt kirkjurúmið og við rammuna, sum er feld inn í kirkjuveggin at gera… Hóast Jesusfigururin tykist livandi, er hetta ikki nøkur illusiónsmerkt realisma. Myndin er eitt moderna málarí, sum er bygt á symbolsk-ekspressiva grund, har máliháttur, bygnaður og litir bera fram huglagið. Reytt kann sjálvandi vísa á blóð, á líðing og á drama, men reyði liturin kann eisini sipa til kærleikan, sum myndin tykist full av. Hugg bara at andlitinum á tí krossfesta og tú sært líðing gamaní, men eisini mildleika og frið. Andlitsbráið er so sterkt, at sjálvt tey, sum sita aftarlaga í kirkjuni, fáa tað við… Um hina myndina av Golgata nevndi eg í byrjanini av hesi grein, at úttrykkið í henni er sterkt, ógvusligt og eintýðugt. Um hesa kundi eg sagt, at myndin er sterk, ógvuslig og fleirtýðug. Her er líðing, men eisini uggi í ljósinum, sum fellur inn úr erva høgrumegin í myndini. Hóast málningurin er modernaður, er myndevnið jú ógvuliga siðbundið og leggur seg aftrat eini langari røð av passiónsmyndum í listasøguni. Í gomlum myndum verður ljósið sæð sum Guds ljós og er hetta serliga galdandi í myndum av pínslarváttum, har ljósið stendur sum eitt slag av prógvi fyri, at Gud er til staðar og at offurið skjótt verður frelst. Á henda hátt veitir ljósið, sum fellur á Jesus, okkum ugga. Tað er fullgjørt. Undir gudstænastuni nevndi bispur, at altartalvan er ein gáva frá Jonnu Hymes til Miðvágs kirkju. Vit frøast um henda dýrgrip og ynskja miðvingum og okkum øllum hjartaliga tillukku”.
Altartalvan er øgiliga stór har hon hongur og kanska er tað rætt sum onkur vil vera við, at hon er ov stór til altartalvuøkið og til sjálvt kirkjurúmið í Miðvágs kirkju. Men í Miðvági hava tey gjørt broytingar, tey hava málað osfr. og gjørt tað, tey kunna fyri at hjálpa uppá støðuna. Ein vitjan í Miðvágs kirkju í dag ger okkum greitt, at tað ikki bert er listin, sum áhaldandi flytir seg; okkara listafatan flytir seg eisini. Tað kann tí tykjast undrunarvert, at Kristuslýsingin hjá Tórbirni Olsen fyri tíggju árum síðani varð hildin at vera so moderna og vill, tí í veruleikanum er myndin rættiliga gamaldags, bæði ikonografiskt sæð og eisini um hugt verður eftir ekspressiva stílinum. Tá vit samstundis kunnu ásanna, at myndin kennist eins sterk í dag og langafríggjadag í 2000, má tað vera tí, at henda Kristusmyndin onkursvegna tekur úr gildi tíðarinnar tonn júst soleiðis sum tað góða listaverkið altíð hevur gjørt tað og tí kann viðmælast øllum at fara ein túr í Miðvágs kirkju at hyggja.
(IS og KP)