Leivur Thomsen, tónleikari og skattaborgari
Ólavsøka er, og býráðið nýtir nú av álvara høvið at profilera seg og vísa, hvussu man rekur kommunalpolitikk - at karmarnir veruliga eru settir, at Ólavsøkan loksins er fólkslig og fyri øll. Ella er hon nú tað....?
Tórshavnar Býráð er farið er undir at gera eitt nýtt "heildarkonsept" fyri Ólavsøkuna, og Ólavsøkukonsertin skal vera partur av hesum konsepti. Býráðið sigur, at konsertin undanfarin ár hevur
verið illa fyriskipað, og at málbólkurin hevur verið diffusur. Tórshavnar býráð heldur, at konsertin burturav eigur at vera fyri unga málbólkin. Tí hevur býráðið gjørt av, at felagið FUTT frá í ár ikki fær loyvi at hava konsertina aftur, og at býráðið sjálvt skal skipa fyri konsertini framyvir.
Ólavsøkukonsertin og karmarnir
Øll árini hevur tað verið tónleikafelagið FUT, sum hevur skipað fyri Ólavsøkukonsertini. Konsertin varð 2 tey fyrstu árini (1986-87) hildin úti á Skansanum. Eftir hetta gjørdi Tórshavnar Býráð av, at tiltakið skuldi flyta, tí man metti, at tað fór ov illa við umhvørvinum á Skansanum. Síðani tá hevur tiltakið verið flutt runt í kommununi - tað mesta av tíðini við einum trekum býráði, sum heldur tók útgangsstøði í, at tiltakið órógvaði grannar og tískil helst skuldi leggjast útum bygt øki, enn at stuðla uppundir eitt virkið tónleikafelag, sum ríkaði um mentanina og trivnaðin í býnum. Sostatt varð ongantíð, frá býráðsins síðu, útvegaður nøktandi karmur fyri konsertini, soleiðis at hon fekk møguleika at mennast og gerast fólksligur og fult integreraður partur av Ólavsøkuni. Býráðið vildi við øðrum orðum mestsum ikki vita av tiltakinum.
Tórsgøta sum mentanargøta
Fyri nøkrum árum síðani gjørdi Tórshavnar Býráð av, at Tórsgøta burturav skuldu vera mentanargøta. Við hesum í huga setti FUT(T) fram ynski til býráðið um at sleppa at hava konsertina í Tórsgøtu. Hesum sýtti kommunan í fyrsta umfari fyri, men í 2008 varð so grønt ljós givið fyri, at Ólavsøkukonsertin kundi haldast í Tórsgøtu. Tiltakið var væleydnað, somuleiðis árið eftir 2009 - og Tórsgøta vísti seg at vera vælegnaður kamur um konsertina. Øll vóru glað.
Býráðið ognartekur konsertina
FUTT hevði góðar vónir um Ólavsøkukonsertina í 2010, nú tiltakið endiliga kundi haldast í Tórsgøtu. Men vónirnar brustu, tá býráðið í mars mánaða valdi at taka loyvið frá FUTT at hava konsertina, við teirri grundgeving, at FUTT ikki skuldi vera nóg góður fyriskipari, og at Ólavsøkukonsertin skuldi gerast meiri "fólksligur", integreraður partur av einum sokallaðum heildarkonsepti fyri Ólavsøkuna. Tórshavnar Býráð metti tí, at býráðið sjálvt varð betri ført fyri at skipa fyri konsertini, enn felagið FUTT, sum hevði 25 ár á baki við hesum arbeiði. Við hesum fekk býráðið við eitt fullan ráðarætt yvir tiltakinum, somuleiðis ágóðan av einum møguligum peningaligum yvirskoti, sum FUTT sostatt misti, og harvið grundarlagið undir felagnum.
Gegnistrupulleikar og skert talufrælsi
Bogi Andreassen (Tjóðveldi), varaborgarstjóri og privatur konsertfyriskipari gjøgnum sítt privata felag, Fivestar Entertainment, er nú eisini (óbeinleiðis) vorðin kommunalur konsertfyriskipari - ikki undir egnum navni, sjálvandi, men í kraft av Margarinfabrikkini, har hann sjálvur haruframt er leiðari. Til at samskipa konsertina fyri seg hevur hann sett Ólav Thorsteinsson, starvsfólk í Margarinfabrikkini, sum mær vitandi, ikki hevur stórvegis royndir at skipa fyri konsertum (FUTT hevur 25 ára royndir). Hóast talan er um nýtt alment virksemi hjá býráðnum, er hetta starvið ikki lýst leyst, so møgulig onnur, við drúgvum royndum at skipa fyri konsertum, hava havt møguleikan at søkt tað. Hetta skuldi jú verið sjálvsøgd mannagongd við almennum kommunalum starvssetanum.
Skráin fyri Ólavsøkukonsertina er nú løgd og bólkarnir almannakunngjørdir. Nøvnini hava øll, hvør sær, helst uppiborið pláss á plakatini til eina Ólavsøkukonsert, tað er ikki tað, tað snýr seg um - men tíverri kann nú knappiliga spurnartekin setast við gegnið hjá bólkunum. Tí solistarnir í 4 av bólkunum, sum skulu framføra, eru nevniliga antin starvsfólk í Margarinfabrikkini ella hava tætt tilknýti hartil. Bogi Andreassen er sostatt óbeinleiðis stjóri hjá teimum, meðan tey framføra á konsertini. Við hesum kann lættliga henda, at tey halda seg aftur at seta fram krøv til viðurskifti rundan um konsertina av ótta fyri avleiðingum á teirra starvssetan í Margarinfabrikkini. Tískil hava tey skert talufrælsi og kunnu ikki frítt framføra sín tónleik á Ólavsøkukonsertini. Tey halda seg kanska eisini aftur at úttala seg alment um Ólavsøkukonsertina, tí tey óttast fyri starvsligum avleiðingum. Hetta er eitt dømi um, at listin, vegna politiska uppíblanding, fær skerdan møguleika at útfolda seg, hvat jú er alt annað enn góður mentanarpolitikkuri. Somuleiðis fáa tónleikabólkar, sum ikki hava tilknýti til Margarinfabrikkina, ikki somu møguleikar at sleppa við á konsertina. It stays in the family.
Tá so nógv framførandi til Ólavsøkukonsertina 2010 hava beinleiðis tilknýti til Margarinfabrikkina, kann tí eisini spurningur setast við, um valið av tónleikabólkunum er í tráð við útsøgnina og ynskið hjá býráðnum um, at Ólassøkukonsertin skal vera meiri "fólkslig" og fyri ung - sum varð brúkt sum grundgeving fyri at taka konsertina frá FUTT - ja, um tað yvirhøvur var ein grund til at broyta nakað sum helst við konseptinum rundanum Ólavsøkukonsertina.
Sensurur
Býráðið, politiska skipanin, avger nú fult og heilt, hvørjir bólkar koma at framføra á konsertini. Ólavsøkukonsertin er vorðin at kalla eitt politiskt projekt, har innihald og avgerðir kunnu setast í samband við politisk áhugamál hjá býráðspolitikkarum. Somuleiðis kunnu tey, sum framføra, verða sett beinleiðis í samband við politisk áhugamál hjá fyriskiparunum. Vansin er eisini, at ein tónleikari, sum t.d. hevur kritiserað politisku skipanina, afturfyri møguliga ikki sleppur at framføra til tiltakið. Og vansin er eisini, at einans bólkar, sum hava somu sannføring sum fyriskiparin, verða valdir at framføra til Ólavsøkukonsertina.
Hetta er sensurur.
Hetta er sjálvandi spell fyri bæði bólkar, tiltak og tónleikarar í høvuðsstaðnum, sum helst skuldi tikið alt hetta við góðum ólavsøkuhýri og uppreistum tónleikaanda. Men nú er ringur smakkur hjá nógvum, og intentiónirnar hjá býráðnum um at ríka um tónleikalívið og trivnaðin eru vorðnar heldur ivasamar. Tí mátin, hetta varð gjørt uppá, var ikki reellur.
Politisk armslongd
Prinsippið um, at kommunalpolitikkur einans eigur at virka fyri at skapa karmar, meðan feløg og einstaklingar syrgja fyri innihaldinum, er yvirtraðkað. Prinsippið um, at feløg hava rætt til at skipa fyri tiltøkum í kommununi er eisini yvirtraðkað. Felagið FUTT misti loyvið at skipa fyri Ólavsøkukonsertini. Á Ólavsøku eru hinvegin fleiri onnur feløg, sum skipa fyri tiltøkum. Eitt dømi er ítróttarfeløgini, sum skipa fyri tiltøkum av ymsum slag. Í prinsippinum kunnu hesi feløg nú heldur ikki kenna seg trygg, tá ið býráðið er so gott í gongd við at yvirtaka virksemið á Ólavssøku. Tí má tað eisini vera í teirra áhuga at bakka upp um FUTT og taka frástøðu frá mannagongdini í hesum málinum. Tað kann ikki vera rætt, at politikkarar púra óforskammaðir kunnu fara út og gera seg inn á feløg og teirra virksemi í kommununi.
Motivið um, at Ólavsøkan skal endurnýggjast, og eitt heildarkonsept setast í verk, er helst í sær sjálvum í lagi. Men tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at býráðið káprar eitt etablerað tiltak, fer inn í tað og avger, hvat innihaldið skal verða. Eg vóni, at allir tónleikarar eru greiðir um hendan trupulleikan, og at teir tónleikarar, sum hava valt at framføra á Ólavsøkukonsertini, í tað minsta hava havt hetta uppi í høvdinum at venda minst eina ferð. Tí tað er sakini prinsipielt púra óviðkomandi, hvussu FUTT undanfarin ár hevur skipað fyri konsertini. Tað eiga politikkarar snøgt sagt ikki at blanda seg í.
Bogi frá Fivestar
Stóra motivatiónin hjá leiðsluni í býráðnum viðvíkjandi hesum málinum hevur verið, at varaborgarstjórin, Bogi Andreassen, er við í fyritøkuni Fivestar Entertainment, sum eitt nú herfyri skipaði fyri konsertini við Elton John á Tórsvølli. Hóast varaborgarstjórin er fólkavaldur kommunalpolitikkari hevur hansara privata virksemi sum fyriskipari av konsertum opinlýst verið frammaliga raðfest í býráðshøpi, ja, kanska enntá fremri enn hansara eginleikar sum politikkari. Hann varð spurdur til ráðs um Ólavsøkukonsertina - tað skal viðmerkjast, at hvørki tónleikarar ella tónleikafeløg vóru við í hesum - og Bogasa niðurstøða førdi til, at býráðið tók avgerðina um at taka rættin frá FUTT til at skipa fyri Ólavssøkukonsertini. Bogi Andreassen er sostatt lyklapersónurin í hesum.
At skipa fyri konsertum er at produsera mentan. Hetta virksemið hjá Fivestar Entertainment, sum hevur verið so heppið at fáa sjáldsom loyvi at brúka kommunala Tórsvøllin til sítt privata konsertvirksemi, er og verður privat hjá Boga Andreassen, sum hann eisini helst brúkar alla sína frítíð til og meira afturat. Í sjálvum sær er hetta helst fínt n okk, men tó tykist tað, sum verður hetta vavt meiri og meiri inn í býráðshøpi. Ja, í øllum førum heldur býráðið knappiliga nú, at tað sjálvt eigur rættin at skipa fyri konsertum, t.v.s. at produsera mentan og avgera innihaldið, hóast politisk áhugamál alla tíðina eru og vera veruliga motivatiónin. Hetta heldur enn at skapa karmar um mentanina og lata aktørar á mentanarpallinum sleppa at spíla seg út og skipa fyri tiltøkum. Ongin veit, hvør endmálsorðingin fyri Margarinfabrikkina er, og spakuliga er hendan kommunala institutiónin undir leiðslu Boga Andreasens farin at líkjast Fivestar Entertainment, í og við, at ein stórur partur av virkseminum hjá Margarinfabrikkini er at skipa fyri konsertum.
Einhvør skattgjaldandi borgari í Tórshavnar kommunu við valrætti, sum arbeiðir fulla tíð og betalir helvtina í skatti, veit, hvussu lítið tíðin strekkir til. Bogi Andreassen er varaborgarstjóri, hevur fulltíðar arbeiði sum leiðari í Margarinfabrikkini, arbeiðir sum fyriskipari í Fivestar Entertainment, umsitur Perluna, Reinsaríið og venjingarhøli. Hvussu hann kann hava tíð til alt hetta má standa óvist. At vera veruligur býráðspolitikkari, ikki konsertfyriskipari, hevði helst kunnað ført til ein meiri kvalitativan býráðspolitikk - eisini innan mentanarøkið. Men tað er ein trupulleiki, tá ið man, sum politikkari, lítið og onki far gevur sær um prinsippir um politiska armslongd og hvat býráðspolitikkur átti at snúð seg um. Er tað veruliga hetta, hann er valdur til? Og fekk hann ikki nógvar atkvøður frá tónleikarum? Hvat var tað, teir trúu uppá? Ja, It's a sad, sad situation - og hon gerst enn meiri absurd.
Heðin Mortensen úttalar seg
"Tónleikarar skulu ikki skipa fyri konsertum - tað skulu onnur gera, sum hava betri skil fyri tí", tók borgarstjórin so nasadjarvt til herfyri.
Nå? hvør er so tað?
Hava ráðini frá Boga Andreassen frá Fivestar Entertainment verið ein so stór opinbering fyri sjálvan borgarstjóran? Í øllum førum varð bólturin frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum harvið sparkaður yvir til Boga, sum gyppaði hann víðari niður í sítt egna kommunala reiður, Margarinfabrikkina, har hann hevur "spírað" og sett ein konsertfyriskipara, sum eftir øllum at døma er heldur óroyndur, at taka upp the legacy eftir gamla FUTT. At hesin skal hava betri skil fyri at skipa fyri konsertum enn eitt felag, sum hevur 25 ára royndir, má svar vera skyldugt. Annars eru flestu kendu fyriskiparar í Føroyum jú sjálvir tónleikarar - Jón Tyril, Steintór Rasmussen, Kristian Blak, o.s.fr. Harafturat veit einhvør tónleikari betri enn nakar annar, hvat skal til fyri at fáa eitt tónleikatiltak at eydnast. Hetta er eitt greitt dømi um, at Heðin Motensen ikki veit nakað serligt um tónleikalívið í hansara egnu kommunu - og annars tónleik sum heild. Hann velur bara at lurta eftir Boga Andreassen. Útsøgnin hjá borgarstjóranum er ein fullkomin niðurgering av øllum tónleikarum og vísir, hvør mentanarhugburður ræður í býráðnum.
Hinvegin eiga býráðspolitikkarar, heldur enn at skipa fyri konsertum, skipa ein betri mentanarpolitikk. Tað hava teir ikki dugað, ei heldur Heðin Mortensen, hóast hesin hevur verið í politikki í eitt mannaminni. Milliónirnar, tínar og mínar, hava einsporaðar fossað í øvugtan rætning av Havnará niðan í Gundadal - nú og meðan hann var ÍSF-forseti. Gundadalur er eitt skúladømi uppá vánaliga býarplanlegging. Har hongur onki saman arkitektoniskt. Viðvíkjandi tónleiki er eitt grelt dømi nýggja "Perlan" í Tórsgøtu, "mentanargøtuni". Ein vánalig loysn fyri øll. Konsertir er hon so at siga ikki egnað til. Fyri at koma inn í "konsertsalin" má man inn gjøgnum eitt trongt skot, upp gjøgnum nakrar trappur, inn á eina balkon og niður gjøgnum einar sera brattar stáltrappur. Onki backstage høli finst í húsinum, ljóðgóðskan er vánalig, har er alt betong og glas - bassurin brummar og alt loypur saman, so man gerst bæði stressaður og tinnitusplágaður. Eg eri sjálvur professionellur, útbúgvin tónleikari og kann við hesum bara staðfesta, at umstøðurnar, karmarnir, í kommununi eru alt annað enn nøktandi. Tað er stór skomm. Man má minnast til, at tað ikki eru pengar hjá politikarunum - tað eru pengar hjá tær og mær, sum politikkarar oyðsla burtur til hálvar og vánaligar loysnir sum Perluna.
Einaferð skuldi Reinsaríið vera spælistað. Eg spældi sjálvur til opningskonsertina, har pinnamatur og sjampanja var at fáa fyri líkasum at seta prikkin yvir i'ið og pirkið til at sodna situatiónina. Heðin Mortensen trein fram millum gomlu plankarnar og helt røðu, har hann m.a. segði, at "nú høvdu tónleikarar endiliga fingið sítt spælistað". Men har hendi líkasum onki meir. Orðaskvaldur, politiskt valagn. Hann segði ósatt. Heðin Mortensen helt ikki sítt lyfti, Reinsaríið varð ikki liðugtgjørt til konsertvirksemi, og Bogi Andreassen skundaði onkur betongelement upp, sum hann romantiskt valdi at kalla "Perlan" eftir gamla spælistaðnum, sum Poul Michelsen í síni tíð beindi fyri - og sum varð rikið av eldsálum, tónleikarum í Havnar Jazzfelagi. Men heitið á hesum betongelementum bleiv til "býarhús" - ikki konserthús. Alt tos um Reinsaríið sum konserthús varð skúgvað til viks. Tí má staðfestast, at Heðin Mortensen sostatt er ein borgarstjóri, sum ikki heldur orð. Ja, ein freistast næstan til at siga, at ein tónleikari er betri til at vera borgarstjóri enn Heðin Mortensen - í øllum førum tá tað kemur til tónleikavirksemi í kommununi.
Heldur enn at brúka tíð og pengar uppá at skipa fyri konsertum áttu fólkavaldir politikkarar at arbeitt fyri at bøtt um karmarnar um mentanina - og víðari - betri skúlar, mennandi barnaansing, betri eldrarøkt o.s.fr. Tað er jú tað, teir eru valdir til, ella hvat? Eru onnur ting í kommununi, sum eru forsømd, av tí at býráðið brúkar tíð uppá at skipa fyri konsertum....? Góður spurningur.
Hvat er at gera?
Eg skal ikki gera meg klókan uppá, hvørji tiltøk, FUTT hevur sett í verk í málinum mótvegis býráðnum. Tað er upp til leiðsluna í FUTT, sum annars opinbart stendur maktarleys. Tað er heldur ikki sakini, altso prinsippinum, viðkomandi. Tað er hinvegin greitt, at tað verður býráðið, sum eigur konsertina framyvir. Hetta er ein prinsippsak, sum eg haldi, allir tónleikarar í Føroyum, ikki minst tey, sum framføra til konsertina, áttu at tikið støðu til. Um man sum tónleikari sær tað sum eitt problem, at býráðið hevur káprað Ólavsøkukonsertina frá tónleikafelagnum FUTT, ja, so er tað einfalt - man letur bara vera við at spæla til konsertina. Tað er so freistandi at siga ja takk til eitt jobb, sum kanska gevur 2 túsundlappar pr nøs, whatever, og so er tað stuttligt at spæla eisini - ja, eg veit.
Men - think about it, folks - dignity, it's priceless.
Góða Ólavsøku