Thursday, July 1, 2010

Skal listin stýrast? Og hvør skal stýra henni?

Stórt sæð sum alt annað, sum hendir, hevur hesin fundurin eisini verið endavendur á facebook, har ein afturvendandi atfinning hevur verið, at pallebasíðan ikki situr við pallborðið í dag. Uttn iva, hevði tað ikki blivið ein verri fundur, um pallborið virkaði eitt sindur minni samasvorið. Kortini kann eg ikki lata vera við at undrast á at hesin tankin kemur upp í so nógvum høvdum. Hevði tað verið natúrligt at biðið pallebasíðuna komið við einum íkastið, um fundurin var um fíggjarstøðuna í landinum ella um krabbameinskanningar? Hví hevur tað so stóran týdning júst tá tað er um list? Tað er sjálvandi tí, at vit ikki skulu hava serfrøðingar at fortelja okkum hvat vit skulu dáma og hvat er góður smakkur. Tað er natúrligt, men list er kortini eisini eitt øki, sum skal mennast, sum alt annað í samfelagnum og tað krevur vitan og forstáilsi fyri lyndinum í listini at skapa karmarnar fyri hesi menning. Um tað kortini er onkur, sum er ørkymlaður fyri javnvágini í hesum pallborðinum, kann eg ugga tey við, at hon ikki avspegar ein vanligan tendens í viðgerðini av list fyri tíðina. Allastaðni, ikki bara á facebook, men í politiskum røðum, almennum stuðulsskipanum og í listagreinum í fjølmiðlunum ljóðar herrópið ”alt er list”. Tað er ikki gjørligt at yvirhoyra tað, kortini vil eg gjarna, fyri at tryggja javnvágina, hava hetta sjónarmiðið í bakhøvdinum í dag, tí fari eg at byrja við at minna typir sum okkum um, at vit liva í eini pinkalítari enklavu.

Vit liva í eini pinkalítlari enklavu upp á 50 ella kanska 100 listsnobbar, smaksdómarar, verðinsfjarir elitaristar og tað, sum er verri. Ein pinkalítl enklava, har týdningurin hjá listini fyri samfelagið er ein sjálvfylgja, ja ein enklava har tað veruliga hevur meining at tala um list, sum tað týdningarmesta fyri samfelagið, hátt hevja yvir fisk og betong – ella røktarheim og vøggustovur fyri tað. Ein enklava, sum er so innforstaðin, at okkum nýtist bara at lyfta aðra eygnabrúnna fyri at skilja okkara djúpu andstygd fyri tí innarliga býtta mátanum, sum listin er umsitin eftir. Men. So skjótt vit fara út um tann lukkaða ringin, ja bara hinumegin vegin, so er tað volapyk. Tað er volapyk fyri tey, sum búgva við síðuna av okkum. Alt tað, sum vit halda er so týdnigarmikið og rætt, er fyri teimum abstrakt, háfloygt og líkamikið.

Tá er tað ikki altíð so hugaligt at fara út úr síni egnu verð. Serstakliga ikki tá man finnur út av, at hini liva eitt ríkt mentanarligt lív. Tey fara veruliga á konsert, lesa bøkur og hava bíløt á vegginum. Góð bíløt viðhvørt (men hvør hevur egentliga givið mær autoritet at meta um tað). Óvissukenslan blívur ikki betri av, at man sjálvur, í síni pínligu betrivitan avnoktar, at tað finst ein avantgarda. Kundu vit bara hildið fast við hugskotið um eina avantgardu, so høvdu vit eina góða grundgeving fyri, at alt tað vit halda er rætt, veruliga eisini er rætt. Men gakk, ongin uttanfyri enklavuna sum eg livi í er ónøgdur við mentanina. Politikararnir eru eftir øllum at døma eisini glaðir, alt er frálíkt og vit er noydd at viðurkenna, at vit eru nøkur heilt fá, sum halda at tað gongur til helvitis. Vit eru nøkur heilt fá, sum eru so súr, at vit halda, at tað er eitt problem at tað út av teimum 25 myndlistafólkunum, sum hetta landið hevur fostrað síðan 1960, tað vil siga ung listafólk undir 50 ár, búgva 7 her í landinum. At tað er eitt problem, at ongi faklig umboð fyri myndlistina eru í almennum nevndum og stýrum, sum umsita myndlistina. At listpolitiska kjakið í besta føri er spakt, í versta føri oyðileggjandi. At mentanarpengar eru umsitnir ætlanarleyst, og at listastovnar ikki lúka sínar skyldur. Vit eru nøkur heilt fá, sum halda tað er ein grund til at grenja, men soleiðis sær tað út frá mínum sjónarvinkli, harfrá eg standi og í tí lítlu bobluni ella enklavuni eg livi í.

Naa, onkunsvegna skal alt hetta tosið um enklavuna og tilvitanin um, at tað finst eitt mentanarlív uttanfyri enklavuna eisini helst føra meg fram til at svara spurningunum, sum eg fekk settar í dag. Fyri tað fyrsta: Skal listin stýrast ella skal hon vaksa frítt? Fyri tað næsta, hvør skal stýra henni? Spurningarnir sjávir benda á, at tað eru tveir liðir í málinum og tveir ymiskir hópar, hvør við sínum hugburði. Øðrumegin tann lítla úrvalda enklavan, sum blívur við at grenja, og hinumegin allir aðrir mentanarskaparar og mentanarbrúkarar. Enklavan stendur fyri tí ódámliga sjónarmiðinum, at listin skal stýrast, sjálvi kalla tey tað helst ”umsitast forsvarliga”, og øll hini taka undir við tí meira menniskjansliga, at listin er ein frælsur fuglur, sum kann flúgva hvar hann vil og ikki má temjast. Fyri nú at fløkja dýraríkið inn í málið. Til tann næsta spurningin vil enklavan uttan iva vera nóg sjálvsøkin til at halda, at tað skulu vit, vit, sum hava skil fyri hvat skal spæla tann avgerandi leiklutin í at forma treytirnar fyri trivnaðin hjá listini, har hini meira eyðmjúk vilja svara, at tað skal ein breiður úrskurður av fólkinum.


Tann fyrri spurningurin er eitt sindur kjakkendur, tá hann á ein ella annan hátt treytar, at tað ikki ber til at stýra ella umsita ella hava reglur fyri eitt øki, sum í sínum lyndi er frítt og vilt. Tað ber sjálvandi til. Við almennum pengum fylgja reglur, og tað er bara ein spurningur um at hava nóg góðar reglur, so skal listin ivaleyst varðveita sítt natúrliga frælsi og blíva við at vera ótamd. Hin spurningurin er verri: hvør skal stýra, hvør skal taka tær avgerðirnar, sum fáa týdning fyri hvør, sum kemur í fokus, hvør kunstur fær vakstrarbotn. Her er tað problematiskt fyri enklavuna, at fortrongja tann veruleikan, at vit eru nøkur heilt fá, sum halda at tað gongur til helvitis, ella ignorera tað skynsemis rødd, sum sigur okkum, at list er nakað subjektivt, sum vit ikki hava betur skil á enn onnur.


Øll sjónarmið hava sjálvandi somu rættindi, eisini tá talan er um list, og eg vil gjarna síggja kvøldskúlaframsýningar, málaragleði og stuttleika. Men. Eg vil eisini gjarna síggja ta list, sum er skapt av teimum fáu begávaðu einstaklingunum, sum hava eitt serligt talent og hava arbeitt í inniligum dýpi. Og tað má eg bara viðurkenna, at eg einans fái loyvi til, treytað av at vit fáa meira eliteran hugburð á borðið, og tað hevur víst sega at vera rættuliga trupult.

Vit eru sjálvandi í tí støðu, at listin hóast sítt smala og ekslusiva lyndi skal sameinast við eitt demokratiskt projekt. Og tað lættasta hjá politikarunum, tá teir skulu gera listapolitik, er væl skiljandi, at síggja burtur frá, at listin er umgyrd av elitarismu, sum tykist sampakka illa við demokrati, og heldur tveita seg út í tað populistiska og fólksliga og geva orðið til fjøldina. Men har mistaka teir seg, tí tað demokratiska problemið, sum er at vit ikki lurta eftir sokallaðum vanligum fólki, er ikki til meira – um vit hyggja at fjølmiðlunum, síggja vit næstan bara vanlig fólk úttala seg um ting, sum tey ikki hava skil fyri – tað demokratiska problemið er, at man í listaheiminum heilt er givin at lurta eftir fólki við útbúgving. Tað blívur væl og virðiglia lurta eftir ”the wisdom of the crowds” og samstundis er serfrøðinga diktaturið trampa væl og virðiliga niður. Populisman skal vera her, sjálvandi skal hon tað, men hon livur so væl sum ongantíð, tí er ongin grund at hevja hana enn meira. Somuleiðis sum tað ikki heldur er nøkur grund til at vera bangin fyri esoteriskum mentanarsnobbi, sum er fullkomuliga uttan samband við veruleikan. Vit eru í eini støðu har elitarisman er fallin og amatørisman hevur sigrað, eg veit ikki, hvat man skal kalla tað mótsetta av einum ekspertveldi. Men tað er umleið tað vit hava nú, og tað er ongin ivi um, at tað avmarkaða talentið hevur tað betri enn tað stóra talentið.

Hetta merkir sjálvandi ikki at vit skulu yvirgeva okkum til tað elitera. Tann elitera tilgongdin kann ikki brúkast einsamøll, tí hon er flýgur ov høgt, og innast inni byggir á pástandir um, at vit sum mennisku bara kunnu menna okkum, um vit fáa at vita, hvat ringur ella góður smakkur er. Men tann populistiska tilgongdin, sum vit nú hava, kann heldur ikki brúkast eimsamøll, tí hennara listsýn er ov breitt, hon hevur ov ógreið mørk millum amatørismu og professionalismu og sær burtur frá tí úrvalda og smala lyndinum í listini og harvið fremur triviella og komersiella list.

Hvat er so loysnin? Tá vit hava tvey at síggja til ósambærilig sjónarmið, tað populistiska, sum eftir mínum tykki hevur tað ov gott, og tað elitera, sum eftir mínum tykki hevur tað alt ov ringt. Loysnin er tann rættuliga einfalda, at vit skulu tora at skilja millum ítrivslistina og ta professionellu listina. Vit skulu hava nýggjar viðtøkur fyri Mentanargrunn Landsins, viðtøkur, sum taka atlit til at ítrivslistin hevur annan tørv enn tann professionella listin. Vit skulu gjøgnumganga alt mentanarøki og vit skulu fara at lurta eftir fólki, sum kunnu og tora at skilja ímillum og sum gjarna vilja viðganga, at tað er nakað, sum er betur enn okkurt annað. Vit skulu heilt einfalt geva listini, ella í hvussu so er einum parti av listini aftur til listafólkini og tey listfakligu. Tað kann væl vera at tað innanfyri myndlistina sær út sum um søgan er fylt av listfrøðingum, sum hava mistikið seg, men hon er eisini yvirklistrað við makthavarum, sum hava mistikið seg. Hóast tað eru politikarar, sum ivaleyst halda, at tað er torført at sameina eliter sjónarmið við populistiskan politikk, kunnu teir blíva noyddir til tað. Tí tað er gingið galið. Trúgvin hjá politikarum um egin evni at stýra listini er farin á heysin. Tað er trupult at stuðla listarligari menning, men at lurta eftir teimum, sum vita nakað um list, merkir yvirhøvur ikki at vit missa ta fólksligu mentanina, øll mentan fer at fáa tað betri tá tað blívur pláss fyri teimum listafólkunum, sum veruliga kunna, á sama hátt sum tann professionella listin heilt vist fera at taka amatørlistina við sær í fallinum, um hon ikki skjótt fær betri kor.
(IS)