Tuesday, November 30, 2010

Gløgg list


Snilda heitið sipar sjálvandi til tvítýdda orðið, sum umframt at sipa til klókskap, eisini er heitið á flógva, svenska kanelkryddaða reyðvínspunsjinum, ið er vælumtóktur norðurlendskur jóladrykkur. Men í veruleikanum snýr tað seg bara um eina hugnaliga løtu í Steinprenti í Havn fyri tey, sum eitt lítið bil hava hug at gevast við materialistiska jólaresinum fyri í staðin at miðsavnast um mentanina. Afturvið gløgginum verður framløga av tíðarritinum Listin 2010, sum Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen ritstjórna og skriva og sum inniheldur listkjak og listkunning av ymsum slag. Listafólkini koma eisini sjálvi til orðanna í hesum tíðarriti bæði við tekstum, samrøðum og myndum, sum eisini verða at síggja á framsýningini í Steinprenti. Listin 2010 er einasta føroyska mentanartíðarrit av sínum slag í løtuni og inniheldur ritið tekstir í úrvali av internetblogginum www.listinblog.blogspot.com

Á framløguni fer Inger Smærup Sørensen at greiða frá mentanarhugsjónum politisku flokkanna, meðan uppleggið hjá Kinnu Poulsen fer at snúgva seg um myndlistina hjá Tóroddi Poulsen. Harumframt fer Hitt føroyska skjaldraveldi at lesa upp onkur av sínum nógv umhildnu skjaldrum, ið eisini eru at lesa í tíðarritinum Listin 2010. Tað er Forlagið í Støplum hjá John Dalsgarð, ið gevur tíðarritið út. Eisini verður høvið at síggja framsýningina Myndaódnin 2010 við myndum, ið eru framleiddar í Steinprenti í ár. Spildurnýggjastu myndirnar á framsýningini gjørdi Torbjørn Olsen, ið enn einaferð prógvar hvussu ómetaliga væl hann meistrar psykologisku portretttekningina. Gløgglistaløtan verður leygardagin 11.des klokkan 16.00 í Steinprenti á Skálatrøð og øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólakalendarin 2010

Peter Carlsen: Jeres jul er pervers. 2007

Í morgin er fyrsti desember og vit eru um at bresta so spentar eru vit, tí tað merkir, at vit sleppa at lata upp fyrstu lúkuna í jólakalendaranum 2010.

Verða jólini bjargaði og vóru tey nakrantíð í nøkrum vanda? Vit vita tað ikki, men jólahýrurin er í øllum førum tryggjaður, tí tað er Carl Jóhan Jensen himself, ið ger jólakalendaran 2010 .

Vit ætla ikki at avdúka ov nógv, men tað verður garvillt, markleyst og fyrst og fremst verður tað fantastiska jólaligt. Gleði tykkum og fylgið við her á listablogginum frá í morgin og til 24. desember. Gleðiligan desember.

(IS)

Monday, November 29, 2010

Steffan Danielsen - myndir


Framsýningin Tomhedens poesi - Steffan Danielsen læt upp á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjadagin. Undirritaða helt røðu og tað var hugaligt at síggja hvussu nógv fólk møttu upp, tó at nógvur kavi var. Eg tók ikki so nógvar myndir, meðan fólkini vóru, men í gjár, tá eg aftur var á Bryggjuni fyri at halda fyrilestur við sama heiti, eydaðist at taka nakrar myndir.

Framsýningin er eksklusiv og lítil, men úrvalið hjá Aðalsteinn Ingólfsson er gott. Framsýningin er fyriskipað í samstarvi við ymsar myndaeigarar harímillum Listasavnið, sum eigur ta fínu kirkjumyndina og Emil Thomsen, sum eigur fleiri av myndunum. Hann gav í fjør út bókina um Nólsoyarmálaran, sum John Dalsgarð skipaði fyri. John er eisini fyriskipari av framsýningini og var við í ferðalagnum í Keypmannahavn um vikuskiftið. Framsýningin er enn ikki ummæld, men av tí, at Emil Thomsen fyllti 95 í gjár, var føðingardagsgrein í Politiken, har framsýningin var nevnd, so eitt sindur av reklamu hevur verið. Framsýningin er opin inntil 27.mars í 2011. (KP)


















Og mentanarvirðisløn landsins fer til...

Gleðiligu heysttíðindini eru, at mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins ikki verða avtiknar kortini. Hetta er sjálvandi ikki meir gleðiligt enn tað er syndarligt, at tað yvirhøvur hevur verið talan um at avtaka so umráðandi virðislønir innan mentanarøkið, sum frammanundan er fíggjarliga niðurpínt. Summi halda, at eingin samsýning er eins stór og kærleikin og lønin pá tann eina dag, men pengar eru ikki so galnir og á listablogginum eru vit av teirri sannføring, at reiður peningur er einasti ordiligi máti at fagna einum listafólki.

Tessvegna geva vit komandi 3 dagarnir okkara meining til kennar um hvørji 3 myndlistafólk áttu at fingið mentanarvirðisløn landsins skjótast gjørligt. Tita Vinther og Zacharias Heinesen eru ikki við, tí tey tíbetur hava móttikið mentanarvirðisløn landsins.

Nummer trý er Bárður Jákupsson, sum eisini er við at vera millum tey eldru listafólkini. Hann átti at fingið mentanarvirðislønina, ikki bara fyri sína list, men eisini fyri tann stóra týdning, hann hevur havt og hevur fyri føroyska mynd list sum listmiðlari, fyriskipari osfr.



Bárður Jákupsson (1943)


Okkurt í verkunum hjá Bárði Jákupssyni ger tey torgreidd at tulka. Kanska er tað tí, at listamaðurin arbeiðir bæði við naturalismuni og við abstraktiónini og skiftir millum hesi bæði fyribrigdi, so tað ongantíð er heilt greitt, hvat er veruleiki og hvat ikki er. Kanska eru tað tey enigmatisku, kalligrafisku teknini, sum listarmaðurin nýtir umaftur og umaftur. Tekin, sum kunnu minna um eitt loyndarfult mál, ein koda, ið eg ikki dugi at loysa. Kanska er tað tónleikurin í myndunum, sum heilt einfalt er ov torgreiddur til, at mítt oyra kann viðgera hann, ella eisini eru eygu míni ikki heilt í lagi. Tí myndirnar hjá Bárði Jákupssyni eru sera litríkar, men tær kunnu onkuntíð tykjast ov einlittar. Verkini hjá Bárði Jákupsyni hugtaka meg, men kunnu eisini onkuntíð undra og ræða meg. Tað tykist sum um listaverkini gera mótstøðu ímóti at verða tulkað.

Tíbetur seta tey seg ikki ímóti at verða upplivað.

Bæði Marx og Freud hava lært okkum, at alt kann tulkast. Í listasøguligum høpi hevur avleiðingin verið, at listaverk í veruleikanum ongan týdning hava, fyrr enn tey verða tulkað. Upplivingin av listaverkum hevur minni týdning. Tá eg so havi so trupult við at tulka verkini hjá Bárði Jákupssyni, eri eg noydd til kortini at royna at uppliva tey.

Men áðrenn eg royni at uppliva verkini hjá Bárði Jákupssyni, má eg umbera mangar ferðir. Tí fyri at uppliva krevur tað, at man fer aftur í tíð til tíðina fyri Marx og Freud, ja, tað krevur óivað eitt sindur av reinleika, sum eg havi mist fyri langari tíð síðan. Eg má eisini umbera, at um eg skal uppliva heldur enn at tulka, má eg royna at skumpa ta analytisku síðuna til viks, so sansaliga síðan sleppur framat. Og eg havi ikki ment nakað mál fyri tí sansaliga, men bert fyri tí analytiska.

Tá eg nú skal royna at uppliva verkini hjá Bárði Jákupssyni, kann eg tí bert nýta einstøk orð og ikki heilar setningar. Eg haldi, at tað má geva tí analytiska ein enn minni leiklut.

Krossøki, týðiligt, drúgt, beinleiðis, blikalogn, kropsligt, støkkið, fjølbroytni, sál, gløðandi, samansett, samljóð, grundvøllur, tyngd, mildni, snipst, afturljóð, vektloysi, ógreitt, háfloygt, ørkymlandi, máttmikið, nærsýnt, reflekterandi, sjálvberandi, autonomt.

Ætlanin eydnast mær ikki. Orðini bera á brá at tykjast sum skeivar tulkingar uttan mun til, hvussu nógv eg royni at uppliva. Upplivingin yvirlivir ikki orðini.

“Tað eru ongir sannleikar, einans tulkingar,” segði Nietzsche, og tá vit nú eru í ferð við at endurgeva, so hevur amerikanski rithøvundurin og essayisturin Susan Sontag sagt, at “tulking er hevndin hjá intellektinum mótvegis listini,” og eg ætli mær als ikki at hevna meg inn á verkini hjá Bárði Jákupssyni.

Lat meg so í friði og náðum sleppa at uppliva í tøgn og vóna, at lesarin fer at leita eftir verkunum hjá Bárði Jákupssyni, tí tey eru ein stór uppliving.

Úr Bókini Livandi List
(IS)

Sunday, November 28, 2010

Og mentanarvirðisløn landsins fer til...

Gleðiligu heysttíðindini eru, at mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins ikki verða avtiknar kortini. Hetta er sjálvandi ikki meir gleðiligt enn tað er syndarligt, at tað yvirhøvur hevur verið talan um at avtaka so umráðandi virðislønir innan mentanarøkið, sum frammanundan er fíggjarliga niðurpínt. Summi halda, at eingin samsýning er eins stór og kærleikin og lønin pá tann eina dag, men pengar eru ikki so galnir og á listablogginum eru vit av teirri sannføring, at reiður peningur er einasti ordiligi máti at fagna einum listafólki.

Tessvegna geva vit komandi 3 dagarnir okkara meining til kennar um hvørji 3 myndlistafólk áttu at fingið mentanarvirðisløn landsins skjótast gjørligt. Tita Vinther og Zacharias Heinesen eru ikki við, tí tey tíbetur hava móttikið mentanarvirðisløn landsins.

Nummar tvey er Torbjørn Olsen, sum eftirhondini hevur nátt hóskandi aldur til at verða fagnaður av landinum


Torbjørn Olsen (1956)


Í fleiri tíðarskeiðum seinastu fimmti árini hevur málningalistin verið sera illa lýdd. Í 1960-unum, 1970-unum og aftur í 1990-unum hava fleiri leiðandi listafólk og ummælarar nærum gjørt tað til eitt tabu at mála. Í hvussu so er varð tað mett at vera ein sera afturhaldssinnað og óelegant list.

Listamálarin Torbjørn Olsen tykist tó kortini at vera púra óávirkaður av hesum kreppum í málningalistini. Hann fór undir sína listarligu yrkisleið í 1970-unum og hugsaði yvirhøvur ikki um, at tað ikki var kul at mála. Eisini í 1990-unum málaði hann uttan eina løtu at drála.

Helst hevur Torbjørn Olsen longu sum heilt ungur listamaður í 1970-unum vitað, at talan var einans um mótafyribrigdi, ið málningalistin heilt víst fór at vinna á. Í 1990-unum hevur sami búni listamaðurin óivað rist á høvdinum, tá onnur hava sagt, at málningalistin var eitt ov kenslusamt og avoldað listaslag. Tí í hvørgari kreppuni veik Torbjørn Olsen frá síni málningalist. Í staðin hevur hann víst okkum, at málningalistin er ein sera viðkomandi listagrein, og vit kunnu nýta hansara málningar til at viðgera megina í einum málningi.

Málningarnir hjá Torbirni Olsen vísa okkum, at megin í einum málningi er í litunum; styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin í málninginum er eisini í tí tóma rúminum, sum er at síggja tey støð, har løriftið er órørt, har rúmið knappliga gerst undarligt, uppbýtt, ambivalent, og tað er í linjuni, sum ta einu løtuna er dynamisk og tykist at liva sítt egna lív og í eini aðrari løtu er konstruktiv og byggir upp rationell skap og rúm.

Og Torbjørn Olsen spælir alla tíðina við hesi skift í litunum, rúminum, ljósinum og linjunum, sum einans letur seg gera í málninginum. Haraftrat evnar hann at nýta hesi skift til at skapa fleiri veruleikar í senn. Fáa fleiri heimar, objekt og menniskju til at liva á sama flata. Fáa iva, ótryggleika og veikleika til at liva saman við skapanarmegi, lívsmegi og viljastyrki. Hann evnar at finna rørslu í einum heimi, ið samstundis er fullkomiliga lammaður, og hann finnur ræðuligan larm í einum rúmi, har tað samstundis er pinnastilt. Og hann kann ta einu løtuna siga eina søgu, og so løtu seinni sleppa søguni og so burturav vera beint her. Talan er um lag oman á lag av máling, tilvitskustigum, rúm- og tíðarfatanum.

Sagt í stuttum dugir Torbjørn Olsen málið í málninginum. Hann megnar at nýta tað, sum einans málningurin kann. Hann skilir fult og heilt megina í málningalistini, og tað ger øllum atfinningunum móti málningalistini sum listagrein til skammar. Ja, Torbjørn Olsen hevur so serliga væl megnað at steðgað modernistisku leysasøguni, at málningurin er deyður. Fyri mín part í hvussu so er, tí enn eru tey, ið siga, at málningalistin onki hevur at siga okkum.

Kanska hava tey ongantíð sæð málningarnar hjá Torbirni Olsen.

Úr Bókini Livandi List
(IS)

Saturday, November 27, 2010

Og mentanarvirðisløn landsins fer til…

Gleðiligu heysttíðindini eru, at mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins ikki verða avtiknar kortini. Hetta er sjálvandi ikki meir gleðiligt enn tað er syndarligt, at tað yvirhøvur hevur verið talan um at avtaka so umráðandi virðislønir innan mentanarøkið, sum frammanundan er fíggjarliga niðurpínt. Summi halda, at eingin samsýning er eins stór og kærleikin og lønin pá tann eina dag, men pengar eru ikki so galnir og á listablogginum eru vit av teirri sannføring, at reiður peningur er einasti ordiligi máti at fagna einum listafólki.

Tessvegna geva vit komandi 3 dagarnir okkara meining til kennar um hvørji 3 myndlistafólk áttu at fingið mentanarvirðisløn landsins skjótast gjørligt. Tita Vinther og Zacharias Heinesen eru ikki við, tí tey tíbetur hava móttikið mentanarvirðisløn landsins.

Tann fyrsti er Tróndur Patursson. Tað er fullkomiliga ófatiligt, at hann ikki enn hevur fingið mentanarvirðislønina.



Tróndur Patursson (1944)

Tá listin hjá Tróndi Paturssyni verður søgd at vera spontan, er tað óivað rætt. Drívmegin í hansara list er partvíst spontanitetur og hansara list er á ein hátt eitt framhald av listini hjá tachistunum og abstraktu ekspressionistunum í Amerika. Tað hevur kortini stóran týdning, at orðið spontant ikki kemur í bland við orðini naivt ella ótilvitað. Tí eg veit ikki um nakað listafólk, sum í arbeiði sínum er so tilvitaður og kønur í sínari list sum Tróndur Patursson. Millum annað er hann sera tilvitaður um, at tað vakra og tað undurfulla ikki skal fáa ræðið á listini. Og hansara listaverk eru hvørki vøkur ella føgur. Tey eru stórfingin, soleiðis sum náttúran eisini eru stórfingin.

Tað er ein stórfingin uppliving at koma inn í bingjuna hjá Tróndi Paturssyni ’Kosmiskt rúm’. Tað er ein stórfingin uppliving at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, og tað er ein stórfingin uppliving at standa framman fyri einum av málningunum hjá Tróndi Paturssyni. Ta stórfingnu heildarupplivingina fáa vit ikki bara tá hansara totalinstallatiónir ringja seg um okkum og yvirtaka allan kroppin. Vit fáa somu stórfingnu heildaruppliving í hansara málningum. Tað stórfingna er heldur ikki einans í teimum stóru verkunum hjá Tróndi Paturssyni. Stødd, vídd og dimensjónir tykjast at hava ein leiklut í hansara list, ella heldur sagt, sjálvandi hava tey ein stóran leiklut, tí hann hevur arbeitt nógv við at gera list í støddini eitt til eitt. Kortini haldi eg ikki, at stødd hevur avgerandi orðið at siga. Tí tað stórfingna er eisini í einum grafiskum verki ella í eini lítlari akvarell hjá Tróndi Paturssyni.

Tað er ov lætt at siga, at tað stórfingna við listaverkunum er, at listaverkini hjá Tróndi Paturssyni ringja seg um teg ella, at hansara listaverk eru so ómetaliga stór. Tí tað stórfingna er eitt meira grundleggjandi lyndiseyðkenni í hansara list, sum er torførari at greiða frá. Eg haldi, at tað stórfingna er partur av eini sterkari kenslu av nærveru. Vit verða heilt burtur í verkunum hjá Tróndi Paturssyni, tí tey eru her og eru hjáverandi á ein sjáldsaman og óskiljandi hátt. Orsøkin er óivað, at verkini hjá Tróndi Paturssyni seta okkum andlit til andlits við tað, ið vit ikki fata og skilja. Ein serligur mystikkur er í hansara myndum, og tað er ein bæði stórfingin og uppskakandi uppliving.

Kanska gera verkini hjá Tróndi Paturssyni okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum var við okkurt, sum er okkum eins fremmant sum alheimsins endaloysi er okkum fremmant. Eg veit ikki, men í hvussu so er, er tað stórfingna til staðar, tí vit kunnu ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Paturssyni, og á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark.

Verkini hjá Tróndi Paturssyni eru ikki objekt, ið vit kunnu hyggja at, hava yvirlit yvir og leggja undir okkum. Tey eru fenomen, sum taka okkum á bóli og yvirtaka okkum.

Úr Bókini Livandi List
(IS)

Friday, November 26, 2010

10 jólagávuhugskot

Hetta er tíðin, bløðini eru á tremur við góðum jólagávuhugskotum og Listin vil í kapitalismunnar navni ikki vera øðrvísi enn hinir miðlarnir. Tí koma vit her uttan skomm við tíggju boðum uppá nakrar jólagávur, sum vit sjálvar høvdu ynskt lógu undir okkara jólatrøum jólaaftan. Allar jólagávurnar eru til sølu á einum staði, nevniliga í Steinprenti á Skálatrøð 16 í Havn.



1. Einfalda og kompleksa steinprenti hjá Hanna Bjartalíð er upplagt gávuhugskot til bæði vaksin og børn. Prentið fæst fyri 2600 krónur.


2. Raffineraða, erotiska prentið hjá Peter Carlsen er perfekt gáva til konuna ella unnustuna og hetta prentið fæst fyri 1.200 krónur.


3. Marius Olsen eigur at liggja undir einum og hvørjum jólatræi. Har eru nógvar myndir í at velja og allar eru tær góðar. Hetta prentið fæst fyri 2.600 krónur.


4. Á undrunarverdan hátt veita tey smáu prentini hjá Tróndi Patursson eina líka stórbæra uppliving sum hansara veldugu totalinstallatiónir. Hetta prentið kostar 2.600 krónur.


5. Verkið hjá Rannvá Kunoy rúmar óendaligum assosiatiónsmøguleikum, men kostar bert 9.000 krónur.



6. Tú fert ongantíð skeivt í býin, tá tú velur eitt verk hjá Zachariasi Heinesen. Hetta prentið, sum øll høvdu verið glað at fingið, fæst fyri 2.800 krónur.


7. Frálíka prentið hjá Hansinu Iversen er leikandi lætt og óendaliga djúpt og fæst fyri 2.400 krónur.



8. Lítla gula myndin hjá John Kørner er heimslist við heimligum myndevni fyri 3000 krónur




9. Fantastiska tostatræið hjá Tóroddi Poulsen bjargar jólunum og fæst fyri 1.600 krónur




10. Poetiska og inntonkta prentið hjá Onnu Seppälä fæst fyri bert 2.600 krónur.

(IS)

Thursday, November 25, 2010

Markleys list - Anker Mortensen

Málaraskald

Vit leggja í eini greinarøð dent á list, sum bæði er visuel og poetisk og sum ofta kemur frá listafólkum, ið bæði duga at úttrykkja seg skrivliga og myndaliga.  Í hesi røð við heitinum Markleys list eru vit komin til málaran og grafikaran Anker Mortensen (f.1961). Hann er limur í Heystframsýningini og sýnir har fram sínar serstøku, poetisku og sveimandi myndir. Hansara myndir prýða permurnar á bókum hjá t.d. Tóroddi Poulsen (Steðgir og Sót og søgn) og teir báðir hava samstarvað áður, m.a. hava teir saman við Bjarne Werner Sørensen havt eina felags framsýning Corda Atlantica, har Tóroddur Poulsen skrivaði yrking sína IKON á eina av ikonunum hjá Anker. Hann prýddi eisini permuna á fløguútgávuni "September í bjørkum sum kanska eru bláar" hjá Carl Jóhan Jensen.

Myndirnar hjá Anker Mortensen er abstraktar og hava ofta poetisk heiti sum t.d. "Bræv til Janus Ega", "Dukka mín er blá" og "Skýggini ganga tvørturum verðina" og "Sum í gjøgnum sortar skýggja", ið øll taka støði í littererum keldum. Men Anker Mortensen dugir sanniliga eisini sjálvur at skriva og í bókini um hann, sum varð givin út á egnum forlagi í 2001 eru fleiri av hansara frálíku tekstum, t.d. hesin:

...Og havið, tað fer eisini inn í oyrað. Havið nertir við sandin. Viðhvørt sigli eg á havinum í báti. Onkuntíð sovi eg á einum skýggi. Ein likka. Nú sigli eg til gongu á sandinum og í lynginum fram við havinum. Ikki fram við landinum. Tá ið eg gangi uppi á Reynsmúla, letur láin. Yviri við Strond, gullkálvarnir. Er tað sami vindur sum í gjár, ið blæsir í dag, ella hoyrir vindurin, eg hoyrdi í gjár, degnum í gjár til. Tað veit vindurin. Hann ger, sum hann vil. Ikki kann eg telja sand í ein dag, tá ið dagarnir hava hvør sítt navn. Hvørva tárini í sandin. Og so øll eyguni. Fet fyri fet. Men bara eitt í senn ella tvey. Ein bunki í alt. Uttan at renna. Onkuntíð korkalitt fet. Fetini bera sinnið. Lyngurin berini. Hvør ber skýggini. Havið bátin. Stundum eru tankarnir ikki so tætt við sandin, men í fjøllunum, sjálvt um lotið kínur pannuna, og sólin skínur á hondina. Tað er ikki so langt frá hondini upp til pannuna. Røkkur hondin sólina. Beinina ganga. Sólin er í pannuni.  

Teksturin "Sólin aftanfyri skýggj" var upprunaliga prentaður í einum katalogi, sum Norðurlandahúsið gav út í sambandi við eina framsýning hjá Amariel Norðoy í 1997. Umframt, at teksturin í sær sjálvum er eitt fantastiskt verk í sær sjálvum, er hann eisini eitt slag av listarligum credo, sum ikki sigur so lítið um listarligu hugsjónirnar hjá Anker.


Sólin aftanfyri skýggj

Sum tá ið sinnið flytur seg, sum tá ið tankin loysnar og hvørvur er skýggj, ið dettur í á og rennur oman í havið, og ein dropi søkkur niður á botn og verður ein perla í goggu. Ljósið í rúminum í høvdinum. Og so tað at tveita andlitið niður í bøin og myndin stillisliga byrjar at tosa. Ferðin og tankar, ið flyta seg frá einum tanka yvir í ein annan tanka, frá einum plássi yvir á penapláss, frá fløkju til ró. At nærkast tí andaliga sum allatíðina er har. Stjørnur sum lýsa hóast eygu blunda. Vindurin sum boyggir gras í rúminum í høvdinum, tá ið tað lotar. eisini havið. Tað ljósið, ið býr í list og í rúmum í hjørtum. Og aftanfyri eygnalok. Tá ið skýggj er frammanfyri eygað og skýggj er aftanfyri eygað, er eygað mitt í millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól.


Wednesday, November 24, 2010

Markleys list - Øssur Johannesen



Øssur 40 ár

Myndina havi eg júst tikið her, sum eg siti og skrivi, í stovuni. Umframt órudd og leikur er eisini eitt listaverk á myndini, sum Øssur Johannesen hevur málað. Hann fyllir í dag fjøruti ár. Í einum ummæli, sum eg skrivaði um eina framsýning hjá honum í 2008 varð sagt um hansara list, at hon er anti-borgarlig ella anti-sofalist og at listamaðurin sjálvur er vorðin partur av listaverkinum: "Hóast síða hárið er demonstrativt ófriserað og stendur í allar ættir og bukssurnar eru skræddar, so at knæskelin, tann eina, er úrlatin, er okkurt fullkomiliga tilvitað yvir svarta og reyða litavalinum og stílinum sum heild, ið hóskar, nei er ein partur av av einum stórum outsider-art-heildarlistaverki, sum er Øssur Johannesen. Og hetta er óansæð, hvørt talan er um hansara tónleik, tær mongu fløgurnar og myndirnar, yrkingarnar, greinarnar ella øll brøvini, sum eru skrivað við stórum blokkbókstavum við sprittusj. Tað er eisini klæðini, gittarin, mátin,hann stillar upp til fotografering og mátin, hann á síni myspace heimasíðu greiðir frá sínum hetjum og sínum egna persónliga, viðkvæma sinni...".

Síðan hesa greinina hevur Øssur m.a. givið eina frálíka stemningsfulla fløgu út við improvisatiónstónleiki saman við basspælaranum Agnar Lamhauge og so hevur hann á sama hátt og øll onnur fingið sær eina vangamynd á facebook. Hansara støðulýsingar líkjast tó ikki nøkrum øðrum og summar teirra eru ómetaliga originalar og á sama hátt sum yrkingar hansara ein fragd at lesa. Listin ynskir Øssur hjartaliga tillukku á fjøruti ára føðingardegnum við tveimum av hansara facebookperlum.
(KP)

GÓDAN DAG ØLL SOMUL VINDURIN BLÆSIR Í GJØGNUM OKKUM ØLL SÓLIN SKÍNUR FYRI ØLLUM HEIMLEYSUM BUMSUM Í FRELSUNARHERINUM TIL MULTIMILLIONERIN MEN Í DAG ER SO DEILIGA FRIÐSÆLUR MJØRKI OG REGN EG ELSKI LJÓÐIÐ AV REGNI EG FARI ÚT Í REGNIÐ AT GANGA UM EINA LÍTLA LØTU DREKKI KAFFI VIÐ SUKUR OG MJÓLK OG VATN EG HAVI IKKI RÁÐ TIL TAXA Í DAG MÁ GANGA ØSSUR



DEILIGI NEPTUNSKI MJØRKIN VIRKAR BERÓLIGANDI OG SPENNANDI OG DRAMATISKUR VINDUR FARI ÚT AT GANGA EIN TÚR EIGI ONGAN BIL HAVI IKKI RÁÐ TORI HELDUR IKKI AT KOYRA BIL OG TÁ EG IKKI TORI ORKI TÍMI AT GANGA BRÚKI EG TAXA OG KOYRI SIOUXSIE AND THE BANSHEES GRAHAM BOND LED ZEPPELIN FOR FRÁ TAÐ MÁ TAXASJAFØRURIN FINNA SEG Í TÍVERRI EG BETALI FYRI TAÐ EG HAVI ONGAR VEINGIR TÁKNIR ELLA TELDUSTÝRD HJÓL UNDIR FÓTUNUM HEVUR TÚ TAÐ ØJ

Tuesday, November 23, 2010

Myndaódnin 2010 í Steinprenti


Hetta er aðru ferð, at ein myndaódn herjar í Steinprenti við jólaframsýningini, sum í høvuðsheitum bjóðar uppá verk, ið eru framleidd í Steinprenti í ár. Umframt tær nýggju myndirnar eru eisini einstøk eldri verk við á framsýningini, m.a. poetiska prentið, sum Marius Olsen gjørdi til ta fyrstu Heystframsýningarplakatina. Eins og heitið gevur varhugan av, fevnir framsýningin um eina rúgvu av myndum, ið allar eru ógvuliga ymiskar. Danski listamaðurin, Jonas Hvid Søndergaard var á verkstaðnum í vár og fekk tríggjar myndir burturúr, ið hanga sum ein dynamisk røð í lýsandi grønum, reyðum og bláum, abstraktum kompositiónum. Fleiri onnur týdningarmikil donsk listafólk hava vitjað í Steinprenti í ár, m.a. Claus Carstensen, Peter Carlsen, Knud Odde og Toni Larsen og verða fleiri av hesum eisini umboðað á framsýningini. Tey bæði síðstnevndu vóru í Steinprenti eftir umbøn frá Statens Kunstfond sum liður í eini størri grafiskari verkætlan. Stílurin hjá Knud Odde er eyðkendur og hevur tú t.d. sæð plakatina, sum hann gjørdi til Tivoli, kennir tú aftur ta bylgjandi, dekorativu strikuna. Portrett hansara av Steffani Danielsen er rørandi og sterkt á sama hátt sum lýsingin av eini undurvakrari kvinnu í stórum hatti, sum hongur í tveimum avbrigdum í ávikavíst grønum og orange, sum ein portalur inn í Myndaódnina 2010

Zacharias Heinesen arbeiðir í løtuni á verkstaðnum og er ætlanin er sýna fram onkra spildurnýggja mynd hjá honum á Myndaódnini, sum harumframt inniheldur verk hjá Tóroddi Poulsen, Anker Mortensen, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy og Fríðu Matras Brekku. Í sambandi við, at hann var heima og tók í móti bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens, var Tóroddur Poulsen ein svipp á verkstaðnum og verður frálíka og rúgvusmikla úrslitið av hesi vitjan at síggja á Myndaódnini. Meginparturin av tí, vit hava sæð av grafisku framleiðsluni hjá Tóroddi Poulsen er steinprent, men hann er eisini í størri mun farin at fáast við onnur sløg av grafikki, t.d. kopar- og linoleumsprent. Stórur munur er á steinprenti og linoleumsprenti, ið líkist negativum myndaavbrigdum, har sjálv tekningin sæst litleys, hvít á svartari ella littari grund. Henda tøknin hevur víst seg at vera serliga væl hóskandi til tað snerkjandi anarkistiska úttrykkið, sum hevur verið partur av tí serstakliga fjølbroytta, listarliga úttrykksøkinum hjá multilistamanninum og slóðbrótaranum, Tóroddi Poulsen.

Meðan Zacharias Heinesen (f.1936) telist millum okkara bestu og mest viðurkendu listafólk, eru eisini luttakarar á framsýningini við minni royndum. T.d. er Herdis Jacobsen (f.1987) umboðað við eini manga-kendari mynd, sum hon gjørdi saman við prentarunum Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku, tá hon var í starvsvenjing í Steinprenti í summar. Samanumtikið er talan um eina sera fjølbroytta framsýning við inniligum, stuttligum, løgnum, óhugnaligum, sofistikeraðum, speiskum og hugtakandi myndum, ið allar sum ein eru á hægsta góðskustigi. Framsýningin letur upp í Steinprenti á Skálatrøð 16, fríggjadagin 26. november klokkan 16-18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýning er opin inntil 15. januar.

Nakrar hugleiðingar, nú tónaskaldið Knút Olsen fylti 65 ár



eftir Hera Eysturlíð

Hvørt einasta ættarlið man uppliva, at tey vóru børn í steinøldini. Hvussu ber tað til? Vit, sum trúðu, at vit vuksu upp í tí mest modernaða av tí modernaða. Og tað var tað eisini – tá. Men munnu ung í dag duga at hugsa sær eina tilveru uttan sjónvarp, video, teldur, geymar, alnót og fartelefonir? At Útvarpið bert sendi nakrar fáar tímar um dagin, og Kvøðuljómar (4 tímar), ferðafrásagnir úr Noregi (14 partar), Eystmannabrøv v/Kaare Bjørlykke og hugleiðingar hjá Andr. E. Joensen, Chr. N. Chr., Gl. Løgtingsmanni og Óla Andnegl vóru okkara mentannarliga barlast?

Nei einki er at siga til, at tað festligasta ið vit børn kundu finna uppá sunnumorgnar var at ganga í kirkju. Men tað var nú heldur ikki tað ringasta! Prestarnir í Føroyum eru slett ikki so galnir, og eg má ásanna, at mangir organistar kring oyggjarnar vóru og eru óførir eftir umstøðunum.

Vit vóru nakrir dreingir í grannalagunum, ið hvønn sunnumorgun brynjaðu okkum út at fara í kirkju. Og so settust vit so nær orglinum, sum til bar. Vit gingu allir til klaverundirvísing, og mangt forvitnisligt var at síggja og hoyra á orgulloftinum. Í Havnar kirkju funnu vit okkara fasta pláss uppi á sangaraloftinum, har børn annars ikki høvdu atgongd (men tann lepin á hurðini var so ótýðiliga skrivaður, at tað dugdu vit dreingir sjálvsagt ikki at lesa).

Haruppi á loftinum høvdu vit eitt praktfult útsýni yvir kirkjuna og orglið. Sótu har á ”okkara” balkong, eins og teir báðir gomlu stavnarnir í Muppet show. Har kundu vit eygleiða í fuglaperspektiv, hvussu organisturin brúkti bæði hendur og føtur, tveir manualir, pedal, koblingar og registar.

Eyðvitað rein okkurt av tí, ið prestur segði, eisini við okkum piltar. Enn tann dag í dag minnist eg Paulusar orð um forgeingiligleika og óforgeingiligleika, eins og nakrar av teim mongu krønikunum hjá Axel Tórgarð.

Ein teirra, ið spældu í Havnar kirkju um tað mundið, var tónaskaldið Knút Olsen. Eitt, ið eg serliga legði til merkis við hansara spæli, vóru teir sermerktu harmoniirnir. Mangan brúkti hann Bielefeldt, ið er ein góður skúli í romantiskum koralharmonikki. Og mangan brúkti hann sínar egnu harmoniir. Sjáldan var nøkur koralbók at síggja, so eg gangi út frá at hann dugdi Bielefeldt meir ella minni uttanat.

Hetta var frægd at hoyra hjá ungum alva, ið langt síðani hevði droppað allar dreymar um fótbótskarrieru, og sum plagdi at sníkja seg út úr fimleikarhøllini, inn í sangstovuna og setast við klaverið at spæla úr einum slitnum eintaki av Folkehøjskolens melodibog (koralnótar vóru ikki so lættir at fáa fatur á). Skjótt var eg fastur gestur uppi á sangaraloftinum í Havnar kirkju. Tøkk fái organistarnir og sangararnir, ið høvdu tol við okkum dreingjum og ikki róku okkum niður av aftur loftinum, tí mangan var trongligt haruppi.

Í Kommunuskúlanum skiftust Jóannes Nolsøe og Knút Olsen at spæla til morgunsang. Tað var frálíkt at byrja ein langan og strævnan skúladag við at hoyra, hvussu Knút spældi sær við harmonium. Mangan skiftu vit báðir orð um sálmaløg og harmonilæru. Knút er natúrtalent á hesum øki, og hevði hann fingið konservatoriiútbúgving á ungum árum, ivist eg ikki í, at hann hevði sett síni spor í norðurlendskt tónleikalív.

Jóannes Nolsøe fluttu suður til Vágs í 1983, og tá tóku vit báðir Sámal Andrias Weihe yvir í Havnar kirkju. Eg minnist, at Knút var mangan góður í ráðum og góður stuðul hjá einum ungum, ótolnum organisti. Tá ið vit á sinni fingust við føroyska koralbók, kom Knútsa framúr góða tónleikaoyra og holli kunnleiki til sálmaløg og koralharmonikk væl við.

Eitt annað føroyskt tónaskald, Kári Bæk, lýsir løgini hjá Knút Olsen soleiðis:

”Tey eru leikandi løtt, ljós og so einføld, at tað er sum at tú altíð hevur kent tey. Løgini hjá Knút Olsen eru lívsjáttandi. Tú kanst ikki hugsa tær, at nøkur onnur løg hóska betri til hesar yrkingar. Og tað er ikki einfalt at gera slík løg!”

Skal eg taka tvey føroysk løg burtur úr allari rúgvuni – eitt sálmalag og eitt profant lag – ið eru á altjóða støði, so velji eg Í búri (J. Waagstein) og Dagsins eyga sloknar nú (K. Olsen). Tann mæti danski urguleikarin Peter Weiss segði um Dagsins Eyga, at lagið hjá Knút var tað besta av teimum løgum í Den Danske Koralbog, ið ganga til tann versafótin. ”Og jeg burde vide, hvad jeg taler om”, legði hann aftrat.

Eg fari at enda hesa føðingardagsheilsan við einari fittari søgu um hetta lagið:

De Kongelige Svende, ein mansoktett frá Tí kongaliga danska operakórinum, hevði nakrar kirkjukonsertir á Summartónum 1988, m.a. í Fuglafjarðar kirkju. Tann danski organisturin og kórleiðarin Steen Lindholm stjórnaði. Sum siður er í Fuglafirði, varð endað við felagssálmi, og til hesa konsertina var Dagsins eyga sloknar nú valdur. Eingin føroysk koralbók var komin enn, føroysk sálmaløg vóru at finna í ymsum sangbókum og nótaheftum, og mong løg vóru ikki á prenti. Fáar vóru teldurnar, alnót var eingin, og kórsatsir sløddust víða hvar, men sjáldan í kirkjunum. Haraftrat var bæði Útvarpið og kanska serliga kirkjuliðini trek og konservativ, so øll føroysk løg fingu ikki innivist. Tey sálmaløg, ið ikki stóðu í Den Danske Koralbog, vóru onkursvegna ikki nóg góð (til alla lukku er hetta broytt).

Eg spurdi organistin Helga Breiner, sum tá var blaðungur, um hann kendi lagið hjá Knút Olsen til Dagsins eyga. Nei, tað gjørdi hann ikki - lagið var ikki líka kent tá í tíðini. Eg tók so eitt nótaark og skrivaði satsin niður eftir minninum (og har fari eg at skoyta upp í tað, sum Sunleif Rasmussen segði í útvarpssendingini In Mente Mikudagin 17. Novembur, um at løgini hjá Knút Olsen hava ein innbygdan logikk: tað hava satsirnir hjá honum eisini. Teir eru sera væl úr hondum greiddir og lættir at minnast).

Jú, Helgi var við upp á tað. So vit endaðu konsertina hjá De Kongelige Svende við at syngja Dagsins eyga sloknar nú, við lagnum hjá Knút. Møguliga var tað fyrstu ferð, at tað lagið varð sungið í Fuglafjarðar kirkju.

Dagin eftir skifti eg orð við Ólav Hátún í heilt øðrum sambandi. Hann var vesturi í Bø saman við teimum kongaligu sveinunum.

”Forrestin”, segði Ólavur, ”hvat var tað fyri sálmur, ið tit sungu í Fuglafirði í gjárkvøldið?” Serliga forvitin var Ólavur eftir at fáa at vita, hvat lag ið varð brúkt. Tí, greiddi Ólavur frá, teir kongaligu sveinarnir vóru komnir vestur til Bíggjar eftir konsertina í Fuglafirði og vóru sera hugtiknir av einum sálmalagi, ið kirkjuliðið hevði sungið. Eitt einastandandi vakurt lag, ið eingin teirra hevði hoyrt áður. Teir høvdu tikið til, og tað fleiri ferðir, hvussu ómetaliga flott hetta sálmalagið var.

Knúti verður ynskt hjartaliga til lukku við teim 65 árunum, og vónandi fáa vit fleiri løg frá honum framyvir!

Markleys list - grafitti í Havn



GRAFITTI

Í almenna rúminum síggja vit ógvuliga nógv ymisk úttryk og sumt av hesum eru alment fíggjað listaverk, t.d. tey ófúsu ella lítið springandi springvøtnini niðri í miðbýnum og tær ymisku standmyndirnar. Meðan tann alment fíggjaða listin kann bera á tann konservativa og heldur tunga bógvin, er eitt annað úttrykk, sum er væl lættari, frítt hugsað og frekt og sum hendingaferð eisini nær listarligar hæddir.




Grafitti verður allýst sum ein serstøk mentan, ið fevnir um at mála og skriva á veggir í almenna rúminum. Oftast er grafittimálarí ólógligt av tí, at tað verður gjørt uttan nakrar avtalur við tey, ið vara av bygningunum, sum málað verður á. Fleiri grafittimálarar hava eitt ávíst undirskriftarmerki, ið verður nevnt "tag", sum eyðmerkir teir. Annars eru grafittimálarar ofta anonymir. Grafitti hevur verið til í øllum samfelagum, men modernaða grafittilistin varð grundað í USA av fólkum sum TAKI 183, sum er ein av teimum fyrstu graffitimálarunum, sum síðst í 60´unum og tiðliga í 1970'unum málaði sítt "tag" TAKI 183 allastaðni i New York. TAKI 183 var grikskur og æt Demetrios og var TAKI eitt slag av stytting av navni hansara, eins og talið 183 heilt einfalt var gøtunummarið har hann búði. Ein av teimum kendastu núlivandi graffitilistamonnunum nevnir seg Banksy og eru hansara verk eisini dømi um, at gøtulistin ofta er politisk og samfelagsatfinnandi.



Myndlistin hevur ofta fingið íblástur frá grafittilistini. Listamaðurin Jean Michel Basquiat byrjaði sum grafittimálari áðrenn Andy Warhol og heimslistin bóru eyga við hann. Men eisini núlivandi listafólk sum t.d. Christopher Wool brúka grafittimál í teirra verkum.

Í Føroyum hevur ikki verið tað nógva av grafitti og hongur hetta helst saman við, at vit ongan stórbý hava, tí grafitti hoyrir fyri tað mesta stórbýnum til. Men í barrini Sirkus í Vágsbotni í Havn er nógv grafitti at síggja, bæði sum partur av upprunaligu prýðingini av barrini, men eisini er hópin av viðmerkingum frá barrgestum at lesa sum grafitti á vesunum. Tann 13 desember koma tveir grafittilistamenn, Alexander og Rasmus til Føroya í sambandi við live aRTfestivalin, har skipað verður fyri workshop o.ø http://www.facebook.com/group.php?gid=119853354702170&ref=ts#!/group.php?gid=119853354702170&v=info

Fyri tíðina er heilt nógv av áhugaverdari grafitti at síggja í Havn, sum ger gongutúrar sum tann hjá mær í dag úr Hoydølum oman í býin til eina hugfarsliga uppliving.





Á grundini á einum ølklubba stendur skrivað speiska viðmerkingin: "NOWHERE PLANS / FOR NOBODY!" við einum píli upp móti einum vindeyga í ølklubbanum. Men flogvitið dugir eisini uttan hjálp frá beatlunum. Á einum portri uttan fyri sama ølklubba er við somu skrift skrivað nøkur orð, ið sum heild minna um eina væl eydnaða modernistiska yrking við konkretum útgangsstøði í portrinum, hon er skrivað á.

















Monday, November 22, 2010

Markleys list - J.P.Jacobsen


Hugborna aldan

Tá eg fyri skjótt fleiri árum síðani hevði mín fyrsta tíma í Hoydølum sum lærari í donskum, var ikki sørt av fjálturi á mær. Eg hevði ikki tikið námsfrøðiliga partin av útbúgvingini og stúrdi fyri at standa framman fyri øllum næmingunum og kanska ikki vita mær nakað svar uppá allir teirra spurningar. Av tí, at eg kendi føroysktlæraran hjá flokkinum visti eg, at næmingarnir í hesum flokki vóru sera skilagóðir og fittir og avgjørdi tessvegna at byrja við eini einastandandi góðari, men ikki heilt lættari yrking, sum danski yrkjarin Jens Peter Jacobsen, vanliga nevndur I.P. Jacobsen (1847-1885)byrjaði at skriva fyri 140 árum síðani fimtan ár áðrenn hann doyði av tuberklasjúkuni.

Ikki var tað nógv, næmingarnir søgdu hesar fyrstu tímarnar, meðan lærarin í sjálvdrátti østi seg upp í skúm yvir Arabesk, hesa skelkandi góðu yrkingina og eg havi síðan fingið at vita frá einum høviskum ungum manni, ið taldist millum mínar fyrstu næmingar, at tað var ein blandað uppliving ta ferðina, tá nýggja lærarinnan byrjaði undirvísingina við fýrisliga at skriva á talvuna spurningin TOG BØLGEN LAND? Og eg greinaði og greinaði og tulkaði og skrivaði og bankaði við kritinum á talvuna, so at oyru umframt muður og nøs vóru um at detta av næmingunum Allíkavæl, helt tann høviski fyrrverandi næmingur mín uggandi fyri, var tað sera inspirerandi at uppliva tílíkan eldhuga í sambandi við yrkingagreining.

Arabesk. Til en Haandtegning af Michel Angelo er ein av mínum yndisyrkingum, sum ikki verður minni áhugaverd av, at hon er skrivað av einum skaldi, sum óvanliga tíðliga dugdi at skilja í millum náttúruvísundaliga og samfelagsliga naturalismu og lyriska symbolismu ella modernismu. Hann er slóðbrótari innan bæði hesi sera ymisku rákini. J.P.Jacobsen var Brandes´sa maður og fleiri av hansara stuttsøgum og skaldsøgum eru høvuðsverk í tí nýbroti, sum Brandes orkestreraði við fyrilestrum og útgávum sínum "Hovedstrømninger i det 19. Aarhundredes Litteratur" har hann proklameraði, at bókmentir skulu seta spurningar og leggja upp til kjak heldur enn at durva í romantiskari, innfjarari estetisismu. J.P.Jacobsen týddi longu í 1872 kollveltandi útgávu Darwins On the origin of the Species (1859) - Om arternes oprindelse. Menningarlæraran er ein grundtanki í fleiri verkum hjá J.P.Jacobsen, m.a. í høvuðsverkinum Fru Marie Grubbe. Skaldsøguna skrivaði hann við støði í óvanligu lagnuni hjá aðalsfrúnni Marie Grubbe, sum livdi í 17.øld og sum var gift tríggjar ferðir, fyrst við Ulrik Frederik Gyldenløve, ið var sonur Fríðrik III og sum at enda giftist Søren Sørensen, ið arbeiddi innan landbrúk.

Samstundis sum J.P.Jacobsen á ymsan hátt gerst talsmaður fyri ta pragmatisku náttúruvísundina, fæst hann við yrkingar, sum tykjast beint í móti teimum hugsanum, sum Brandes m.a. kemur við. Yrkingarnar eru sum heild gátuførar, torskildar, innfjarar, estetiskar, men kortini eru tær avgjørt ikki afturlítandi romantiskar. Heldur vera tær hildnar at hava verið til íblástur hjá yngri yrkjarum og tað vil t.d. siga, at J.P.Jacobsen hevur verið ein undanmaður hjá symbolismuni, sum tók seg upp í 1890´unum. Í dag eru hesar yrkingar víða viðurkendar sum modernistisk meistaraverk.

Arabesk til eina tekning hjá Michelangelo er ein yrking, sum í stuttum snýr seg um hugleiðingar um tað, sum er farandi og varandi, um stokkuta lívið og ævigu listina. Retoriski byrjanarspurningurin tekur støði í eini náttúruligari, fysiskari sannroynd um alduna í hennara støðugu rørslu. Men í staðin fyri sum vant at venda út aftur í havið, fer henda aldan á flog. Umbroytingin verður lýst á fantastiskan hátt; í glitrandi sjóroki verður aldan fyrst til ein gangara, síðan til ein svana, ið flýgur í sólarljósinum. Í øllum rokanum hóma vit nú sjálvan Pegasus hevja seg uppfrá. Nú skal lesarin sjálvur sleppa at uppliva hesa yrking uttan nakran darrandi lærarapeikifingur, men leggið til merkis, at maðurin veit nógv um blómur og at tær, ið verða nevndar eru serstakliga angandi blómur. 

Yrkingin er ómetaliga sterk innihaldsliga, formliga og visuelt. Arabeskskapið stavar frá listini og arkitekturinum, har tað verður nýtt um eitt yndisligt ornament, ið er átøkt einum buktandi flættiverki. Tað er áhugavert, at myndlistin yvirhøvur tykist at hava havt sera stóran týdning fyri J.P.Jacobsen, sum ikki bara skrivaði sonevndar arabeskir, men sum eisini hevur "portrett", "landslagsmálarí", "sjangrumyndir" og "skitsur" á skránni í ritverki sínum. Um tað er av tilvild veit eg ikki, men tað vísir seg, at fleiri av mínum yndislistaverkum onkursvegna eru merkt av synestetiskum fyribrigdum. Tey kunnu vera visuel og poetisk í senn og koma eisini ofta frá multilistafólkum, ið bæði duga at úttrykkja seg skrivliga og myndaliga. Komandi tíðina fara vit at viðgera nøkur sera ymisk verk undir felagsheitinum Markleys list.
(KP)




Arabesk. Til en Haandtegning af Michel Angelo.
Kvindeprofil med sænkede Blikke i Gangen mellem Pitti og Ufficierne


Tog Bølgen Land?

Tog den Land og sived langsomt,

Rallende med Grusets Perler,

Atter ud i Bølgers Verden?

Nej! den stejled som en Ganger,

Løfted højt sin vaade Bringe;

Gjennem Manken gnistred' Skummet

Snehvidt som en Svanes Ryg.

Straalestøv og Regnbu'taage

Sitred op igjennem Luften:

Ham den kasted',

Ham den skifted',

Fløj paa brede Svanevinger

Gjennem Solens hvide Lys.



Jeg kjender din Flugt, du flyvende Bølge;

Men den gyldne Dag vil segne,

Vil, svøbt i Nattens dunkle Kappe,

Lægge sig træt til Hvile,

Og Duggen vil glimte i hans Aande,

Blomsterne lukke sig om hans leje,

Før du naa'r dit Maal.

— Og har du naa't det gyldne Gitter

Og stryger tyst paa spredte Vinger

Henover Havens brede Gange,

Henover Laurers og Myrthers Vover,

Over Magnoliens dunkle Krone,

Fulgt af dens lyse, roligt blinkende,

Fulgt af dens stirrende Blomsterøjne,

Nedover hemmeligt-hviskende Iris,

Baaret og dysset i graadmilde Drømme

Af Geraniernes Duft,

Af Tuberosers og Jasminers tungtaandende Duft

Baaret mod den hvide Villa

Med de maanelyse Ruder,

Med dens Vagt af høje, dunkle,

Høje, trolige Cypresser,

Da forgaar du i Anelsers Angst,

Brændes op af din skjælvende Længsel,

Glider frem som en Luftning fra Havet,

Og du dør mellem Vinrankens Løv,

Vinrankens susende Løv,

Paa Balkonens Marmortærskel,

Mens Balkongardinets kolde Silke

Langsomt vugger sig i tunge Folder,

Og de gyldne Drueklaser

Fra de angstfuldt-vredne Ranker

Fældes ned i Havens Græs.



Glødende Nat!

Langsomt brænder du henover Jorden;

Drømmenes sælsomt skiftende Røg

Flakker og hvirvles afsted i det Spor,

Glødende Nat!

— Viljer er Voks i din bløde Haand,

Og Troskab Siv kun for din Aandes Pust!

Og hvad er Klogskab lænet mod din Barm?

Og hvad er Uskyld daaret af dit Blik,

Det intet ser, men suger vildt

Til Stormflod Aarens røde Strøm,

Som Maanen suger Havets kolde Vande?

— Glødende Nat!

Vældige, blinde Mænade!

Frem gjennem Mulmet blinker og skummer

Sælsomme Bølger af sælsom Lyd:

Bægeres Klang,

Staalets hurtige, syngende Klang,

Blodets Dryppen og Blødendes Rallen

Og tykmælt Vanvids Brølen blandet

Med purpurrøde Attraas hæse Skrig ...

— Men Sukket, glødende Nat?

Sukket, der svulmer og dør,

Dør for at fødes paany,

Sukket, du glødende Nat!



Se, Gardinets Silkevover skilles,

Og en Kvinde høj og herlig

Tegner mørk sig mod den mørke Luft.

— Hellige Sorg i dit Blik,

Sorg, der ej kan hjælpes,

Haabløs Sorg,

Brændende, tvivlende Sorg.

— Nætter og Dage summer over Jorden,

Aarstider skifte som Farver paa Kind,

Slægter paa Slægt i lange, mørke Bølger

Rulle over Jord,

Rulle og forgaa,

Medens langsomt Tiden dør.

Hvorfor Livet?

Hvorfor Døden?

Hvorfor leve, naar vi dog skal dø?

Hvorfor kæmpe, naar vi veed, at Sværdet

Dog skal vristes af vor Haand en Gang?

Hvortil disse Baal af Kval og Smerte:

Tusind Timers Liv i langsom Liden,

Langsom Løben ud i Dødens Liden



Er det din tanke, høje Kvinde?



Tavs og rolig staar hun paa Balkonen,

Har ej Ord, ej Suk, ej Klage,

Tegner mørk sig mod den mørke Luft

Som et Sværd igjennem Nattens Hjærte.

(1874)

Sunday, November 21, 2010

Væleydnað MenTón-konsert

Ein væleydnað konsert

MenTón konsertin í Reinsarínum í gjárkvøldið staðfesti, at vit eiga nógvar hugagóðar og dugnaligar tónleikarar og sangarar, men at okkum veruliga vantar eina spælistaðsmentan umframt spælistað. Við stóru konsertini prógvaði MenTón felagsins tilverurætt, tí eitt av endamálum teirra er júst at fáa eitt spælistað. Í skrivi frá felagnum stendur m.a:

Vit í felagnum Mentón eru sera fegin um, at so stór undirtøka millum tónleikarar og áhugað er fyri felagnum. Vit vóna eisini, at fleiri fara at tekna seg sum lim, og at fleiri sjálvboðin vilja hjálpa til við tí, sum felagið arbeiðir við. Tekningarbløðini fara at liggja frammi undir konsertini. Endiliga kunnu tónleikarar og áhugað savnast í eitt felag - eitt felag, sum virkið arbeiðir við at bøta um viðurskiftini hjá tónleikinum um alt landið.

Nøkur av málunum eru:
- betri (professionellari) umstøður til konsertframførslur
- at fáa tónleikin út um alt landið, ikki bara høvuðsstaðnum
- at fáa sett í verk ein kunningarstovn fyri tónleikarar
Vit halda annars, at eitt gott tónleikastað skal hava:
- góðan akkustikk
- góð pallviðurskifti
- gott backstage høli
- góða ljóð- og ljósútgerð
- gott pláss til áhoyrarar
- rúmliga barr við køksfasilitetum
- billettsølu
- garderobu
- góð saniter viðurskifti
- hugnaligan stemning
Nøkur slík støð eru runt um í landinum. Men tað er pláss fyri fleiri, og tað manglar t.d. eitt í Havn. Hesum arbeiðir felagið eisini við



Hugnaligt og kalt

Reinsaríið er sera hugnaligur karmur kring eitt tílíkt tiltak, men har er ov kalt og tá eg sigi ov kalt hugsi eg um ísakaldasta innikulda av tí slagnum, tú gerst sjúk av. Kann hiti ikki vera lagdur inn í hølini? Kuldin nervaði serliga fyrstu tímarnar, tá eg hevði ilt við at sita still og miðsavna meg um tónleikin og tað var spell, tí tónleikurin var ómetaliga góður.




Íborin

Skrivarin í MenTón, Leivur Thomsen spældi saman við Kim Kristensen, Bjarka Meitil og Rógva á Rógvu, ið allir eru framúrskarandi tónleikarar. Teir spæla eitt slag av stemningsmettaðum ljóðmálningum í eini fusión av jazzi við íblandaðum strokum av ráari rockmegi. Tað er sagt áður, men eg má bara endurtaka, at Leivur Thomsen eftir øllum at døma er føddur við gittara í hond. Eg blívi bilsin hvørja ferð yvir hvussu organiskt og hvussu virtuost hann spælir og tað merkist, at hann hugnar sær í tónleikaliga selskapinum saman við Kim Kristensen, ið er ein veruligur kapasitetur hjá tónleikinum.


Perlur fyri svín?

Tað vóru rættiliga fáir áskoðarar teir fyrstu tímarnar og tað er m.a. hetta, eg sipi til við vantandi spælistaðsmentan. Vit hava enn eitt heldur primitivt lyndi til at fata rútmiska tónleikin sum hugnaliga bakgrundsteppið, ið fjálgar um ein festligan býartúr. Men tað tóktist heldur syndarligt í byrjanini av konsertini, at allur tann frálíki tónleikurin floymdi út yvir tómar stólar. Tað undraði meg eisini, at tónleikararnir sjálvir ikki í størri mun møttu upp at lurta eftir hvørjum øðrum, men teir sótu eyðsýniliga í hitanum í Perluni, har teir umframt hita høvdu stórskíggja við beinleiðis sending frá konsertini. Eg havi besta forstáilsi fyri, at tónleikarar skulu hava góðar umstøður, men tað kendist altso eitt sindur nøs at fara á ves skelvandi av kulda og merkja heita hugnan í backstageøkinum yviri í teirri láturliga miseydnaðu, men framúr fjálgu betongperluni.



Fjølbroytt konsert

Eg skal yvirhøvur ikki koma ov gott í gongd, tí vit komu sjálvar tjúgu minuttir ov seint og hoyrdu tessvegna ikki framførsluna hjá Terja Rasmussen, sum vit annars høvdu glett okkum til. Av tí, at so nógvir tónleikarar vóru við í konsertini, var tað sera skilligt, at tónleikararnir máttu yvirhalda tíðina. Orsakað av kuldanum vóru vit eisini fleiri ferð og hitaðu okkum inni á Hvonn og aðrastaðni. Vit hoyrdu tískil ikki alt, men vóru allíkavæl imponeraðar av hvussu fjølbroytt konsertin var; frá virtuosum fusiónsjazzrokki til ráa kvinnupower í bulgarskum kórtónleiki til kenslubornan singersongwriter og vágasound osfr. Inniliga framførslan hjá Guðrið Hansdóttir hevði við sær, at eg gleði meg til hennara nýggja fløga kemur. Eg fór heim áðrenn Bendar Spónir og Gypsy Train, men fólk lata eisini sera væl at teimum framførslunum.

Konsertin gjørdist og heitari so hvørt sum fleiri fólk komu og tá Elin Heinesen sang saman við Ad Libitum var serstakliga hugnaligt á Reinsaríinum og áhoyrararnir vóru nógvir. Sambært facebookprofilinum hjá MenTón gekk konsertin væl: Vit í felagnum Mentón eru SERA fegin um, at kvøldið í Reinsaríinum 20. novembur 2010 var so væleydnað. Alt gekk frálíka væl. Vit vóna, at tónleikarar og áhoyrarar hava somu fatan sum vit. Hatta var onki minni enn FANTASTISKT!


Vit ynskja MenTón hjartaliga tillukku við konsertini við vónini um, at felagið fekk nakað av peningi og stuðlum burturúr, sum einaferð fara at úrslita í einum góðum spælistaði í Havn. Tað hava tónleikararnir, tónleikurin og vit áskoðarar uppiborið.
































Skrá fyri MenTón-konsert
19:00 Terji Rasmussen
19:20 Jarnbrot
19:40 Líggjas Olsen
20:00 Rókur Jákupson
20:20 Petur Háberg
20:40 Tróndur Enni
21:00 Lost in France
21:20 Elin Heinesen
21:40 Kata
22:00 Jóan Petur á Stongunum
22:20 Guðrið Hansdóttir
22:40 Debess Blues Station
23:00 Sámal&Ronni
23:20 Lív Næs
23:40 Kim Hansen
24:00 Katrina Petersen
24:20 Marius
24:40 Jewmanji Exorcism
01:00 Uni Arge
01:20 Lyon Hansen
01:40 Petur Pólson
02:00 Bendar Spónir
02:20 Gipsy Train
02:40 Dj Spazi

(KP)