Showing posts with label Fotomyndir. Show all posts
Showing posts with label Fotomyndir. Show all posts

Monday, August 19, 2013

Ásmundur Poulsen - Forkunnug fotomyndaframsýning í Korndalsgarði á Eiði



Í sambandi við, at Korndalsgarður, Barnagarðurin á Eiði fyllir 5 ár, verða ymisk tiltøk, m.a. letur ein framsýning upp fríggjadagin 26.august klokkan 17.30 við myndum hjá fotografinum Ásmundi Poulsen. Hetta er ein framsýning, sum dóttirin, Kinna Poulsen hevur kuraterað og sum var framsýnd í Steinprenti fyrr í ár. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum fotografurin sjálvur hevur framkallað.

Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotografur, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum við heitinum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, bygda- og býarløg og um portrettmyndir av kendum sum ókendum, t.d. av William og Lisu Heinesen, Olaf í Garði, Jóhan í Djónastovu (sum var verfaðir fotografin) og Kjartan Mohr, sum er fotograferaður meðan hann prátar hugaliga við tey kongaligu undir einari kongavitjan.

Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild, hetta er eitt nú galdandi fyri framúrskarandi myndina av hoyfólki í Bø, sum um somu tíð er fevnd av dapurleika og lívsjáttan. Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari serstakliga vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið áskoðaranum og síggja okkurt, sum hann ikki sær.


Forlagið Í Støplum við John Dalsgarð hevur givið út bók við myndum hjá Ásmundi Poulsen, sum verður til sølu á framsýningini. Eiðis Kommuna hevur stuðlað útgávuni og tað sama hava Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna og Eik Banki. Framsýningin við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen verður at síggja í Barnagarðinum Korndalsgarður, Foravegi 11, Eiði. Opið er: fríggjadagin 17.30, og leygardagin 27.aug og sunnudagin 28.aug frá klokkan 16 til 20.






 (KP)



Friday, March 8, 2013

Myndaframsýning í Washington - Benjamin leitar eftir einum heimi


HOME er heitið á nýggjari myndlistabók, sum myndamaðurin Benjamin Rasmussen, ið er hálvur føroyingur, hevur givið út. Samstundis er ein framsýning av myndum úr bókini latin upp í Washington DC. Framsýning verður seinni at síggja í Denver.

Benjamin Rasmussen er hálvur føroyingur og hálvur amerikumaður, sum tó er uppvoksin í Filipinunum. Henda serliga samansetingin av persónligum uppruna, hevur givið íblástur til myndabókina og framsýningina HOME. Sum heitið ber boð um, snýr verkætlanin seg um eina leitan hjá Benjamin eftir hansara mongu rótum í ávíkavist Føroyum, Filipsoyggjunum og USA.

Verkætlanin er ein roynd at lýsa eitt “heim”, hvussu vit skapa eitt “heim” og hvussu ein finnur sítt egna “heim”. Hetta er ein roynd at lýsa hvussu hansara serliga støða, hevur verið við til at forma og skapa hann sum persón.

28 ára gamli myndamaðurin, ið tosar enskt, men skilur væl føroyskt, hevur áður gjørt vart við seg í Føroyum. Hann hevur havt fleiri verkstovur á G-festivalinum fyri myndaáhugaðar føroyingar og hann hevur eisini tikið myndir til ymiskar føroyskar lýsingarherferðir og aðrar vinnuligar verkætlanir. Hann hevur eitt nú gjørt lýsingarherferðir fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd og flestu myndirnar, ið Tryggingarfelagið Føroyar brúkar í sínum samskifti og lýsingum eru tiknar av Benjamini.

Tað eru 50 vakrar myndirnar í forkunnugu bókini, sum verður einans prentað í 500 eintøkum. Bókin kann keypast á heimasíðuni hjá Benjamini Rasmussen (http://benjaminrasmussenhome.com). Framsýningin verður at síggja í The Gallery at Vivid Solutions (1241 Good Hope Rd SE) í Washington DC fram til 12. apríl. Hetta er samstundis sum stóra mentanarátakið Nordic Cool eisini kann upplivast í amerikanska høvuðstaðnum. Benjamin Rasmusen býr í dag í Colorado, men ferðast kring USA og restina av heiminum fyri at taka myndir fyri m.a. New York Times, Bloomberg Magazine, Businessweek, Men´s Journal og Outside Magazine. Men hann brúkar tó eisini nógva tíð til at taka meira listarligar myndir so sum tær til  HOME verkætlanina.



Eiler Fagraklett









Thursday, February 28, 2013

Mynd og yrking - Øssur Johannesen


Hesa praktfullu, rokaðu og rockmiklu myndina tók Sunrid í Gong til dupultfløguna "Lívsins tunga vetrarmyrkur" hjá Øssur Johannesen, sum Tutl gav út í 2009 og sum Rasmus Rasmussen sáli tók upp og ljóðblandaði. Fyri kortum gav Tutl út vakra verkið "Vindurin blæsur ígjøgnum markið millum tey livandi og tey deyðu", sum inniheldur tvær fløgur og eitt yrkingarsavn við m.a. hesari fantastisku yrkingini:


TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
Á MÍNARI HOND HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI HONDINA ÍMÓTI EYSTRI
SÓLIN RÍSUR UPP VÆLKOMIN TIL
LÍVIÐ TIL ENN EIN NÝGGJAN DAG
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 FINGRAR
ÁHINI HONDINI OG HUGSI
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG SÍGGI SÓLINA FARA NIÐUR
REYÐLITTA Í VESTRI
NÚ KEMUR MYRKRIÐ FRAM 
OG VÓNANDI AFTUR EIN LÍVGEVANDI
DAGUR Í MORGIN
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á MÍNUM FÓTI HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
OG VENDI FÓTIN SUÐUREFTIR
HEILSI SÓLINI OG SIGI
SÓLIN ER HEIT OG GEVUR LÍVIÐ
SÓLIN ER HEIT OG OYÐIR LÍVIÐ
MEÐAN EG VÁLI ÍGJØGNUM SANDIN
OG LEITI EFTIR EINARI VATNKELDU
TÁ EG SÍGGI MÍNAR 5 TÆR Á
HINUM FÓTINUM HUGSI EG
ELDUR VATN JØRÐ LUFT OG ANDI
HEILSI DRAMATISKA ATLANTSHAVINUM
Í NORÐI HEILSA KALDA KAVANUM
OG TUNGA VETRARMYRKRINUM
HUGSI DJÚPT MEÐAN MÁNIN SKÍNUR
Í ERVA TÁ EG HUGSI UM MÍN KROPP
OG SAMANBERI HANN VIÐ NÁTTÚRUNA
SÓLIN ER ELDURIN 
BLÓÐIÐ SUM STREYMAR Í MÍNUM ÆÐRUM
BEINAGRINDIN ER JØRÐIN
OG HEILIN LÍKIST EINUM
MÁNALANDSLAGI
HAVIÐ ER VÆTAN Í MÍNUM KROPPI
OG EG BLÁSI MÍN ANDADRÁTT
ÚR MÍNUM MUNNI
ÚT Í VINDIN
TANKARNIR FARA ÚR OYRUNUM
ÚT Í VINDIN
EINS OG ORÐINI OG LJÓÐINI
SÍÐANI KEMUR MJØRKIN
OG FJALIR MEG 
OG MINNIR MEG Á
AT EG VEIT IKKI ALT
ALLÍKAVÆL
SÍÐAN KEMUR MYRKRIÐ
OG MÍN LÍVLEYSI KROPPUR
SLÓKNAR OG FELLUR
NIÐUR Í MÓÐIR JØRÐ
HVAT SO JA HVAT SO
HVÍTAR KAVAFLYKRUR KOMA VAKRAR
NIÐUR AV HIMNI OG MÁNIN KASTAR
SÍTT VAKRA NÁTTARLJÓS
ÚTYVIR HAVIÐ. 

Friday, February 22, 2013

Fernisering í dag - Ásmundur Poulsen



Tað er á so mangan hátt ein serstøk framsýning, sum letur upp í dag fríggjadagin 22.februar klokkan 16. Framsýndar vera fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen (1931-2007), sum hevði fyllt 82 ár henda sama dagin. Dóttir hansara, Kinna Poulsen hevur í nógv ár hugsað um at gera hesa framsýningina í eini trúgv uppá, at myndirnar umframt tað eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at hyggja at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss ár eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða svarthvítar myndir framsýndar, sum eru unikkar, tí fotografurin sjálvur hevur framkallað tær. Ásmundur Poulsen byrjaði at fotografera í 1950´unum og av tí, at hann helt á í útivið fimti ár, liggja fleiri túsund myndir eftir hann.

Ásmundur Poulsen var Eiðismaður, men búði meginpartin av lívi sínum í Havn, har hann bygdi hús uppi á Lützenstrøð saman við konuni, Esther. Hann fotograferaði í góð hálvtrýss ár, fyrst sum áhugafotograf, men síðani gjørdist foto hansara yrki. Hann gav út postkort við myndum av føroyskari náttúru og gav eisini út eina røð av myndabókum “Føroyar í myndum”. Myndevnisliga fevnir framsýningin um landsløg, býarløg og um portrettmyndir, sum avmynda ymisk kend fólk, bæði livandi og deyð; t.d. listafólk sum Hans Hansen og William Heinesen, Frimod Joensen, men eisini aðrar persónligheitir sum t.d. John Dam, Lisa Heinesen, Oskar Hermansen, Olaf í Garði og Sonne Smith. Eisini tey kongaligu eru sloppin upp í part í nøkrum óvanligum, til tíðir humoristiskum lýsingum.

Ásmundur Poulsen hevur dokumenterað sína samtíð og hevur gjørt sær sera stóran ómak við fotomyndunum, sum í fleiri førum eru merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga. Teirra fagurfrøðiliga mál kundi mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum, fokuserað verður á ein ella fáar figurar í atmosferiska myndarúminum, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt. Summar av portrettmyndunum tulka persónsmenskuna hjá teimum portretteraðu, hetta sæst t.d. í einari vakrari mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin tykist óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær. Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stillebenkenda drekkamunsuppstillingin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum góðum og  harmoniskum parlagi.

Framsýningin fevnir um 38 fotomyndir og øll eru hjartans vælkomin. Til høvið er framleitt eitt vakurt katalog við framsýningarmyndunum umframt einum stuttum teksti um Ásmund Poulsen á føroyskum donskum og enskum. Tað er forlagið í Støplum við John Dalsgarð, sum gevur út og Føroyaprent prentar. Framsýningin Ásmundur Poulsen Photo verður at síggja í Steinprenti á Skálatrøð í Havn frá 22.februar til 22.mars og eftir hetta er ætlanin at fáa framsýningina til Eiðis. Stuðlar: Mentanargrunnur Føroya, Tórshavnar Kommuna, Eiðis Kommuna, Eik Banki og Okkara.




(KP)



Friday, February 15, 2013

Myndir myndir myndir...

Okkara umhvørvi hevur ongantíð í søguni verið so myndríkt sum tað er beint í løtuni. Vit verða javnt og samt díkt undir við myndum í telduspølum, reklamum, tíðindum, undirhaldi og infortainment, sum verður veitt okkum í einum støðugum myndastreymi gjøgnum sjónvørp, teldur, bløð, smartfonir osfr. Eg hoyri til ættarliðið, sum er tað seinasta føroyska ættarliðið, ið náddi at uppliva ein barndóm meira ella minni uttan sjónvarp. Vit sóu film, tá tað var føðingardagur hjá børnum í húsum, har tey áttu filmsapparat og annars í Havnar Bio og tá tað var jólafest í Frelsunarherinum ella Mimir, har vit sóu ávikavist undurvøkur Jesubíløt og stuttligar Skipper Skrekk teknifilmar. Nú eg hugsi meg um, hevði eg kanska ein óvanliga myndríkan barndóm. Í stovuni í barndómsheiminum hingu málningar, serliga nógv var gjørt burtur úr einari kubistiskari kompositión hjá Hans í Mikladali. Henda myndin átti sítt sjálvsagda heiðurspláss uppi yvir sofuni, men eisini hingu málningar og tekningar hjá Amariel Norðoy, Zacharias Heinesen, Janus Kamban og fleiri hjá Óla Egilstrøð í barnaheiminum uppi á Lützenstrøð.

Men tað er jú rættiliga vanligt at hava list hangandi í føroyskum heimum. Umframt listamálningarnar vóru fotomyndirnar og foto var omnipresent í húsinum, har eg vaks upp. Ikki á vegginum, men alla aðrastaðni. Í køliskápinum lógu Kodak og Agfa filmsrullur og niðri í kjallaranum í postkortrúminum stóðu eskjur við fleiri túsund postkortum við føgrum litmyndum úr Føroyum stáplaðar omaná hvørja aðra. Eg plagdi at taka kort upp úr gólvinum til pápa eina góða vinkonu, hesin virðismetti og samlaði uppá hesi postkortini, tó at tey vóru eitt sindur meiðslað. Hann var sjómaður og hevði altíð góða tíð at práta við okkum børn, tá hann var heima, honum dámdi at granska hesi postkortini og at gita hvar í Føroyum tey vóru tikin. Á einum stóli í postkortrúminum í kjallaranum lógu nakrar av myndabókunum “Føroyar í myndum” og so stóðu tvær støvutar eskjur, ið eingin nakrantíð nart við. Hetta vóru eskjur av einum ávísum postkorti, sum ímyndaði grindadráp og sum babba treytaleyst noktaði at selja eftir at mótstøðufólk móti grindadrápi vóru farin at gera um seg. Inni í einum øðrum rúmi í kjallaranum stóð tað stóra, tunga, vakra skriviborðið, sum kanska ikki var úr mahogni, men tað líktist í hvussu so er mahogni, og skuffurnar vóru vælvaksnar við messinghaldi, á tremur í myndum. Hetta vóru svarthvítar myndir frá fyrr í tíðini, einari óhugsandi tíð, tá eg ikki var til. Eg plagdi onkuntíð at fara stillisliga inn í hetta rúmið at blaða í myndarúgvuni og hyggja hugtikin og eitt sindur tortrúgvin at foreldrum mínum, ið sóu so ung og glað út og eg skilti tað ikki, tá eg hugsaði um, at eg slettis ikki var til tá hesar myndir vórðu tiknar.

Eg helt altíð, at pápi mín var øgiliga roksutur, tá hann tók myndir. Óansæð hvussu einføld uppgávan tóktist, tók tað altíð drúgva tíð at taka ta røttu myndina og ofta var eg við. Í Listasavninum skuldi Jarðarferðin fotograferast og tað var ikki so lætt, tí hon var so myrk og blits skygdi ov illa, so tá stóð eg har í tímansvís við eini hvítari paraply fyri blitsið. Í myrkakamarinum tók tað aftur ein ævinleika at velja út og at viðgera myndirnar og aftaná var tilskering eisini neyðug til tíðir. Allíkavæl eri eg vís í, at hann hevði verið heldur hámur, hevði hann vitað av framsýningini, sum nú verður fyriskipað við hansara myndum. Settuppið minnir misteinkiliga nógv um eina listaframsýning og Ásmundur Poulsen tók als ikki lættliga uppá listina. 


Hann málaði gamaní sum ungur, legði seg eftir nøkulunda sama stíli sum bygdamaðurin Niels Kruse, og málningurin av Eiðis bygd, sum Sigfried Skaale keypti á Ólavsøkuframsýningini í 1955 er slettis ikki so galin, ikki minst tá hugsað verður um, at hann, ið málað hevði, als onga útbúgving hevði. Eg fekk málningin fyri nøkrum árum síðani frá vinmanni mínum, Annfinni í Skála úr barndómsheiminum, har Jógvan Asbjørn Skaale býr. - Tað sindrið av listarligum sjálvsálitið, sum Ásmundur Poulsen einaferð hevur havt, hvarv eftir øllum at døma Hans Hansen í Mikladali fyri at takka. Hans hevði biðið hann um at gevast, plagdi fotografurin at greiða frá við einum sorgblíðum brosi, men hann hevði so mikið stórt álit á Hans í Mikladali, at hann ongantíð ivaðist í, at listamaðurin hevði rætt í síni meting. 

Men Ásmundur Poulsen var ikki tann einasti, sum setti eitt greitt skott í millum foto og list. Tí foto hevur í mong ár og ikki bara í Føroyum verið mett sum rein mekanisk reproduktión og einki annað. Á einum fundi í Photographic Society í London í 1850´unum helt ein av limunum, at hetta nýggja tøknið var ov turrisligt í mum til málningalistina, tí tað ikki megnaði at lyfta hugflogið. Sjálvt um listaframsýningar hava verið við fotomyndum, hevur gamla fatanin av fototøkninum sum eitt mekaniskt skrásetingartól hevur havt fastatøkur inntil fyri tveimum árum síðani, tá fotomyndin hjá Andreas Gursky av Rínánni varð seld fyri 24 milliónir krónur og sum staðfesti, at foto er eitt listarligt tøkni eins og øll onnur listarlig tøkni.


Ásmundur Poulsen slepti ongantíð myndunum. Hann hevur heilt vist tikið myndir, sum eru dokumentaristiskar og av handahógvi merktar fotomyndir hvørs høvuðsendamál er at skráseta fólk, hendingar, støð osfr., og allar hansara myndir eru ikki líka áhugaverdar, men summar teirra tykjast hava varandi virði. Tí hyggur tú at teimum í dag, er okkurt serligt við teimum. Eitt nú tykjast tær merktar av óvanligum nærlagni í kompositión og skuggaárini og stílsliga eru tær eisini serstakar. Fagurfrøðiliga kundu tær mint um Hollywood filmar frá fýrati- og fimtiárunum. Myndin av AUTO hevur júst hetta serstaka film noir huglagið av eini einsligari býarnátt, sum vit kenna frá filmunum. Men fotografinum líkaði serstakliga væl at ganga í biograf, og í summum av hansara svarthvítu myndum sæst sama lyndi til at fokusera uppá ein ella fáar figurar í einum atmosferiskum myndarúmi, har smálutir og heild í myndini samskifta og mynda eina samanhangandi heild.



Portrettmyndirnar innihalda í fleiri førum eina tulking av persónsmenskuni hjá teimum, sum hann fotograferar, t.d. í eini mynd av Eiðismanninum Olivar á Mýruni, har linjurnar í húsunum í bakgrundini ganga á skák av linjunum í tí portretteraða andlitinum við tí úrsliti, at portrettmyndin gerst óvanliga dynamisk. Andlitið er gjørt eitt sindur kámt og hetta hevur við sær, at eyguni tykjast enn meira klár og gløggskygd sum skoða tey framvið og síggja okkurt, sum áskoðarin ikki sær.


Dupultportrettið av Lisu og Williami Heinesen er óvanligt við tað, at tað er profilurin á frúuni, sum er í fokus, meðan sjálvt stjørnuskaldið næstan kámast burt í einum fittligum brosi. Stjørnuklár er stilleben-kenda drekkamuðsuppstillingin høgrumegin í forgrundini, við teimum báðum paraligu seruttpakkunum, ið tykjast staðfesta okkara varhuga av einum harmoniskum parlagi.

Næsta fríggjadag 22.februar hevði pápi okkara, Ásmundur Poulsen fylt 82 ár. Tá letur upp framsýning í Steinprenti við 38 av hansara myndum. Eg havi í mong ár hugsað um at framsýna tær í eini trúgv uppá, at tær umframt ta eyðsædda siðsøguliga virði, eisini hava myndalig virði, sum gera tær áhugaverdar at líta at sjálvt í dag eini hálvtrýss-trýss eftir, at tær eru tiknar. Á framsýningini verða bert svarthvítar myndir, sum fotografurin sjálvur hevur framkallað. Onkrastaðni má mann byrja, babba byrjaði sjálvur at fotografera í 1950´unum og av tí, at hann helt á í útivið fimti ár, liggja fleiri túsund myndir eftir hann, sum vit mugu royna at varðveita og at skipa, kanska ein partur av hesum verður savnaður seinni í eini størri bók. 



(KP)



Tuesday, January 29, 2013

Randi Ward: "Hestur"



Randi Ward hevur gjørt eitt myndaessay við fotomyndum við heitinum "Hestur", sum er at síggja í síðstu útgávuni hjá Cold Mountain Review. Myndaessayið fevnir um landslagsmyndir og portrett. Nakrar av portrettmyndunum kunnu síggjast her á Listablogginum.

Cold Mountain Review is er bókmenta- og listatíðarit hjá Appalachian State University, ið kom út á fyrsta sinni í 1972 og sum kemur út tvær ferðir um árið. 
.




 Jørmundur Zacariassen og Hjørleivur Poulsen 




Ebbe Rasmussen




Hjá Hjørleivi Poulsen





Hjørleivur Poulsen og Jørmundur Zachariasen