Edward Nyholm Debess hevur við fotobókini Kærleiki og vónir gjørt eitt poetiskt fotoverk um Johan og Rakul Dalsgaard. Stemningsfullu svørt/hvítu myndirnar bjóða okkum afturum og vísa tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna sín dreym. Bókin verður løgd fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 15.mai klokkan 17. Edward greiðir frá bókini og myndunum, umframt at Johan og Rakul eisini bera fram sína hugsan. Møguleiki verður fyri at ogna sær eitt signerað eintak fyri 225 krónur. Í handlum verður prísurin 298 krónur eintakið. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út. Øll eru vælkomin til framløguna í Norðurlandahúsinum.
Showing posts with label Tíðindaskriv. Show all posts
Showing posts with label Tíðindaskriv. Show all posts
Monday, May 12, 2014
Tuesday, May 6, 2014
Tíðindaskriv: Joel Cole og Amariel Norðoy í Galerie Focus.
Fríggjadagin 9. mai kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Joel Cole og Amariel Norðoy upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Joel
Cole vaks upp í miðjuni í Norður Amerika, í indiansku bygdini Shakopee.
Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum lærdi hann at veiða og samla og
hetta var til at vekja eitt sterkt tilknýti til náttúruna. Ein holl og
djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu
nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan
tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera hvat verður sett
saman og hvussu. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir Joel
skapar spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar
definitiónini av list hjá áskoðarinum.
”From
understanding the properties of the materials used, all the way down to
the cellular characteristics and longevity, to being acutely aware of
the emotional state of everyone involved in the artistic process, I tend
to create a story around each piece – a story that reflects not only
the intent of the piece, but also a documentation of everything brought
to the act of creating the final piece. I believe the process is bigger
than the product,” sigur Joel Cole.
Amariel Norðoy
er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA
og Japan, hann er útbúgvin skipasmiðjur. Det Kongelige Danske
Kunstakademi, København, 1977-83. Grafiskt skeið, Finland, 1984. Hann
hevur m.a. prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð, Tórshavn. Samuels Kirkjuna
í Keypmannahavn. Prýtt ymisk tíðarrit og bøkur. Afturvendandi temu hjá
Amarial Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn, flestu
myndirnar eru íblástur frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður.
Farast kann inn á heimasíðuna www.galeriefocus.com, og síggja myndirnar sum eru á framsýningini.
Undir ferniseringini kemur Holgar Jacobsen at undirhalda við gittara og sangi.
Framsýningin er opin til 22. mai, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
Labels:
Framsýningar,
Tíðindaskriv
Wednesday, April 9, 2014
FÆRØKNUST © Serframsýning hjá Edward Fuglø í Norðurbryggjuni
Fríggjadagin 11.apríl letur upp framsýning við myndum hjá Edward Fuglø í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin varir inntil 15.juni. Katalog er framleitt til framsýningina við teksti eftir Nils Ohrt, stjóra í Listasavni Føroya. Her er tíðindaskrivið á donskum.
Den færøske kunstner Edward Fuglø (f. 1968) er på en og samme tid en original outsider og en helt central figur i den færøske kultur. I årevis har han stået på sidelinjen i sin færøske striktrøje, råbt op og kritisk kommenteret såvel det dominerende færøske landskabsmaleri, øsamfundet, Danmark og rigsfællesskabet og verden som sådan. Han har stædigt krævet sin plads i en kultur og tradition, der har haft svært ved at afgive plads til kunstnerisk fornyelse eller alternative anskuelser. Et faktum som udstillingstitlens ordspil på Færøkunst minder os om: en stærk tradition kan også have en undertrykkende side!
Edward Fugløs værker er vist i hele Norden, og han har de seneste 10-12 år indtaget en afgørende rolle på den nordiske kunstscene. Oprindelig udskældt for "bare at male illustrationer" og sat i bad standing for konsekvent at udfordre bl.a. den færøske landskabstradition med sine figurative allegorier, er Edward Fugløs værk - rapkæftet, underfundigt og med humoristisk samfundskritisk bid - i dag placeret på gallerier, museer, kirker og i private samlinger, og han står bag monumentale offentlige udsmykninger, stribevis af færøske frimærker og ikke mindst det færøske Lagting og Landsstyres officielle gave til H.M. Dronningens 40-års regentjubilæum.
Men Edward Fuglø er ingenlunde færdig med at skræppe op, selvom han har fået både vægplads og høstet anerkendelse. Når hans klassiske motiver med fuglehoveder på jakkesæt nu er skiftet ud med fiskehoveder, så er det netop Færøernes aktuelle fiskeristrid med EU og stridens synliggørelse af rigsfællesskabet som utidssvarende, der er kommet under lup og pensel.
Edward Fuglø er med andre ord højaktuel, vital og tilbyder intet mindre end et alternativt blik - Fugløperspektivet - på os selv og vores nordatlantiske naboer. Oplev det på udstillingen FÆRØKNUST ©, der kan opleves på Nordatlantens Brygge fra 12. april - 15. juni.
Artist-talk
Mandag den 2. juni kl. 19.30
Denne mandag aften mødes direktør Nils Ohrt og Edward Fuglø til en snak om Færøerne i Fugløperspektiv.
Labels:
Framsýningar,
KP,
Tíðindaskriv
Wednesday, March 19, 2014
Vetrarmorgun í Norðurlandahúsinum í kvøld

Berlinale vinnarin Vetrarmorgun - a film by Sakaris Stora verður sýndir í Norðurlandahúsinum í kvøld kl. 19.30.Stjórin Sif Gunnarsdóttir fer aftaná sýningina at tosa við Sakaris Fríði Stórá, leikstjóra, Armgarð Mortensen og Helenu Heðinsdóttir Jørgensen, leikarar. Komið og hittið fólkini handan filmin.
Labels:
Filmslist,
Tíðindaskriv
Saturday, March 15, 2014
Philippe Carré sýnir fram í Býarbókasavninum
Listaframsýning við Philippe Carré verður 14. mars - 1. mai 2014. Framsýningin er ein rannsókn inn í samanrenningina av náttúru og menniskjaskaptum verkum og tankum, ein kanningarferð aftur til upprunan til tekn og stavir, og í samspælinum millum innandura og uttandura rúm.
Labels:
Tíðindaskriv
Thursday, March 13, 2014
Bókakafé við Trygva Danielsen á Býarbókasavninum
Í kvøld hóskvøldið, 13. mars kl 19 verður aftur bókakafé á Býarbókasavninum. Gestur hesaferð, verður ungi rithøvundurin og tónleikarin Trygvi Danielsen, sum gav út sína fyrstu bók í fjør, The Absent Silver King, eitt savn av yrkingum, stuttsøgum og sangum. Í januar varð Trygvi heiðraður við Mentanarvirðisløn landsins til ungt listafólk. Hóskvøldið fer Trygvi, umframt at framføra, eisini at samrøða við Vónbjørt Vang um bókina og ymiskt annað.
Labels:
Skaldskapur,
Tíðindaskriv
Sunday, March 2, 2014
LISA í Føroyahúsinum

Í kvøld kl 19.00 skipar Listafólkasamband Føroya, LISA, fyri mentanarkvøldi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Á skránni er upplestur, tónleikur og samrøða um hvat LISA ynskir skal standa í komandi lógini um stuðul á lista- og mentanarøkinum í Føroyum.
Tiltakið er hugsað øllum lista- og mentanaráhugaðum.
Tóroddur Poulsen, Katrin Ottarsdóttir , Gunnvá Zachariasen, Sissal Kampmann, Zalem, tónleikaabólkur, Marita Dalsgaard, LISA fara at lesa upp, spæla og halda upplegg.
(KP)
Labels:
Tíðindaskriv
Thursday, February 27, 2014
Mentanarcafé í Norðurlandahúsinum

Í dag verður mentanarcafé í Norðurlandahúsinum frá klokkan 16-18, sum verður útvarpað beinleiðis. Høvuðsgesturin er leikstjórin Eyðun Johannessen, sum er aktuellur við leikinum Tóm Rúm á Tjóðpalli Føroya. Ljós verður varpað á nýggju talentkappingina Stella Polaris, hvørs finalukonsert verður 1. mars, og kjakast verður um list í fólkaskúlanum, talentrøkt o.a. Tosað verður um Kjøtkvøldið 22. mars á Hotel Føroyum, yrkjari kemur framvið at lesa upp, og tónleikin borðreiða Allan Tausen og Lena Anderssen við. Øll eru vælkomin niðan í Norðurlandahúsið á mentanarcafé.
Labels:
Tíðindaskriv
Wednesday, February 26, 2014
Listasamrøða í Listasavninum í kvøld
Í kvøld, mikukvøldið 26. februar kl. 19:00 hevur Nils Ohrt, stjóri á Listasavninum, samrøðu við listamannin Bárð Jákupsson um hansara list.
Øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis.
Labels:
KP,
Tíðindaskriv
Wednesday, February 19, 2014
Amariel, Eyðun og Kári í Galerie Focus
Tíðindaskriv:
Fríggjadagin 21. februar kl. 16 - 18 letur ein framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kára Svensson upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Teir tríggir, Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson, høvdu atelier á hvør sínari hædd í gomlu Bommfabrikkini hjá Restorff mitt í høvuðsstaðnum. Tað var frá 1992 til 2004. Bommfabrikkin var tá fyri langari tíð síðani niðurløgd. Nú eru tað sostatt 10 ár síðani teir høvdu atelier har, og hesi árini hava teir fleiri ferð tosa um eina felags framsýning í Føroyum, framsýningin verður nú 21. februar til 6. mars í ár í Galerie Focus.
Á ferniseringini fer Holgar Jacobsen at undirhalda við gittara og sangi.
Framsýningin er opin til 6. mars: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
Labels:
Tíðindaskriv
Thursday, February 13, 2014
Spennandi spildurnýggjur føroyskur leikur á Tjóðpallinum
Hann snýr seg um kærleika, greiddi leikstjórin, Eyðun Johannesen frá í morgunsendingini í útvarpinum, men ikki tað slagi av kærleika, sum vit lesa í kærleiksromanum í Ude og Hjemme, nei hetta snýr seg um kærleikan sum so. Leikurin verður frumsýndur leygardagin 15.februar.
Leikurin “Tóm Rúm” er fyrsta leikverk hjá Marjuni S. Kjelnæs. Hon hevur áður gjørt vart við seg sum stuttsøgu- og skaldsøguhøvundur og sum yrkjari, m.a. við yrkingasavninum “Rót Trip” og ungdómsskaldsøguni“Skriva í sandin”, sum í 2011 vann Norðurlendsku barnabókmentavirðislønina hjá skúlabókavørðum og varð tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2012 og Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2013. Í 2009 fekk Marjun 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins.
“Tóm Rúm” er leikur um familjuna og rúmini í húsinum, um at missa og koma til sættis við missin og framtíðina.
Hon og Hann (Annika Johannessen og Annfinnur Heinesen) liva sítt lív í ávíkavíst hjúnakamarinum og tí tóma barnakamarinum, har minnini og fortíðin og tær gomlu leikurnar eru einasta innbúgv. Meðan Hann vil fjala seg í minnunum og eini vón um okkurt hinumegin, so roynir Hon at bróta upp úr nýggjum og koma víðari. Fortíðin leggur seg uppí, og knappliga er tað trygga fundamentið ikki sterkari enn ridlandi barnastólar.
Tú toyggir teg, rættir teg eftir onkrum. Eftir hvørjum? Tí sum var har! Um tað nakrantíð var? Tómrúm í tómum rúmum.
Leikurin hjá Marjuni er eitt eksistensielt drama um lívið og kærleikan, vónloysið og vónina.
Hetta er ein stór og krevjandi uppseting, og tað eru sum altíð nógv góð fólk, ið arbeiða fyri at fáa leikin á pall. Tað er Eyðun Johannessen ið leikstjórnar, afturat sær at gera pallmynd og búnar hevur hann eysturríkaran Manfred Blaimauer, ið eisini gjørdi pallmyndina til “Meðan vit bíða eftir Godot” í 2011. Tróndur Bogason Hansen hevur skrivað nýggjan sermerktan tónleik til leikin, Árni Baldvinsson er ljósdesignari og Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina, meðan Vígdis Hentze Olsen er komin til Føroyar at koreografera.
Á pallinum síggja vit føroyskar leikarar, vit ikki vanliga síggja saman á palli, búsettir í og uttanfyri Føroyar. Tey eru Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck.
Sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason Hansen, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn.
Leygardagin 15. februar klokkan 19.00 hevur leikurin “Tóm rúm” heimsfrumsýning á Tjóðpalli Føroya. Sýningar verða annars kl. 19.30 týs- til fríggjadag, og kl. 18.00 leygar- og sunnudag.
Atgonumerki á kr. 225,- fáast á Kunningarstovuni í Havn, info@tjodpallur.fo og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
(KP)
Labels:
KP,
Leiklist,
Tíðindaskriv
Thursday, January 30, 2014
Nýggjur filmur hjá Rammatik í uppskoti til altjóða virðisløn.
Nýggjasti filmurin Karmok hjá
filmslistaduoini Rammatik við Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre er í
uppskoti til Besta Altjóða Stuttfilm á Glasgow Short Film Festival, umframt
Besta Eksperimentella Stuttfilm á Minimalen Kortfilmfestivall í Tróndheimi.
Stuttfilmurin Karmok er úttikin millum 255 filmar til at
kappast um besta norðurlendska film í Tróndheimi, 12.-16. mars 2014. Umframt
Karmok eru 6 aðrir filmar úr Svøríki, Danmark og Finnlandi við í
kappingarbólkinum fyri eksperimentellan film. Á Glasgow Short Film Festival er
Karmok við í altjóða kappingarbólki fyri stuttfilmar. Har eru 35 filmar í
bólkinum.
Sera stórur áhugi er fyri verkunum hjá Mariannu Mørkøre og
Rannvá Káradóttir. Prísvinnandi filmslistaduoin Rammatik skal sýna fram á 5
filmsfestivalum, 2 kappingum og einari biennalu komandi 2 mánaðarnar.
Rannvá & Marianna starvast og búleikast í London. Í
løtuni eru tær báðar í Føroyum í samband við nýtt verk, ið skal sýnast fram á
Nordic Fashion Biennale í Frankfurt, 21.mars - 22.juni 2014. Talan er um eina
filmsinstallatión. Í samband við fyrireikingarnar siga tær báðar: “Vit gleða
okkum at sýna fram eitt verk, ið er heldur øðrvísi enn tað, vit plaga at
gera." Talan er um eina filmsinstallatión, har dentur verður lagdur á,
hvussu filmur kann upplivast.
Umframt biennaluna,
verða filmarnir eisini sýndir á 5 altjóða filmsfestivalum. Fyrsta sýningin
verður í New York, tann 31.januar. Sýnt verður á hesum filmsfestivalum:
31.jan - 4.feb 42nd
Dance on Camera Festival, New York (US)
13.-16.feb 7th Glasgow Short Film Festival (UK)
15.-22.feb Papay Gyro Nights 2014 Art Festival,
Orkney (UK)
12.-16. mars 26th
Minimalen Kortfilmfestival, Trondheim (NO)
8.-13.april Dortmund|Cologne
Int. Women's Film Festival, Cologne (DE)
Marianna og Rannvá hava
samstarvað í mong ár og settu á stovn Rammatik í 2008. Seinastu árini hava tær
arbeitt við einum filmssavni við 8 stuttfilmum. Filmarnir hjá Rammatik hava
verið sera væl umtóktir í altjóða høpi við prísum og viðurkenningum. Eitt nú
fekk Rammatik heiðursløn fyri filmin Magma á Cinema Nouveau Film Festival í
Kanada, og við hesum vann filmurin sær eitt pláss í undankappingini til The
Oscars 2013 í altjóða filmkategoriini “Best International Short Film”.
Labels:
Filmslist,
Tíðindaskriv
Monday, January 27, 2014
Rutt Mikkelsen sýnir fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Sunnudagin, 2.feb. 2014 kl. 15.00 - 17.00 bjóðar Føroyska Listafelagið í Keypmanahavn til fernisering við málningum hjá Rutt Mikkelsen í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17 A.
Rutt Mikkelsen er 51 ára gomul. Fødd og uppvaksin á Skála. Hon er útbúgvin sniðgevi, og hevur búð í Danmark í 20 ár. Í løtuni búleikast hon í Dubai, har hon hevur útbúgvið seg innan fine arts á Lotus Educational Institute. Rutt Mikkelsen hevur málað í umleið 5 ár, og á ferniseringini fer hon at greiða frá um seg sjálva og um sína útbúgving.
Listafelagið bjóðar vín og okkurt lætt til matna, sum kann keypast bíliga.
Framsýningin varir til 3. apríl.
(KP)
Labels:
Framsýningar,
Tíðindaskriv
Wednesday, January 8, 2014
Jóhan Martin Christiansen við á framsýning í ARoS
Ungi listamaðurin úr Havn, Jóhan Martin Christiansen verður við á eini framsýning, sum letur upp í listasavninum ARoS í Århus í morgin. Framsýningin eitur Understrøm - ung nordisk kunst og hevur til endamáls at vísa verk hjá samtíðarlistafólkum úr tí kreativa vakstrarlagnum, undirstreyminum, sum stendur til reiðar at ávirka framtíðarlistina. Jóhan Martin Christiansen hevur serframsýning í Steinprenti í Havn í heyst.
Tey luttakandi eru: Andreas Albrectsen (DK), Bjarni Tor Petursson (IS), Dick Hedlund (SE), E.B. Itso (DK), Jóhan Martin Christiansen (FO), Kaare Sebastian Golles (DK), Marie Bonfils (DK), Maria Norrman (SE), Morten Modin (DK).
------------------------
NYT ÅR. NY KUNST. NYE RAMMER. ARoS STARTER DET NYE ÅR MED AT PRÆSENTERE POP-UP UDSTILLINGEN UNDERSTRØM – UNG NORDISK KUNST PÅ MUSEETS KARAKTERISTISKE SPIRALTRAPPE.
NYT ÅR. NY KUNST. NYE RAMMER. ARoS STARTER DET NYE ÅR MED AT PRÆSENTERE POP-UP UDSTILLINGEN UNDERSTRØM – UNG NORDISK KUNST PÅ MUSEETS KARAKTERISTISKE SPIRALTRAPPE.
9. januar – 2. februar 2014
UNDERSTRØM – UNG NORDISK KUNST har til formål at vise et udsnit af samtidskunstnere fra det kreative vækstlag - understrømmen - som står parat til at påvirke morgendagens kunstlandskab. Efter besøg på Kunstakademiernes sommer- og afgangsudstillinger har ARoSinviteret ni unge kunstnere fra henholdsvis Danmark, Sverige, Færøerne og Island til at udstille på udvalgte steder i spiral-trappeforløbet.
Med den alternative placering af værkerne udenfor museets eksisterende udstillingsgallerier, er det hensigten at lade kunsten udfordre museets traditionelle strukturer med gallerierne som hjemsted for kunstværkerne. Samtidigt skal det give museets gæster et uventet og anderledes møde med den helt unge kunst. Ambitionen er at skabe større synlighed omkring vækstlaget i den eksperimenterende kunstscene.
De unge kunstnere repræsenterer tilsammen en bred vifte af medier, udtryk og materialer. Med videoens levende billeder, tegningens stålsatte nøjagtighed, skulpturens rumlige tilstedeværelse og nyfortolkninger af maleriet, udforsker de så forskellige temaer som køn og identitet, tvivlens nødvendighed, menneskets eksistens og hverdagens poesi.
Deltagende kunstnere: Andreas Albrectsen (DK), Bjarni Tor Petursson (IS), Dick Hedlund (SE), E.B. Itso (DK), Jóhan Martin Christiansen (FO), Kaare Sebastian Golles (DK), Marie Bonfils (DK), Maria Norrman (SE), Morten Modin (DK).
(KP)
Labels:
Framsýningar,
Tíðindaskriv
Monday, January 6, 2014
Friday, January 3, 2014
Mentanarvirðislønir 2013 verða handaðar í Vági

Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at mentanarvirðislønir landsins, ið verða handaðar á føðingardegi William Heinesens, tann 15. januar verða handaðar suðuri í Vági. “Mentanarvirðislønirnar eru fyri alt landið, og handanin av virðislønunum er tí eitt gott høvi at birta undir tey mentanarligu umhvørvi, ið eru í landinum og umhvørvið í Vági kring Stóra Pakkhúsið og Ruth Smith savnið er eitt teirra”, sigur Bjørn Kalsø.
Í ár verða tríggjar virðislønir handaðar. Mentanarvirðirløn Landsins verður latin listafólki, sum hevur skapað list á høgum støði, sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Mentanarvirðisløn Landsins er kr. 150.000. Heiðursgáva Landsins verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 krónur. Triðja árið á rað verður virðisløn latin til eitt ungt listafólk. Henda virðislønin er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki. Virðislønin er kr. 50.000.
“Eg eri fegin um at kunna handa mentanarvirðislønir landsins, tí tær eru eitt gott høvi at vísa á tey virði, ið lista- og mentafólk skapa í okkara samfelag,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.
Tiltakið, ið verður í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið 15. januar kl.19.00, er alment og ókeypis. Á tiltakinum verða røður, upplestur og tónleikur. Tiltakið verður varpað beinleiðis í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Labels:
Tíðindaskriv
Thursday, December 19, 2013
Nýtt yrkingarsavn frá Kim Simonsen
KIM
SIMONSEN
HVAT
HJÁLPIR EINUM MENNISKJA AT VAKNA EIN MORGUN HESUMEGIN HETTA ÁRATÚSUND
Yrkingar
Í hesum áratúsundi ganga
vit fram við sjónum,
leita kring havsbrúnna,
traðka á steinar
undir mánanum,
har kaldir vindar
fáa teg at
ganga
og ganga longri,
har grønir taravaksnir steinar
fáa teg at snáva,
aftur og aftur,
um gátuna
handan steinar og mánar.
Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein
morgun hesumegin hetta áratúsund er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við
hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg bæði tá tað kemur til
at bróta við genrur og tá tað kemur til at víðka Við at blanda persónligar
minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði, stjørnufrøði spælir náttúran ein
annaðleiðis leiklut gjøgnum hetta savn, líkasum tíðin og tilvitið um at alt
endar. Í savninum eru eisini savnandi og endurkomandi myndir, ið
ganga aftur, so sum sjógvur og vøtn.
Kápumyndin er teknað í 1756 av Albrecht von Haller frá verkinum Icones
anatomicae.
Kim Simonsen er høvundi
mag.art og ph.d. Býr í Keypmannahavn. Útgávur: Dreymar um opin vindeygu 2003,
Kodakmyndir frá sjeytiárunum 2005, Náðisólin 2006 – allar útkomnar á
Mentunargrunni Studentafelagsins.
Bókin er 93 blaðsíður.
Sniðgeving og umbróting: Kim Simonsen. Prent: Føroyaprent.
Labels:
Tíðindaskriv,
Yrkingar
Tuesday, December 17, 2013
Vencil 14
Nú tað stundar til jóla, og fólk stuna millum handlar at keypa hvør øðrum gávur, er ein gáva, ein bókagáva komin undan kavi. Hetta er fjúrtandi av slagnum. Talan er um Vencil.
Sagt verður, at jólini eru til páska, og tað kann Vencil prógva. Motivið á permuni, sum Tórbjørn Olsen hevur gjørt, er úr stutta leikinum eftir Ernest Hemingway, sum eitur “Í dag er fríggjadagur”. Leikurin er um tríggjar hermenn og ein vínseljara, sum eru á einum vertshúsi, eftir at hava krossfest Jesus. Hetta er lítið jólaligt, men mótsetningurin fær okkum at hugsa meir um jólini. Enn eina ferð er tað tey bæði ótrúligu og ótroyttiligu menniskjuni, Fríða Matras Brekku og Jan Andersson í Steinprenti, sum hava prentað permuna.
Í hesum Venclinum, sum er so bókmentaliga bulmikil, at hann neyvan passar undir nakað jólatræ, er nógv gott fólk úr Føroyum, sum hava skrivað. Við eru yrkingar eftir Jóanes Nielsen, Katrina Ottarsdóttir, Alexandur Kristiansen, Róa Patursson, Berg Rønne Moberg, Kim Simonsen og yrkingadebutanturin hesa ferð eitur Símun Skorastein. Sólvør Patursson Niclasen hevur skrivað eina ritroynd um Havnina, Oddvør Johansen eina stuttsøgu um svik og so debuterar Liv Maria Róadóttir Jæger á føroyskum við sjey stuttprosatekstum.
Av útlendskum tilfari er millum aðrar góðar tekstir tann ótrúliga fína krígssøgan, “Tað, teir bóru” eftir Tim O’Brien, yrkingar eftir Mark Wunderlich, William Carlos Williams og ein stuttsøga eftir Naja Marie Aidt.
Í annaðkvøld, mikukvøldið tann 18.12 13, klokkan 19:30, verður Vencil lagdur fram fyri almenninginum á Býarbókasavninum á Áarvegnum í Havn. Ikki bara Vencil verður lagdur fram. Eisini yrkingasøvnini 4D eftir Sissal Kampmann og Hvat hjálpir einum menniskja at vakna upp hesumegin hetta áratúsundið eftir Kim Simonsen.
AÓD/OMR
Labels:
Skaldskapur,
Tíðindaskriv
Lurtigildi og ókeypis Okkara
Høgni Reistrup gav fyrr í mánaðinum út “Áðrenn vit hvørva”, og fríggjakvøldið kl. 21 verður lurtigildi í Sirkus.
Tá fer Høgni at bjóða øllum vælkomnum, og síðani verður nýggja plátan løgd undir nálina og spæld úr einum enda í annan.
Tiltakið verður frá kl. 21-22, og henda tíman verður bjóðað ókeypis Okkara á krana.
Plátan verður eisini til keyps.
“Áðrenn vit hvørva” er tikin upp í Berlin og Reykjavík. Teir báðir Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson hava framleitt.
Aftaná lurtingina, áleið kl. 22, verður yrkingarupplestur. Átta ymiskir yrkjarar lesa úr sínum verkum.
Ókeypis atgongd.
Les meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1397459573833778/
Labels:
Tíðindaskriv,
Tónleikur
Wednesday, December 4, 2013
Mentanarsunnudagur á Sandi við poesi frá Oddfríði og tónum frá Tinganest
Listasavnið á Sandi er í sær sjálvum áhugavert vitjunarmál við øllum teimum framúr góðu listaverkunum, sum verða sýnd fram á savninum. Harumframt verða eisini yrkingar og tónleikur á skránni sunnudagin komandi.
Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga á bókasavninum á Sandi sunnudagin 8. desember klokkan 16:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.
Klokkan 17:00 spæla Tinganest á Listasavninum. Tað ber til at náa bæði tiltøkini.
Eg eri næstur – Oddfríður Marni Rasmussen
Vit billa okkum sjálv inn, at vit hava ein frían vilja at ávirka lívsleið okkara. Vit billa okkum inn, at tá ið vit við okkara fría vilja hava tikið eina stóra avgerð, so fer hetta at laga lívið soleiðis, at framtíðin verður bjørt, verður soleiðis, sum vit avgjørdu hana við hollari hjálp frá okkara fría vilja. Viðhvørt er tað so. Viðhvørt ikki. Vit hava fría viljan til at náa fram á lívsleiðini, men á vegnum eru snávingarsteinar, sum lamma fría viljan; gera ein máttleysan, óttafullan og niðurundirkomnan. Í ringasta føri eru lívsins snávingarsteinar so hálir og fótafestið so ringt, at deyðin tekur yvir fría viljan. Vit, sum enn fóta okkum, kunnu læra av øllum hesum, finna ein lærdóm, ein máta at reisa okkum aftur.
Lagnan er tann megin, sum ræður yvir, hvussu lívið gongur í tí smáa og í tí stóra, og sum rænir alla ávirkan frá menniskjum. Okkara tilvera er merkt av, hvussu lagnan fer við okkum, og vit tillaga líviðeftir lagnunnar beiska smíli. Og kunnu ikki annað. Lagnunnar speisemi rakti yrkjaran sum eitt skot fyri bringuna, tá ið hann fekk ein blóðtøpp í hjartað, beint áðrenn savnið – Eg eri næstur – skuldi gevast út. Henda mest tambaða myndberingin – hjartað – hevur skert fría viljan, tí at lívið má livast við ábyrgd og aga og við tí eygsýnligu vitan, at lagnan ikki spyr eftir, hvar, hvussu og nær okkara streingir slitna. Við hesum blóðtøppi gjørdist yrkingasavnið – Eg eri næstur – veruligari og lívsnærri enn yrkjarin sjálvur vildi.
Savnið fylgir barnaárunum og fram móti degnum í dag. Tey, sum hava verið ein tráður í yrkjarans lagnustýrda neti, verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað inn í yrkingarnar. Ongin veit, nær tín túrur er. Tú er næstur, óansæð um tú vilt ella ikki: næstur at elska, næstur at detta, næstur at vinna, næstur at hittast, næstur at viðurkenna, næstur at reisa teg aftur, næstur at doyggja, altíð ert tú næstur í tínum egna lívi.
Alt hetta verður lýst í 53 yrkingum í nýggja yrkingasavninum Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er tólvta yrkingasavnið eftir Oddfríð. Permuna hevur Bárður Oskarsson gjørt, og Sprotin gevur út.
Tú veitst ongantíð – Ron Padgett, Oddfríður Marni Rasmussen týddi. Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt heilt, týtt yrkingsavn kemur út. Tú veitst ongantíð er yrkingasavn eftir amerikanska samtíðaryrkjaran Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Í savninum er eitt úrval av av 37 yrkingum eftir Ron Padgett. Ron Padgett varð føddur í Tulsa, Oklahoma í 1942. Hann hevur lisið samtíðarskaldskap, enskar bókmentir og hevur eisini búð í París í eini tíggju ár. Fyri einum mánaði síðani komu út øll samlaðu verkini eftir hann í eini bók á 800 blaðsíður.
Ron Padgett er limur og hevur verið forseti í The Academy of American Poets. Síðani Ron og kona hansara, Pat, vóru í Føroyum á Listastevnu Føroya í 2001, hevur Oddfríður Marni Rasmussen javnt og samt sitið og týtt yrkingar eftir Ron. Yrkingarnar eru tiknar úr fýra søvnum: trimum nýggjari og einum savni við úrvaldum, eldri yrkingum. Tær umboða ein yngri og ein eldri Ron. Hansara speiski og skeivi háttur at síggja tilveruna er hansara sermerki. Sum ein partur av The New York School of Poetry eru yrkingarnar leitandi og tær draga við sær tilsipingar til onnur listasløg, so sum málningalist, tónleik og annað. Permuna hevur Fríða Matras Brekku gjørt. Tað er Sprotin, sum gevur bæði søvnini út. Tey kunnu eisini keypast sum e-bók. Seinni kunnu tey eisini keypast sum ljóðbók.
Labels:
Tíðindaskriv
Subscribe to:
Comments (Atom)















