Showing posts with label Vit um vørp. Show all posts
Showing posts with label Vit um vørp. Show all posts

Thursday, May 22, 2014

Pengar, list, parkeringshús og mentan


Er tað bara eg, sum haldi, at hasin nýggi Musikkskúlin er ov ófriðaligur? Hann stendur ikki í frið meir enn eitt andarhald og í øllum førum stendur hann ikki nóg stillur til, at tað riggar at fokusera uppá hann. Hann er mest átøkur einum darrandi lognbrá. Sum ein føgur, tankatóm hvørvisjón spríkir hann upp úr Sortudíki fyri stutta stund seinni at ana niðri í blámusoppafongda spøkilsiskommunuskúlanum. Eina stutta men ljómandi løtu lenaði hann seg glæsiliga upp móti einum operatjóðleikhúsi á Skálatrøð og hey! Nú dagar hann undan eitt sindur fjaðursárur onkrastaðni úti á Landavegnum. Nei, eg veit ikki, men eg rokni við, at tað snýr seg um pengar tað heila og helst eisini um vantandi virðing fyri list og fyri mentan og fyri borgarum. Í øllum førum trúgvi eg neyvan teir eru nøgdir, allir býráðsveljararnir, sum vara av teimum mongu musikkskúlanæmingunum, fyri ikki at tala um teir mongu veljarar, sum eru foreldur at ørgrynnuni av børnum, sum stendur á tí vaksandi bíðilistanum til at sleppa á Tórshavnar Musikkskúla (í januar vóru 1759 (!) børn á bíðilista). 

Í fjølmiðlunum hava pengar og list verið á skránni fleiri ferð í dag, pengar, parkeringshús og pengar og mentan, málningar og pengar. Byggilistarligar heildarætlanir hava kanska nakað av tí sama yvir sær, sum eyðkennir hvørvisjónir. Tí mest av øllum eru tær luftspeglingar av góða men grunna viljanum hjá býráðspolitikarum, sum reelt ikki ynskja lív í býnum annað enn tað lív, sum sjálv býráðsadministratiónin myndar. - Sjálvandi skal musikkskúlin vera mitt í býnum, men bara um tað altso passar, sum verður endurtikið aftur og aftur eins og eitt falskt mantra við alt ov kritahvítum tonnum um at vit skulu hava: Lív í býin! Vit skulu hava lív í býin. - Ein musikkskúli í miðbýnum hevði heilt av sær sjálvum skapað lív. Í mentanarsending í útvarpinum varð eisini tosað um list og pengar, Sunleif Rasmussen tosaði m.a. um hvussu nógvar pengar normenn og finnar brúka uppá list, milliónir av evrum og tað kann væl vera. Noreg er í hvussu so er millum heimsins ríkastu lond og Finnland er eisini nakrar ferðir størri enn vit. Eg havi sjálv gramt meg um vantandi listapening og í ein vissan mun er kritikkurin heimilaður, men vit mugu duga at síggja út um pengaseðlarnar, alt snýr seg ikki um pengamangul. Virðing er ikki einsbetýðandi við pengar. Tað snýr seg eisini um vilja og dirvi til at taka ábyrgd bæði hjá tí einstaka og hjá teimum, ið varða av listastuðuli og listafyrisiting í bý og landi. Og so snýr tað seg sjálvandi eisini um viljan til at taka listarliga fakligheit í álvara. Vit hava ta góðu listina, vit hava væl útbúgvin fólk, men mangla, at listarligur yrkisførleiki verður tikin í álvara av okkum sjálvum og okkara politikarum. Ein væl útbúgvin arkitektur var í Degi og viku í kvøld, hann var glaður, tí hann saman við einum øðrum vann arkitektakappingina um miðbýin í Havn (sí listabloggin longur niðri á síðuni) og hann tosaði um mentan og hús í Tórsgøtu. Tað primera var eyðsýniliga eitt parkeringshús og á onkran hátt ljóðaði tað eina løtu sum um, at list og mentan var fatað sum eitt slag av sekunderari og hugaligari ífyllu. Eg havi ikki granskað vinnarauppskotið, men helt, at nógv ljóðaði skilagott - um mann hevur hoyrt okkurt av tí fyrr. Eg meini so við, tað munu vera fáir føroyskir arkitektar, sum ikki hava opnað Havnar á, um ikki annað so á pappírinum ella í huganum. Í veruleikanum blørðar kloakkin framvegis undir asfaltinum, soleiðis er tað bara og kanska verður nýggi Musikkskúlin í Tórshavnar Kommunu eitt triðjarangsprojekt, ein skúli, sum verður tveittur tilvildarliga bara onkrastaðni í kommununi. Og tað hevur við pengar at gera, ella við raðfestingar, sum hava við pengar og vantandi virðing fyri list at gera. Auktiónsvirkið Bruun & Rasmussen virðir list fyrst og fremst av tí hon genererar pengar og nú eru tey komin til Føroyar at sóknast eftir føroyskari list, sum er grúviliga populert í landsuðuri og sum væl at merkja eisini er ógvuliga bílig; handan skitsan hjá Torbirni Olsen var heilt sjáldsama bílig og nakað væl bíligari enn málningar hjá t.d. viðurkendum donskum listafólkum. Eg veit, at summi hugsa um list sum eina peningaliga íløgu, friður verið víð tí, men í veruleikanum havi eg ilt við at ímynda mær nakað, sum er meira fjart frá hvørjum øðrum enn nettupp pengar og list - hygg bara eftir hasari undurvøkru einglamyndini hjá Tórbirni Olsen. 



(KP)

Tuesday, March 25, 2014

Lista- og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp!


- Nei, mann kann guðsdoyð ikki ákæra útvarpssendingina In mente fyri at vera eitt elitert fílabeinstorn - hugsaði eg við mær sjálvum í áðni. Í dag var áhugaleikur í Gøtu og krimiungdómsleikur á Sandi á skránni í In mente, umframt at mentanarálmanakkin varð lisin upp. Hesi innsløgini um leikirnar kundu verið áhugaverd í antin Góðan Morgun Føroyar ella í tí frálíka Barnaútvarpinum, men at brúka tann dýrmetta og einstaka vikuliga mentanartíman til hetta, tykist mær oyslut. Rætt skal vera rætt, har var eisini ein rithøvundasamrøða í In mente og tað er í lagi, altíð áhugavert at hoyra hvat listafólkini sjálvi hugsa og ætla, og tey hava jú eisini innlit í tað, tey tosa um. Ikki ætli eg mær at finnast at vertinum í In mente, Gunnari Nolsøe, yvirhøvur ikki. Hann er ein sonn gáva fyri Kringvarpið, ómetaliga arbeiðssamur, trúgvur, áhugaður, og meira sjónligur í føroyskum mentanarlívi enn sjálvur borgarstjórin í Havn, og eg ivist ikki í, at Gunnar Nolsøe man arbeiða nógv fleiri tímar enn hann fær løn fyri, hann sæst í heilum til ferniseringar, konsertir í bygd og í bý um alt landið. 

Norðurlandahúsið er ein ómissandi mastodontur í føroyskum mentanarlívi, og húsið verður av sonnum og væl skiljandi í heilum inndrigið í In mente sendingarnar hjá grannanum, men tíverri er mentanarmiðlingin ofta heldur reklamukend og grunn, tey ymsu mentanartiltøkini verða lýst at vera "góð" og "fantastiskt" og dentur verður lagdur á, at øll eru vælkomin at koma í Føroya "heitasta" hús. Grønhærda mentanarborgin við síðuna av Kringvarpinum ynskir at lata upp fyri fólkinum, og tað skilji eg væl, tí tey verða alsamt fleiri í okkara grannalandum, sum eru farin at finnast at teimum dýru norðurlendsku mentanarkrónunum. Eg eri sannførd um, at vit sum fegin rinda okkara kringvarpsgjald halda, at mentan hevur stóra týdning og skal raðfestast, kanska skuldu mentanarborgirnar báðar í Sortudíki gingið fremst og fokusera uppá betri dygd og dýpd í mentanarmiðlingini. List og mentanarmiðling er annað og meira enn glitrutar reklamur og jalig hurráróp, ivin má sleppa framat viðhvørt og kritikkurin ikki minst. Eitt er vist og tað er, at dygd smittar! 


(KP)

Wednesday, February 12, 2014

Listakritikarin skal einki leggja í hvat onnur halda...


bad-reviews
- Tað haldi eg í grundini vera besta førleikan, sum ein ummælari kann hava; at floyta á hvat onnur halda og siga. At skúgva sær undan konsensus so vítt møguligt og sjálvandi tora at vera kritisk, negativ. Mær dámar væl at lesa og lurta eftir tílíkum ummælum, í føroyskum høpi eru ummæli javnan at hoyra í Brunsj og tað er gott, onkuntíð eru ummæli í In Mente og tað er ikki minni gott. Enn betri hevði verið um størri dentur var lagdur á ummæli og um fleiri ummælarar eftir førimuni vórðu bidnir at ummæla í Kringvarpinum, hetta fyri at tryggja eitt ávíst fjølbroytni í meiningum og hugburði.

Mánamorgunin var eitt sera negativt ummæli av eini tónleikaútgávu at hoyra í Brunsj, og sum so ofta fyrr gjørdist negativa ummælið í sær sjálvum til evnið í sendingini. Hetta hendir væl at merkja ikki, tá ummælið er positivt. Lurtarar høvdu at ummælaranum, Niels Una Dam, tí ummælið var ov negativt og nógv hildu, at henda tónleikaútgávan ikki skuldi verið tikin uppá tungu í útvarpinum. Sjónarmiðið er í grundini áhugavert, tí tað merkir tað sama sum, at bert tónleikur á einum ávísum støði skal ummælast, alt hitt skal tigast burtur. Hvat er tað tá, vit ræðast? Dómin? Tað eru bert orð, megna vit lurtarar ikki at hugsa sjálvstøðugt? Tað, sum býr aftanfyri kritikkin av ummælinum, er enn áhugaverdari, tí tað má snúgva seg um ein grundleggjandi angist fyri ósemju og hetta lyndið er jú grundleggjandi ódemokratiskt. Hinvegin haldi eg væl, at tey í Kringvarpinum kunnu spara eitt sindur uppá fólksins rødd, serliga í sendingum, har tey frammanundan hava ein vert og ein ummælara. Nú eru í so nógvar sendingar, har lurtarin er vælkomin at senda inn sínar meiningar via sms, facebookboð osfr. Sjálvt um onkur glotti er, er fólksins rødd ofta ófyrireikað, eiðasør og uttan neyðuga serfrøði. Hví ikki heldur tora at standa við tað, mann meinar? Ummælið mánadagin var so mikið negativt, at  ummælarin sjálvur fór at sóknast eftir onkrum positivum at siga. Hann fór tí at tosa um geniala sangin "Flag", sum Lív í Baianstovu skrivaði tekst til og sum varð nevndur so mikið ofta og við so stórum eldhuga, at næmingarnir, sum eg hoyrdi sendingina saman við, gjarna vildu hoyra sangin, og sjálvandi skuldi hann verið spældur. 

Vit skulu ikki ræðast ummæli, tí ummælið er ikki dómurin á evsta degi, men bert ein meining og í besta føri ein vælkvalificerað meining. Hon er subjektiv, tí hon kemur úr huganum á einum persóni, sum hvørki er omnipresentur ella alvitandi, hann er bara her og nú, og hann svaraði forrestin væl fyri seg, at tá ein tónleikaútgáva lá niðri í handlinum við síðuna av øðrum tónleikaútgávum og kostaði tað sama, so mátti hon metast út frá somu fortreytum sum allar hinar og sjálvandi skal hon tað - alt annað hevði verið vanæriligt. Tað besta við ummælunum er, tá tey umframt eina meting eisini innihalda eina presentatión av avvarðandi verkum, í hesum førum vórðu partar av hesari nýggju fløguni hjá Lív í Baianstovu spældir, so at fólk sjálvi kunnu gera sær sína egnu meining, hvørt teimum dámar hana ella ikki. 




(KP)

Wednesday, October 9, 2013

Sendingin um Skálafjarðartunnilin er public service, ið staðfestir neyðuga týdningin av fjølmiðlum í føroyska samfelagnum


Sendingin var søgulig longu áðrenn, hon varð send í sjónvarpinum í gjárkvøldið. Longu forfilmurin hevði við sær, at alt fór upp at gartera, onkur tosaði um ósakligheitir og tendensiøsitet frá sjónvarpsins síðu, og frá hinari síðuni, frá landinum kom í gjáramorgunin ein kanning av málinum, sum skapti iva um eftirlitsskylduna hjá løgmanni við tað, at Sjúrður Rasmussen legði út við tí serliga fyrivarni, at hansara frágreiðing um málið ikki er óheft, at hon ikki er ein endaligur dómur í málinum, men ein meiri ella minni óviss forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli. 

Og tað er fyribrigdið óheftni, sum framvegis verður diskuterað eftir sendingina. Onkur spyr hvørt tað er rímiligt, at brúka t.d. Hermann Oskarsson sum óheftan serfrøðing í eini sending, sum m.a. metir um avrikið hjá einum sambandsløgmanni, tá hann hevur verið uppstillaður fyri Tjóðveldi? Hvussu ofta slapp Turið D.Hentze at siga: "Hetta vísir hvussu lítið skil hevur verið á í Landsstýrinum" og hvussu ofta hava vit nú hoyrt Bjørn á Heygum siga, at okkurt lusk gekk fyri seg í Tinganesi ? Brúkti sendingin órímiliga nógvar effektir og ov nógvar óargumenteraðar tilsipingar? Og er ein millión ikki piparnøtur aftur í móti einari milliard og er tað tá rímiligt av okkum at skilja orðingarnar sundur, so at tað ljóðar sum um løgmaður er so mikið hugmóðigur, at hann ikki virðismetur eina heila millión sum nakað serligt, ella er hatta bara enn eitt dømi um ein løgmann, sum nú liggur sum hann sjálvur hevur reitt? 

Avsendarin - teir sum hava gjørt sendingina, royna ikki á nakran hátt at goyma, at teir brúka ymsar fiktiónssnildir. Dramatiski tónleikurin leggur dent á spenning og óhugna og myndirnar av t.d. bygningunum á Tinganesi eru í fleiri føri tiknar á skák, tað leggur eyka dent á tað óavkláraða og gevur sendingini eitt dynamiskt brá. Dokumentarsendingin er bygd upp sum eitt drama í sjey kapitlum við yvirskriftum, ið fylgir bygnaðinum í frásøgumodellinum, sum verður brúktur, tá vit greina fagurbókmentir, og søgan er søgd á sera spennandi og konfronterandi hátt við speak over frásøgn og samrøðum við politikarar, journalistar og ymsar serfrøðingar. Tað er týðiligt, at avsendarin, altso teir, sum hava gjørt sendingina ikki lata sær lynda, at fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, Kári P.Højgaard varð detroniseraður, tí meðan Kári P.Højgaard verður lýstur sum offur og sjálvt innbegrebið av ósekum bygdahugna, leggur sendingin dent á tveir størri og valdsmiklar spælarar, sum ikki eru ábyrgdaðir og sum standa eftir sum tey seku. Annar er sjálvt embætisverkið og hin er løgmaður. Hermann Oskarsson tekur samanum hvat tað var, sum mundi hent, at tað hevði verið skrekkiligt og vit kundu komið í sváran váða av fíggjarligu byrðini av tunnlinum. Hann leggur eisini dent á tørvin á eini pressu og einum embætisverki, sum er vakið hvønn dag og metir, at føroyska embætisverkið hevur sovið í tímanum. 

Har eru minst tríggir skurkar í sendingini. Klædningamenninir úr CIP eru lýstir sum slevandi úlvar, sum mundu etið okkum, men tað sloppu teir altso ikki. Embætisverkið er annar ábyrgdarin, men tykist lutfalsliga anonymt og ónevnt (Marjun Hanusardóttir var biðin, og vildi eftir øllum at døma ikki taka lut í sendingini) og so er tað tann triði skurkurin, sum er alt annað enn anonymur. Tað er Kaj Leo Holm Johannesen og ringa uppsiktin hjá tí desperata og óklæðiliga aggressiva løgmanninum verður sitandi eftir á nethinnuni hjá hyggjaranum. Hann, sum tá hann verður settur fastur av áhaldandi spurningum, flennir býtt, hyggur ilsliga til síðuna og smílist næstan infantilt og ørliga, sum um hann er líka við at blíva svakur. Tað er ikki hugaligt at síggja eina tílíka psykologiska úrlating, hetta er serstakliga pínligt, men eg  haldi ikki, at tað er órímiligt, um hugsað verður um málið sum heild. Hetta snýr seg hóast alt um størstu íløguna í føroyskari søgu, sum næstan varð samtykt. Sendingin undirstrikar í sær sjálvum stóra týdningin, sum fjøÍmiðlarnir hava fyri landið og í hesum sambandi er tað meira enn sorgblítt at staðfesta, at kritiska avísin Dimmalætting er farin í søguna. Lýsingin av tunnilsmálinum er nøktandi og kritisk í sendingini og í mun til ógvusligu støddina á gølukenda málinum, haldi eg í grundini ikki, at effektirnar eru ov nógv av tí góða. Kringvarpið og Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam eiga rós fyri eina væl framleidda, óbehagiliga men neyðuga dokumentarsending, sum varpar ljós á nøkur aktuel høvuðsvandamál í samfelagnum. Dokumentarsendingin Skálafjarðartunnilin - Kosta hvat tað kosta vil er public service, sum staðfestir neyðuga týdningin av fjølmiðlunum í føroyska samfelagnum. Sosialurin stríðist nú einsamallur, tí Dimma er farin á húsagang. Dagur og Vika var í summarfrí í vikuvís í summar. Eg fái kaldasveitta við tankan um hvat kundi hent, um eingir fjølmiðlar vóru. Tað ber ikki til, vit hava sum samfelag ikki ráð til at mangla fjórða statsvaldið.




(KP)


Friday, March 8, 2013

Money talks ella Tann horvni borgarstjórin



Um Dagur og Vika var ein amerikanskur filmur ella ein donsk skaldsøga, hevði omanfyristandandi yvirskrift verið plausibult heiti hjá eykasendingini hjá Degi og Viku mikukvøldið. Tað er ikki á hvørjum degi, at fíggjarliga hart sperda tíðindasendingin í sjónvarpinum hevur eykasendingar og eftirsum málið frammanundan var lýst at vera eins álvarsligt og á sinni Klaksvíksstríðið, var tað við spenningi, eg setti meg at hyggja. Men tá sendingin var av, føldi eg meg satt at siga meira ørkymlaða enn informeraða. Staðfest varð gamaní, at fólk eru óð og kedd og ein stutt samanumtøka var um málið, men alt gekk fyri seg á yvirflatuni, har var einki borað í nøkrum. Á sendingini skiltist, at tey fáu, sum halda við kæraranum um ætlaðu útbyggingina á havnalagnum á Tvøroyru, kenna seg hótt eins og á sinni fimmararnir í Klaksvík og onkur skal hava skotið við høglbyrsu og sent hóttanarbræv eisini, so tað er ikki lukkuligt.

At sendingin tóktist so tunn kemst m.a. av, at tað eftir øllum at døma ikki bar til at fáa fatur á Kristini Michelsen, borgarstjóra, sum annars skuldi eitast at vera flogin heim í úrtíð úr Íslandi. Tað er einki er at ivast í, at Kristin Michelsen er ein lyklapersónur í málinum, sum er áhugavert av so ómetaliga nógvum orsøkum. Eitt nú er málið prinsipielt, merkt av polariseringum, sum eru rættiliga eyðkendar fyri okkara land, tað eru eitt nú: útjaðari-miðstaður, bygd-bý/høvuðstaður, vinna-umhvørvi og her á Listablogginum ganga vit fyrst og fremst upp í, at  mentanin javnan verður sett upp í móti vinnuni.

Men lat okkum fyrst skunda okkum at staðfesta, at vit so ógvuliga væl skilja tey, sum eru óð og forharmaði á Tvøroyri. Vit kenna øll somul til gongdina í Suðuroynni, sum í nógv ár var merkt av stagnatión, fráflyting og stillstøðu. Virkið hjá felagnum Varðin Pelagic hevur broytt fullkomiliga um støðuna, vónloysi er vent til áræði og stóra arbeiðsloysi, sum var, er at kalla ikki til meira. So jú, vit skilja so sera væl mótstøðuna móti einari og hvørjari forðing hjá vinnuliga vælgerðaranum. Samstundis er tað næstan ikki til at fata, at hendan støðan er íkomin og at fólkini aftanfyri ikki hava verið greið yvir, at hon kundi koma. Money talks, jú sjálvandi, men tað er hóast alt gingin rúm tíð síðani 18.mai, tá Tvøroyra kommuna bjóðaði íbúgvunum í kommununi til almennan fund um virkið á bryggjuni á Tvøroyri. Á skipsportalinum stendur, at Arni Carlsen, projektleiðari, greiddi frá í detaljum hvussu virkið skuldi síggja út, og at Eyð Ejdesgaard, kvalitetsleiðari, greiddi frá um hvørja ávirkan virki kann hava á nærumhvørvi, og hvat Varðin Pelagic ætlar at gera við hetta. Høvi var hjá áhoyrarunum at seta spurningar, so mann skuldi hildið, at kunningin var í lagið. Tað er fleiri ferðir ført fram hvussu stóran týdning virkið hjá Varðin Pelagic hevur fyri Tvøroyri og Suðuroynna og næstan líka ofta er ført fram, at virkinum vantar goymslupláss. http://aktuelt.fo/grein/virkid_a_tvoroyri_hevur_rinda_25_millionir_i_lnum Samanumtikið kann mann næstan ikki trúgva uppá, at ikki bæði Varðin Pelagic og Kommunan á Tvøroyri hava vitað hvønn veg tað bar. So er spurningurin bara um partar av avtaluni millum Varðan Pelagic og Tvøroyrar Kommunu hava verið hildnir í loyndum. Spell, at Kristin Michelsen ikki luttók í sendingini, so hann kundi greiða frá og afturvísa illgitingunum um undirhondsavtalur og munnkurv.

Vit vita av, at suðuroyingar duga at brúka seg, men orrustan á Tvøroyri kundi tað sama hent aðra staðni í Føroyum. Hon er eitt ítøkiligt dømi um tveir ymiskar hugsunarhættir, sum eru brostnir saman áður her á landi. Gunnar Hoydal og teir vóru fyri miklum trýsti, tá teir vildu varðveita Tinganes og Reyn í Havn. Reynakonur, sum ynsktu sær húsmóðirvindeygu vóru fratørar um at vera tvungnar at hava sprossavindeygu osfr. Mær vitandi lá eingin gullhøna av einum virki í buktini tá, men tað hevur so í øllum førum eydnast so væl at varðveita henda serstaka, gamla partin av Havnini sum ein livandi býling so at tað í dag er óhugsandi, at hann ikki skuldi verið varðveittur. 


Vit mugu varðveita tað, sum eyðkennir okkara søgu. Eg eri sannførd um og eg endurtaki gjarna, at umbyggingin, sum gongur fyri seg í løtuni av bygningunum á vestara kajøki í Havn er ein sonn gøla, sum Tórshavnar Kommuna eigur skyldina av. Á sama hátt sum monopolhandilin og fiskastykki, eru eisini flakavirkini og ídnaðarbygningarnir týdningarmiklir partar av okkara søgu. Vit síggja hvussu Østrøms Fabrikk er komin til mentanarligan heiður og æru, her eru broytingar hendar við bygninginum, men tær flestu og mest radikalu broytingarnar eru hendar innanhýsis í bygningunum. Bacalao og Saltsølan eru partar av samleikanum hjá Tórshavnar býi og tí skilji eg als ikki ætlanirnar um at klæða bygningarnar av nýggjum. Heldur skuldu vit varðveitt fasadurnar og restaurera bygningarnar innan, so at teir kunnu brúkast til okkurt skilagott. Onkur av betongkassunum, sum eru komnir seinni, kunnu helst broytast eitt sindur ella takast burtur, so at teir sermerktu hvítu bygningarnir síggjast betri, men alt við virðing fyri tí verandi. Í Føroyum hava vit so ómetaliga fáar periodir, sum síggjast aftur í byggilistini og tí haldi eg, at tað er skeivt at taka burtur tað lítla, sum vit hava, sum er sermerkt og sum sermerkir okkum.
  
Tað tykist heldur óvirðiligt og óstortligt, sum tað hevur verið ført fram í ymsum miðlum, at Varðin Pelagic alt fyri eitt hóttir við at flyta tað virðismikla virksemið í aðra bygd bara tí, at friðingar-myndugleikarnir nú gera vart við møguligar trupulleikar. Við einum sindri av liðiligheit og javnvegis virðing mátti málið kunnað verið loyst, so at allir partar verða nøgdir. 

Undir øllum umstøðum tykist tað púra absurd, tá mentan og fólksins áhugi verða sett upp móti hvørjum. Tí mentanin ER fólkið. "Mann kann ikki liva av mentan" - hetta gamla sjónarmiðið kom fram fleiri ferðir í eykasendingini mikukvøldið, tað er klassiskt og forrestin mótprógvað nógvar ferðir av granskarum, sum síggja greitt samband millum fíggjarinttøku og mentan. Sjálvandi skal Tvøroyri dyrka og varðveita sín samleika. Bygningarnar hjá Thomsen. Seglloftið og Krambúðin/Pubbin eru dýrgripir, ið saman við fiskastykkinum eru sjálv søgan hjá Tvøroyri og sjálvandi skal livandi vinna kunna ganga fyri seg sama stað uttan at nakað verður oyðilagt, her mugu báðir partar vísa seg at vera fleksiblir.


(KP)



Tuesday, February 12, 2013

Sera, sera áhugaverd mentanarsending



Hoyrdi í eini útvarpsreklamu fyrr í vikuni, at einasta mentanarsendingin í Kringvarpinum In Mente skuldi hava nýggjan vert. Eg bleiv beinanveg ørkymlað: - Uha, hugsaði eg - vit vita hvat vit hava (tann dugnaliga Suna Merkistein og tað er ikki lítið!) og vita ikki hvat vit fáa. 

Nei, eg haldi meg ikki vera øgiliga konservativa, men eftirhondini vænti eg mær næstan alt og einki, tá tað um mentan ræður og listin plagar at tapa. Men nýggi verturin vísti seg at vera Gunnar Nolsøe og hann er jú ikki helt óroyndur útvarpsmaður. Sendingin í dag var løtt, men góð við listini og listafólkunum í miðdeplinum fyrst við eini samrøðu við Kristinu Sundar Hansen, sum var nokkso nógv meira behagilig at lurta eftir enn tann samrøðan, sum var í Degi og Viku. Støðan er eisini munandi broytt síðan sjónvarpssamrøðuna, sum var upptikin áðrenn leikpremieruna, og Kristina Sundar Hansen hevur aftan á premieruna alla orsøk til at vera nøgd við eina væl eydnaða verkætlan. 

Ummælarapanelið var eitt sindur óvanliga sett saman av einum leiklistarfrøðingi (Mikkjal Helmsdal), einum rithøvundi (Oddvør Johansen) og einum sálarfrøðingi (Súsanna Skaale) men eg haldi, at tað riggaði væl til høvið og tey trý dugdu væl á hvønn sín hátt at seta orð á leikin. Fjøruti minuttir av mentanarsendingini fóru til leikin Sár á Sál, har var eisini ein stutt, men áhugaverd samrøða við scenografin, Hansinu Iversen og restin av tíðini fór til Mentanarálmanakkan, har samrøður vóru við lista- og mentafólk, sum stóðu fyri trimum útvaldum mentanartiltøkum. Hansina Iversen greiddi - hesa ferð í leiklutinum sum listakvinna - frá sínari framsýning Appilsingult í Stephanssonshúsi, Theodor Eli Dam prestur greiddu frá føstugudstænastum í norðurstreymi og ymiskum mentanartiltøkum, sum verða fyriskipað í kirkjunum har og so fer Lív Næs at hava útgávukonsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, á Seglloftinum á Tvøroyri og í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Havn. 

Gunnar Nolsøe dugir at práta, men hann dugir eisini sera, sera væl at lurta og tað er gott í eini tílíkari sending. Tað einasta, sum vit nú kunnu stúra fyri er, at alt verður tað bera rós og mentanarkæti og tað gongur ikki. Kritikkur og illsinnisgleps mugu eisini til! Men takk Kringvarp Føroya og tit, sum tóku lut í sendingini og takk, Gunnar Nolsøe fyri eina sera, sera áhugaverda mentanarsending.




(KP)



Sunday, January 27, 2013

Fólksins biip


Aftan á tíðindini í kvøld kunnu vit enn einaferð staðfesta, at Útvarp Føroya er eitt stig framman fyri Føroyaportalin og tað má merkja tað sama sum, at veruleikin er longri úti enn satiran, ella kanska er tað bara fólkaflokkurin, sum er longri úti enn øll onnur? Í kvøld var tað orðingin "fólksins ogn", sum eftir øllum at døma elvir til misskiljingar. Vit bíða spentar eftir úrslitinum av fundinum hjá landsstýrismanninum og hava ein hóp av tjóðsangum liggjandi, sum eru klárir til møguliga regulering.

Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn,
sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!

Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága - av Gudi væl skírd -
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!



Tuesday, November 27, 2012

"Smile"

Eg komi í tankar um sorgblíða lagið hjá Charlie Chaplin, tá eg hugsi um hesa løtuna í Degi og Viku sendingini sálu, sum eitt kvøld herfyri hevði mentan á skránni, ja mentan var at kalla í høvuðssæti, tí sjálvur mentamálaráðharrin var boðin í studio at greiða frá síni skerjing av mentanargrunninum. Tá var av sonnum dagur í viku, those were the days my friend og tí átti eg eisini at verið í nógv betri lag í sjónvarpinum.

Dagur og vika verða nú avtikin, søgdu tey í áðni og í staðin kemur ein sjónvarpstíðindasending, sum er eins djúp og breið sum summarferiusendingin, og hon kemur heilar tvær ferðir um vikuna. Harra mín Gud. Mentanin verður skerd, Kringvarpsgjaldið verður ikki skert. Hann náði meg, hugsi eg við mær sjálvum. - Nú er ovboðið, nú verður uppreistur. Men tvætl. Onkur einstakur fer kanska at mótmæla á Vágaportalinum, um og í fall, at dansibandasendingin er rakt og kanska gera tey enntá ein facebookbólk til mótmælis um so illa vil til, men nú fáa vit at síggja.Vit vita ikki enn neyvt hvussu føroyska kringvarpsframtíðin sær út, bara at hon verður mentanarleys. Tey siga, at mentanarsendingarnar vera færri, mentanin verður meira ella minni ósjónlig, tað verður lítið um hana, hon minkar betýðiligt, verður messað upp í saman. Men hesar dómadagsrøddir ræða meg ikki longur. Tí tú kanst ikki royta ein skallutan, ella úrtøkan er í øllum førum avmarkað og tað er sanniliga eisini avmarkað hvussu ilt tú blívur við at fáa og hvussu nógvar stúringar, tú kanst gera tær sjálvum um kringvarpsins og um landsins støðu.

Nú er tað ikki fyri at vera negativ, tí uha, tað er ikki gott at vera ov negativ og vit kunnu jú altíð lurta eftir DR, teirri ediliga kringvarpsrás, sum er so nógv, áh so nógv meira mentað og siviliserað enn okkara nakrantíð blívur allíkavæl. Og so hevur Sambandsflokkurin eisini fingið okkurt burtur úr tingárinum allíkavæl. Eg veit ikki ordiliga hvat Fólkaflokkurin fær burturúr, helt at flokkurin var meira fólkaligur og tjóðskaparligur enn hann í grundini er. Men flatskattaskipanin hevur sjálvandi givið mær nøkur eyka oyru í lumman, sum eg kann keypa nakrar eyka fløskur av Amarone fyri, ella sum eg kann goyma bara tí tað er so lekkurt at eiga pengar og so kann eg frøa meg um eitt samfelag, sum í vaksandi mun gerst eitt samfelag fyri vinnarar. "Skulu vit dragsa, lata tey nassa, NEI, so missur dansurin ferð" sum Kári P so vísuliga sang í Gullkálvaválsinum. Samfelagið merkist í alsamt størri mun av høgrarákinum og hetta er jú fólkaræðisliga í fínasta lagi. Føroyingar hava valt sum teir hava, um teir kanska ikki høvdu roknað við einum so mikið effektivum Fólkaflokki. Menniskjaliga og mentanarliga er einki í lagi av tí, sum gongur fyri seg. Men eg ætlaði yvirhøvur ikki at vera negativ, eg vil nógv heldur lurta eftir Chaplin:


Smile though your heart is aching
Smile even though it's breaking.
When there are clouds in the sky
you'll get by.

If you smile through your pain and sorrow
Smile and maybe tomorrow
You'll see the sun come shining through
For you.

Light up your face with gladness,
Hide every trace of sadness.
Although a tear may be ever so near
That's the time you must keep on trying
Smile, what's the use of crying.
You'll find that life is still worthwhile-
If you just smile.







http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/11/27/dagur-amp-amp-vika-i-soguna-og-faerri-mentanarsendingar

(KP)

Wednesday, November 14, 2012

"Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann..."


Nei, nei, tað er ikki Johnny Cash, sum eigur hesa indigneraðu orðingina, hvussu á tremur hon enn tykist vera av countrytriviellari patos. Ei heldur er talan um eitt av sentimentalu hálvfjersaraavrikum Peter Bellis. Kensluborna uppáhaldið "Ákærdi leyg illani fyri henni sum elskaði hann" er ein yvirskrift og hevur í roynd og veru verið partur av føroyska tíðindaflutninginum hesa vikuna. Tað var enntá Høgni Djurhuus, sum las hana upp í útvarpinum mánadagin klokkan trý seinnapart saman við tíðindum, sum lupu slíkan hvøkk á meg, at eg steðgaði fullkomiliga upp mitt í uppvaski og øllum. Tað kendist púra surreelt at hoyra ta gløggu, turru røddina í Høgna Djurhuus lúta so mikið lágt sum til upplestur av tekstinum: "Í Pidda-málinum hava í dag millum annað fyrrverandi konan hjá Pidda vitnað. Eisini hevur ein sum kendi Pidda gott vitnað, og hesin er ikki í iva um at Pidda hevur ikki beint fyri sær sjálvum. - Piddi hevur ikki tikið seg sjálvan av døgum. Tað er útilokað. Hann var glaður fyri lívið. Harafturat segði hann, at gjørdi hann sjálvmorð, fór hann til helvitis. So hann tordi heldur ikki…".


-"Forbarmi tú meg", hugsi eg við mær sjálvari, meðan eg fylli uppvaskimaskinuna, og heilin ørkymlaður sóknar eftir røttum skuffum til hesa óvæntaðu kunningina um teir katólsku tankar, sum lívsfegni, men eftir øllum at døma altso deyði maðurin, sum allir føroyingar eru uppá fornavn við, hevur havt um sjálvmorð og helviti - "eru vit veruliga komin hagar?" 

 

Tankarnir trilva aftur í eitt annað rættarmál í 1995 í Amerika, ið snúði seg um Nicole Brown Simpson og Ronald Goldman, ið vórðu myrd árið fyri. Tað rættarmálið endaði sum kunnugt við, at drápsmaðurin, O.J.Simpson varð fríkendur fyri morðið. Men tað eru ikki evt. juridiskir skeivleikar í einum ávísum amerikonskum rættarmáli, sum eg sipi til her. Tað áhugaverda við tí morðinum var sjálvt rættarmálið, ið nevndist People versus Simpson, sum í røttum american style varð sjónvarpað til allan heimin eins og undirhald. Eg minnist, at eg ógvaðist og hugsaði við mær sjálvari tá, at tað allíkavæl var ein ávísur og munur millum okkum í Europa og tey í Amerika og eg var glað fyri at eiga tann munin. 

 

Hesin munurin er ikki stórur, er hann yvirhøvur til longur. Amerikanska mentanin hevur eftir øllum at døma sigrað í Europa uppá gott og ónt, eisini í ovastu hædd her hjá okkum í Føroyum, sama um talan er minkandi góðtøku av hárvøkstri á kroppinum hjá konufólkum ella um talan er um alsamt hækkandi støðið av sadismu í good clean family entertainment krimirøðum í sjónvarpinum. 

 

Vit plagdu at hava eittans gølublað í Føroyum. Nú hava vit ikki annað. Í øllum førum um vit skulu døma út frá hvussu rættarmálið móti ákærda í Piddamálinum verður avstaðfarið. Sjálvt tann æviga sperda sjónvarpstíðindasendingin Dagur og Vika, sum ikki hevur ráð til nakað sum helst í vikuskiftinum (uttan ítrótt sjálvandi) hevur Sigrúna Brend, sum kvøld eftir kvøld í myrkri og glopraregni stendur kulsandi uttan fyri rættarhølini og boðar frá dagsins óhyrligheitum. Tú kanst ikki tendra útvarpið uttan, at vemmiligar ella bara privatar, persónligar detaljur verða varpaðar út yvir tín óseka kropp. DNA meg her og der, steikipannir, ákærir um lygnir og alskyns ófantaligheitir og almenn útheinging av privata skittoynum hjá fremmandum, mær óviðkomandi fólkum. 

 

Eg siti og bíti í eina rugbreyðflís í døguratímanum, tá starvsfelagar fara at kjakast um blóðrestir og hvørs blóð tað snýr seg um, sum er funnið hvar. Blóð! Tað reyða lívsneyðuga floti, sum  vit øll hava innaní. Men rutineraði hátturin, sum fólk tosa um blóðið fær teg at halda, at vit eru stødd í onkrum parti av "Brotsgerðini" og hava gloymt, at tað ikki snýr seg um eitt føroyskt troyggjumerki, men um medmenniskju, eitt veruligt menniskjalív, ella um fleiri. Ein tílíkur sorgarleikur fevnir í grundini breitt og rørir familju, vinfólk, grannar, kenningar og hevur ógvisligt sosialt og sálarligt árin á øll tey involveraðu. Tá fjølmiðlar varpa rættarmálið út sum undirhald, er tá nakar, sum t.d. hugsar um børnini?

 

Sjálvandi skal rættarmálið avgreiðast og sjálvandi skal ábyrgdin staðfestast, men skulu allar tær ræðuligu og ússaligu detaljurnar í málinum tæna okkum sum undirhald í gerandisdegnum? Tørvar okkum tílíkt undirhald? Hvønn dag? Er hetta ikki langt undir støðinum hjá einum public service miðli? Mær tykir, at okkara handfaring av málinum er mannminkandi, ikki bara fyri tey avvarðandi, men fyri okkum øll somul. 

 

 http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/11/12/akaerdi-leyg-illani-fyri-henni-sum-elskadi-hann


(KP)

Monday, November 5, 2012

Mentanarloysingar á netinum



Harraguð sum eg vóni, at viðmerkjarar á ymiskum netportalum ikki umboða tað føroyska fólkið, men at tað í veruleikanum snýr seg um fjúrtan innetin tvørball, sum dámar at skræða seg um alt møguligt og helst tað, tey yvirhøvur ikki hava skil fyri og tað, tey als onga vitan hava um. Primitiva grovheitin, sum merkir summar av netviðmerkingunum er nívandi. Tað er eins og alt vanligt kurteisi og vanligar menniskjansligar kenslur hvørva í nethøpi, eg veit ikki um tað er orsakað av tí tryggu frástøðuni, sum fólk halda seg hava handan telduskíggjan. 

Herfyri bar portalurin tey sorgarboð, at ein blaðungur maður var funnin deyður inni hjáa  tikarunum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Ein av føroysku viðmerkingunum til sorgarleikin var: "So kann hann læra tað". Hann náði meg sum hatta er ein ómenniskjanslig og skítbýtt viðmerking og tá tað so snýr seg um list og íløgur í list er tað næstan sum at festa í sjálvt býttleikabálið. Fram í tað bláa skermljósið tysja allahanda kakkurlakkar og grátt undir steini at illtonkja listafólkunum fyri at nassa og liva feitt uppá landið, - "fáið fingurin út og fáið tykkum eitt ordiligt arbeiði..." og so framvegis. Í sambandi við aktuella listafólkaboykottið hava fleiri tílíkar andaliga skerdar netræddir brúkt seg um listastuðulin og tú gerst illa við av at lesa hesar opinberingarnar av fávitsku. Ein harra Hans Nielsen, sum er stýrimaður, ikki á Evnesvagt, sum eg í illsinni mislas tað fyrst, men á Esvagt skrivar t.d: 

Hans Nielsen ·  Top Commenter · Stýrimaður at Esvagt
Jú vinningurin er at vit sleppa undan at hoyra og gjalda fyri mjarrið hjá Sunleif Rasmussen. 

Tað kemur dátt við, at ein stýrimaður yvirhøvur kann finna uppá at skriva soleiðis. Hann kann sjálvur royna at googla sítt egna navn og so mjarrið av Sunleif Rasmussen fyri at vita hvør teirra t.d. vann norðurlendsku tónleikaheiðurslønina, og hvør teirra harvið er við til at gera Føroyar kendar um allan heimin. Nei, eg velji at trúgva, at føroyingar sum heild ikki eru so illa fyri sum summar netviðmerkingar kundu týtt uppá. Alt annað er heilt einfalt ov deprimerandi.


(KP)

Saturday, May 26, 2012

Pressað Kringvarp

Eg kendi meg satt at siga ikki sørt provokeraða, tá eg hoyrdi sendingina "Pressan", sum varð endursend í gjár. Men mær dámar at øsa meg, og eg haldi sum heild, at sendingin var fín, tey bæði, Anna Ellingsgaard og Kári Sólstein duga sera væl at skipa fyri og at spyrja, og serfrøðingar og onnur í studionum tóktust engasjerað, og dugdu fyri tað mesta væl at argumentera og greiða frá. Kjakið snúi seg um hetta nýggja stuntið hjá Kringvarpinum sum tíðindaleiðarin herfyri boðaði frá, at Dagur og vika fer at hava summarsteðg uppá 7 vikur. Tey flestu í sendingini vóru samd um hvussu óhóskandi og skilaleys hendan avgerð er, tí hon avmonterar tilverurættin hjá einari sera umráðandi tíðindasending í Føroyum og eg haldi, at miðlaserfrøðingarnir høvdu rætt í teirra meting av, at avgerðin í ringasta føri setur spurnartekin til tilverurættin hjá føroyska kringvarpinum.

Orsakið meg, men pínadoyð sum hatta er illa manererað av Kringvarpsleiðsluni. Ella ætla tey kanska at geva okkum 7 vikur aftur av kringvarpsgjaldinum? Nei ha? Málið er í sær sjálvum ørkymlandi, ikki minst at mentanin eftir øllum at døma hevur nápað alt kringvarpsgjaldið, so at einki er eftir til tíðindini og tað er hetta, sum av sonnum provokerar meg, at mentanartilfarið nú brádliga skal eitast at vera farið við øllum pengunum, tí er tað nakað øki, sum er stjúkmóðirliga viðfarið av øllum miðlum í Føroyum, so er tað mentanarøkið.

Kringvarpsleiðarin, Annika Mittún Jacobsen segði nógv løgið í sendingini, m.a. segði hon, at Kringvarpið ikki er ein tíðindastovnur, men ein mentanarstovnur og so harmaðist hon um vantandi reaktiónirnar, tá mentanarsendingin í sjónvarpinum, Refleksjón var tikin av skránni: "Eitt lítið pipp frá onkrum mentafólki, men hvar vóru forsíðurnar??..". Kringvarpsleikarin lesur eyðsýniliga ikki listabloggin, tí har vóru fleiri atfinningar og hjartasuff á okkara forsíðu um Refleksjón og annulleringina av sjónvarpsmentanarsendingini. Annika Mittún Jacobsen harmaðist somuleiðis um barnaøkið í kringvarpinum, sum hon segði vera illa fyri og tað kann hon kanska hava rætt í, tá tað kemur til sjónvarpið, men fyri meg at síggja fungerar Barnaútvarpið heilt ómetaliga væl, sjálvt um teirra umstøður neyvan eru tær lættastu. Eg meini so við, har arbeiða mær vitandi bara tveir vertir, og tær framleiða seks sendingar um vikuna. Hetta eru væl at merkja seks frálíkar sendingar. Ivist ikki í, at tað er hart arbeiði hjá teimum, men tað gongur væl møguliga orsakað av einum óvanliga kreativum arbeiðssomum og sjálvstøðugum hugsunarhátti.

Kringvarpsleiðslan má taka seg saman og finna útav:

1.at hægri góðska ikki neyðturviliga nýtist merkja tað sama sum fleiri pengar
2.at yvirhalda public service sáttmálan
3.at fáa Dag og Viku í luftina hvønn tann einasta gudsskapta dag, eisini tá tað er grind ella mikudagur
4.at fáa skil á hvat mentan er fyri nakað og at skyna ímillum tað breiða og tað smala mentanarhugtakið
5.at gera eina sjónvarpsmentanarsending, sum kemur eina ferð um vikuna á sama hátt sum 3-2
6.at raðfesta føroyskan tekst og talu til væl umtóktar barnafilmar sum t.d. Scooby Doo, Ben 10, Handy Manny o.t.

Eg eri fullgreið yvir, at sjónvarp er dýrt at framleiða, men har má nýtslan onkursvegna setast eftir inntøkuni, eisini um tað merkir, at vit fáa nakrar eitt sindur bíligari framleiddar sendingar. Har eru nógv sera dugnalig fólk í Kringvarpinum, so eg ivist ikki í, at leiðslan fer at finna út av at fáa tað besta burturúr, kanska kunnu tey byrja við at eygleiða Barnaútvarpið?

Sunday, December 11, 2011

Vit um vørp - Sendið miðlarnar á dannilsisskeið!

 Lurta teir eftir Kringvarpinum?

Í einum annars rættiliga positivum ummæli av bókini Gullgentan hjá Hanusi Kamban, sum eg skrivaði fyri einum ári síðani, fanst eg at "mentanarligum overkill" í einari søgu, sum eg helt var fermd av listarligum og mentanarligum tilsipingum í ov ríkiligt mát. Hetta ummælið kom mær til hugs í dag, tá eg lurtaði eftir endurminningunum hjá Hanusi Kamban í útvarpinum. Persónurin Hanus Kamban er í grundini so á tremur við mentan og list, at hansara egnu stuttsøgur neyvan kunnu vera annað. Tað var sera áhugavert at hoyra hann greiða frá siðalagsskiftinum í sekstiárunum og hansara egnu umbroyting, tá hann eins og fuglurin føniks steig upp úr borgarligu øskuni. Nú er tað ikki sjáldan, at eg onkursvegna gerist ósamd við míni egnu ummæli og tað hendi eisini í dag, tá eg lurtaði eftir Hanusi Kamban. Hetta skal tó ikki skiljast sum um eg vil taka nakað aftur, tí eg standi sjálvandi við øllum, sum eg havi skrivað og sagt, samstundis sum eg ásanni, at eg tíbetur ikki á nakran hátt eri alvís ella lýtaleys. Eg kom bara í tankar um hvussu ómetaliga sjáldan nakar føroyskur miðil er á tremur í list og mentan og hvat var tað ikki herligt og forkunnugt hesa løtuna, list og mentan vóru í fokus í Kringvarpinum.

Nei, ikki kann Kringvarpið ákærast fyri at vera ov listafínmentað. Lurtið bara eftir jólatónleikinum, sum har verður spældur. Her verður "Merry Christmas to everyone" við Shakin Stevens tikin framum "The Christmas song" við Nat King Cole, eins og hárreisandi vánaligar countrykristiligar tulkingar av poppjólasangum til eina og hvørja tíð verða tiknar framum jazz og klassisku meistararnar (sæð burtur frá teimum báðum sendingunum við jazzi og klassiskum tónleiki) og tað er ikki so nógv tónleikasløgini, tað snýr seg um, men um at satsa uppá vánaligan heldur enn góðan tónleik. Mentanarliga fátækdømi merkist á fleiri økjum í Kringvarpinum. Mentanarsendingin í sjónvarpinum, Refleksjón hvarv og In Mente er í løtuni bert ein viðfáningur, sum í øllum førum ikki er serliga áhugaverdur út frá einum listarligum sjónarmiði. Mentan og list eru systematiskt niðurraðfest ikki bara í Kringvarpinum, men eisini á hinum miðlaredaktiónunum, sum mest nýta list og mentan sum eitt slag av hugnaligari ífyllu. Gamaní eru hissini mentanartættir viðhvørt í Degi og Viku, onkrari morgunsending, í barnaútvarpinum, Geymanum og Meg minnist og eisini eru einstaklingar runt um, sum eru góðir við listina og sum royna teirra besta í bløðum og bloggum, men tað skerst ikki burtur, at listaviðgerðin í Føroyum sum heild tykist rættiliga tilvildarlig og óskipað. Hetta er ein stórur trupulleiki, eitt afturstig, ið sum heild er við til at læðka um støðið. Tí tá fólk sjálvboðin ummæla ymiskt verður tað ofta til, at tey velja at ummæla okkurt teimum dámar, tað er stuttligari og lættari at rósa enn at finnast at. Føroyskt ummæli verður tessvegna reduserað til ókritisk hurráróp og hetta er ein álvarsligur trupulleiki fyri andaliga støðið hjá okkum øllum.

Bunkin av bókum á borðinum, sum eru komnar út í heyst og sum koma út til jóla, er stórur og alsamt vaksandi og millum lítið og einki hesum bókum er enn viðgjørt í Kringvarpinum. Okkurt smávegis hevur verið í onkrum blaði og bloggi, men okkum tørvar skipað ummæli, at mentanarøkið verður tikið í álvara. Sorgarleikurin gerst ikki minni av, at støðið á listini er so mikið gott sum tað er. Tá eingin tekur dagar í millum tað, sum verður framleitt, givið út, spælt og framsýnt av føroyskari list, gerst verri at fáa eyga á góðskuna, eins og munurin millum gott og vánaligt tykist kámast í hvørjum. Heilt erligt so skilji eg ikki hesa vantandi raðfestingina av list og mentan í miðlunum, tí eg haldi ikki, at hann sampakkar hvørki við støðinum av listini ella stóra áhuganum, sum er fyri list í samfelagnum.

Tá eg nú fyri 99. ferð hoyri Wham´sa "Last Christmas" fýrsarapoppa úr Kringvarpinum, kemur tann tanki til mín, at tað møguliga snýr seg um ómegd, at Kringvarpið og hinir miðlarnir heilt einfalt mangla listarligt og mentanarligt dannilsi og um tað í tílíkum føri kundi loyst seg at sent øll miðlafólk í Føroyum á dannilsisskeið. Hvør veit, kanska kundu vit fingið Hanus Kamban at verið ein av skeiðslærarunum...

Wednesday, October 12, 2011

Vit um vørp: Fjølmiðlavalið


Tað er ikki til at síggja, veitst tú ikki av tí, men løgmaður hevur altso skrivað út val. Tað eru vit sjálvandi ikki tey einastu, sum hava lagt til merkis. Dimmalætting skrivaði m.a. soleiðis í teirra leiðara 7.okt. undir yvirskriftini Stilli: "Í morgin eru akkurát tríggjar vikur til vit skulu inn í atkvøðuboksirnar at seta kross... Tað er undrunarsamt at leggja til merkis, hvussu ómetaliga friðarligt tað er á politiska vøllinum... sløva valstríðið ber boð um atgerðarloysi og manglandi loysnir. Tað ber eisini boð um, at ov lítið av fyrireikingum eru gjørdar og at flokkarnir ikki vita hvat skal gerast...". Eg kundi ikki verið meira samd við Dimmu í, at tað at tríva í egnan barm er nakað av tí mest reyvkeðiliga, sum er til. Og sjálvkritikkur og sjálvsrannsakan er akkurát líka óáhugavert. Eingin okkara dámar hetta, men onkuntíð má tað gerast og nú er tann stundin komin til handa hjá fjølmiðlunum.


Tí vantandi futtur í valstríðnum kemst ikki bert av ódugnaligum politikarum og vánaligari politiskari fyriskipan. Hetta snýr seg í stóran mun eisini um miðlarnar.

Tí miðlarnir hava sum kunnugt ein rættiliga stóran leiklut í okkara fólkastýri. Hetta er ein týdningarmikil leiklutur, sum fjølmiðlarnir hava at formidla, seta dagsordanina og yvirhøvur at ansa eftir samfelagnum.

Men í Kringvarpinum tykist tað sum um, at orðið val er bannað á sama hátt sum orðið public service, ið er enn meira bannað meðan tey brongla seg í gjøgnum dagar og vikur í eini støðugari roynd at koma sær undan hesum báðum orðunum. So íðin sýnist henda roynd, at tú fært illgruna um, at tey í Kringvarpinum í løtuni koyra eina fjalda kampanju fyri fólkaflokkin og privatisering av almennum stovnum.

Bløðini tykjast harafturímóti als ikki ræðast orðið val, tey hava hildið val í fleiri mánaðar áðrenn valið varð veruleiki og tað er vissuliga stuttligt, tí tey tulka teirra demokratiska leiklut sum eitt slag av sorteringsmaskinu, sum tryggjar, at bara tey, sum hava pengar - nógvar pengar - sleppa til orðanna fyri at greiða frá teirra ynskjum og ætlanum fyri okkara samfelag. Sjálvi hava bløðini grundgivið við, at hetta er at veita teimum valevnum hjálp, sum hava lyndi til at skriva ov nógv. Gud varðveiti mítt góða lag, men tit hava vónandi eina blaðstjórn til hetta arbeiði? Eg veit ikki hvat hetta er fyri ein løgin alfonsmentalitetur at fata fólkaræði sum nakað, sum tað ber til at formidla fyri pengar. Vit vita væl av, at blaðkreppa er um allan heim, men at brúka valið og harvið fólkaræðið sum gullhønu, hóskar seg ikki.

At seta annað enn tilvildarligt lívstílsfjas á breddan liggur eyðsýniliga rættiliga fjart hjá okkara miðlum. Resignatión og hugskotsloysi er ræðuligt. Til ber at ímynda sær, at tað kundi verið ein loysn í mun til allan lesarabrævsspurningin, at bløðini sjálvi tóku fyrsta stig til at viðgera nøkur evni og síðan lata politikarar - óansæð inntøku - koma við viðmerkingum til hesi evni. Tá hevði helst eisini verið pláss fyri nøkrum kritiskum og trúverdugum analysum, sum í skrivandi stund ikki eru serliga sannførandi, tá støðan er sum hon er og nakrir politikarar gjalda dýrt fyri at koma til orðanna í blaðnum, meðan aðrir ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda og sum tessvegna ikki eiga at verða nevndir, tí at einki í hesum heimi er ókeypis. Heldur ikki varðveitslan av demokratinum ella rættur okkara til upplýsing.

Hvat var tað nú eg segði, at mann skuldi gera onkuntíð. Okkurt við at taka í egnan barm, okkurt við sjálvkritikki og sjálvsrannsakan var tað vist. Alt tað keðiliga, sum hevur við sær ófjálgar spurningar sum: Havi eg gjørt nakað skeivt? Er okkurt sum eg ikki havi skilt? Havi eg gjørt nóg mikið fyri at liva meg inn í alternativ sjónarmið? Havi eg sjálv ein negativan leiklut? Er nakað, ið eg kann gera?

Og ja. Tað er tað í grundini. Eg kann skrála av fullum hjarta: HALLÓ FJØLMIÐLAR, KOMIÐ SO Í GONGD VIÐ HASUM VALINUM

Monday, August 1, 2011

Vakurleikin og fjølmiðlabeistið

Sorgarleikurin í Noregi gerst onkursvegna ítøkiligur og kenst enn meira nívandi, nú øll tey 79 myrdu skulu jarðast, hvør í sína grøv. Á myndum í fjølmiðlunum smíla og strála tey móti okkum, øll hesi, sum ikki sluppu at vera til, av tí at eitt annað menniskja vildi hava ans frá somu fjølmiðlum. Á sama hátt sum í grundini øll menniskju, vóru tey myrdu einastandandi, høgt elskað og saknað, tey vóru í besta aldri - ikki á nakran hátt moldarklár ella mett av døgum.

Eisini í terrormálum tala myndirnar til okkum við teirra ríka, nuanseraða máli. Portrettmyndin sigur okkum søguna um eina unga, fegna gentu, sum bæði dugir at vera glað, men sum sanniliga eisini kann vera avgjørd og forsin. Hon hevur myrkt, livandi, sítt hár við strípum, stórt smíl og fína karaktermikla nøs. Eyguni lýsa av humor og lívi. Ólavsøkudag jarðaðu tey hesa ungu kvinnuna. Hon æt Bano Rahshid og var kurdisk. Saman við familju síni flýggjaði hon til Noregis úr Irak í 1996. Hon var limur í Nesodden Arbeidernes Ungdomsfylking (AUF) og hevði ætlanir um at lesa løgfrøði og um at halda fram innan politikk, so at hon í norska stórtinginum m.a. kundi arbeiða parlamentariskt fyri kurdum og fyri Kurdistan. Hetta var alt av ongum, Bano Rashid er deyð 18 ára gomul, skotin til tess, at ein uppmerksemissjúkur mordari kundi sleppa í fjølmiðlarnar.

11.september fyri tíggju árum síðani talaðu myndirnar til okkum á sama hátt. Mitt í "Beverly Hills 90210" fór sjónvarpsmyndin brádliga at flykra og inn sveimaðu myndir av brennandi háhúsum. Tað tók eina løtu áðrenn eg fataði, at hetta ikki var nakar actionfilmur, at hetta vóru beinleiðis myndir frá CNN úr New York og eg fari ongantíð at gloyma lemjandi kensluna av hjálparsloysi, tá eg fataði, at hesir elasmáu prikkarnir, sum fóru flúgvandi niður eftir síðunum á brennandi bygningunum, vóru livandi menniskju. Sama kenslan gjørdi um seg, tá tað gekk upp fyri mær, at teir flótandi prikkarnir í sjónum kring Utøya vóru menniskju, sum desperat royndu at svimja inn á meginlandið.

Dissonans, antitesa og oxymoron eru ymisk sløg av mótsetningsfigurum, sum verða brúktir til tess at fremja ávísan spenning innan listina. Kingo brúkti sum kunnugt antitesuna í sálmunum um gleði og sorg á himni og á jørð. Baudelaire var ein sannur meistari til at finna uppá óvæntaðar samansetingar, hetta sæst eitt nú í heitinum á hansara kendast verki "Les fleurs du mal", sum tvinnar saman blómur og óndskap ella sjúku. Kubrick brúkti yndisligan tónleik í dystopisku lýsingini av psykopatinum og Beethovenfjepparanum Alex í "A Clockwork Orange". Bæði filmurin og elektroniski tónleikurin hjá Wendy Carlos høvdu stóra ávirkan, tá eg sá filmin á fyrsta sinni, serliga tematónleikurin, sum er grundaður á "Music for the Funeral of Queen Mary" hjá Henry Purcell. Hjartanemandi vakur, friðsælur og hátíðarligur tónleikur, sum er fullkomiliga í andsøgn við tær ljótu harðskaparsenurnar, tá bølmennið Alex verður bukað og næstan druknar. Men tað var eisini skelkandi uppliving í myrkrinum í Havnar Bio á sinni, tá tað gekk upp fyri okkum, at tann dárandi Milady, vinkona tann eina musketerin, var eitrandi ónd og enn kann sameiningin av óndskapi og vakurleika eyðsýniliga koma óvart á.

Meðan hugburðurin í verkinum hjá Kubrick er grundleggjandi antitotaliterur, kunnu vit ikki siga tað sama um plakatina við teirri ljóshærdu, smílandi gentuni. Gentan er yndislig, ljóshærd við flættum, smílið er yndisligt, tennirnar eru snórabeinar og orsøkin til, at vit alt fyri eitt fata myndina sum verandi av tí ónda, er nazisymbolið á bússuni. Harumframt er okkurt við tí klistruta søta heroiserandi stílinum, sum beinanvegin vekir okkara illgruna um ein pallsettan idyl, sum skal sannføra okkum um eitthvørt.

Sum vaksin nútíðarmenniskju og royndir myndalesarar eru vit neyvan so einoygd, at vit  halda vakurleika vera nakran garant fyri góðsku ella at andskræmiligheit hinvegin er samlík tí ónda. Huburðurin til útsjónd er altíð bygdur á okkara egnu mentanarskaptu ideal um hvat er vakurt ella ljótt. Júst tí havi eg ógvuliga ilt við at skilja góðvarnið, sum ger seg galdandi, tá fólk undra seg yvir, at ein maður við so vøkrum eygum sum Osama Bin Laden kann vera eitt sovorðið bakbeist, ella ein so snotiligur ungur maður sum tann norski yvirgangsmaðurin kunnu fáa seg til at fremja so ljótar illgerðir sum tær í Oslo og Utøya.

Yvirgangur livir av fjølmiðlum, meðan fjølmiðlar í øllum førum fyri ein part liva av yvirgangi - uttan fjølmiðlar hevur yvirgangur onga slagkraft og vit eru brúkararnir, sum í ómettandi forvitni taka í móti. Yvirgangsfólk í dag vita av hvussu storan týdning myndirnar hava, men ikki er hetta nakað nýtt. Onnur bølmenni í søguni hava sanniliga eisini verið greið yvir effektivu styrkina í visuellum propagandatilfari, t.d. Joseph Goebbels, propagandaministari í Nazi-Týsklandi - fyri nú bara at nevna ein av teimum mongu. Serfrøðingar meta, at tann 32 ára gamli norski yvirgangsmaðurin var inspireraður av ræðuligu skúlaskjótingunum, sum hava verið í USA og Finnlandi. Í áhugaverdari grein í Informatión metir Mikkel Bolt Rasmussen, listsøgufrøðingur á universitetinum í Keypmannahavn um hópdrápsins fagurfrøði, sum hann heldur vera bæði óruddiliga og heldur barnsliga:  "Det iøjnefaldende ved såvel Breivik som skoleskyderne og de islamistiske London-terrorister er graden af selviscenesættelse og den cut and paste-mæssighed, der er over aktionerne og propagandaen: Drengeværelseagtige referencer til korstog, soldater og en masse potente symboler fra videospil, film og andre populærkulturelle udtryk. I den forstand er de alle børn af deres tid". Og tað er júst hesin barnsligi dámurin, sum kennist eyka syndarligur í sorgarleikinum. Hetta eru onkursvegna smádreingir, sum spæla kríggj og sum hava ein óluksáligan tørv á, at vit geva teimum ans og sum samstundis tykjast hava ilt við at skilja í millum spæl og veruleika. Teir taka myndir av sær sjálvum meðan teir gera seg upp við vápnum osfr. Tað sonevnda manifestið hjá norska yvirgangsmanninum ber júst sama brá av copy paste og av einoygdum pseudovísundaligum eygleiðingum.


Tann fyrsta myndin, sum varð almannakunngjørd av norska hópdrápsmanninum vísur ein ljóshærdan, eygagóðan ungan mann við vøkrum ljósabláum eygum, sum poserar eins og ein vermammuligur dreymur at sjá. Við myndunum av Breivik við byrsu og í uniformi við deydningahøvdi á arminum, koma vit møguliga eitt vet nærri veruleikans asosiala og óbúna manni við supermankompleksum, sum spælir kríggj. Myndin av handtikna yvirgangsmanninum saman við einum løgreglumanni vísir ein bleikan, órakaðan mann, sum við sær sjálvum hevur avgjørt at síggja væl nøgdur út, men nú er tað sum líkist hann brádliga Pink úr "The Wall" í dreymsjónunum av sær sjálvum sum nýnazistiskur diktator. Pink vantar eisini eina faðirfyrimynd eins og Breivik, men bíða nú eitt bil. Áðrenn vit koma for gott í gongd við lummapsykologiini mugu vit minnast til teir mongu dreingirnar og gentirnar, ið so ella so hava manglað ein faðir, uttan at tey fyri tað gjørdist hópdrápsmenn. Vit duga sum sagt væl at lesa myndir og týða tær alla tíðina, tó oftast uttan at gera okkum greitt hvaðani assosiatiónirnar og konnotatiónirnar stava. Í hesum førinum kenna vit eftir massiva fjølmiðlaáhugan andlitið á norska yvirgangsmanninum og vita hvat hann hevur gjørt. Tessvegna sambinda vit hann við óndskap á sama hátt sum vit eisini óavvitandi sambinda symbol og myndir úr triðja ríkinum við tað ónda.

Tað var als einki hetjuligt ella super yvir illgerðini, tá 77 ósek og óvápnað menniskju, summi teirra børn, vórðu tikin av døgum. Ei  heldur var tað spæl og tað merkja tey mongu, sum í hesum døgum fylgja teirra kæru til gravar. Einasti glottin í øllum ræðuleikanum eru almennu reaktiónirnar í Noregi. Eitt nú vísir reaktiónin hjá norska forsetismálaráðharranum óvanligt format. Her eru ongar primitivar cowboylótir ella hevndarhóttanir at hoyra. Jens Stoltenberg noktar at fara niður á tað støðið, men talar heldur um opinleika, kærleika og um tolsemi. Hetta er tað besta, hann kundi gjørt og neyvan er tað av tí, at hann noktar at síggja í eyguni møguligar trupulleikar í einum fleirmentanarligum samfelagi. Í einari av mongu røðunum seinastu vikuna segði hann: "Vårt svar er mer demokrati, mer åpenhet og mer humanitet. Men aldri naivitet". Ein onnur hetja í eftirspælinum er Kim Heger, dómari, sum ikki er serliga við uppá at fóðra tað slevandi fjølmiðlabeistið. Í øllum førum var fyrsti rættarfundurin í Oslo hildin fyri læstar dyr og yvirgangsmaðurin slapp ikki at vera í sínum fína uniformi í rættinum sum ætlað. Hervið verður eftirspælið ikki heilt sum Breivik ætlaði og sum hann eisini skrivar um í sínum manifesti.

Onkursvegna eru vit fjølmiðlar og fjølmiðlabrúkarar í eini tvístøðu viðvíkjandi uppmerksemistørvandi hópdrápsmonnum sum Breivik, tí sjálvandi má tað ikki enda við eini sensurstøðu og angiststuðlandi tøgn, har tað verður teskað um gerningarnar hjá honum "who shall not be named". Men samstundis hava bæði fjølmiðlar og brúkarar ábyrgd við opinleika, kærleika og tolsemi at upplýsa og á einum seriøsum støði viðgera ræðuleikan, so at tað gerst greitt fyri øllum júst hvussu meiningsleysur og óglamurøsa óhetjuligur hann er.



(KP)

Thursday, June 23, 2011

Longsti Dagur (og Vika) - fór agurk!

Hava tit nakrantíð lagt til merkis tær norðurlendsku sjónvarpssendingarnar, sum eru á skránni, tá mann bíðar eftir Degi og Viku? Tær eru norðurnorskar, suðursvenskar og onkuntíð meðalíslendskar og smásamiskar og snúgva seg um alt møguligt áhugavert sum norðurlendskar alkoholikarar ella ditto matuppskriftir og hunda- hesta ella havahald. Sendingin í dag snúði seg um havahald við denti á agurkur, serliga stuttar og langar, bogaðar slanguagurkur og óslættar upprunaagurkur. Hetta var nevniliga ein norðurlendskur agurkufjeppari, sum vísti okkum hvussu hann gjørdi salatagurk við og uttan myntu og persillu og hvussu hann bar seg at við at gera døguraagurkur, ella agurkusalat osfr. Og meðan greitt varð frá, var eitt øgiligt smaskarí av norðurlendska agurkufjepparanum, sum (tað segði hann fleiri ferðir) ELSKAR agurkur. Agurkin hevur annars eina tíð verið verri lýdd enn dreparatomatirnar á sinni. Orsakað av onkrum serliga vandamiklum colibakterium hava týskar agurkir ella bønaspírar ella okkurt annað elvt til álvarsliga nýrasjúku og fleiri fólk eru deyð. Nú er agurkupanikkurin av fyri fyrst uttan at nakar veit fyri vist júst hvat tað var, ið hendi og soleiðis er tað ofta við teimum ymsu panikkherðindunum, sum fjølmiðlarnir lata floyma yvir okkum. Portalurin er eyðsýniliga eisini við at fáa eyguni upp fyri hvussu umráðandi tað er við panikki og ræðuleikum og letur seg í alsamt størri mun inspirera av systematiskt fordummandi donskum netmiðlum sum BT og Ekstrabladet og tessvegna kunna vit á Portalinum lesa føroyskar týðingar av tíðindum um áhugaverdar hendingar í danska samfelagnum, sum yvirhøvur onga ávirkan ella týdning hava fyri okkum í Føroyum. Harumframt verða eisini horror-tíðindi týdd, altso serliga vemmilig tíðindi um fólk, sum eru hálshøgd og børn, sum eru misbrúkt og tey, sum hava keypt hús fult av slangum.

Áðurnevndi agurkufjepparin skuldi kanska búð í Føroyum. Føroyar eru fyri tað fyrsta so mikið norðurlendskar, at sólin bjarta bert hitar land og hav í tjóðskaparromantiskum sangum og so eina og eina hálva ferð um árið, tá hon sum av misgávum fær trokað seg fram í fríska lotinum, sum í grundini er ísakalt, eisini í juni. Agurkur hava vit nóg mikið av og tá tosi eg ikki bara um tær ES-reguleraðu og vakurt snórabeinu agurkurnar í Miklagarði, nei fjølmiðlarnir eru somuleiðis farnir totalt agurk her á landi. Kanska er tað tí tað er so ljóst, at eingin fær sovið, kanska er tað vatnið í Havn, sum eisini er fult av colibakterium. Og ikki kann Tórshavnar Kommuna skýrast fyri at fara ov lættliga í panikk. Framferðarhátturin tóktist sjáldsama ineffektivur yvir í tað flegmatiska... -tað tók fleiri dagar í fleiri stigum at fáa formidlað varsemisráðini viðvíkjandi dálkaða vatninum. Men til alla eydnu var eisini Havnarversiónin av colibakteriuni samsvarandi ineffektiv. Kringvarpið reklamerar í løtuni við løttum summarsendingum og eg spekuleri uppá um vit eru býttari um summarið enn annars og um sendingarnar vetrarhálvuna í grundini eru so heilt óluksáliga tungar. Nåh, men Dagur og Vika fóru fullkomiliga agurk í kvøld við eini dýpdarborandi reportasju um Smyril, sum á Jóansøku ikki fer av Tvøroyri fyrr enn heilar 3 tímar seinni enn hann plagar. Sum skiltist var í øllum førum 1 stk norðingur ónøgdur við hetta og tessvegna var drúgv og long samrøða gjørd við norðingin, sum tó ikki tyktist dramatiskt ónøgdur, tá tað kom til skarpskeringar. Men Dagur og Vika gavst ikki so. Persónligi vinkulin varð sleptur upp á Skælingsfjall, málið gjørdist prinsipielt og tí varð drúgv samrøða gjørd við borgarstjóran á Tvøroyri. Eg hoyrdi ikki  hvat hann segði, tí oyruni vóru full av agurkum...
(KP)