Showing posts with label Miðlar. Show all posts
Showing posts with label Miðlar. Show all posts

Friday, June 13, 2014

Mentan í juni


Í Mentan hesuferð er áhugaverd samrøða við Dennis Agerblad, sum hevur gjørt um seg á øllum møguligum pallum.Føroyingar elska country - siga mong. Birgir Kruse skrivar um country-oyggjarnar. Vár í Ólavsstovu skrivar um, hví bókmentir hava týdning, sum lærugrein í skúlunum. Bókavørðar viðmæla, hvørjar bøkur kunnu lesast í summar, og úr Klaksvík er eitt ummæli av hallarkabarettini Luktur í smakkinum. Nýggi formaðurin í Rithøvundafelag Føroya svarar spurningum um støðuna hjá føroyskum bókmentum og um hansara framtíðarvisjónir. Katrin Petersen skrivar um, at mentan kanska ikki er nakað at flyta eftir og Kinna Poulsen um markleyslist í markleysum heimi. Á barnamentanarsíðunum verða tvær feskar barnabøkur viðgjørdar. Plakatina hesuferð hevur Carl Jóhan Jensen, rithøvundur gjørt.

Friday, April 11, 2014

Mentan nummar tvey



Í dag kemur mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum og eg vóni at hesar myndirnar gera, at tit gleða tykkum til at lesa blaðið.















Tuesday, February 25, 2014

Mentanin afturíafturkomin í skrivaðu pressuni

  •  
    Frá miðjum mars kunnu mentanaráhugað aftur fáa trongdina til mentanartilfar nøktaða. Sosialurin hevur nevniliga tikið ta fyri okkum sera skilagóðu avgerð at byrja eitt mentanarískoyti, sum kemur einaferð um mánaðan. Jú fleiri mentanarjournalistiskir pallar, tess sterkari verður hann og tess áhugavdari verður mentanarkjakið. Tað verður Inger Smærup Sørensen, sum skal ritstjórna mentanarblaðið, og mentanarhøvundar, mentanaragentar, listafólk og sum heild øll eru vælkomin at venda sær til hana við rísi, rósi og hugkotum.

    Meyladressan er: Inger@myndlist.net


Thursday, September 19, 2013

Opið bræv til lista- og mentanarfólk, sum hava skrivað fyri Dimmalætting

Dimma er farin, tað er syrgiligt. Ikki minni syrgiligt at síggja longu røðina av kreditorum, sum m.a. telur eina rúgvu av listafólkum og mentanarfólkum, sum ikki fáa sínar pengar.

Tað er tungt at skriva hetta. Tí umframt mína egnu familju, eru eisini mong onnur rakt, m.a. listafólk og mentanarfólk, sum eg havi yvirtalað til at skriva fyri mentanarblaðið Punktum.fo.

Tað kennist eisini tungt, tí Punktum.fo var eitt gott tiltak, sum nøktaði ein týdningarmiklan tørv á mentanarjournalistikki og sum bar við sær eitt positivt huglag - líka inntil tað vísti seg, at fólk, eg hevði álit á ikki vóru erlig. Pengar, sum vóru oyramarkaðir til mentanarblaðið, vóru eftir øllum at døma brúktir til okkurt heilt annað.

Men eg skrivi til tykkara, tí eg haldi, at eg má. Eg føli, at eg má skriva, at atburðurin hjá Dimmalætting hevur ikki verið í lagi.

Listafólk og mentanarfólk hava síðani apríl lyft Dimmalætting uppfrá á mentanarøkinum, og fleiri sita nú eftir við ongum. Hetta er ótespiligt, tí at júst hesi fólkini hava ikki fakfeløg, sum kunnu verja tey og hava ongan møguleika fyri at fáa ALS ella at fáa pengar aftur úr Trygdargrunninum.

Í mars í ár varð eg biðin um at gera eitt konsept til eitt mentanarblað til Dimmu, sum skuldi koma eina ferð um mánaðin.

Dimmalætting hevði nevniliga funnið sponsorar til tiltakið. Fyritøkur vildu seta pengar í eitt mentanartíðarrit, sum var givið út sum partur av Dimmu. Avtalan var, at eg hvønn mánaða sendi eina útgreinaða rokning til Dimmalætting, sum fevndi um mína egnu føstu samsýning og hvørjir skribentar skuldu hava pengar, sum eg so sjálv skuldi flyta teimum.

Eg bað eina rúgvu av mentanarskribentum um at fara í gongd. Øll vóru glað, punktum seldi fínt og fyri trimum vikum síðani fekk eg at vita, at sponsorarnir í grundini vóru so mikið glaðir, at Punktum.fo slapp at halda fram til jóla.

Fyrstu tveir mánaðarnar fingu øll sín pening og fyri einum mánaði síðani fingu tey, sum høvdu skrivað til juni-blaðið sínar pengar, men so steðgaði upp. Eg gekk út frá, at tá sponsorpengarnir vóru oyramarkaðir til Punktum.fo, so fóru pengarnir nokk at koma.

Í tríggjar mánaðar og eftir óteljandi áminningar frá mær og váttanir frá leiðsluni um, at peningurin fór at koma seinni í vikuni, fekk eg at vita, at peningurin skuldi rindast týsdagin 17. september. Men tá týsdagurin upprann var stjórin horvin, hann hevði stovnað eitt nýtt felag.

Kanska hevur leiðslan á Dimmalætting handlað í góðari trúgv, men tey hava handlað skeivt.

Eg eri sera hørm um, at hetta so spennandi tiltak skuldi enda so óvirðiliga.

Inger Smærup Sørensen
Fyrrverandi ritstjóri á Punktum.fo.

Tuesday, September 17, 2013

Farvæl Dimma

Dimma er farin í søguna, og vit kunnu øll byrja at greina hví, men fyrst og fremst haldi eg, at tað er syrgiligt. Og er Dimma farin, er eisini mentanarblaðið Punktum.fo, sum eg havi ritstjórnað seinasta hálva árið, farið í føroysku blað- og listasøguna.

Eg vil gjarna takka øllum teimum dugnaligu fólkunum, sum hava skrivað fyri punktum.fo, eg eri kedd um at tað skulu enda á hendan hátt.

Her er mentanaroddagreinin til punktum.fo, sum skuldi koma fríggjadagin, men altso ikki kemur. Her eru nógv evni, sum vanta viðgerð. 

Tað er her tað sker.

Síðst í august var eg eitt vikuskifti í Reykjavík við einari ungari væl útbúnari føroyskari listakvinnu, sum var komin úr Skotlandi til Íslands fyri at sýna fram har. Vit hugdu at íslendskum samtíðarlistaframsýningum, upplivdu orkuna og kreativitetin á íslendska listapallinum og hon greiddi frá um listaumhvørvini, sum hon er partur av í Skotlandi, um teir møguleikur hon hevur fyri at samstarvast við onnur listafólk og um intellektuellu avbjóðingarnar, sum eru partar av listakjakinum, har hon býr.

Eg kann gott halda, at hon og mong onnur sum hon áttu at komið heim og brúkt teirra fantastisku evni og orku her. Koma heim og berjast, gera alt betri, seta list á skránna, skapa lív, nýggjar hugsanir, kjak og alt møguligt annað, sum væl kundi verið her. Sum átti at verið her. Men eg fekk meg heilt erliga ikki til at siga við hana, at eg helt, at hon skuldi flyta heim, tí eg veit, at listafólkalívið, sum Skotland fær bjóðað henni er nógv meira áhugavert enn tað, sum vit kunnu bjóða henni her heima, og tað er ikki uppgávan hjá teimum ungu at gera hetta landið attraktivt at búgva í. Tað er okkara uppgáva at gera landið attraktivt hjá teimum.

Ein umráðandi liður í at skapa eitt attraktivt listaumhvørvi og hervið at skapa eitt betri, nýhugsandi og meira áhugavert samfelag er at seta á stovn listaútbúgvingar. Vitan og mótspæl eru neyðug til tess, at mann kann mennast sum listafólk og listaskúlin sum stovnur er neyðugur fyri menningina av samfelagnum. Og tað nýtist ikki at vera so torført. Tað ber til dømis til at samstarva við útlendskar listaskúlar ella at hava eitt grundár her, og so kann restin av útbúgvingini takast í øðrum londum. Ella kundi mann samstarvað við Fróðskaparsetrið. Modernaðir listaskúlar hava sterk ástøðilig programm og tað kundi verið upplagt, at ástøðiligi parturin av útbúgvingini kundi gingið fyri seg á Fróðskaparsetrinum saman við universitetsprofessarum og universitetslesandi.

Tað hendir einki, um vit bíða eftir, at politiska skipanin sær tað neyðuga í einum tílíkum átaki. Tí er tað gleðiligt, at fleiri listafólk innan fyri ymisk listasløg sjálvi vísa áræði og m.a. settu ein heilan dag av til at kjakast um evnið á háskúlanum leygardagin 31.august. Gleðiligt er tað eisini, at fleiri og fleiri ung føroysk listafólk velja at útbúgva seg uttanlands, so at vit fáa góðar møguleikar fyri at fáa góðir undirvísarar og samstundis tryggja okkum at okkara dugnaligastu listafólk varðveita tilknýtið til landið.

Eg hopi, at hetta má eydnast og eg fari at gleða meg til við góðari samvitsku at kunna siga við ungu listafólkini: Kom heim, undirvísið á listaskúlanum, skapið okkurt, gerið okkurt vilt, tí tað er her tað sker.

(IS)

Thursday, August 22, 2013

Í morgin verður tað

 

Í morgin kunnu tit øll fáa ein ókeypis plakat frá Teiti Lassen og Ingilín Strøm. Tit kunnu eisini lesa um mentanarelituna, sum sjálv hevur skapt sær illvilja, um Lazarus og Ingálv og Jóhan Martin, um Sofíu Nolsøe Mikkelsen. Um búkin og girndina, sum sambært skaldið knýta menniskjað nærri jørðini enn nakað annað, um boygdar peikifingrar, um kórsang, um Hans Paula á Skarði og í Havn, um lekar, um hvussu nógvar sannleikar Hans Tórgarð vil ofra fyri ein bíligan látur, um Heiðrik á Heygum og um at seta spurningar, um hví Føroyar eru límið millum Berlin og New York og um sjálvræði og list sambært Sunleif Rasmussen.

Also, um tit minnast til punktum.fo.

Friday, July 19, 2013

Punktumdagur


Eg skal ikki viðmæla nakrari reklamufyritøku at seta meg í starv, tí eg havi sitið heilt ónatúrliga leingi og roynt at finna uppá ein reklamutekst til mentanarblaðið hjá Dimmalætting, punktum.fo, sum kemur út í dag. Uttan úrslit.

Men eg haldi, at tit skulu keypa blaðið allíkavæl. Tí Knút Háberg Eysturstein hevur ummælt Føroyar 5.2, Vár í Ólavsstovu hevur ummælt Vencil, Meinhard Jensen hevur ummælt nýggju fløguna hjá Kára Sverrisson og Leivur Thomsen hevur ummælt bók um føroyskan metaltónleik. Marita Dalsgaard hevur skrivað um leiklist, Bárður Dam í Baianstovu um byggilist og Zakaris Svabo Hansen um mál. Kinna Poulsen hevur skrivað stórt tema um summarlistina, Mikkjal Helmsdal hevur skrivað grein um listina í skúlahøpi, Øssur Winthereig hevur skrivað miðlabrodd og Oddfríður Marni Rasmussen svarar eini ørgrynnu av spurningum. Eisini er ein samrøða við Jenny Johannessen, eitt heiðursorð og okkurt um eitt gamalt sjúkrahús í Berlin og pylsur í Sandagerði, haraftrat er mánaðarmyndin og listakaldendarin, so har eru nokk so nógvar grundir til at keypa blaðið, haldi eg.

(IS)

Saturday, January 26, 2013

Hurrá fyri miðlunum




Mær dámar betur orðið fjølmiðlasiður enn orðið fjølmiðlaetikkur. Fjølmiðlasiður er eitt gott orð, tí tað leggur upp til, at mann skikkar sær ordiligt og hugsar um felags góðtiknar ímyndir um, hvussu evni verða viðgjørd eftir, hvat er hóskandi og virðiligt. Fjølmiðlaetikkur leggur hinvegin upp til, at miðlarnir onkursvegna eru etiskt hevjaðir upp um alt annað, hvat teir sjálvandi ikki eru, og avleiðingin er ein enn meira ivingarsom stigbending av etikki. Eftir míni meting er tað vandamikið at stigbenda etikk og serliga tá tað er fyri at rættvísgera okkurt ivasamt, sum mann sjálv hevur framleitt.

Bløðini eru privat og tað er upp til mín um eg vil keypa tey. Tað geri eg onkuntíð, antin tí okkurt er, sum eg fegin vil lesa ella tí eg haldi, at tað er umráðandi, at vit hava tvey bløð og ynski at stuðla teimum. Men tá eg lesi í føroyskum bløðum er tað sera sjáldan eg síggi nakað, sum eg ikki haldi vera í lagið. Eg síggi nógv, sum eg ikki havi áhuga fyri persónliga, og eg síggi eisini okkurt, sum onkursvegna hevur samband við pening og sum ikki er etiskt, men eg síggi í grundini ikki nakað, sum eg haldi vera púra burturvið og niðurbrótandi fyri fólkaræði..

Pulsurin fer ikki upp fyrr enn eg lesi lýsingar hjá bløðunum um teirra egna etiska reinføri. Søtsuppulýsingar, sum eg ikki haldi passa, og tá blívi eg smálig. Eitt sindur á sama hátt sum Eirikur Lindenskov gjørdist smáligur á síðu 2 í Sosialinum í gjár og skrálaði um horujournalistikk sum upphiting til veitsluna, sum miðlarnir hava fyri sær sjálvum og hvørjum øðrum í kvøld. Men hetta bleiv eg so eisini smálig um, tí Sosialurin skal dekan fari ikki koma ov gott í gongd. Tað skal eingin - hvørki Dimma, sum lovprísar vánaliga handlinum hjá egnum eigara ella Sosialurin, sum onkuntíð man hava ligið á markinum til sína egnu lýsing av orðinum: horujournalistikkur.

Tit hava nógv at vera errin um. Eg fati ikki skrivaðu miðlarnar sum etiskt reinar, men eg haldi, at teir gera ómetaliga nógv, sum er í lagi og gott og umráðandi og sum skal feirast og hava virðislønir.

Havið eina herliga veitslu, verið fitt við hvønn annan og latið vera við at pástanda, at tit eru rein og lýtaleys. Hurrá fyri tykkum!

(IS)

Thursday, June 21, 2012

Tíggju góð ráð til nýggja kringvarpstjóran


Dia Midjord er nýggi stjórin fyri Kringvapið, til lukku við tí. Og nú fara góð ráð og góð hugskot at streyma inn til nýggja stjóran. Og vit standa ikki aftan fyri á hesum øki, men í fyrsta lagi hava vit funnið tíggju góð ráð, sum onnur klók fólk hava givið. Um nýggi kringvarpsstjórin minnist til hesi ráð, so man alt fara at laga seg.
1.       Tíð er ikki týdningarmikil, men list er. (Edward Betts)
2.       Listin skapar lív, skapar áhuga, skapar týdning og eg kenni einki, sum kann setast í staðin fyri listins megi og vakurleika. (Henry James)
3.       List er týdningarmikil. Vit hava lyndi til at halda listina vera marglæti, men listin gevur menniskjum ein djúpa gleði, tí vakurleiki er vónin um, at okkurt er størri enn vit sjálvi. (Gil Dellinger)
4.       List fer altíð at vera einasti háttur at siga nakað um sannleikan. (Robert Browning)
 5.       Uttan list, hevði rái veruleikin gjørt heimin tungan at liva í. (George Bernard Shaw)
 6.       Í list er tað besta nóg gott. (Johann Wolfgang von Goethe)
 7.       Listin tváar gerandisdustið av sálini. (Pablo Picasso)
8.       Bara gjøgnum listina kunnu vit koma undir okkum sjálvi og vita, hvat eitt annað menniskja sær.(Marcel Proust)
 9.       Lívið er stutt og listin er long. (ars longa vita brevis). (Lucius Seneca)
 10.   Av  øllum lygnum, er list tann minst ósanna. (Gustave Flaubert)


Tuesday, May 1, 2012

Hvat varð av føroyska tónleikinum í KVF

 
 
Tann eini sangurin verður avloystur av tí næsta. Enskur poppmusikkur. Fyri sovítt ikki so galin tónleikur. Ein skuldi trúð at summarferian var byrjað. At vit koyrdu bil í útlandinum og vit høvdu tunað inn á eitthvørt lokalradio. Men nú varð klokkan 10 og fesk føroysk tíðindi eru at hoyra í hátalarunum. Vit eru framvegis í Føroyum.

Havi hug at spyrja, hvar varð av føroyska tónleikinum í Kringvarpi Føroya? Sjálvandi veit eg, at tað verður spælt føroyskt gjøgnum dagin. Onkuntíð meira, onkuntíð minni. Tað sigst, at samanlagt er talan um eini tríati prosent. Ivist kortini, um tað er so frægt, og eri annars av teirri hugsan, at hetta talið kundi verið væl hægri.

Tað koma allatíðina góðir sangir og frálíkar fløgur út, sum tíanverri sera sjáldan eru at hoyra í Útvarpinum. Nøkur løg verða møguliga tráðspælt í eina viku ella kanska ein mánað, og so hoyrir tú tey nærum ongantíð aftur.

Lat meg skunda mær at siga, at her verður ikki hugsað um egnar sangir ella áhugamál, men at eg, sum borgari í landinum og sum lærari í føroyska fólkaskúlanum, veruliga eri av teirri áskoðan, at Kringvarpið á tónleikaøkinum kann tæna fólkinum eitt sindur øðrvísi og heldur betri enn higartil.

Tíðirnar broytast og í dag kunnu børn og vaksin í telduni og í telefonini leita fram eitt ótal av sangum og videoløgum. At finna ta føroysku mótjavnvágina til útlendska árinið, er ein avbjóðing og uppgáva, sum vit mugu taka í álvara. Vit skulu ikki undirmeta ta ávirkan, sum miðlarnir hava á okkara børn og ungdóm.


Tí hava vit meira enn nakrantíð brúk fyri einum almennum kringvarpi, sum gerst ein góður felagsnevnari fyri føroyskan samleika og mentan.

Útvarp Føroya, sum serliga um morgnarnar savnar alla ta føroysku familjuna, eigur í størri mun at geva innivist til føroyskan tónleik. Á móðurmálinum er ein ótømandi goymsla av góðum og fangandi sangum, sum flestir føroyingar fegnir taka við sær gjøgnum dagin. Føroyski sangskatturin er kanska tann størsti í heiminum, um vit rokna útgávurnar uppá borgaran í landinum.

Í míni verð er tað løgið, at vit sum samfelag síggja eina æru í at skriva, syngja og samskifta á føroyskum, hví nærum alt lærubókatilfar í Fólkaskúlanum skal vera føroyskt, tá almenna kringvarpið hevur enskt sum høvuðs tónleikamál.

At enski tónleikurin partvíst tekur yvir um kvøldarnar og næturnar er at liva við, men hví ikki spæla meira føroyskt um morgnarnar og gjøgnum dagin, tá ið hetta er málsliga meira stimbrandi og fyri lurtaran eisini hugkveikjandi.
Kanska er tað meira kul at spæla enskan tónleik. Men ein føroysk public service støð hevur eyðsýndar skyldur og uppgávur, og tað átti ikki at verið so trupult at raðfest.

Tað verða framleiddar nógvar spennandi og viðkomandi sendingar millum ár og dag í bæði útvarpi og sjónvarpi. Tað einasta eg eftirlýsi er meira av føroyskum tónleiki.

Gjøgnum veturin hava vit lagt oyra til áhugaverdu sendingina LP in. Við onkrum hendinga undantaki, so verða enskar útgávur viðgjørdar og spældar, hóast fleiri føroyskur fløgur liggja á láni. Í væl skipaðu sendingini, Rót og Rútma er tað einans country frá útlandinum. So hava vit Áðrenn Elvis, sum ikki gevur pláss fyri okkara sangskatti. Og føroyski rokkurin er bert hendingaferð at hoyra í Ragnarokk. Er málið at publisera og spæla tað nýggjasta úr útheiminum, so verður playlistin eisini hareftir. Í sendingunum Turné og Vøkuljóð er føroysk eisini undirumboðað. Sjálvt sendingin Føroyskir Sangir er farin av skránni og Cantabile komin ístaðin.

Eg finnist ikki at góðum sendingum, sum í løtuni verða gjørdar, men eg skiljin ikki, at tað føroyska fullkomiliga skal smokka burtur ímillum.

Ífyllan, áðrenn og eftir tíðindasendingarnar, er eisini oftani útlendskur poppur.

Ikki tí, tey flestu av okkum dáma væl tónleik úr tí stóru verð, og summi vilja eisini halda, at nógv verður útgivið á føroyskum, sum betri hevði ligið í einari skuffu. Men stóru tilgongdina av heimligum dygdarútgávum, har sungið verður á føroyskum ella enskum, sleppa vit ikki uttanum. Í dag er sjáldan pengar í útgávuvirksemi og skulu okkara egnu listarfólk mennast og kanska eisini bróta ígjøgnum uttanlands, so mugu tey eisini hoyrast og viðurkennast í egnum landi fyrst.

Eg kann ikki annað enn harmast um, at teldurnar í útvarpinum í alt ov stóran mun skráseta og spæla útlendska tónleik framum føroyskan. At tónleikasendingarnar, sum hoyrast fleiri ferðir gjøgnum vikuna, spæla ensktmæltan tónleik.

Undantikið er líka tann eini dagurin um árið, har almenna kringvarpið einans spælir føroyskt. Hetta ljóðar næstan í og so forkunnigt. Veit ikki, um hesin dagurin kann ella skal rættvísgera nakað. Hevði skilt tað betri, um Útvarpið hevði ein serligan dag um árið, har einans altjóða tónleikur var á skránni.

Fólksins rødd er neyðug og gott kjak flytur okkum frameftir. Soleiðis er eisini í Kringvarpinum, har tilverurætturin skal finnast í stóra almenna rúminum og í
sakliga fría orðinum.

Tì vóni eg, at mítt íkast og sjálvur kritikkurin er vælkomin.

Sjálvandi kann eg hava yvirsæð ella yvirhoyrt okkurt. Tað kunnu vera serlig fyrilit, meiningar og grundgevingar til, at tónleikaúrvalið er sum tað er.

Vit kunnu venja okkum til næstan alt. Eisini at bakgrundin er fremmand og ikki gevur stórvegis meining. At okkara dagur gerst óviðkomandi poppur. Men spurningurin er, um tónleikur bara er tónleikur? Ella um fólk høvdu hugsað og reagerað øðrvísi, um framhaldssøgurnar um Harry Potter og Hobbin vórðu lisnir upp á enskum?!

Kringvarpið eigur framhaldandi at vera okkara fremsti mentanardepil. Tað er dýrt og krevjandi at framleiða føroyskt sjónvarp, men tað er sera lagaligt og nærum kostnaðarleyst hjá Útvarpinum at spæla føroyskan tónleik.

Í skrivandi løtu havi eg við hálvum oyra lurtað eftir útvarpinum. Nú er døgurðatónleikur á skránni. Tú kanst hóskandi spyrja á hvørjum máli?!
Steintór Rasmussen

Thursday, April 19, 2012

Leik og lærd í Kringvarpinum


Í kvøld klokkan 19.30 kemur sendingin ”Leik og lærd” í sjónvarpinum.
Á heimasíðini hjá kringvarpinum stendur: “Mikið orðastríð hevur leingi verið um almennan stuðul til mentan og list í Føroyum. Hóast fólk flest í dag góðkenna ein ávísan form fyri fíggjarligan stuðul, so er tað enn ósemja um, hvussu og hvussu nógv. Ein av tvístøðunum er, um stuðulin er betur skipaður, um ein ger mun á yrkislist og áhugalist. Skal yrkislistin raðfestast hægri enn áhugalistin? Og manglar ein servitan innan list sum heild í føroysku stuðulsskipanini?”

Wednesday, October 12, 2011

Vit um vørp: Fjølmiðlavalið


Tað er ikki til at síggja, veitst tú ikki av tí, men løgmaður hevur altso skrivað út val. Tað eru vit sjálvandi ikki tey einastu, sum hava lagt til merkis. Dimmalætting skrivaði m.a. soleiðis í teirra leiðara 7.okt. undir yvirskriftini Stilli: "Í morgin eru akkurát tríggjar vikur til vit skulu inn í atkvøðuboksirnar at seta kross... Tað er undrunarsamt at leggja til merkis, hvussu ómetaliga friðarligt tað er á politiska vøllinum... sløva valstríðið ber boð um atgerðarloysi og manglandi loysnir. Tað ber eisini boð um, at ov lítið av fyrireikingum eru gjørdar og at flokkarnir ikki vita hvat skal gerast...". Eg kundi ikki verið meira samd við Dimmu í, at tað at tríva í egnan barm er nakað av tí mest reyvkeðiliga, sum er til. Og sjálvkritikkur og sjálvsrannsakan er akkurát líka óáhugavert. Eingin okkara dámar hetta, men onkuntíð má tað gerast og nú er tann stundin komin til handa hjá fjølmiðlunum.


Tí vantandi futtur í valstríðnum kemst ikki bert av ódugnaligum politikarum og vánaligari politiskari fyriskipan. Hetta snýr seg í stóran mun eisini um miðlarnar.

Tí miðlarnir hava sum kunnugt ein rættiliga stóran leiklut í okkara fólkastýri. Hetta er ein týdningarmikil leiklutur, sum fjølmiðlarnir hava at formidla, seta dagsordanina og yvirhøvur at ansa eftir samfelagnum.

Men í Kringvarpinum tykist tað sum um, at orðið val er bannað á sama hátt sum orðið public service, ið er enn meira bannað meðan tey brongla seg í gjøgnum dagar og vikur í eini støðugari roynd at koma sær undan hesum báðum orðunum. So íðin sýnist henda roynd, at tú fært illgruna um, at tey í Kringvarpinum í løtuni koyra eina fjalda kampanju fyri fólkaflokkin og privatisering av almennum stovnum.

Bløðini tykjast harafturímóti als ikki ræðast orðið val, tey hava hildið val í fleiri mánaðar áðrenn valið varð veruleiki og tað er vissuliga stuttligt, tí tey tulka teirra demokratiska leiklut sum eitt slag av sorteringsmaskinu, sum tryggjar, at bara tey, sum hava pengar - nógvar pengar - sleppa til orðanna fyri at greiða frá teirra ynskjum og ætlanum fyri okkara samfelag. Sjálvi hava bløðini grundgivið við, at hetta er at veita teimum valevnum hjálp, sum hava lyndi til at skriva ov nógv. Gud varðveiti mítt góða lag, men tit hava vónandi eina blaðstjórn til hetta arbeiði? Eg veit ikki hvat hetta er fyri ein løgin alfonsmentalitetur at fata fólkaræði sum nakað, sum tað ber til at formidla fyri pengar. Vit vita væl av, at blaðkreppa er um allan heim, men at brúka valið og harvið fólkaræðið sum gullhønu, hóskar seg ikki.

At seta annað enn tilvildarligt lívstílsfjas á breddan liggur eyðsýniliga rættiliga fjart hjá okkara miðlum. Resignatión og hugskotsloysi er ræðuligt. Til ber at ímynda sær, at tað kundi verið ein loysn í mun til allan lesarabrævsspurningin, at bløðini sjálvi tóku fyrsta stig til at viðgera nøkur evni og síðan lata politikarar - óansæð inntøku - koma við viðmerkingum til hesi evni. Tá hevði helst eisini verið pláss fyri nøkrum kritiskum og trúverdugum analysum, sum í skrivandi stund ikki eru serliga sannførandi, tá støðan er sum hon er og nakrir politikarar gjalda dýrt fyri at koma til orðanna í blaðnum, meðan aðrir ikki vilja ella ikki hava ráð at gjalda og sum tessvegna ikki eiga at verða nevndir, tí at einki í hesum heimi er ókeypis. Heldur ikki varðveitslan av demokratinum ella rættur okkara til upplýsing.

Hvat var tað nú eg segði, at mann skuldi gera onkuntíð. Okkurt við at taka í egnan barm, okkurt við sjálvkritikki og sjálvsrannsakan var tað vist. Alt tað keðiliga, sum hevur við sær ófjálgar spurningar sum: Havi eg gjørt nakað skeivt? Er okkurt sum eg ikki havi skilt? Havi eg gjørt nóg mikið fyri at liva meg inn í alternativ sjónarmið? Havi eg sjálv ein negativan leiklut? Er nakað, ið eg kann gera?

Og ja. Tað er tað í grundini. Eg kann skrála av fullum hjarta: HALLÓ FJØLMIÐLAR, KOMIÐ SO Í GONGD VIÐ HASUM VALINUM

Sunday, September 25, 2011

Damubløð og public service sáttmálar


Eg havi fingið fatur á einum damublaðið. Tað er eitt sovorðið blað, sum er vent til málbólkin damur og við hesum í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir damur. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at alt, sum hevur við útsjónd at gera hevur fundamentalan týdning. Skógvar við reimum og djarvar hælahæddir er luftin tær anda inn í seg og lipgloss og consealari við mineralum er teirra føði. Hugtakið "eitt mást" er teirra leiðregla, sum vísir veg til designsofur, marglitt accesories og frekar, forførandi ljósastakar. Teirra børn eru dukkulisur, teirra menn eru verkætlanir, sum við lummapsykologi, sjálvsitandi sokkum og passivum aggressiviteti verða tamdir til at rigga saman við einum auberginelittum blow lounge luksus stóli. Samskiftið hjá damum við onnur menniskju er ein kapping um hvør eydnast best á rennubreytini, í at forvinna og brúka pening og líkasum fáa tað heila til at síggja út av nøkrum. Damur eru kaldar, vemmiligar verur, hvørs djúpastu kenslur koma til sjóndar tá tær onkuntíð hava ein vána hárdag og hvørs størsta íkast til heimin er at tær hava lættari við at halda vektina eftir at tær eru hildnar uppat at eta sukur.

Eg havi eisini fingið fatur á einum public service sáttmála. Tað er ein sovorðin avtala millum Kringvarp Føroya og føroyska fólkið og við henni í hondini kann finnast út av hvat tað er, sum eyðkennir føroyingar. Fyri tað fyrsta má staðfestast, at føroyingar eru nakrir, sum geva samfelagnum fullan ans og sum av sonnum taka ábyrgd fyri teirri demokratisku prosessini. Í Føroyum taka tey ábyrgd og vilja bøta um samfelagsstøðuna, tey sóknast eftir avbjóðingum, uppsøkja vitan og kjakast. Tey ynskja margfeldni og tolsemi og tey standa samhaldsføst um at menna tey virði, sum tey eru errin av í teirra samfelg. Tey gera alt fyri at skerpa teirra kritiska ans og fyri at útdýpa og nuansera tey vandamál, tey sum heimsborgarar koma út fyri. Føroyingar eru fantastiskar verur, sum berjast eitt gott og satt stríð.

Tað góða við hesum er, at eg ongantíð havi møtt eini damu av tí slagnum, sum damubløðini greiða frá, men eg havi møtt nógvum føroyingum av tí slagnum, sum public service sáttmálin greiðir frá. Tað er einki galið við hvørki damum ella føroyingum, tað er galið við fjølmiðlunum. Tí á sama hátt sum damubløðini ikki megna at vísa hvussu fantastiskar damur í grundini eru, megna føroysku fjølmiðlarnir heldur ikki at vísa hvussu fantastiskir føroyingar í grundini eru.

Vit hava fingið ein public service sáttmála og hann skal haldast. Mentanin er ikki eitt hol í einum osti, sum Kringvarpsleiðslan greiðir frá, hon er sjálvt undirstøðið hjá frálíku menniskjunum, sum vit eru og tað er við hesum í huga vit skulu førast fram. Vit vilja ikki longur finna okkum í at verða fatað sum innistongdir, resigneraðir smáborgarar við eini mystiskari trongd til danskt undirhald.

(IS)

Tuesday, September 20, 2011

Ein lítil tænasta



Eftir øllum at døma fer tað at eydnast Kringvarpi Føroya at sleppa mentanini uppá fjall. Undirhald heldur enn substans. Tað grunna heldur enn dýpd.

Tað hevur eisini verið eitt rák galdandi, har politikarar meina minst møguligt. Pragmatikk heldur enn politikk. Fleksibilitet heldur enn sannføring.

Um man kann loyva sær at vera eitt lítið sindur spekulativ, kundi man hildið, at tað er tann passiva resignatiónin heldur enn tann aktivi áhugin, sum er í fokus í hesum døgum. Politikarar og fjølmiðlar leggja upp til at vit skulu hugsa sum minst, og gera teirra besta til tess at okkara høvd verða reinsað fyri allar tær nuansur og konstrastir, sum annars plaga at gera tað at hugsa til nakað, sum er vert at fáast við.

Skal man vera eitt sindur minni spekulativ og meira konstruktiv kundi man sagt, at endamálið neyvan er at pasifisera okkum. Men hetta gerst so allíkavæl úrslitið og okkurt má gerast. Vit skulu heilt einfalt hava meira politikk og meira mentan og kanska loyva vit okkum eisini at droyma um eitt lítið sindur av mentanarpolitikki.

Eitt gott stað at byrja kundi verið, at politikararnir kravdu mentanina aftur í kringvarpið. Hetta hevði á ongan hátt verið mett sum óhóskandi uppíbland í innihald ella sum brot á armslongdarregluna. Harafturímóti hevði tað verið ein roynd at yvirhalda public service sáttmálan í sátt og sóma. Tað hevði verið at víst ábyrgd fyri mentanini og at sýnt listini virðing.

Tað hevði verið at framt aktiva áhugan millum fólk heldur enn passivu resignatiónina. Fyri fólkið hevði hetta verið ein lítil tænasta, men ein neyðug tænasta og eitt gott stað at byrja.

http://listinblog.blogspot.com/2011/09/uha-kvf.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/kringvarp-froya-sleppur-mentanini-upp.html
http://listinblog.blogspot.com/2011/09/because-youre-worth-it.html

Friday, September 9, 2011

Because you're worth it


Mær hevur ongantíð dámt hasar shampooreklamurnar, sum koyra undir slagorðunum: tí tú hevur tað uppiborið. Hasar kvinnupacificerandi sjálvsforkelilsisverkætlaninar við teirra meðan-tú-vaskar-hár-fari-eg-líka-út-og- royni-at-ávirka-samfelagið-strategium eru ikki lættar at hava við at gera. Og so eri eg eisini í iva um hvørt eg í grundini havi tað uppiborið. Haldi ikki, at eg havi gjørt nakað serligt til tess at hava betri hárpleygu uppiborna enn onnur fólk. Skal man vera eitt serliga gott menniskja ella skal man hava verið fyri onkrari líðing? Hvussu vita vit hvør hevur uppiborið at anga av L´Oréal?


Eg eri heldur ikki serliga væl foreint við orðafellið: vit hava teir politikarar og teir fjølmiðlar, sum vit hava uppiborið. Tí tað haldi eg hóast alt ikki, at eg havi. Eg eri ikki tann stóri filantropurin og eri heldur ikki nakar gudsóttandi tænari, men hetta havi eg for fanin ikki uppiborið. Og uttan at vita nakað um hvussu tit onnur liva tykkara jarðarlív, haldi eg heldur ikki, at tit hava tað uppiborið.

Vit hava ikki uppiborið eitt Kringvarp Føroya, sum brýtur allar avtalur um teirra virksemi og sleppur mentanini uppá fjall ella politikarar, sum ikki gera nakað við tað. Vit hava ikki uppiborið ein mentamálaráðharra, sum konsekvent ignorerar mentanarlívið ella avísir, sum leggja listafólk undir illgruna við idiotiskum herferðum og niðurlátandi málbrúki. Vit hava ikki uppiborið, at bæði fjølmiðlar og politikarar skammleyst hava niðurraðfest mentanina og slept listini uppá fjall.

Sannleikin er, at vit ikki fáa tað, sum vit hava uppiborið. Tí var hetta so, høvdu okkara politikarar fingið eina mynd av einum grátandi dreingi, sum var málað av einum tónadeyvum tónleikara, sum ikki hevði staðið kvøldskúlaskeið hvussu hann so royndi. Men tað fáa politikararnir ikki. Teir fáa eitt framúrskarandi mentanarlív, sum stríðist framá undir ótrúliga vánaligum viðurskiftum. Teir fáa listafólk, sum skriva, mála, spæla tónleik og sjónleik á høgum støði. Teir fáa list, sum bjóðar av, gleðir og lyftir andaliga loftið. Men í staðin fyri at spekulera uppá hvørjar hárrøtur hava uppiborið hvørjar vælgerandi silkioljur og hvørjir hálvheilar hava uppiborið hvørjar politikarar, kundu vit jú øll somul - tey sum hava hár, politikarar og fjølmiðlar - tikið ábyrgd og gjørt okkum ómak. Eitt veit eg: listin hevur tað uppiborið.

(IS)

Saturday, September 3, 2011

Kringvarp Føroya sleppur mentanini upp á fjall


Kringvarp Føroya hevur ilt við at yvirhalda tær skyldir, sum public service-sáttmálin ásetur. Tey hava heilt einfalt ikki nóg mikið av pengum til at lúka tey annars so skilagóðu krøv, sum har verða sett og tessvegna eru tey tvungin til at raðfesta. Onkuntíð er raðfestingin góð og aðrar ferðir er raðfestingin so vánalig, at eg ikki finni orð fyri hvussu vánalig hon er.

Hetta er m.a. galdandi fyri ta raðfesting, sum Listin bar fyrstu tíðindi um í gjár. Nevnliga avgerðin um at taka mentanarsendingina Refleksjón av skránni uttan at nøkur nýggj mentanarsending verður sett í staðin. Hetta er eitt eklatant brot uppá public service sáttmálan, sum hevur mentanina sum aðalmál (sí brot niðanfyri). Hetta má eisini sigast at vera afturlítandi í eini tíð, har aðrar sjónvarpsrásir í heiminum leggja størri dent á mentanini við at gera beinleiðis mentanarrásir. Hetta má fatast sum ein lifran fyri lægsta felagsnevnara, sjálvt um, at hyggjaratøl hava víst, at lægsti felagsnevnari als ikki er til staðar og um hann er, so hyggur hann allíkavæl at mentanarsendingum. Hetta er at svíkja okkara rættindi til sjónvarp, ið gevur okkum høvið at reflektera, fáa avbjóðingar, skapa samleika og fáa innlit í tær hugsanir, sum liggja aftan fyri listina. Hetta er ein avmarking av okkara evni til at fata henda heimin. Hetta er at lækka okkara lívsvirði. Hetta er for galið!

Vit hava enn In mente, sum er ein frálík útvarpssending. Men sendingin er eyðsýniliga farin í endaleysa summarfrítíð og hon er heldur ikki í sær sjálvum nóg mikið. Mentan má vera í sjónvarpinum ”í hvussu so er við einari mentunarsending um vikuna, annars verda vit øll so skítbýtt, klikkaði og einoygd...” sum ein klókur facebookvinur skrivaði í gjár.

Vit hava vent okkum til leiðsluna í Kringvarpi Føroya og til nevndina og hava sjálvsagt eisini hugsað okkum at venda okkum til mentamálaráðið.


Svar frá Rúna Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið


Eg skal við hesum royna at svara uppá spurningin, um tað er rímuligt at ein mentunarsending sum Reflektión verður tikin av komandi vetrarskrá. Frágreiðingin til, at Kringvarpið ger broytingar í vetrarskránni er, at í fjørheyst skrivaðu Mentamálaráðið og Kringvarpið undir ein Public Service-sáttmála. Kringvarpið hevur nú skyldu til at náa fjølbroyttum málunum, sum eru útgreinað í hesum sáttmálanum. Avleiðingin er, at nú skal Kringvarpið bæði í summar- og vetrarskránni raðfesta ymsar tættir. Um stovnurin hevði rúmari fíggjarkarm, so vóru møguleikar fyri at Reflektión ella líknandi mentunarsending kundi hildið fram. Sendingin Reflektión hevur verið á sjónvarpsskránni í tveir vetrar – aðruhvørja viku. Enn er ikki kunngjørt hvat í kemur ístaðin, men ætlanin er, at mentan í breiðum týdningi skal hava sína rímuligu rúmd í útvarps- og sjónvarpsskránni í tíðarskeiðnum upp hesi 3 sáttmálaárini.

Vit í stýrinum hava okkara næsta fund um 2 vikur og sjálvandi verður tykkara sjónarmið eisini umrøtt á tí fundinum.


Brot úr public service-sáttmála millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið

ENDAMÁLIÐ VIÐ PUBLIC SERVICE:
STYRKJA ÁHUGA BORGARANS AT VIRKA Í EINUM FÓLKARÆÐISLIGUM SAMFELAG
MENNA FØROYSKA MÁLIÐ OG SAMLEIKA FØROYINGA
STIMBRA MENTAN OG SKAPANAREVNI
STIMBRA VITAN OG FATAN

Kringvarp Føroya hevur ein týðandi leiklut sum miðlari og skapari av føroyskari mentan.

Kringvarp Føroya skal framleiða og senda dygdargott tilfar, og á henda hátt virka fyri, at allir føroyingar gerast betur førir fyri at taka støðu til og ávirka samfelagsgongdina á ein fólkaræðisligan hátt. Hetta merkir, at stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, her undir eisini sendingar til børn og ung.

Kringvarp Føroya hevur skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Kringvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga

Í viðmerkingunum verður víst á, at public service-hugtakið er so breitt, at tað er trupult at røkja allar hugsandi skyldur í senn. Tí verður mett skilagott, at landsstýrismaðurin, sum umboð fyri løgtingið og fólkið, kann raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur í einum tíðaravmarkaðum sáttmála. Sum dømi verða nevnd ávís mentanarøki, føroyskt mál, sendingar fyri børn og ung, og at sendingar til ávísan aldursbólk skulu verða týddar til føroyskt.

Tað er av størsta týdningi, at stovnurin megnar at røkja tær uppgávur, ið eru tilskilaðar í sáttmálanum, og hevur fyrilit fyri fólkaræðisligum, samfelagsligum og mentanarligum viðurskiftum, sum viðkoma øllum føroyingum.

Tænastan skal taka støði í samfelagnum og skal endurspegla margfeldi, mentan, ymiskar lívsáskoðanir og livihættir.

Kringvarp Føroya skal leggja dent á at vera í fremstu røð sum miðlari av mentan, list og mentanararvi. Kringvarp Føroya skal ríka føroyskt mentanarlív við at gera sendingar, ið eru nýskapandi, avbjóðandi og elva til kjak

Kringvarp Føroya skal eisini stimbra áhugan fyri okkara alsamt meir altjóðagjørdu verð og harvið vera við til at skapa eina størri fatan og størri tolsemi mótvegis øðrum mentanum og áskoðanum. Kringvarp Føroya skal tí eisini miðla og viðgera mentan, søgu og samfeagsviðurskifti úr ymsum londum í heiminum.

Heimasíðan skal innihalda allar sendingar, ið verða framleiddar til stovnin. Hon skal fevna um tíðindi og aktuelt, mentan, tilfar til børn og ung, undirvísing og annað viðkomandi. Heimasíðan røkkur sum miðil bæði brúkarum í Føroyum og uttanlands.

Kringvarp Føroya skal gera sendingar, sum skjalprógva samtíð okkara, og sum kunnu standa sum varandi virði fyri framtíðina. Í skránni skal Kringvarp Føroya endurspegla gerandisdagin og veruleikan hjá føroyingum í øllum sínum fjølbroytni, eitt nú innan átrúnað, livihátt, frítíð, arbeiðs- og familjulív. Miðast skal ímóti at framleiða og varpa sendingar um serføroysk viðurskifti innan náttúru og mentan, eitt nú føroyskan dans, føroyskt handverk og føroyskt djóra- og plantulív.

Kringvarp Føroya skal endurspegla og viðgera føroyska list í øllum sínum fjølbroytni og listagreinum.

Kringvarp Føroya skal virka fyri at menna og senda útvarps- og sjónvarpsdramatikk. Stovnurin skal eisini stuðla uppundir, at okkara skrivandi fólk verða eggjað til at skriva dramatikk til útvarp og sjónvarp. Kringvarp Føroya samstarvar við avvarðandi partar um framleiðslu av sjónvarpsdramatikki.

Kringvarp Føroya skal miða ímóti at viðgera og skifta orð um alt slag av bókmentum og miðla føroyskar eins og aðrar bókmentir út til lurtaran/hyggjaran. Kringvarp Føroya skal, har tað ber til, brúka okkara yrkislærdu sjónleikarar sum upplesarar.

Kringvarp Føroya skal sum mentanarstovnur miðla tónleik og skapa áhuga fyri og eggja til framleiðslu av føroyskum tónleiki. Kringvarp Føroya skal eggja til, taka stig til og/ella leggja til rættis føroysk tónleikatiltøk, sum menna tónlistarmentanina, bæði tá talan er um føroyskan sang og dans og føroysk kvæði, klassiskan tónleik, kórtónleik, populertónleik o.a.

Kringvarp Føroya skal senda og endurvarpa sendingar, sum mugu metast at hava varandi undirvísingar- og upplýsingarvirði, eitt nú sendingar um mál, list, søgu og mentan heima og heiman. Kringvarp Føroya kann taka upp samstarv við viðkomandi undirvísingar- og mentanarstovnar í sambandi við innihald, framleiðslu og útbreiðslu av omanfyri nevnda undirvísingartilfari. Kringvarp Føroya skal regluliga varpa ljós á tað, sum hendir í øllum Føroyum og eisini varpa ljós á vinnu- og mentanarlívið kring landið. Gjøgnum sendingar úti um alt landið verða staðbundin fyribrigdi og sermerki lýst.

Friday, September 2, 2011

Uha KVF



"Vit eru ikki súrar, men kritiskar" plaga vit at siga. Men nú eru vit altso súrar. Refleksjón, einasta mentanarsending í sjónvarpinum er sambært álítandi keldum spard burtur. Vit hava ikki fingið fatur á nøkrum á programmdeildini, har tey ikki taka telefonina. Men kemur ikki ein onnur mentanarsending í staðin fyri Refleksjón og tað alt fyri eitt, er avgerðin langt úti. Vantandi raðfestingin av mentan í kringvarpinum brýtur ikki bert við góðan public service stíl, tað er samfelagsniðurbrótandi, tí tað hevur við sær, at sjónvarpshyggjarin verður býttari.
 
Skilir Kringvarp Føroya ikki týdningin av mentanartilfari, skilja tey ikki týdningin av teirra egna eksistensi.

PS: Tíðindini um mentanarfallittina í sjónvarpinum eru nú tíanverri váttaði, vit kanna málið og venda aftur sum skjótast!

Thursday, August 11, 2011

Dimma avdúkar






Vóru vit perfidar og smáligar kundu vit fingið nógv forargilsi burtur úr týsdagsdimmuni, har tað verður avdúkað, at tað er Tróndur Patursson, sum hevur gjørt Nólsoyarpáll í Vágsbotni og at tað er Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt kvinnustandmyndina við Keypsamtøkuna í býnum. Tá høvdu vit helst eisini av handahógvi brokka okkum um raðfestingina av mentanartilfari í fjølmiðlunum og teirra almennu vitan sum heild og kanska kundi mann enntá gjørt sær beinleiðis dælt av hesum listarliga dimmubummara og háða vantandi forstáilsið fyri serfrøðingavitan í okkara samfelag. Men lukkutíð eru vit hvørki perfidar ella smáligar her á listablogginum, so vit lata okkum lynda við stillisliga at staðfesta, at Nólsoyarpáll sjálvandi er listaverk hjá Hans Paula Olsen og at Andrias Andreassen hevur gjørt kvinnustandmyndina. Her eru nakrir tekstir um teirra verk:

Hans Pauli Olsen (1957)



Hans Pauli Olsen er okkara størsti núlivandi myndahøggari, hann er gávaður við einum fantastiskum ansi fyri rúmi og formi. Her eru nakrar hugleiðingar um hansara verk.

Ein eygleiðing festir seg við viðurskiftini millum tað hvílandi, tað berandi og tað borna, sum eru grundleggjandi reglur í tí klassisku rúmfatanini, og eisini er tað grundleggjandi í verkunum hjá Hans Paula Olsen. Hóast Hans Pauli Olsen nýtir hesar klassisku viðtøkur, brýtur hann tær eisini. Knappliga er okkurt har, ið stingur út undan, okkurt sum stingur út í rúmið, okkurt har ov nógv verður gjørt av ella verður broytt. At upploysa bygnaðin á henda hátt er áhugavert, tí tað vísir, hvussu samansett okkara fatan av tí rúmliga veruleikanum er. Tá ið tær fysisku lógirnar ikki verða hildnar, soleiðis sum tað ofta sæst í verkunum hjá Hans Paula Olsen, haldi eg, at hann vísir okkum eitt slag av úrdrátti av okkara sjónligu upplivingum av veruleikanum. Sjónligar upplivingar, sum verða órógvaðar av, at vit flyta okkum, meðan vit hyggja, at vit hyggja úr ymsari frástøðu o.s.fr.

Eg havi eina aðra eygleiðing, ið viðger uttasta lagið á standmyndini. Hans Pauli Olsen arbeiðir sera spennandi við sínum yvirflatum. Ofta sæst modelleringin væl og fingramerkini hjá listamanninum koma sera væl til sjóndar, eins og vilja tey minna okkum á, at standmyndin er mannagjørd. Úrslitið verður sjálvandi, at alt eftir um yvirflatin er sløtt ella ruflut, so broytist ljósið eftir tí og haraftrat ber til hjá listamanninum at royna seg við ymsum tilfari við ymiskari taktilari góðsku, tilfar sum er ymiskt at nerta við. Ójavni yvirflatin tykist eisini at táma markið millum standmyndina og rúmið uttanum, og tað ger okkum óviss um, hvar standmyndin endar og hvar veruleikin byrjar.

Eg havi eisini lagt til merkis, at standmyndirnar hjá Hans Paula Olsen spæla sær við tann tveydimensjonala flatan. Um vit hyggja at summum standmyndum úr einum ávísum sjónarhorni, kunnu tær tykjast at vera ein heilur flati. Í nøkrum standmyndum hevur hann teknað við fingrinum í yvirflatan og bendir uppfatanina á henda hátt til ta tveydimensjonalu teknilistina. Og í øðrum standmyndum arbeiðir Hans Pauli Olsen við óítøkiligum hugtøkum sum skuggum og spegilsmyndum, sum á ein hátt eisini eru ein flati. Eg giti, at tá Hans Pauli Olsen ger tveydimensjonal fyribrigdi trídimensjonal, sum jú er júst tað øvugta av tí kubistisku meginregluni, er orsøkini helst, at listamaðurin vil vísa, at standmyndin er ein heilaspuni. Standmyndin sigst vera nærri veruleikanum enn myndin, men er í roynd og veru eins stórur heilaspuni, og tað vísir Hans Pauli Olsen okkum, tá hann kemur við sínum tilvísingum til flatan.



Andrias Andreassen (1957)



Myndhøggaralistin er ikki eins vanlig list sum málningalistin her á landi, og fleiri hava gitt um, hví so man vera. Vanligasta hugsanin er, at í einum landi við so vøkrum fjøllum torir listafólkið ikki at kappast við Guds skaparverk. Eg taki ikki fult undir við hesi hugsan, tí so áttu listamálararnir á sama hátt sum myndahøggararnir at víst eyðmýkt mótvegis náttúruni. Og ta eyðmýkt hava listamálararnir als ikki. Mín hugsan er meira grundað á tann veruleikan, at orsøkin heldur man vera, at tað at evna eina standmynd er ein tyngri, longri og dýrari arbeiðsgongd enn at mála. Tí eri eg ikki heilt vís í, at tað í veruleikanum eru so fáir myndhøggarar her í landinum, um vit samanbera okkum við onnur lond. Tað eru bara so nógvir listamálarar her í landinum. Áðrenn eg sigi tað vera ósatt, at myndhøggararnir vísa ein størri eyðmýkt mótvegis náttúruni enn listamálararnir, má eg beinanvegin siga, at myndhøggararnir ikki knýta seg so beinleiðis til náttúruna, sum listamálararnir gera. Í hvussu so er hevur Andrias Andreassen ongantíð landslagið sum motiv, ístaðin snúgva verk hansara seg nærum einans um menniskjað. Og ikki einans her brýtur hann frá sínum starvsfeløgum innan myndlistina.

Tí meðan listamálarar í hansara ættarliði nærum einans arbeiða við einum ekspressivum skapanarhátti, arbeiðir Andrias Andreassen við einum heldur strongum, klassiskum sniði.

Andrias Andreassen endurgevur tað fullkomna, klassiska, fyrimyndarliga menniskjað. Verkini eru figurar í hvílandi, nátúrligari støðu, ofta í tí klassiska kontraposto, har figururin hvílir á øðrum beininum og boyggir hitt beinið eitt sindur, so figururin fær eyðkenda hallið í mjødnini og økslini. Andlitini í standmyndunum vísa ongar kenslur, men heldur ein serligan, tignarligan frið. Sjálvt um standmyndirnar hjá Andriasi Andreassen sjálvandi eru nútíðar tulkingar av tí klassisku siðvenjuni, so lúka allar hansara standmyndir tey klassisku krøvini, um at alt skal vera anatomiskt rætt, og at harmoniur, javnvág og friður skal valda.

Tí er tað ein sjálvsagt at spyrja, hvat hesar klassisku meginreglur hava at bjóða okkum í dag. Og tað er rættiliga einfalt at svara. Tær klassisku meginreglurnar hava nøkulunda tað sama at bjóða okkum í dag, sum tær høvdu á døgum Platons. Tær bjóða okkum skilvísi í okkara tilveru, og tær bjóða okkum frið og harmoni í einum fløktum heimi. Tí sambært Platon gevur stev, samsvar, lutfall og harmoni okkum eina fatan av skilinum í heiminum. Vit kunnu ásanna skilvísið, tað sanna og tað góða og ikki at gloyma, vit kunnu fáa skil á okkara egnu hugsanum. Og tað man jú vera eins neyðugt og viðkomandi hjá nútíðar menniskjum, sum tað var fyri menniskju í gamla Grikkalandi.




(IS)