Monday, July 19, 2010

Listafólkaviðtal: Tróndur Bogason

Gott eitt ár er liðið, síðan Aldubáran framførdi debutkonsertina hjá tá nýútbúna tónaskaldinum Tróndi Bogason í Listaskálanum í Havn. Tróndur fekk í ár stóru 3 ára starvslønina frá Mentanargrunni Landsins og hevur síðani debutkonsertina havt úr at gera við m.a. at skriva tónleik. Beint nú er hann í gongd við at gera eitt verk til svenska contemporary-ljómliðið NEO Norbotten og hetta verkið er skrivað fyri septett og elektronikk. Tróndur Bogason skrivar eisini eitt nýtt verk til Aldubáruna, umframt at hann er í gongd við at framleiða og leggja til rættis løg til nýggju Budam fløguna. Í sambandi við debutkonsertina í fjør gjørdi eg eina samrøðu við tónaskaldið, sum enn tykist relevant:



Ein floyta er ein floyta...


Kinna Poulsen

Unga tónaskaldið setti síni týðuligu fingramerki á tónlistaútgávuna “The Singer”, sum hann legði til rættis saman við Teiti Lassen. Blaðungur var hann umráðandi partur av áhugaverda bólkinum MC Hár og hann legði eisini til rættis nøkur av løgunum á nýggju fløguni hjá Guðrið Hansdóttir. Hann gjørdi harumframt útsetingar fyri DR Underholdningsorkestret og nýggja upcoming danska bólkin Choir of Young Believers fyri bert at taka okkurt úr rúgvuni – fleiri dvd-fløgur eru á veg og nú hava føroyingar høvið at uppliva hann frá eini aðrari og ikki minni áhugaverdari síðu mánakvøldið 29.juni kl. 20.00 (2009!), tá Aldubáran á Summartónum fer at framføra debutkonsertina hjá nýútbúna tónaskaldinum Tróndi Bogason.

Í eini stuttari presentatión kunnu vit siga, at hann er sonur Boga Hansen og Bergtóru Hanusardóttur, føddur í Havn í 1976, her hann gekk síni fyrstu skúlaár í Nonnu- og síðani Kommunuskúlanum, áðrenn hann fór í Hoydalar at ganga. Hann byrjaði at lesa tónleik á universitetinum í Keypmannahavn, men skifti í 1999 til konservatoriið har hann í 2005 gjørdist kandidatur í kompositión og har hann inntil nú hevur hann gingið í einum serligum komponistaflokki. Tróndur er búsitandi í Keypmannahavn, har trý ára gamla dótturin Tóra eisini býr. Eitt hitt fyrsta ørminnið um viðtalsevnið stavar frá hugnaløtu einaferð síðst í hálvfemsunum, tá undirritaða og tónaskaldið í einari av mongum góðum veitslum í Keypmannahavn hjá útisetakórinum Mpiri, bilsin gjørdust greið yvir, at bæði eru limir í sama eksklusiva klubba av børnum, sum av misgávum komu til at bera skrelliposan við sær í skúla og sum í grundini alt ov sjáldan fingu rós fyri hesi herligu evni teirra til hugspjaðing og til at vera burturi í øðrum heimi, sum mangan eru hent, ikki minst í listarligum høpi.

Eitt summarkvøld herfyri hitti eg 33 ára gamla tónaskaldið væl seinni á kvøldi enn ætlað. Summarmjørki er í Vágunum, men hetta tykist ei darva Trónd Bogason, sum sær út at kenna seg sera væl á uttanduracaféini í Vágsbotni, glaður um høvið at greiða frá, so eg spyrji hvussu tað kennist at vera endaliga liðugur við DKDM?

TB: Tað følist frálíkt. Ikki soleiðis at skilja, at tað ikki var gott á konservatoriinum, tí tað vóru ómetaliga lærurík ár. Men nú var tað eisini gott at koma víðari. Eg havi eisini fingið nokkso nógv at gera, havi fingið bíleggingar av verkum, eins og verkætlanir og ymiskt samstarv er í gongd, so eg eri glaður og til reiðar.


Tónleikur í barnaheiminum

KP: Hvaðan stavar áhugin fyri tónleiki?

TB: Eg veit ikki rættiliga, men mamma spældi klaver og tey lurtaðu nógv eftir klassiskum tónleiki heima. Tað er ikki fyrr enn nógv seinni, eg havi hugsað, at hetta óivað hevur havt týdning. Eg sat og klimpraði og byrjaði at ganga til klaver nokkso tíðliga, tá eg var eini tíggju ára gamal. Klaverlærarin, Bjarni Restorff var fínur og dugdi at gera frálæruna áhugaverda fyri meg við hóskandi avbjóðingum, so at eg gjørdist alsamt meira áhugaður í tónleiki. Bjarni fekk eisini eitt sindur av ástøði inn í frálæruna á tann hátt, at vit diskuteraðu og tulkaðu tónleikin uppá ein sera pedagogiskan máta so at eg spakuliga fekk eina kenslu av hvat tónleikur er. Síðan lærdi eg meg at spæla gittara – ikki at eg dugi øgiliga væl, men eg fann í hvussu er útav hvussu gittarin fungerar í mun til klaverið. Eg og Fríði Øster spældu nógv saman og seinni eisini saman við øðrum og hetta at spæla í bólkum vant uppá seg og tónleikurin bleiv eisini spakuliga betri.

KP: Og so vart tú maðurin handan legendariska bólkin MC Hár við óskikkiligu tekstunum og rættiliga ambitiøsu kompositiónunum, men tá vart tú vorðin nokkso vaksin?

TB: Nei, eg haldi ikki, at eg var nógv meira enn fimtan, tá tað byrjaði við Niels Una, Allan og øllum møguligum. M.C.Hár var ein øgiliga skiftandi forsamling av nógvum fólkum, sum kendust og sum komu saman at spæla. Í grundini var tað heilt frá byrjani, at eg skrivaði sangir og tað bara vant uppá seg. Tað mesta av tí er ongantíð blivið spælt, men tað hevur allíkavæl verið góð trening og áhugin gjørdist alsamt størri.

KP: Men tað er nokkso langt ímillum vanligan tónleikaáhuga og at spæla við ymiskum bólkum og so tað at fara á konservatoriið. Nær kom tann avgerðin?

TB: Eg haldi tað var tá eg gekk í studentaskúla, at áhugin fyri nýggjum tónleiki kom. Eg hevði verið til onkrar tílíkar konsertir og helt tað vera tað reina plingplong. Eg skilti als ikki ein pinn av tí, men eg var forvitin og í grundini áhugaður í at fáa staðfest hendan varhugan av, at tað var nakað tvætl. Men eg fann út av, at eg tók feil og tað var altso spennandi.


Le Sacre du Printemps

KP: Var tað nakað serligt, sum gav tær hesa ásannan av, at tú fórt skeivur?

TB: Ja, tað var Le Sacre du Printemps (Várhalgan) hjá Stravinski. Eg hevði lisið um hetta verkið frá 1913 í einum tónleikaleksikon, har tað stóð hvussu fantastiskt og progressivt tað var og um øgiligu gøluna, sum var fyrstu ferð tað varð framført í Paris. So eg koyrdi tað frá og tað var ræðuligt og strævið at lurta eftir og eg skilti einki av nøkrum. Men tá eg so hevði hoyrt verkið einar fýra ferðir, skilti eg ikki meir hvat tað var, eg ikki hevði skilt. So var tað knappliga nakað tað besta, eg nakrantíð havi hoyrt.

KP: Hvussu gamal vart tú tá?

TB: Seytjan ella átjan haldi eg. Tá var Sunleif (Rasmussen) eisini byrjaður at hava kompositiónsskeið í Føroyum og vit vóru nøkur, sum gingu har. Tað gav mær ómetaliga nógv. Eg gekk til privatundirvísing hjá Sunleif og helt fram við tí, tá eg kom niður. Eftir eini tvey ár søkti eg inn á konservatoriið. Sunleif hevur sostatt havt stóran týdning fyri meg, men tað hava Summartónar, sum Felagið Føroysk Tónaskøld byrjaðu í 1992 í grundini eisini. Nýggjur tónleikur er jú ikki nógv at hoyra í útvarpinum, so tað er umráðandi at hava ein tílíkan festival. Eitt av endamálunum við Summartónum er fáa gongd á skrivingina av føroyskum tónlistaverkum og tað hevði jú øgiliga stóran týdning fyri meg, at eg slapp at skriva til teir ymisku tónleikararnar, ið vitjaðu hendan vegin sum t.d. íslendski bólkurin Caput, ið spældi eitt av mínum verkum.

KP: Hvat annað hevur havt týdning?

TB: Eg havi havt nógvar ótrúliga dugnaligar lærarar á konservatoriinum, t.d. hevði eg Hans Abrahamsen í kompositión og hann lærdi meg eina rúgvu um at vera nágreiniligur og at gera arbeiðið liðugt. Merete Westergaard var framúrskarandi lærari í hoyrilæru og hon lærdi meg t.d. at lesa frá blaðnum. Eg haldi eisini, at eg lærdi okkurt serligt av tíðini í Hollandi á The Royal Conservatoire í Den Haag, tí har vóru tey meira strang. Alt gott um danska konservatoriið, men tey eru rættiliga liberal. Ráðandi sjónarmiðið tykist vera, at øll hava rætt og at alt er loyvi. Tað gekk als ikki í Hollandi, tí har mátti tú veruliga arbeiða og halda teg til reglarnar. Tað var ivaleyst gott fyri meg og eg lærdi nógv av at vera noyddur at oppa meg og arbeiða meira disiplinerað. Somuleiðis hava tey tíggju árini í Mpiri eisini lært meg nógv t.d. um kontrapunkt. At síggja hvussu kórleiðarar arbeiða við tilfarinum, at uppliva hvussu t.d. Gorm (Larsen – kórleiðari hjá Mpiri) arbeiðir við renesansutilfari er fantastiskt. Eisini var tað læruríkt at uppliva hvussu Sunleif arbeiðir við at fáa tað at stemma.


Bábel – debutkonsertin

29.juni 2009 varð konsertin framførd, sum var endaliga próvtøkan hjá Tróndi á konservatoriinum. Eg undrist á hvussu hann byrjar uppá eitt tílíkt verk, um tað er ein melodilinja ella eitt hugskot?

TB: Tað byrjar allarhelst við eini ljóðmynd, sum eg havi inni í høvdinum, men eg haldi í grundini tað rigga best, tá tað liggur í sjálvum hugskotinum hvussu verkið verður framført. Eg havi longu broytt okkurt, sum eg ikki helt fungeraði so væl á debutkonsertini niðri. Men konseptið er grundleggjandi tað sama og tað er serligt við tað, at fleiri bólkar spæla í senn í fleiri rúmum. Tey spæla hvør sítt individuella stykki bæði í senn og viðhvørt hava tey steðgir, so tað kann kanska rópast eitt slag av installatión við tónum. Meiningin er, at áhoyrarin sjálvur ger av hvar hann stendur ella um hann gongur runt millum bólkarnar. Á henda hátt gerst ljóðupplivingin interaktiv og haldi eisini, at tað er sum um, at sjálvar konsertrammurnar blotna onkursvegna. Klassiskar konsertir eru so øgiliga siðbundnar við smoking og sum heild eini rúgvu av konventiónum, ið skulu haldast. Tað kann vera fínt, men eg haldi eisini tað kann vera ein stoppiklossur, sum kann halda fólki burturi, sum annars kundu fingið okkurt burturúr tónleikinum. Tey fimm stykkini í mínari konsert kunnu spælast hvørt fyri seg og summi teirra eru eisini framførd sum sjálvstøðug verk. Grundleggjandi hugskotið snýr seg um tað, at kunna hugsa um tvey ting í senn.

KP: Tað er sum við hasum figurinum hjá danska sálarfrøðinginum Edgar Rubin, sum antin vísir ein vasa í miðjuni ella tvey andlitsumhvarvi, ið forma vasan. Tað er ógjørligt at uppfata bæði myndevnini í senn.

TB: Ja, men tankin fascinerar meg. Eri eisini sera áhugaður í gomlum stereogrammum, har tú við at stara og skeita brádliga sært tann trýdimensionella formin, sum er goymdur í myndini. Tað snýr seg jú í stóran mun um perceptión. Tað er ymiskt hvussu vit eru fyri og tað er kanska ikki altíð vit megna at uppliva júst klikkið og tá er tað umráðandi, at fólk allíkavæl fáa nakað burturúr mínari konsert. Hetta er ein grund til, at eg havi broytt tann fyrsta partin av konsertini. Eg havi hugsað um hetta sama hugskotið áður og eg havi gjørt royndir við tí, men tað er ikki eydnast mær at gjøgnumføra tað ordiliga fyrr enn nú. Heitið á verkinum Bábel sipar til, at verkini eru sera ymisk og tala hvørt við sínari tungu. Til dømis verða eitt rímiliga straight contemperary verk og ein wienerklassisk strúkikvartett, sum jú heilt týðiliga eru tvey sera ymisk tónleikamál, sett upp móti hvørjum øðrum.


Crossover verkætlanir

KP: Tú hevur eisini arbeitt við sonevndum crossover verkætlanum har fleiri listagreinir samstarva við tónleiki, dansi, performance, t.d. tað absurda verkið Investigations of a Dog.

TP: Ja, Rannvá Káradóttir, Marianna Mørkøre, Andras Olsen og eg gjørdu Investigations of a Dog (2007), sum var ein audiovisuel konsert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka. Men so er tað eisini verkið Barbara, sum seinni í ár verður framført í Norðurlandahúsinum í Havn, í Mentanarhúsinum í Runavík, í Íslandi og í Danmark. Hetta er eitt verk, sum er bílagt av einum donskum dansihópi, sum eitur Saga Dance Company og sum verður eitt samstarv millum dansararnar og kórið Mpiri. Nakað av tí mest áhugaverda við hesum verki haldi eg vera dentin, ið verður lagdur á improvisatión. Hetta verður ikki nøkur opera ella eitt sum soleiðis dramatiserað verk av skaldsøguni hjá Jørgen Frantz-Jacobsen, men nógv meira einfalt og stiliserað. Vit ætla at royna at fáa tað klaustrofobiska í einum oyggjasamfelag fram, á hendan hátt verður evnið eitt sindur meira alment og nýtist ikki bara at snúgva seg um Føroyar. Verkið verður myndað av upplestri, elektronikki, percussion og kingosálmum har eg havi tikið støði í lýsingunum hjá einum antropologi, sum var í Føroyum fyri langari tíð síðani og sum helt, at føroyingar sungu so ljótt: “..hver fugl synger med hver sit næb”. Her havi eg gjørt ymsar melodiir, sum liggja og snúra rundanum lagið í kingosálminum og tað haldi eg riggar nokko væl. Improvisatiónin er sentral í hesum verkinum, sum kann variera frá at vara ein hálvan til fimm tímar. Eg haldi improvisatión vera grundleggjandi áhugaverda samstundis sum hon er ógvuliga vandamikil. Sjálvt um tað skal eitast at leggja upp til púra fríar tónar, ið verða uppfunnir í løtuni, so vísir tað seg ofta, at fólk gera tað, sum er behagiligt fyri tey og tað vil siga tað sama sum tað, sum tey eru von at gera. Fyri meg er tað tí umráðandi, at improvisatiónirnar verða stýrdar.



Verkini hjá Tróndi Bogasyni eru umframt, at tey sjálvandi eru sera ymisk, fleirtýdd og artistisk og ofta eisini sera humoristisk, t.d. kórverkið “Møsnúlin” við teksti eftir Tórodd Poulsen. Tóroddur er eisini á skránni í nærmastu framtíð, tá Tróndur ætlar at taka upp yrkjaran, meðan hann lesur upp egnar tekstir. Upptøkurnar skal hann brúka í onkrari av teimum mongu verkætlanunum, sum eru í stoypiskeiðini. Tróndur er yvirhøvur sera áhugaður í yrkingum og upprunaliga hugskotið til at gera hesa samrøðu kom av lyriska og minimalistiska verkinum Nocturne 1, sum Tróndur hevur skrivað eftir bílegging frá kórinum Tarira, sum veruliga er eitt einastandandi verk, ikki minst orsakað av mátanum sum kompositiónin fullkomiliga samsvarar teirri løgnu, brotakendu yrkingini, har ein kvinnulýsing og ein landslagslýsing tykjast eitt sindur tilvildarliga samansettar. -Men tað er júst tann at síggja til óstortsliga samansetingin, sum ger, at yrkingin skapar sín egna alternativa veruleika í staðin fyri bert at herma eftir teimum verandi veruleikunum, sum t.d. í eini landslagsyrking við kvinnumetaforum ella eini kvinnulýsing við landslagsmetaforum. Á onkran hátt er tað eins og tín kompositión á sama hátt skapar ein triðja veruleika?

TB: Ja, eg gjørdist rættiliga hugtikin av hasi yrkingini hjá Róa Paturssyni. Fyrst helt eg hana vera stuttliga við løgnu orðasamansetingunum, men so las eg hana betri og uppdagaði tað fantastiska, sum hendir, at summi orð gerast ótrúliga sterk í hesu nýggju samansetingini og hetta havi eg roynt at fingið fram í kompositiónini.


Føroyskt tónaskald við viðburði

KP: Tvær DVD-fløgur eru á veg út, har tú hevur gjørt útsetingarnar hjá ávikavist Teitur og Choir of Young Believers, sum spæla saman við DR Underholdningsorkesteret. Greið frá samstarvinum og framtíðar ætlanum. Eru bíleggingar strævnar, tí tær eru bundnar?

TB: Samstarvið við DRU er komið í lag orsakað av samstarvinum við Teitur. Tað hevur verið ómetaliga áhugavert og fólkini hava sýnt mær stórt álit á tann hátt, at tey hava verið við uppá tey allarvillastu av mínum hugskotum. Eg eri bookaður til einaferð í mars næsta ár til at gera ógvuliga ymisk ting. Eg havi bíleggingar úr Noregi, Danmark, Svøríki og møguliga eina her úr Føroyum. Bíleggingarnar eru í grundini lutfalsliga opnar, men eg má sjálvandi taka atlit til bólkin, ið bíleggur og hvat slag av instrumentum myndar viðkomandi bólk. Men eftirhondini eru næstan øll við uppá at brúka elektronikk, sum gevur nakrar klangligar møguleikar, sum mær dámar.

KP: Samanblandið av stílum í Bábel kundu týtt uppá, at tú ert postmodernist?

TB: Altso tað veit eg ikki. Hatta haldi eg í grundini er fyri komandi tónleikasøgufrøðingar at finna út av. Sjálvandi skal eg vera tilvitaður og umhugsa míni hugskot osfr., men eg eri ikki tann, sum skal plasera mín tónleik.

KP: Men umframt Sunleif Rasmussen ert tú einasta tónaskald í Føroyum, sum hevur formliga útbúgving í kompositión frá konservatoriinum. Sært tú teg sjálvan sum eitt føroyskt tónaskald




TB: Tað er ein góður spurningur. Føroyska hevdin við kontemporerum tónleiki er jú rættiliga ung og fáment. Tað var William Heinesen, sum byrjaði einaferð í 1950´unum og so skulu vit heilt fram til sjeytiárini áðrenn Pauli í Sandagerði og síðani Bjarni Restorff osfr. fara í gongd. Eg haldi, at danska tónaskaldið Vagn Holmboe hevur havt stóran týdning fyri føroyskt tónasmíð og fyri sjálva uppfatanina av tónleiki í Føroyum heilt fram til í dag við verkunum, sum hann hevur gjørt og sum Ólavur Hátún hevur fingist við. Men fyri at koma aftur til spurningin, so eri eg sjálvandi bæði tónaskald og føroyingur. Tónleikurin hjá mær er ávirkaður av øllum tí, eg havi upplivað og eftirsum eg eri vaksin upp her, hava Føroyar stóran týdning. Eg haldi eisini, at nærleikin við náttúruna hevur eina serliga ávirkan. Men tað hevur MTV so sanniliga eisini og tað hevur fylt minst líka nógv sum Ólavsøkusangurin. Har er okkurt við Waagstein, sum hoyrist aftur í nógvum føroyskum tónleiki, okkurt melankolskt kanska. Men deyðin kennist øgiliga tætt í Føroyum. Eg hugsaði um tað í dag, tá eg sat í flogfarinum og las avísina. Har var ein krossur á síðuni og eg las ikki minningarorðið, men eg hugsaði: ja, nú eri eg á veg til Føroya aftur.

Vit práta nokkso leingi aftur og fram um føroyskan tónleik. Eg greiði frá, at eg minnist fyri tjúgu-fimmogtjúgu árum síðani hvussu øðrvísi sangurin hjá Sunleif Rasmussen “Sig mær hví er foldin føgur” ljóðaði og sangirnir hjá Paula í Sandagerði, sum eisini vórðu mettir at vera ógvuliga modernaðir. Tað er merkiligt, at hesir vakru sangir tá megnaðu at provokera sjálvt tey hampiligastu kórfólkini. Tað er næstan ómøguligt at ímynda sær hetta í dag, men vísir, at ein menning hóast alt er farin fram í føroysku tónleikafatanini. Eg nevni, at eg haldi meg hoyra stóran mun á tónleikinum hjá Sunleif og Tróndi.

TB: Beint í løtuni arbeiði eg nógv við ávísum skipanum, m.a. við einum skalasystemi, sum er ein ógvuliga fleksibul skipan, ið eg brúki í staðin fyri tonalitet og so eisini rútmiskar skipanir. Sunleif arbeiðir á sama hátt, bara við nøkrum øðrum skipanum.

KP: Jú men í hansara tónleiki hómi eg elasmáar glottar av føroysku náttúruna og tað geri ikki í tínum verkum.

TB: Tað ørkymlaði meg eisini nokkso nógv á konservatoriinum, tá fólk partú skulu assosiera eina floytu, ein floytutóna ella eina floytutrillu við fuglalát. Eg royndi at greiða teimum frá, at ein floyta í mínum tónleiki í grundini bara er ein floyta, that´s it! Men sjálvandi, fólk mugu assosiera sum tey vilja.

Og nú er seint og lotið kalt og sjálvt um omanfyristandandi setningur við floytutrilluni neyvan var tað seinasta, sum varð sagt hetta kvøldið, so riggar hann sum yvirskrift og avrundan av hesi samrøðu við týdningarmikla samtíðarlistamannin Trónd Bogason.