Thursday, July 1, 2010

Útsýni til summarfrí

Vikuskiftisbløðini vóru óvanliga spennandi hesa ferð. Umframt teir nógvu topp-10 ella topp-7 listarnir yvir fullkomiliga óviðkomandi fyribrigdi (ávikavíst bardagar og ferðafólkaskip) og ditto lívsstílstips, fyri ikki at tala um vox popp teigar í hópatali har meir og minni kend fólk siga frá teirra yndis-ditt-og-datt og har sjálvur formurin útihýsir einum og hvørjum seriøsum tanka um dýpd, eru eisini persónssøgurnar um sjúk fólk og frísk fólk og hvussu røsk tey í grundini eru. Hetta er, ikki tykkum at siga, sera áhugavert í sær sjálvum, men aftrat eru eisini tær góðu og áhugaverdu hurrá-fyri-Hanusi greinarnar, ið allar hava ein tóna sum um tað er ein hundrað ára føðingardagur, vit feira, men hetta er neyvan illa ætlað, t.d. forsíðuyvirskriftin: “Hanus seksti og enn í gongd”. Sjálvandi er hann tað. Vildi hildið tað var løgið annað.

Heimsins næstmargháttligasta avísgreinarøð eitur “Kirkjugarður” og hesa ferð havi eg lisið greinapartin á tamb og klipt hann út, av tí at hann snýr seg um ein tippilitopp - ella har á leið - oldurabba hjá soninum og hugsið tykkum um ikki allir hesir vælgreiddu, elasmáu svarthvítu slipsamenninir í greinini eru meinlíkir mínum lítla drongi við hansara fínu, høgu pannu.

Ein av vox popp teigunum snýr seg um bøkur og har er tað tann altíð skilagóða Anna Ellingsgaard, ið tá hon skal geva sítt boð uppá eina góða summarbók sigur seg hava ilt við at skilja, at ein summarferiubók skal vera lættari enn aðrar. Ein summarferiubók skal sjálvandi vera dygdargóð metir Anna og viðmælir eitt nú Don Quixote hjá Miguel de Cervantes, Utrensning hjá Sofi Oksanen og Útsýni hjá Tóroddi Poulsen, sum Anna skýrir sum nakað av tí besta á føroyskum í nýggjari tíð. Á beinkinum við septiktangan, mitt í mínum vakra ókrútshava, havi eg í morgun tikið forskot uppá summarfrítíðina við at endurlesa síðstnevndu bók, sum bara verður betri við tíðini. Eg skrivaði eitt ummæli av yrkingasavninum, sum stóð í Sosialinum 6. november í fjør:

Við tí óvæntað banala ella sjálvsagda heitinum "Útsýni" verða vit enn einaferð boðin inn í tað serstaka poetiska universið hjá Tóroddi Poulsen, sum hesaferð tykist at kalla reinsað fyri tað berømta speisemi, ið vit av røttum og eitt sindur av órøttum sambinda við høvundin. Kanska er tað lættari at flenna enn at lata vera og kanska er tað av hesi orsøk, at vit hava lyndi til at finna fram tær stuttligu orðingarnar í tekstum Tórodds og síðani meira ella minni ignorera rest. Tær spísku, speirekandi viðmerkingarnar eru jú greidliga gløggar og kennast tryggari at fyrihalda seg til enn tær álvarsligu eitt sindur neutralu staðfestingarnar, sum ikki altíð líkjast yrkingum og sum tykjast merkiliga a sakleysar á sama hátt sum heitið á nýggja yrkingarsavninum. Við vanda fyri plagiering í mun til eina nokkso kenda negatión hjá einum øðrum av okkara frálíku høvundum, kundu vit nevnt hesar yrkingarnar hjá Tóroddi ósjálvhátíðarlig, ókeðiligar, óuppblástar og stak ófornar, tó at fleiri træðrir í nýggja savninum ganga aftur í tíðina, bæði til barndóm yrkjara-egsins og longur aftur til slupptíðina, sum vakra steinprentið við grønu sluppunum á bókapermuni eisini sipar til.

Nýggja yrkingasavnið fevnir um áttati frálíkar yrkingar hjá tí produktiva Tóroddi Poulsen, ið nettupp ikki kann samanberast við eina vulkan, sum bæði eru fornar og sum arbeiða sjálvdan. Tóroddur situr ikki og bíðar eftir íblástrinum, men arbeiðir sum eitt modernað listafólk stútt og støðugt hvønn tann einasta dag við at skriva, syngja, tekna ella hvat nú hansara fjølbroyttu gávur gera hann føran fyri. Byrjanaryrkingin er sum eitt slag av credo, ið staðfestir uttanveltaðu støðu yrkjarans í mun til samfelagið, staddur sum hann er omanfyri. Tónin er einsligur og afturlítandi, men treystur, tí yrkjara-egið er sum heild nøgt við útsýnið, ið byrjar á kvistinum og endar á fjørðinum í síðstu yrkingini ”MEN EG HAVI ALTÍÐ DROYMT”. Í hugaheimi Tórodd Poulsens er dreymurin týdningarmikil bæði sum surrealistisk kreativ fyrimynd og sum poetiskur metaforur. Umframt dreymin eru eisini onnur orð, ið ganga aftur í hesum yrkingum: bátur, slupp, skip, fjørður, fjøll, áir, blomstur, barndómur, kráka, klettar, beinagrind, skrokkur, deyði, yrking, orð, litir, mynd, bók, bókstavir, grøv, runa, trø, mold, morgunmold, moldarsmakkur, tankamold, sovna, nætur, ævigt, mjørki, rot, lík, máni, kirkjugarður, nætur, spøkilsi og eingil. Tað er sjálvandi yvirhøvur ikki ráðiligt at lesa yrkingar á henda hátt við uppreksandi sentimeturmáli og yrkjarin mutar eisini støðugt ímóti at vera settur í bás. ”..feskvatnsyrkingar/sum trívast sum saltvatnsyrkingar/tá tær ikki vilja setast í bás..” (s.18 í ”Útsýni”), men allíkavæl kunnu hesi orð nýtast í eini lýsingarroynd av yrkingaheimi Tórodd Poulsens, ið er eins og eitt foreinklað frumlandslag við føroyskari umhvarvsstriku, sum yrkjarin støðugt vendir aftur til.

Av kvistinum og oman á fjørðin og havið hóma vit sostatt Føroyar, Havnina og í smáum brotum eisini skógarøkið við Raadvad, har yrkjarin býr í løtuni, men bókin er meira universal enn lokal. Hóast ævisøguligu tilsipingarnar til eitt nú reyða/gráa hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin millum høvund og yrkjara-eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn nøkur grýla at fjala ella á annan hátt at pallseta seg. Hetta sóu vit t.d. í filminum um hann "Ein regla um dagin má vera nokk". Yvirhøvur er tað heilt burturvið at lesa tílíkar modernistiskar yrkingar við skilvísari eitt- til- eitt fatan fyri eyga, tí tað ber ikki til og er heldur ikki meiningin. Yrkingarnar kunnu tykjast torskildar, fleirtýðugar, frítt assosierandi og abstraktar sum tær eru, t.d. "tað bukaða fleskið/ fær garðin at detta niður/ og krákurnar at flúgva/ meðan beinini verða hongd upp..." (FRÆ s.8). Myndamálið er sum heild ógvuliga sterkt visuelt sæð, tá tað myndar spildurnýggjar samansetingar. Málið í yrkingunum tykist tíðum sera foreinklað, nærum primitivt, meðan tað í øðrum yrkingum er meira samansett og torgreitt. Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli, t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða Gulliver-temanum. Støðugt leitar yrkjarin eftir einfeldini í orðunum og hansara tilgongd til málið hevur sama fríska og leitandi dám, sum eg í løtuni upplivi hjá soninum, ið skjótt verður trý og sum á ferð síni at konstruera sær málið er komin fram til, at honum dámar best bundnu hvørkikynsorðini bommið og baðið. Tað ljóðar løgið, tá hann biðjur um "bommið" sum um tað er eitt heilt ávíst bomm í pakkanum, sum hann meinar við. Tað er væl møguligt, at hetta er fullkomililiga tilvildarligt, men hvør veit, kanska hugsar hann um ta ávísu heilt serligu kensluna, ið stendst av hesi lítlu veitsluni, sum er hvørja ferð bommið verður lagt á tunguna. Onkursvegna er tað henda sama óspilta málkenslan, sum tað hevur eydnast Tóroddi Poulsen at varðveita.

Eg kundi allerhelst funnið onnur orð enn tey omanfyri nevndu 38, tí eg eri als ikki av hepnastu systematikarum, men sambært Baudelaire er tað millum annað soleiðis, vit læra at gjøgnumskoða eina yrkjarasál; við at leita eftir teimum orðunum, ið koma oftast fyri í verki yrkjarans. Tað hevur sjálvandi eisini stóran týdning hvussu orðini eru samansett og hvussu yrkingarnar eru uppbygdar. Hóast nógv av orðatilfarinum sipar til deyða og deyðaprosessir, er innihaldið í ”Útsýni” hvørki tungt ella dapurt. Tvørturímóti tykjast orðingarnar leikandi lættar t.d. í yrkingini SUPER 8, sum er eitt framúrskarandi dømi um hvussu væl Tóroddur dugir at abstrahera ella einfalda, tá hann sum her drýpur eitt barnaminni í reinsandi sýrubað, soleiðis at bert sjálvur kjarnin ella essensurin er eftir: ”altíð/ er/ barndómurin /frammanfyri/ sum ein/ hundur/ togar/ sletuna eftir/ ísinum /inn í /sólina”. Á einfaldasta hátt gerst malandi rørslan hjá filmsapparatinum ímynd av sjálvari lívsgongdini. Deyðin fyllir nógv í hesum savninum, men nú sum partur av eini ringrás, har tey sum vóru frammanundan og tey komandi hava týdning. Tónin er tó nakað væl meira ófrættakendur enn hjá Ingemann, tá ætt eftir ætt søkkur undir mold eftir eini guddómligari skipan, tí her situr slektin inni allan dagin: "og tigur fyri tað mesta/ men móti midnátt fer hon at ýla" (ÁÐRENN ÝLINI S.57). Undir øllum umstøðum kundi tað sæð út sum um, at deyðin inniber ávís perspektiv; eitt ævigt mánalýsi í tí stóru náttini. Kanska er yrkjarin samdur við Bob Dylan um, at deyðin ikki er endin á øllum. Í øllum førum tykjast sansirnir púra spillivandi undir kistulokinum: ”her er so myrkt/ og trongt// hoyri bara/ blomstrini/ í erva/ rotna” (TAÐ SUM HEYSTDREYMURIN HOYRIR s.20). Funnist hevur verið at tí, onkur hevur nevnt ”floymurin” av yrkingum, bókum, myndum, fløgum osfr., ið streymar frá Tóroddi Poulsen -Hví ikki velja tað besta burturúr og geva minni út osfr. Men sjálvt lyndislagið í lívsverki Tórodd Poulsens er villvaksandi og samanhangandi og tá kvaliteturin er so góður sum hann er, kunnu vit bert fegnast um kvantiteturin er tilsvarandi.

SUNNUDAGUR

taki kirkjuna upp úr lummanum
leggi hana at eyganum
har er hálvfult av fólki
prestur er liðugur at biðja
og nú er sálmasongur at hoyra
og eg syngi við
og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum
sum eg hyggi ígjøgnum
og so kemur deknurin út
og hann spyr meg
um eg ikki komi við inn á syngja
tí eg havi so góða rødd
men so sigi eg at eg passi ikki inn
og hann svarar
at tað skal eg ikki leggja so nógv í
so leingi eg bara kann fáa røddina inn
og so fer røddin hjá mær í kirkju
og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini

(s.76 í Útsýni)


VAR SO LÍTIL

var so lítil
at eg kundi krógva meg
í mínum egna lógva

náttin mátti fegin koma
við sínum morgunhóttanum
og revsa meg við ljósinum

men hon fann meg ikki
fyrr enn eg var vorðin vaksin
og kundi sjálvur sláa aftur

(s.51 í Útsýni)

(KP)