Thursday, July 1, 2010

Omanfyri orðini liggur listin

Tað er púra vanligt og í fínasta lagi, at eitt listasavn fær atfinningar.

Innan listaumhvørvið er ein røð av einstaklingum við sera sterkum meiningum um, hvussu listin skal stýrast, passast og pleygast, og ringt er at ímynda sær eina beinleiðis semju millum hesir einstaklingar. Um tað í løtuni ikki hómast sátt, semja ella idyllur í sambandi við Listasavn Føroya, hava vit kortini møguleikan fyri einum opnum, livandi og atfinningarsamum kjaki, fakligari fjølbroyttari viðgerð av listini og virðing fyri listasavninum sum stovni.

Fyri at hetta skal bera til krevst, at ikki bara Mentamálaráðið, men politiska skipanin, sum heild, tekur ábyrgd sína fyri listini í álvara. Trupulleikin er, at tað eyðsýniliga eru ymsar meiningar um politiska skipanin yvirhøvur hevur ábyrgd fyri tjóðsavni okkara. Í eini samrøðu við Sosialin tann 16.desember sigur Helgi Fossádal, savnsleiðari, at Listasavn Føroya ræður sær sjálvum. Listasavnið er sjálvsognarstovnur, og tessvegna kann eingin, hvørki mentamálaráðharrin, ella nakar annar blanda seg í, hvussu Listasavn Føroya verður stýrt.

Men er tað soleiðis?
Fyri tað fyrsta er tað landið, ið fíggjar Listasavn Føroya við umleið 2,5 milliónum krónum um árið, og í øðrum lagi var tað upprunaliga eitt krav frá Mentamálaráðnum, at ráðið skuldi góðkenna viðtøkurnar hjá Listasavninum, tá hesar vórðu orðaðar, eins og ráðið tilskilaði sær rættin at velja stýrisformann Listasavnsins fyri á henda hátt at hava alment eftirlit við almennum pengum.

Viðtøkurnar hjá Listasavninum eru altso politiskt konfirmeraðar og hevur politiska skipanin fremstu ábyrgdina fyri Listasavni Føroya. Tað má vera ein politisk ábyrgd at tryggja, at listasavnið verður rikið sum eitt tjóðsavn og ikki sum ein sjálvsognarstovnur.

Um okkara politikarar eisini halda, at Listasavnið ræður sær sjálvum, haldi eg hetta vera eina misskiljing. Tá landsstýriskvinnan við mentamálum velur ein av sínum egnu hægstu embætisfólkum sum stýrisformann, sleppur landsstýriskvinnan armslongdarprinsippinum, og velur at taka á seg beinleiðis ábyrgd fyri Listasavni Føroya.

Um tað er rætt ella skeivt í verandi støðu at minka um fjarstøðuna millum listasavnið og mentamálaráðið kann vera trupult at siga. Men støðan er soleiðis í løtuni. Tí mugu vit vænta okkum, at í hvussu so er landsstýriskvinnan við mentamálum er vælvitandi um, hvussu Listasavnið verður rikið. Vit mugu eisini vænta okkum visjónir um, hvussu okkara tjóðsavn skal rekast fakliga forsvarligt og í tráð við altjóða reglur fyri listasøvn. Hetta eru visjónir, sum mangla hjá øllum politiskum flokkum.

Hóast vegurin til sátt og semju kanska ikki er tryggjaður, átti vegurin til at útinna sínar samfelagsuppgávur ligið opin fyri okkara tjóðlistasavn. Landsstýriskvinnan við mentamálum – eins og aðrir politikarar mugu altso átaka sær sína ábyrgd fyri tí, sum liggur langt omanfyri ósemjur og sonevnt gamalt klandur - nevnliga listini sjálvari.
(IS)