Thursday, July 1, 2010

Flaggdagshugnarøða




Røða á hugnaløtu hjá Tjóðveldinum flaggdagin 25. apríl 2010

Klandur, kegl og kjak. Tað kann tykjast rættiliga negativt, tann mátin ósemja og stríð hava merkt føroyska listaheimin seinastu seks árini. Summi siga, at tað fer at ganga yvir, onnur halda, at tað altíð hevur verið og altíð fer at vera soleiðis og so eru tað nokkso nógv, sum halda, at vit bara skulu taka tað heilt róligt og bíða til nýggjur leiðari er komin á Listasavnið, tí so gongur ósemjan yvir av sær sjálvum. Vit bíða og meðan vit á so mangan hátt eru í bíðistøðu kenst umráðandi at minna á, at upprunin til ósemjuna í føroyska listaheiminum er positivur – í øllum førum um vit fata eina yrkisgerð av føroyska listaøkinum sum nakað positivt og tað geri eg. Eg haldi tað vera einki minni enn fantastiska gott og eitt tekin um progressivt áræði, tá listafólk sum Zacharias Heinesen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Rannva Kunoy, Tóroddur Poulsen m.o. – gomul sum ung - krevja eina listfakliga leiðslu á okkara listasavnið. Og eg eri púra ósamd við mentamálaráðharranum Helenu Dam á Neystabø, sum í síni føðingardagsrøðu til Listasavnið herfyri, gjørdi seg til talsmann fyri eini næstan rindalistiskari og í øllum førum serstakliga flegmatiskari støðu listini viðvíkjandi. Hon brúkti eina fimm ára gamla grein hjá fólkalívsfrøðingi Eyðuni Andreasen sum grundgeving fyri eini støðutakan, sum í stuttum gongur út uppá, at vit í staðin fyri at tosa so nógv um góðsku og fella dóm yvir hvørjum einstøkum listaverki, um tað er nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt listaverk, heldur skulu hugsa um hvussu vit kunnu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.

Tað er sjálvandi eisini nokkso nógv lættari at tosa um heildina, at lata standa til og fordeila heiður og æru og stuðulspening nøkulunda líka millum øll tey mongu hugagóðu, sum eyðsýniliga ikki kunnu vera listina fyri uttan. Á henda hátt sleppur tú undan at skula taka dagar í millum hvat er gott og hvat er minni gott. Spurningurin er bara um okkara lítla land hevur ráð til tílíkt ábyrgdarloysi, sum hevur við sær ein negativan spiral av vánaligari list, sum sendir vánalig signal, sum vit í løtuni uppliva Listasavnið gera tað. Eisini innan myndlistina tørvar okkum positivar fyrimyndir, tí tað er greitt, at breiddin, amatørlistin, hugagóð børn, ung og vaksin og so listaúrmælingarnir eru tvær síður av somu søk. Úr áhuganum sprettir yrkislistin og í framúrskarandi yrkislistaframsýningum kunnu vit øll somul spegla okkum.

Eitt gottt dømi um, at tað loysir seg at taka ábyrgd og veruliga dyrka ta góðu professionellu listina er listakvinnan Rannva Kunoy. Hon hevur gjørt hesa myndina í Steinprenti, ið er partur av eini myndarøð við heitinum Frontal, sum hon í takksemi lat Studentaskúlanum í Hoydølum í fjør. Rannva Kunoy fekk í 2004 trý ára starvslønina frá Mentanargrunni Landsins, ið hevur havt ómetaliga stóran týdning og sum m.a. gjørdi, at listakvinnan fekk frið í heili trý ár at menna seg listarliga uttan at skula hugsa um at framleiða og selja list til lívsins uppihald. 4.juni í ár verða nýggjastu myndir hennara at síggja á Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, sum í ár er ein serframsýning við Rannva Kunoy. Eg havi skipað fyri framsýningini og ritstjórnað kataloginum, sum fleiri áhugaverdir høvundar hava skrivað til (Gunnar Hoydal, Tom Morton og Pernilla Holmes). Eg havi eisini sjálv skrivað ein tekst í kataloginum og ætlaði sum eina lítla smakkiroynd at lesa okkurt upp úr honum:

Bæði í málningum og í steinprentum hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við sera ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini hevur hon við aga arbeitt við at menna ein sermerktan, minimalan stíl í myndum, sum á onkran hátt minna um myndirnar á gjøgnumbrotsframsýningini í Listasavninum í 1999 samstundis sum hesar nýggju myndirnar peika frameftir bæði í hennara verki og í føroyskari listasøgu. Nýggjaru málningarnir hjá Rannva Kunoy eru bygdir upp av nógvum elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum myndum verk hjá øðrum listafólkum, sum verða kopierað, avskeplað og síðani yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar, sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av myndunum djúpari og fjølbroyttari.

Rannva ger ofta myndarøðir, ið tykjast hóska til hennara listarliga hugsunarhátt við denti á prosessir, ið ikki bert gongur út uppá at skapa ella at mála eina mynd, men sum eisini snýr seg um sjálva mannagongdina; at fjala og taka burtur, yvirlappa, turka og finna fram aftur. Latínska heitið á røðini FRONTAL merkir frammanífrá og gevur fleiri og mótsetningsríkar assosiatiónir til klassiska grikska standmyndalist og til samanstoyt av tí ordiliga harðliga slagnum, sum t.d. at fáa ein frammaná. Tá røðin FRONTAL var liðug í 2009, var hon úrslit av óvanliga nógvum arbeiðstímum á verkstaðnum í eini arbeiðsgongd, sum setti stór krøv bæði til ta kritisku listakvinnuna og til prentararnar, Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, ið vara av Steinprenti í Havn. Í fyrstu syftu taldi røðin fimm stór prent, men við einum appendixi uppá tvær myndir, telur hon í dag sjey stórar, vertikalar myndir og er at meta sum eitt høvuðverk í samlaða verkinum hjá Rannvá Kunoy. Myndirnar eru abstraktar og á sama hátt sum í øðrum myndum hjá Kunoy, er allíkavæl okkurt, sum tú onkursvegna kennist við.

Tann svarta og tann reyða endamyndin tykjast báðar meira ekspressivar enn hinar og hava eitt meira beinleiðis árin á áskoðaran, ið beinanvegin gerst varugur við ein løgnan dám av autentisiteti, ið merkir myndirnar. Hesin autentisitetur er fleirstreingjaður, m.a. sýnist ójavna myndaviðgerðin onkursvegna meira manuel enn maskinuframleidd. Sum heild er torført at meta um tann tøkniliga upprunan, tá hvørki penslastrok ella litografiskt tøkni annars hómast á skjóruta myndaflatanum, ið eisini tykist fánaður eins og eitt gamalt skjal, ið hevur verið samanlagt, rukkað og sum er slitið, litfarið av tíðarinnar tonn. Orsakað av miðsavnaða bygnaðinum og serstaka ljósskiftinum, ið er átøkt ljósgeislum, sum lýsa úr miðjuni á myndunum og út um myndaflatan, geva bæði tann svarta og tann reyða myndin alt fyri eitt hugasamband við eitthvørt átrúnarligt, eitt nú gamlar Kristuslýsingar í t.d. prentmyndum Rembrandts, eins og tann kenda líkverjan í Torino kemur tær til hugs og her stingur tankin um myndlistarliga autentisitetin seg sanniliga upp aftur. Líkverjan er ferð eftir ferð mett at vera følsk og framleidd í 13.øld, men tað ger hana ikki minni áhugaverda. Tí, tá tú stendur eina løtu framman fyri myndunum, er tað sum um linjurnar, ið skerast mitt í myndini eru alt ov beinar og hárfínar í mun til upprunaliga fataða autentiska, guddómiliga, hondgjørda ella forna árinið. Er tað ikki brádliga sum um myndin í veruleikanum er sett saman av fýra A4 pappírsørkum, ið hava verið ígjøgnum eina illa virkandi fotokopimaskinu? Og hetta leiðir víðari til hugsanir um hví tað hondgjørda í grundini skuldi havt meira trúvirði enn tað maskingjørda? Á henda hátt spæla myndirnar á markinum millum sera ymiskar konnotatiónir, ið støðugt føra áskoðaran aftur og fram úr dýpinum, inn aftur á tað heilt grunna og útaftur. Við vón um, at tit øll vitja Summarframsýningina, sum verður at síggja alt summarið til 29. august takki eg fyri høvið at greiða frá.
KP)