Saturday, July 24, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna: Fólkaflokkurin

Í okkara gjøgnumgongd av mentanarhugsjónum politisku flokkanna eru vit komin til Fólkaflokkin.

Í stevnuskrá Fólkafloksins stendur, at mentanarskapandi virksemi eigur at fáa best sømulig kor, soleiðis at tey, ið skapa mentanarvirði, hava góðar arbeiðsumstøður. Somuleiðis verður skipað fyri, at fólk eftir áhuga fáa lut í hesum virðum. Hetta má sigast at vera greið tala og góður konservativur politikkur - samfelagið skal síggja til, at einki er til hindurs fyri, at nøkur skapa virði og at nøkur fáa lut í hesum virðum. Hóskandi verður henda mentanarhugsjón kallað konservativ, tí ein konservativ mentanarhugsjón gongur heilt einfalt út uppá ikki at missa virði.

Av hesi orsøk snúgva fleiri av greinunum, sum limir Fólkafloksins hava skrivað um mentan, rætt og slætt um at gagnnýta verandi tilfeingi, eins og fleiri teirra tykjast hava stikni til tilfeingismissin, sum á ein hátt hendir, tá listafólk liva av almennum stuðuli. Ein limur í Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakjuni, sum helst er ein av týdningarmiklastu mentanarprofilum floksins er helst mest kendur fyri sítt úttalilsi um, at "alt er list". Men hetta skal neyvan síggjast sum ein avantgardistisk fatan av list sum nakað, ið kann kykna óvæntað og burtur úr øllum møguligum tilfari, men meira sum ein uppgerð móti mentaninar útihýsandi lyndi og sum ein uppgerð við smakkdómarar. Sambært hesi hugsjón skulu ta ikki vera serfrøðingar, ið avgera hvussu listin skal skipast og tí er Jógvan á Lakjuni Fólkafloksins vegna ímóti, at yrkisfólk sita í nevndum, stovnum og stjórnum, har avgerðir verða tiknar um listina. Ein tílík mentanarhugsjón verður onkuntíð nevnd demokratisk, tí hon leggur upp til, at fjøldin skal avgera, men hóskar væl við konservativu mentanarhugsjónina, har miðað verður í móti, at bera seg undan óneyðugum útreiðslunum, sum serfrøðingar kosta. Trupulleikin við hesi mentanarhugsjónini er, at listin í sær sjálvum er ósambærilig við demokrati.

http://folkaflokkurin.fo/xa.asp?fnk=grn&bnr=2&unr=5&gnr=1

(IS)