Saturday, July 10, 2010

Goym moralin til seinni á pall leygarkvøldið.

Nú byrja sýningarnar av Brecht cabarétini “Goym moralin til seinni.” Seinasta mánaðin hevur leikbólkurin grugg vant leikin, ið hevur premieru leygarkvøldið 10. juli.

Saman við eysturtýska leikstjóranum Sonju Kehler og estiska pianistinum Riivo Sarapik hava Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Barbara Christophersen, Hans Tórgarð, Páll Danielsen og Hans Pauli Tórgarð skapt eina cabarét við støði í sangum og tekstum hjá Berthold Brecht.

Úrslitið er ein fjøltáttað ferð gjøgnum tekstir um alt frá kærleika og drykkiskapi til kríggj og órætt, kryddað við vælkendum og minni kendum løgum eftir Kurt Weill, Hanns Eisler og Paul Dessau. Til tíðir álvarsligt, til tíðir stuttligt, men enn líka viðkomandi, sum tá Brecht skrivaði tað fyri skjótt 100 árum síðani.

“Goym moralin til seinni” hevur premieru leygarkvøldið, og verður sýndur hóskvøld til sunnukvøld í juli mánaði. Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn og á eBillet.fo

(Tíðindaskriv 10. juli)