Friday, July 23, 2010

Skeið í Poetry Slam á Háskúlanum










Poetry Slam á Ólavsøku







Í døgunum 25, 26 og 27 juli fara danmarksmeistararnir í poetry slam, Lasse Thorning og Thorkild Jacobsen at hava skeið á Føroya fólkaháskúla.

Hvat er so poetry slam? Poetry slam er ein yrkingaformur, sum krevur, at yrkingin verður framførd á ein ávísan hátt. Reglurnar eru hesar:

1. Yrkjarin skal hava skrivað yrkingina sjálvur.

2. Yrkjarin fær tríggjar minuttir at framføra yrkingina.

3. Yrkjarin skal halda seg til tíðina, annars verða stig drigin frá.

4. Yrkjarin kann ikki brúka rekvisittir, búnar ella ljóðføri.
                                               
5. Tilvildarligir áskoðarar verður valdir at døma framførsluna.

Skeiðið á háskúlanum er sett upp í trimum stigum, sum skulu føra fram til eina framførslu. Skeiðshaldararnir fara at vísa á, hvussu skaldskapur fer frá pappíri til tungu. Síðani fara teir at vísa, hvussu tú kann finna tína egnu rødd í orðum, tú sjálv/ur hevur skrivað. Yrkingarnar skulu vera ærligar, beinraknar, hava málsligt driv, tempo, endurtøkur og skulu kunna seljast til eina áhoyrarafjøld. At enda hevur tað alstóran týdning, at yrkingarnar koma á eitt høgt støði. Tey, ið vera við á skeiðinum læra eisini ræddarvenjing, upplestrarteknikk og annað.

Skeiðið endar við, at upplestur og framførsla verður í Steinprenti á Skálatrøð hin 28 juli. Tíðspunktið er ikki greitt enn.

Tann, sum vinnur føroyameistaraskapið í Poetry slam 2010 fær heiðursprógv og teksturin verður prentaður í Vencili, sum kemur í september.

Skeiðið kostar 300 krónur og verður hildið á Føroya Fólkaháskúla.