Thursday, July 22, 2010

Mentanarhugsjónir politisku flokkanna - Sambandsflokkurin


Tað er ikki romantikkur at halda uppá, at listin er sín egna. List í einum ella øðrum skapi hevur altíð verið her og fer altíða at vera her. Útbreiðslan av listini, hennara menning og trivnaður er treytað av øðrum enn listini sjálvari - ikki minst av politisku skipanini. Tí eru vit farin í holtur við at viðgera mentanarhugsjónirnar hjá politisku flokkunum, sum tær eitt nú eru lýstar í teirra stevnuskráum. Vit byrja við Sambandsflokkinum.

Í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin arbeiðir fyri at stuðla og menna føroyska mentan og andslív eins og hann arbeiðir fyri, at føroyingar gerast kunnigir við danska og útlendska mentan og andslív.
Sambandsflokkurin ásannar, at tað er ein avgerandi treyt fyri allari samfelagsmenning, at føroysk mentan og andslív fáa rúmari ræsur og verða stuðlað. Føroyskar bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list eiga framvegis at fáa stuðul frá tí almenna og tað er eisini av størsta týdningi og heilt umráðandi fyri okkara fámenta fólk at varðveita góðan kunnleika til danskt mál. Harvið fáa vit atgongd til norðurlendska mentan, ið er ein arvalutur frá okkara forfedrum, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan.

Hóast mentanarparturin av stevnuskrá Sambandsfloksins er ógvuliga stutt orðaður, hóma vit í henni eina ávísa mentanarhugsjón har mentan, andslív og list verða mett sum neyðugir lutir í einum samfelagi sum kelda til sjálvsfatanina. Umvegis ymiskar mentanarligar framsagnir skilja vit hvørji vit eru og kennast við okkara pláss í søguni og í heiminum. Sostatt umboðar mentanarhugsjónini hjá sambandsflokkinum eina kontinuitets- og eindarhugsan, sum treytar fyri tað fyrsta, at listin ber fram okkurt um samfelagið, sum hon er skapað í, fyri tað næsta, at søgan er merkt av náttúrligari menning og kontinuiteti og fyri tað triðja, at vit hava eru saman um nøkur felags virði, sum savna okkum. Allar tríggjar treytir eru sjálvandi stak ivasamar, tí øll list ikki sigur nakað serligt um sína tíð, eins og øll list ikki er eitt produkt av eini søguligari menning. Øll list inniheldur heldur ikki virði, sum vit fata sum nakað, vit kunnu vera saman um. Eindarmentanin er ikki longur til og tí hevur listin ikki longur savnandi leiklutin sum virðisberi.

Men hvat merkir hetta í gerð. Tað kundi sæð út sum Sambandsflokkurin er áhugaður í at taka framum eitt listaslag, ið tykist veita felags virði og at Sambandsflokkurin ynskir at minka um fleirtýdni og mótsetningarnir, sum merkja tað savnaðu myndina av mentanini sum heild. Men vit eru ikki heilt greið yvir tað, tí sjálvt um Magni Laksáfoss er formaður fyri mentanarnevnd løgtingsins hendir tað ógvuliga sjálvdan, at Sambandsflokkurin kemur við fráboðanum innan mentanarøki.

http://www.samband.fo/sambandfo/Default.asp?cid=1&mid=116&pg=111

(IS)