Saturday, July 10, 2010

Danny Lane

Altjóða glaslistamannin Danny Lane (1955) kenna føroyingar frá Heystframsýningini 2007 og frá kjakinum, sum nú uppstóð í kjalarvørrinum av nýggju standmyndini, ið er sett upp við Skeiva Pakkhús í Havn og sum nógv halda ikki heldur støðið í mun til hvat man kann vænta av eini modernaðari samtíðarstandmynd frá 2010. Á listablogginum hava vit eina frágreiðing um hetta og eina samanbering við standmyndina Empress hjá heimskenda Danny Lane, ið tíanverri glapp føroyingum av hondum. Altjóða glaslistafólk er eitt lutfalsliga eksklusivt fólkaslag, sum kemur í samband við hvørt annað á ymsum glaslistaframsýningum kring heimin. Á henda hátt er okkara glaslistamaður Tróndur Patursson komin í kontakt við Danny Lane, ið hevur stóran áhuga fyri Føroyum og sum var her á áðurnevndu Heystframsýning, har hann í Norðurlandahúsinum hevði eina fantastiska framsýning. Í ummæli í Sosialinum skrivaði eg m.a: ”Hjá amerikanska listamanninum Danny Lane, sum býr og arbeiðir í London, er okkurt barokk-kent yvir hansara vakurleikadyrkan og serliga ansi fyri dekorativum detaljum. Split Wall eitur eitt framúrskarandi verk hjá listamanninum, sum í løtuni sær út sum um tað hoyrir til har tað stendur út í móti glasvegginum í klingruni. Stóra glasstandmyndin er lagað upp av glasflísum, sum tilsamans mynda ein kompaktan blokk, ið er klovnaður. Men tað sæst skjótt, at rivan niður í gjøgnum standmyndina er gjølla umhugsað; hvør einstøk glasflís er fílað soleiðis, at hon passar inn í eina heild, sum broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til standmyndina. Verkini hjá Danny Lane tykjast ógvuliga estetiskt tilvitað og tað vísir seg eisini, at hann sniðgevur innbúgv, tó at tað, sum verður framsýnt á Heystframsýningini neyvan er hugsað til praktiska nýtslu. Eg hevði so ikki torað at sett meg í tann lættbeinta, etruskiska glasstólin, men hetta liggur ivaleyst betri fyri hjá Madonnu. Í øllum førum sigst hon eiga seks stykkir av hesum stóli, sum hon hevur fingið til gávus frá listamanninum”. Tróndur Patursson og Brandur Patursson hava fyri kortum verið og vitjað Danny Lane í stóra verkstaði hansara í London og vit sýna her film, sum Brandur tók upp á verkstaðnum.

KP

Eg havi lagt fleiri filmar og myndir úr verkstaðnum hjá Danny Lane undir evnið "Standmyndir".
IS