Eygu okkara eru vegurin til myndlistina. Soleiðis sum vit síggja, soleiðis skilja vit listina, veruleikan og okkum sjálvi. Sjón okkara er sjálvt grundarlagið fyri, at listin gevur meining bæði fyri tankan og fyri kroppin. Fyri at hvessa okkara evni at síggja, bjóðar Steinprent í summar til djúpt nærsýni av stórari list í lítlari stødd.
101 verk eru á framsýningin ”Nærsýni”. Tey eru so smá, at vit - sum tey nærsýndu - mugu fara heilt nær at teimum fyri at fáa tey at standa klárt á nethinnuni. Vit verða tvungin at kýta okkum fyri at síggja tað óklára, tað ósædda. Tað ósjónliga gerst sjónligt og tey evarska smáu frábrygdini gerast sjónlig.
Framsýningin letur upp mikudagin 7. juli kl. 16 og er opin til 21. august.
Listafólkini, sum eru við á framsýningini, eru: : Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Fríða Matras Brekku, Peter Carlsen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Tóroddur Poulsen, Halldis Olsen, Ken Denning og Thomas Hornemann
Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, hevur sett framsýningin saman.
(IS)