Hetta er skeiv mannagongd hjá Tórshavnar Kommunu og vísir hetta enn einaferð, hvussu lítla virðing teir hava
fyri arbeiðinum, sum tónleikafeløgini gera og hava gjørt í mong ár.
Í grein í Dimmu sigur Heðin Mortensen: "Tónleikarar skulu gera tað,sum teir duga best, nevniliga spæla tónleik."
Hvat við at broyta hetta til: "Politikarar skulu gera tað, sum teir duga best, nevniliga at føra politikk".
… havandi í huga, at Heðin er í óteljandi nevndum… eisini innan ítrott. Er tað tá ikki eitt sjálvmál, tá hann sum politikari biður tónleikarar spæla tónleik, meðan hann sjálvur fæst við bæði politikk, ítrott og nógv annað?
Svarið hjá Heðin upp á spurningin er sjálvandi nei, og vit siga eisini nei, tí Heðin, um nakar, eigur at vita, at tað væl letur seg gera at vera bæði kokkur, tónleikari, ítrottarfólk, pápi, javnaðarmaður og politikari. Tískil er talan um rein húklarí, tá ein maður í óteljandi nevndum skal fortelja øðrum um teirra persónligu avmarkingar. Ein tónleikari er ikki bara ein tónleikari.
Sjálvmál 2
Viðari sigur Heðin: "…so kunnu onnur skapa karmar og skipa fyri konsertum, tí tað duga tey betur."
Hvat byggir tú hetta á Heðin? Er tað tónleikarin/fyriskiparin Jón Tyril og G! Festivalin, sum tú sipar til? Ella er tað kanska Summarfestivalin og tónleikarin/fyriskiparin Steintór Rasmussen? Hvussu kanst tú siga, at onnur (uttan at nevna nakað dømi) enn tónleikarar skulu skipa fyri konsertum, tí tað duga tey betri, tá alt bendir á at bestu fyriskiparar í Føroyum eru tónleikarar?
Víðari sigur tú, at ”onnur” eisini duga betri at skapa karmar. Um tú meinar við Perluna í hesum førinum, so kundi tú ikki farið meir skeivur. Perlan er á ongan hátt nøktandi sum eitt konserthøli, hóast tit kapraðu sjálvt navnið á gomlu Perluni.
Spyr einhvønn tónleikara við erfaringum innan spælistøð, aukustikk og ljóð, um ”onnur” duga betri, tá vit tosa um Perluna. Eitt stórt akvarium úr glasi og betong er langt frá nøktandi, tá talan er um tónleik. Nýggja Perlan er enn eitt dømi um, at ”onnur” ikki duga betri.
Og sum eitt lítið eyka sjálvmál, so sigur Heðin eisini eina av orsøkunum vera, at Ólavsøkuhaldið og Ólavskukonsertin skal gerast nútíðarhóskandi. So kann mann spyrja seg sjálvan: Hvat er nýtt við tombola, miðnáttarsanginum, skerpikjøti og kappróðuri?
Stutta av tí langa
Politikarar eiga ikki at blanda seg í hvussu tónleikafeløg skipa konsertirnar og hvør skal framføra. tí hetta er ikki pallurin har politikarar eiga at virka á.
Heðin og Bogi eru ikki valdir inn í Býráðið fyri at vera event- og konsertfyriskiparar.
Hvat hevði Tórshavn verið uttan Skansastovukonsertirnar, Ólavsøkukonsertirnar, FUT-konsertirnar, Jazzfelagkonsertirnar, Jazztónleikarafelagkonsertirnar, Musikkskúlakonsertirnar, Tutlkonsertirnar, Jazzfestivalin, Summartónar, Fólkatónarkonsertirnar, Prix Føroyar o.s.fr., um tónleikarnir ikki tóku initiativið og skipaðu fyri?
Tá alt kemur til alt, so er hetta ein prinsippsak og politikarar eiga ikki at virka sum tónlistarligir dómarar og taka yvir, tá okkurt er, sum ikki samsvarar við persónligar preferansur.
Tórshavnar kommuna átti heldur at samstarva, lurta eftir fakfólki og stuðla, heldur enn at ganga beint ímóti arbeiðinum og ynskjunum hjá tónleikafeløgunum.
Vegna
Tónleikafelagið Mentón
Rógvi á Rógvu
Heðin Ziska Davidsen
Hergeir Staksberg